Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nevndarformadurin í Fiskavirking: — Eg må viðganga at vit yvirmettu okkara fyrimunir og undirmettu trupulleikarnar, vit vóru millum annað ikki greiðir yvir, at tey virkir, sum vit yvirtóku vóru í so ringum standi, sigur nevndarformaðurin Nevndarformaðurin í Før- oya Fiskavirking viðgong- ur bart út at teir vóru dekan ov bjartskygdir, tå Fiska- virking fór undir síu virk- semi. — Eitt nú vóru vit ikki greiðir yvir, at tey virkir vit yvirtóku vóru í slíkum standi, at stórar fløgur vóru neyðugar fyri at tey kundu standa tey krav, sum kravt verður í dag, sigur Ove Munch Petersen. — Vit hava eisini undir- mett tydningin av at skip vórðu skild frå virkjunum og at vit fingu eina kvotu- skipan. Fiskastovnarnir i Føroyum eru illa fyri og samstundis eru landingar- nar í Føroyum minkaðan munandi. Sjávlsagt er talan um ovurveiðu og livfrødilig vidurskiftir, men fiskilrød- ingarnir síga, at ansa vit eftir næstu fimm árini menna fiskastovnarnir seg og vit fáa meira av fiski á land. Vit eru sostatt staddir í einum fimmára uppspar- ingarskeiði við góðum út- litum fyri framman, sigur Ove Munch Petersen. — Høvudstrupulleikin hjá Fiskavirking er råvøru- grundarlagið. Stødan gerst ikki betri av, a Føroyar, sum eitt av teimum fáu lond- unum í beinleiðis gevur skipum íløgustuðul fyri at landa uttanlanda. Fiskurin sum verður landaður uttan- landa hevði givið eini 100 arbeiðspláss á landi í Før- oyum, segði hann. — Vit hava rationaliserað og tað fara vit at halda fram Bjarti Mohr, stjóri lesur her upp formannsfrá- greiðingina hjá Ove Munch Petersen Mynd: Kalmar Vit voru ov bjartskygdir við. Eitt beinleiðis "æurslit av hesum er, at vit hava latið tvey virkir partvíst. Hetta er spell, men neyðugt, sigur Ove Munch Petersen. Fiskavirking hevur fingið umfatandi samstarv við Faroe Seafood. meginpart- urin av fiskinum verður seldur gjøgnum Fiska- søluna. jústinus Roknistykkið gongur ikki upp Ein høvudstrupulleiki hjá Fiskavirking er, at felagið hevur ovlitid av peningi at arbeiða við. Á aðalfundin- um kom fram, at Fiska- virking tørvar kapital og antin mátti eginpeningurin hækkast, ella var neyðugt við umfígging. — Nøkur endalig stóða var ikki tíkin á aðalfundinum, men tað er greitt at Fiska- virking má hava kapital at standa í moti. Okkara kapp- ingarneytar, eitt nú Royal Greenland er munandi sterkari fíggjarliga, sigur Bjarti Mohr. Bjarti Mohr sigur at eisini er neyðugt at niðurskriva skuldina ella umfíggja skuldina á teimum virkjum sum standa tóm, annars fast rokniskapurin ikki at hanga saman. -Roknistykkið í føroyska samfelagnum er eisini sera ringt at fáa at ganga upp. Lønirnar innan tað almenna eru 10 ferðir so stórar sum lønimar innan fiskivinnuna å landi og alivinnuna. - Bert sjey prosent av ar- beidsføra — føroyinginum arbeidir innan fiskivinnuna å landi, tå er alivinnan tald við. Lønaritreidslurnar til hesi eru umleid 130 milli- ónir um árið. Hyggja vit eftir lønaritreidslunum til tey alment løntu, so er talan um hcilt onnur tøl. I år verdur goldid 1,2 milliardir í lønum til tey í almennum stórvum. Her er púra greitt, at 6møguligt er at fáa rokni- stykkið at ganga upp. Tey sum arbeiða í fiskavirkj- unum skulu framleiða eina vøru. sum skal føda tey sjálvi, umframt øll tey alment løntu. Tað er ein torfør stóða at vera í hjá einum fiskavirkara. Før- oyska samfelagid er alt ov nógv burcakratiserad, sigur Bjarti Mohr. Vit skrivaður í blaðnum í gjár at Jákup Mørkøre var valdur fyri Edmund Joensen í nevndina fyri Fiskavirk- ing. Á eykaaðalfundinum fór einki nevndarval fra, hetta bíðar til ársaðalfundin jústinus Nr. 241 — 16. DESEMBER 1994 Síða 15 CLUB 20 SUPER >DOUBLE UP« Hvørt friggja- og leygarkvøld kl. 22.00-01.00 KEYP EINA... OG FÁ TVÆR!!! HA | HETTA VIKUSKIFTIÐ: | DJ — Kári Branckley 8 Páll Arge „NÝTT LJODANLEGG« Fríggjakveidið: Kostnaður kr. 30 8. kr. 60 Leygarkveldið: Kostnaður kr. 30 & kr. 70 Frá . »STRALUNI« á Strondum Lutaseðilin hjá STRÁLUNI Hesir seðlar vunnu: 1. 804 7. 3025 2. 1618 8. 57 3. 1886 9. 1646 4. 888 10. 1892 5. 4958 11. 1140 6. 462 12. 3253 Vinnararnir biðjast venda sær til tlf. 47182. Lutir, ið ikki eru heintaðir áðrenn 31. januar 1995, fella aftur til felagið. Vit takka fyri stuðulin. STRÁLAN Blindastovnur Foroya hevur opið mándag-friggjadag kl. 9-16. Telefonir: 18222 og 19286.