fríggjadagur 16. desember 1994síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (57 "|
Nr. 241 — 16. DESEMBER 1994 Síða 17
Loysnin viðvíkjandi fiskivinnu-
útbúgvingini í Vestmanna
Nú aftur verður kjakast um
Fiskivinnuskúlan. Henda so
týdningarmikla stovn, sum fyri
Føroyar átti at verið ein so alt-
avgerandi liður í framleiðsluni
og utflutninginum, sum er
fiskur, og kemur at verða fisk-
ur í nógv, nógv ár framyvir.
Um hann er í Vestmanna ella í
Klaksvík, kann vera líka mik-
ið, tí at tey, sum verða klækt út
úr hesum so framúrskarandi
stovni, fáa ikki arbeiði her í
landinum álíkavæl. Stórt spell,
men satt er tað.
Tað lættasta og sjálvandi
eisini bíligasta hevði verið at
fullkomiliga avtikid skúlan og
latið tey, sum høvdu hug til
hesa útbúgving, sum so mong
onnur leitað sær av landinum
at lisið, ti her heima sýnist ikki
at vera brúk fyri teimum, so
legið tað nú einaferð ljóðar.
Úrslitið er eisini hareftir.
Reklamatión uppá uml. 20%
av ti fiski, vit útflyta. Man
skuldi trúð, at Ld. Fiskavirk-
ing, Fiskasølan, Heilsufrødi-
liga Starvsstovan, smoltstødir
og alibrúk gjørd brúk av hesum
fólkum. Men tíverri. Tey hava
útbúgving og tey allar flestu
eisini tær neyðugu royndirnar,
men tíverri: EINKI STARV.
Kanskaokkara politiski mynd-
ugleiki fer at hugsa tann vegin,
lat okkum vóna tað. Tí fáa tey
ikki arbeiði her heima, so
kunnu vit av réttum siga, at vit
framleiða vitan, sum vit av fá-
vitsku ikki sjálvi gera brúk av.
Viðtí úrsliti, at tey eftir lokna
útbúgving leita sær burtur í
onnur lond, har tey beinan-
vegin fáa gott og vællønt starv
og Vit síggja tey ongantíð aftur.
Urslitid er so tað, at vit gjalda
fyri dýra útbúgving hjá 15—18
fólkum um árið til norðmenn,
íslendingar og danir at gera
nýtslu av. Ikki bara tað, men
hesi fólk fara at sita í nevndu
londum og verða okkara arg-
astu kappingarneytar. So væl-
signað, fáið hesi fólk í starv í
Føroyum, ella niðurleggið
Fiskivinnuskúlan, so skaðin
ikki verður størri.
Ella nýti ta frálíku eksper-
tisu, sum vit eiga eftir í land-
inum. Borgarin hevur eisini
síni krev viðvíkjandi okkara
einastu = útflutningsveru, tí
minnist til: Vit eiga allir før-
oyingar tann fiskin, ið svimur
við Føroyar, ikki bert Fiska-
virking og teirra leigusveinar.
Vinarliga
D.J.S.
Latið bara vera at týða
Nú eri eg skjótt móður av at
síggja hesar vánaligu týðing-
arnar í føroyskum sjónvarpi.
Hverjum líkist tað, at stór-
brotsmenn og hópmordarar á
føroyskum verða til »Garga-
ungar< og »apukattar« og
teirra saftigu úttrykk verða
bloytt og úllagað, so at tað
verður tað reina sunnudags-
skúlaprát. Um tað ikki ber til at
týða beinleiðis til føroyskt,
eigur SvF at halda uppat við at
umseta. Hatta er at broyta og
reingja filmarnar.
Fólk í Føroyum eru ikki so
sart, sum tit halda, vit tola væl
at hoyra nakrar illbønir, har
sum tær eiga at vera.
Mubbur
Fróðskaparsetur Foroya,
fáið foroyingar at fylkjast
Góðu næmingar á Føroya
Fróðskaparsetri, farið til
verka!
Savnið pening saman.
Latið prenta vekur gávu-
brøv, ið tey fáa, sum geva.
Túsund fólk, ið lata 1.000 kr.
í part, geva ta fyrstu millión-
ina.
Verðið tit íbirtararnir.
Lat hetta tiltak verða okkara
savningarmerki, uttan mun til
hvat valt var, trúarlív ella um tú
býrt í Sumba ella Svínoy.
>1. At fáa Føroya mál til æru.
2. At fáa føroyingar til at halda
saman og ganga fram í øllum
lutum, at teir mugu verða sjálv -
bjargnir<. (Stevnuskráin hjá
Føroyingafelagnum 6. januar
1889).
Bestu heilsanir
Steinbjørn B. Jacobsen
Eitt sindur um spari-strategi
Síðani sparingarnar byrjaðu, er
midvist skorid av jåttanini til
négvar almennar stovnar. Tå
var onkur, sum helt, at lítil
dugur var í bara at lækka øll tøl
á fíggjarlógini við åvisum pro-
sentum á hverjum ári. Kjak-ast
hevur síðani verið um at effek-
tivisera og rationalisera, at
gera bygnaðarbroytingar og
samanleggingar og at niður-
leggja og flyta. Onkur hevur
eisini sagt, at nú má raðfestast
rætt, — og so ikki meira.
politikari hevur lagt so nógv í
hesi orð, tey hava bara verið
við sum natúrligur partur í ein-
um kjaki eftir Dag og viku týs-
kveld, í viðgerð av fíggjarlóg í
Tinginum ella í práti á onkrum
húsarhorni í heimbygdini.
Prosentvisu sparingarnar
Lærustovnar
Teknisku skúlarnir
Miðnámsskúlarnir
Sjómans- og maskinskúlar
Læaraskúlin
Fróðskaparsetur Føroya
1989 1990 1991 1992 1993 1994 1995
100 99 92 96 87 112 119
100 106 107 106 94 104 109
100 93 92 83 79 92 91
100 95 95 94 81 89 89
100 84 86 79 73 1 62
Talva 1: Jåttan á fíggjarlógini til útbúgvingarstovnar i Føroyum roknað um til visitøl, 1989 = 100. Telini tala… !
fingu eyknevnið plenuklipp-
arin ella plenuklipparame-
todan.
Hetta slagið av plenuklipp-
ara hevur í veruleikanum ein-
ans verið nýtt í heilsuverkin-
um. Har fekk hann navnið »at
spara solidariskt«.
Var talan um veruligan
plenuklippara hevði hann
klipt, har mest var at taka. So-
leiðis fåast grasvøllir vakrir.
f sambandi vid framløgu av
figgjarlégaruppskoti lands-
styrisins eru visitølini í talvu 1
roknað fyri at síggja, hvussu
spart hevur verið á skúlagkin-
um, síðani kreppan varð sett á
fíggjarlógina. Henda talva hev -
ur nakað spennandi at vísa: Á
skålaøkinum hevur verið spart
við einum heilt serligum plenu-
klippara. Í staðin fyri at klippa
topparnar av sjálvari játtanini,
hevur hesin klipt burtur
toppamar av útbúgving-
arverkinum sjálvum.
Tað er ein — 6ansæð, hvat ein
annars heldur — áhugaverdur
framferðarháttur.
Nóatún, 14. desember 1994
Flóvin Eidesgaard
AA—A—aÞTTTTrrRrWrWIWWA——Á—Á———A——————=——
-
son — hjá báðum er Dunga-
non høvudspers6nur og
Sigert eykapersónur; og eitt
í ferdasøguformi eftir svi-
arnar Hans Alfredson og
kp Meurling. s
fjórða i, »Sigert í
samtid SG 103-110)
verða summar av hugmynd-
um og summi av eydkenn-
um Sigerts skoðað út frå
upprunaumhvørvi og sam-
tid hansara.
Fimti partur, »Dømi um
greinskriving Sigerts< (s.
111-137) dýpir og breiðkar
myndina av honum við ein-
um úrvali av greinum og
ødrum skrivum eftir hann,
fevnandi frá St. Pætursborg
1902 um Turka 19?, Genf
1922 til Føroyar 1925. —
Aftast í bókini er heimilda-
skrá.
u
Hann tordi
at tala Roma
beint imoti
Friggjadagin 25. nov-
ember andaðist Dånjal J.
Sørensen, 76 ára gamal.
Dánjal Jákup, vanliga
nevndur D. J. varð ætt-
aður úr Øravik. Hann
giftist til Hvalbiar, har
hann búði til hann síðst í
fimúárunum kom til
Havnar at arbeiða hjá
landsstýrinum. D. J. ar-
beiddi í landsstýrinum í
samfull 28 ár til hann
legði frå sær, tí heilsan
var farin at bila.
Men D. J. hevði eisini
áhuga fyri ødrum, enn
teimum tabellum og
tólum, hann fekst við á
Hagdeildini í Tinganesi.
Hann hevði stóran á-
huga fyri ymiskum sam-
felagsvidurskiftum og
hevði fleiri ålitisstørv.
Arbeiði innan kirkj-
una hevði hann serliga
stóran áhuga fyri, og
hann var limur í kirkju-
ráðnum fyri Havnar
Kirkju í 20 ár. Atta ár
sum skrivari og tvey ár
sum formaður. Eitt stutt
skeið hevði D. J. eisini
sæti á løgtingi. D. J. var
eisini valdur almennur
eftirlitsmaður hjá
Tryggingarsambandin-
um.
Best kendur millum
manna man D. J. kortini
vera frá sínum lesara-
brøvum. Tað man vera
fáur, sum ikki hevur
varnast hesar báðar
stavimar - D. J. - undir
óteljandi lesarabrøvum,
serliga í Dimmalætitng.
Sluppu væl
D. J. helt seg ikki aftur
at gera sínar viðmerk-
ingar til dagsins aktuellu
spurningar, og hann
legði ikki fingrarnar
ímillum, við sínum, til
tíðir rættiliga hvassa og
atfinningarsama penni.
Var nakað, hann helt
vera átaluvert, talaði
hann at, og hann var ikki
bangin fyri at:tala sjálvt
Róma beint ímóti.
Dánjal J. Sørensen er
nú farin, og stórur er
saknurin, serliga hjá
teimum, sum stóðu hon-
um nærmast, men tað eru
eisini onnur sum kenna
sakn, nú ein íðin sam-
felagsrevsari hevur lagt
pennin frá sær.
tórfinn.-
Hevði bilførarin í bilnappinum við
Gjánoyri týsdagin ikki megnað at
bent bilinum niðanav vegnum, kundi
verið illa vorðið
Tey fýra í bilinum, sum
fór út av við Gjánoyri
týsdagin, kunnu hóast at
vera fegin um, at tey
sluppu við stórri og
smærri snuddum.
Tey vóru á veg norð-
ureftir. Bilførarin helt, at
vegurin var táur, men
knappliga fór hann at
slingra, og bilførarin
misti tamarhaldið. Tað
eydnaðist honum tó at
benda bilinum niðan av
vegnum, og lukkutíð, tí
tað var bratt niðanfyri.
Fallið hjá bilinum nið-
an av vegnum var hálvan
triðja metur.
Fýra fólk vóru í bili-
num, tveir mans, ein
kvinna og eitt barn.
Annar maðurin kom
beinanvegin út úr bili-
num og slapp upp á veg-
in. Ferðslan har er ikki
tann nógva, men tíbetur
kom ein bilur, og hesin
maðurin skundaði sær til
Langasands at ringja eft-
ir hjálp.
Tey fýra vórðu øll flutt
á Landsjúkrahúsið, har
tvey teirra vórðu inn-
løgd. Ein hevði fingið
heilaskjálvta og snuddir í
andliiuið, og ein hevði
vøddaskada og pínu.
Hini bæði høvdu eisini
fingið nakrar snuddir,
men sluppu heim eftir
viðgerðina. Ein hevði
skatt sær tenninar, og ein
breyt albogan og hand-
litið. Haraftrat høvdu tey
nógv skursl av glasbroti.
Bilurin fór rættiliga
illa.
randi