Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. desember 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið CI Nr. 242 — 17. DESEMBER 1994 Sida 15 Scrabster vil vera Norduratlantiskur oljuhøvudsstadur: Skotar fyrireika seg til føroyska oljuvinnu Scrabster i Nordurskotlandi ger nú fyrireikingar til at taka ímóti komandi oljuvinnuni vestan fyri Hetland og vid Føroyar. Ein nýggjur felagsskapur roynir nú at eggja fyritøkumrog stovnumrtil at gera iløgur í komandi oljuævintýrið. Murkagrunnut Hm Orknoyga Suðuroyggisr St. Kilda Skotland Cirkulin vísir, hvar fyrsta oljan fer at verða framleidd millum Hetland og Føroyar. Vit síggja so hvussu miðskeiðis henda keldan liggur millum Skotland og Føroyar. 3 Meðan vit í Føroyum so smátt eru farin at tosa um eina komandi oljuvinnu, so eru tey í Scrabster í Skot- landi farin undir itøkiligar fyrireikingar, eisini hvat viðvíkur møguligari olju á føroyska landgrunninum. Skotsk blað bóru nú um dagarnar tidindini um nýggja felagsskapin "Score" (Scrabster and Caithness Offshore Related Enterprise), sum varð settur á stovn fyri tveimum vikum síðani og hvers endamál er at tryggja, at skini í norðara parti av Skotlandi vera við í eini komandi oljuvinnu vestan fyri Hetland og við Føroyar. Eitt av teimum stóru bløðunum í norðari parti av Skotlandi skrivar m.a.: "Score was established this week to press the county's claim to be the natural gateway for com- panies developing not only the reserves west of Shet- land but also the fields around the Faroe Islands." Við ødrum orðum gera skotar seg nú út ul at taka ímóti eini komandi olju- vinnu á føroyskum øki eis- ini. Sagt verður, at býrinir í norðara parti av Skotlandi eru nátúrliga porturið til tænastur ol. hjá komandi oljuvinnuni vestan fyri. Umboð fyri nýggja fel- agsskapin halda, at tað fer at vera bíligari hjá oljufel- øgunum at útvega sær tæn- astur í Scrabster heldur enn af í Aberdeen, sum varð bygður út tl at tæna oljuvinnuni í Norðsjónum. Vinnulívið í Norðurskot- landi heldur tað er so sjálv- sagt, at plássini á eystur- stond og norðurstrond Skotlands verða tey, sum í framtíðini fara at tæna kom- andi oljuvinnuni vestan fyri Hetland og sum sagt í føroyskum øki eisini. Utbyggja havnina i Scrabster Víst verður á, at ein ætlan er gjørd fyri at menna alt hetta gkið komandi 15 árini fyri tilsamans 100 milliardir krónur. Tosað verður um at geva Scrabster sama leiklut í oljuvinnuni vestan fyri sum Peterhead hevur havt eystan fyri. Ætlanin er tí m.a. at gera eina fløgu upp á 150 mill. kr. í havnini í Scrabster. Havnin skal dýpast soleiðis at hon kann taka ímóti stórri skipum. Hetta fer at skapa møguleikar hjá nógvum småidnadi at leggja um til frálandavinnu. Eisini fer virksemi her at fáa stóran týdning fyri infrastrukturin, eitt nú jarnbreytina. Í nýggja felagsskapinum eru bæði privatar fyritøkur og almennir menningar- stovnar so sum "Highland Regional Council", "Caith- ness and Sutherland Cham- ber of Commerce" 00. Umboð fyri vinnulivid og almennar stovnar í Hetlandi á rådstevnu í Aberdeen í heyst um komandi oljuvinnuna vestan fyri Hetland. Útjaðaragkini fyri norðan royna alt tað tey kunnu fyri at marknadarføra seg sum tænastuplåss hjá stóru oljufeløgunum, nú oljuævintýr tekur seg upp millum Føroyar og Hetland. Mynd jan Pr SS 27 + + 5 N% “Gateway to oil riches' at Scrabster "Most important single opportunity since Dounreay' says Lord Thurso í PUNLE Skotsk blød nevna alsamt oftari Føroyar Møttu å oljurådstevnu Tad er greitt, atein komandi oljuvinna vestan fyri Het- land fer at fáa stóran týd- ning fyri útjaðaragkini í Skotlandi og ikki minst fyri oyggjarnar norðan og eyst- anf' ri. Á stóru oljurådstevnuni í Aberedeen herfyri vóru hesi øki eisini væl umboðað. Tey vilja gera alt tey kunnu fyri at fáa oljufeløgini at vísa júst teirra gkjum áhuga. Og tað er greitt, at tess nærri tænastuplássini liggja við komandi olju- keldurnar vestan fyri Het- land, tess stórri møguleiki er at fáa ein part av køkuni. Aberdeen, sum hevur verið oljubýurin burturav, tá talan er um oljuvinnu í Norð- sjónum, liggur í so langt burturi taka vit nýggju oljugkini vestanfyri. Her er so ikki bert talan um pláss sum Scabster. Hetlending- ar, orknoyingar og íbúgv- amir á Hebridunum vilja fegnir allir vera við í kom- andi oljuvinnuni vestan fyri Hetland. Klokkur ringja í Føroyum? Eingin ivi er um, at tíðindi um at skotar hava tikið seg saman í felagsskap at fyrireika seg at taka ímóti eini komandi oljuvinnu í føroyskum øki eisini eigur at fáa onkrar "klokkur” at ringja i Føroyum eisini. Ti tað kann koma at vera talan um beinharða kapping millum havnabýirnar i Skotlandi og á oyggjunum har og so Føroyar um a! kunna veita ta bestu, bil- igastu og ikki minst skjót- astu tænastuna ul ema komandi frálandavinnu í øllum økinum. jan Klaksvik- ingar eru eisini vid i tax-free skipanini Hósdagin stóð grein í blaðnum um, at fleiri av handlunum i Handils- middeplinum f Runa- vikar kommunu eru vid í tax-free skipanini, og at eisini flein handlar f Havn hava roynt hesa skipan. Men mangt bendir å, at uppaftur fleiri handl- ar eisini aðrastaðni í landinum longu eru við í tax-free skipanini. Vit hava eitt nú fingið at vita, at onkur handil í Klaksvík hevur verið við í skipanini síðsta hálva árið, so alt bendir á, at skipanin er við at breiða seg runt alt land- ið. bj.