Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. desember 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið CC Nr. 242 — 17. DESEMBER 1994 Síða 3 tað avgjørt Arkitektarnir Johan Laksafoss og Ove Mortensen vunnu hugskotskappingina um at umbyggja og útbyggja Føroya Studentaskúla og HF-skeið í Hoydólum Fáir av kendastu føroysku arkitektunum vóru til stað- ar, tá dómsnevndin í hug- skotskappingini um um- bygging og útbygging av Føroya Studentaskúla og HF-Skeiði í Hoydølum, 6 gjár kunngjørdi vinnarar- anar í kappingini. Tað var heldur íkki so logið, tí tað komu bara fimm uppskot inn úr Før- oyum. Teir, sum fingu fyrstu virdisløn, vóru arkitektar- nir Jéhan Laksafoss og Ove Mortensen, sum báðir búgva uttanlands. Teirra uppskot er at leingja verandi høvuds- bygning báðar vegir og eis- ini byggja niðan í brekkuna. Fyri uppskotið fingu teir 50.000 krónur í virdisløn Aðru virdisløn fekk ar- kitekturin Rúni Abraham sen, sum býr í Danmark Dómsneyndini dámdi sc væl uppskot hansara fyri, at tað lýsir so væl skipanina av næminga- og læraragkj- unum. Frammanfyri ver- andi høvudsbygning mælir hann til at byggja bókasavn og hava felagsøki. Dóms- nevndin helt tó, at eftir hes- um uppskotinum verður skúlin ov mikið sundurbýtt- ur. Onnur virdisløn var uppá 30.000 krónur. Tridju virðislón uppá 20.000 krónur fekk arki- tektlesandi Páll Holm Lave. Hansara uppskot er at skipa skúlan um stórt fel- agsrúm ella skúlagarð mill- um verandi høvudsbygn- ingin og bogaskapaðan ný- bygning í timum hæddum niðan í brekkuna og at byggja sudureftir eisini. Tað var landsstýrið, sum bjóðaði til hesa almennu hugskotskappingina, sum Arkitektafelag Føroya skipaði fyri. Gunnar Hoydal, formað- ur í Arkitektafclag Føroya, heldur tað vera gledligt, at ungir og óroyndir arkitektar vunnu kappingina. Tað er gott við nýggjum blóði, og henda kappingin vísir, at gott tilfar er í teimum ungu arkitektunum. Fyri tað um henda kappingin varð útskrivað, mekir tað ikki, at skúlin í Hoydølum verður um- og útbygdur í bræði. Hetta var bara ein hugskotskapping Nógv ósemja hevur verið um hesa hugskotskapping- ina. Bæði byggifrødinga- felagið og verkfrødinga felagið mótmæltu, at boðið varð til almenna hugskots- kapping, men at bara út- búnir arkitektar og arki- tektlesandi = sluppu at luttaka. Landsstýrið varð biðaðið um at bíða við at lata uppskotini upp, men tað vildi landsstýrið ikki. Eisini arkitektar hildu mannagongdina hjá lands- stýrinum vera skeiva, og av tí sama vildu teir ikki lut- taka. Teir føroysku arkitekt- arnir, sum luttóku, vóru Palle Gregoriussen, Albert Ísfeld, Ami Winther, Pauli Dam, Marita Weihe og Gudmund Hansen. randi Gunnleyg Durhuus er landsarkitektur og hev- ur vegna landsstyrid staðið fyri kappingini Her greiðir hon Hensari Ellingsgaard, landsskúlrastjóra, og Elif Samuelsen, lands- stýrismanni, frá upp- skotinum, sum fekk fyrstu virdisløn Myndir: Kalmar Arkitektlesandi Páll Holm Lave og hjálparmaður hansara Sverri Heinesen fingu 3. virdisløn Årni Joensen, Skipasmidjan Føroyar og Skipafelagid Føroyar: Vit kunnu kappast Fyri fyrstu ferd er eydnast at fåa ein grønlendskan båt til Føroya til umvælingar, at landa og útgera, sum ein pakka, og hetta er prógý um, at okkurt ber til hóast alt, sigur Arni Joensen Hava leitað allastaðni Leitingin eftir rækjubátinum Ingun í Sudurgrønlandi við fimm monnum umborð hevur enn einki úrslit givið Seinnapartin i gjár Julianchábsvíkini til Tað er sum Óli Jacobsen, landsstýrismaður, sigur: Fáa vit óneyðugar fordingar av vegnum, ber til at fáa ymiskt virksemi í gongd. Hetta sigur Arni Joensen, stjóri á Skipafelagnum Før- oyum og Skipasmiðjuni Føroyum. Fyri fyrstu ferð er eydnast føroyingum at vinna í kappingini við útlendingar, við at fáa eitt arbeiðið, sum fleiri fyritøkur verða um at gera. Tað er at umvæla eitt skip, taka ímóti fiskinum og pakka hann her, og haraftat útgera skipið. Hetta tekur Arni Joensen sum dómi um, at tad ber til hjå føroyingum at fåa ymisk arbeiði, um tað enn ofta kann síggja trupult út. Í vikuni kom gamli Bláfossur, sum grønlend- ingar nú eiga, og sum nú eitur Bjalto. Fiskin legði hann upp í Runavík, har fiskurin verður pakkaður. Skipið verður umvælt á Skála. Tað er hampiliga stórt arbeiði, ið gerast skal. Aðrenn hann fer aftur úr Føroyum, skal hann hava provinat og aðra útgerð hiðani. Ami Joensen sær hetta sum eitt dómi um, at vit hóast alt eru fór fyri at kappast við útlendingar um arbeiði, tí føroyingar bjóð- aðu uppá arbeiðið samlað sum ein pakka, og fingu tað. Tá tað bar til hesu ferð, skuldi borið til at fingið fleiri grønlendskar bátar at umvælt. Teir plaga at sigla framvið Føroyum og fara heilt til Danmarkar at verða umvældir. Vit eru før fyri at kappast í prísi, og tey spara nógva tíð við at koma higar. - Tað ræður um, at vit leggja okkum eftir at fáa minni virksemi í gongd, slíkt sum vit vita, at vit duga. So mugu vit eisini skipa so fyri, at fáa allar tær býttu forðingarnar av veg- num, ymisk gjøld og ymsar treytir, fyri at tað skal vera lættari og einfaldari, sigur Arni Joensen. A skipasmiðjuni á Skála hevur í seinastuni ikki verið tað stóra virksemið, men nú eru aftur nøkur skip til um- vælingar. Eini 50 mans eru til arbeiðs nú á skipasmidj- uni. randi skuldi politiið og vaktar- og bjargingartænastan í Grønlandi taka støðu til, um leitingin eftir rækju- bátinum Ingun skuldi halda fram. Eingin hevur sæð nak- að til bátin, síðan fór av Julianchåbsvikini hós- dagin 8. desember, og leitað hevur verið efur honum síðan mánadag- in. Í gjár segði politiið í Paamiuut, at teir vóru komnir igjøgnum tann langa teinin heilt frá Godtháb, men einki tek- in av nøkrum slag er funnid. Båturin er spor- leyst horvin. I gjår vard letad vid tveimum politibåturin. Tad var høgætt, vindur og kavarok Teir fimm vid Ingun eru Jan Hermansen úr Havn, 30 ár, Bjarni Jacobsen úr Klaksvík, 29 ár, Sivearth Egede, 35 ár, Agdo Isbosethsen, 35 ár, og Ole Petersen, 58 ár. randi