leygardagur 17. desember 1994síða 16
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16... Nr. 242 — 17. DESEMBER 1994
Tíðindablaðið (7757
Politisk neydtøka á prædiku-
stolinum i Kristianskirkjuni???
Nú er tað so, at sjáldan
spyrst barn av neydtøku. I
tinum føri (Sosialurin nr.
227 — 26. november 1994.
>Sjónarmið<) fari eg at
spyrja: Hver er tað, sum er
neyðtikin? Er tað sosialista
hugsjón tín. Er hon vorðin
við barn, fari eg at biðja teg
bønliga bera barnið og elska
tað. Eg skilji teg og særda
sosialistasinni títt. Tað
pínir, men drep ikki barnið,
tá fer at pína dupult. Hetta
barnið, um tú gevur tí lívið,
kann verða til bjargan fyri
hóp av børnum. Tá fert tú at
hjálpa okkum, ið eru av
teirri fundamentalu fatan, at
hvørt einasta eitt barn drip-
ið i móðurlívi, er ikki bert
eitt mannabarn ov nógv,
men eigur eins og vit bæði,
RÆTTIN TIL LIV. Hvat um
mamma tín ikki vildi borið
teg??? Tað at tú ert tann tú
ert. Átti tað ikki heldur í tær
at skapt undran og harav
tøkk til allar konur frå tær
og í beinari linju heilt aftur
til fyrstu konuna. Eina tøkk
til teirra fyri at tær vildu
bera??? Um bert ein av hes-
um mongu SVEIK vart tú
ikki!!! Hví skulu vit taka
henda rættin, sum fyri okk-
um er ein sjálvsagdur rætt-
ur, frá einum gðrum manna-
barni??? Hvønn rætt hava
vit til tað???
Enn einaferð fari eg at
vísa til tað presturin og
politiski partamaður tín
Jóhan Chr. Nielsen sáli
segði á Danatingi: >Har ein
skriða er lopin, er onnur
væntandi<. Hvat verður tað
næsta í niðurgerðanini av
mannavirðinum??? Kann
tað hugsast, at næsta stigið
verður (Eutanasi) aktiv
deyðshjálp???
Ég fari at takka tær, Elin,
fyri at tú sigur: »Ofødda
barnið<. Rætt hevur tú, tað
snýr seg um ófadda barnið.
Men hví ert tú so ill, tá ið eg
sigið fosturdráp??? Víðari
avdúkar tú tína lítlu vitan
um tað tú átti at kunna teg
um áðrenn tú tók pennin í
hond. Sinni forðar ofta fyri
skili.
Tann heiður, tú síðani
gevur Kristiliga Fólka-
flokkinum í sambandi við
henda álvarsspurning, átti
at givið tykkum sosialistum
enn færri tingmenn til eitt
komandi val. Eg fari á hes-
um sinni ikki at nevna ngk-
ur ngvn.
At tú umhugsar limaskap
tín í fólkakirkjuni vegna tað
at »fimta boð< bleiv tikið
fram, má vera ein apell til
okkara prestar og kirkju.
Tað tú førir fram um
norska prestin og manna-
rættindastríðsmannin
Børra Knudsen, at hann
skírdi norskar so væl sum
føroyskar konur, drápskon-
ur at vera, er beinleiðis 6-
satt. Og tað hann segði um
Gro Harlem Brundtland
LUTASEÐILIN
Bygdarfelagið VARÐIN
í Hósvík
Hesir seðlar vunnu:
1. 251 6. 908
2. 2442 7. 1422
3. 2627 8. 508
4. 803 9. 915
5. 1924 10. 2308
Vinnararnir kunnu venda sær til tlf.
22436.
Við tøkk fyri stuðulin.
Bygdarfelagið Varðin
ROKKJALLARIN
Vit átaka okkum at selja fyri fólk.
Eisini keypa vit deyðsbúgv.
ROKKJALLARIN - Tlf. 11990
Tinghúsvegur 42 - 100 Tórshavn
var, eg endurgevi: >hun
talte som en gammel
Egyptisk Farao í Kairo, kast
de overflødige barn til
krokodilleme<.
So førir tú pennin víðari í
sinnisblindan og skrivarum
fyrrverandi prest, um mis-
røkjan av embætinum, um
ólógligan framferðarhátt,
um forðan av læknum at
røkja sítt arbeiði, og um at
hann hevur gjørt seg inn á
kvinnur liggjandi á fødi-
deild, og sen: håttanarbrøv
til fólk. At tú ietur teg blinda
av sinni er synd fyri teg.
Latið okkum bert taka eitt
dómi: At Børre sum gjørdi
lív sítt til eitt við barnið í
móðurlívi, skuldi gjørt seg
inn á kvinnur liggjandi á
fødideildum, skurrar henda
útsøgn tín ikki??? Eg skal
siga tær, at alt tað tú her fyrir
fram um mannin er bein-
leiðis Ósatt.
Tað tú sigur satt er, at í
Noreg verður dómurin feld-
ur var yvir Børra Knudsen,
samanborin við rasismu og
brot á mannårættindini.
Eg eri samdur við tær,
Elin, at tað tú nevnir
»kirkjumyndugleiki« átti at
verid meira vandin vid
nógvum av ti, sum av
prædikustólunum verður
borið fram.
At SvF kom higar norð
eiga teir stóra tøkk fyri. Hvi
teir komu, kanst tú fáa upp-
lýst áróttum stað, um tú ikki
letur sinnið forða tær. Aftur
her at dálka sóknarprest mín
tænir tær til skammar.
Eg skal annars siga tær til
kunnar, at norski presturin
og mannarættindastríðs-
maðurin Børre Kundsen
bleiv fridømdur, eftir at so
mætur maður sum Per
Lønning biskoppur hevði
sitið heilar fýra tímar í
vitnistólinum.
Tann dómur tú skrivar um
var politisk mannajagstran.
Sosialista-lógin um fría
fosturtøku var annars i
vanda.
Norski presiurin Børre
Knudsen setti seg sjålvan
frå statsliga embætinum av
eini einastu orsøk: Hann tók
>fimta< boð við á prædiku-
stólin, >Tú mást ikki sláa í
hele.
Jóhannis Doyparin misti
høvdid fyri 6. boð, >Tú
mást ikki dríva hor<.
Ogkirkjunnar Harri kvitt-
aði fyri øll faðir síns boð við
sínum egna blóði. Innan
hesar rammur og bert innan
hesar rammur gerst maður
frælsur, gerst mannalívið
rætt og sætt. Hetta er eisini
kirkja okkara sett at siga
fólkinum. Og eg eri ræddur
fyri, at um hon hevur annan
veg at vísa á sum farbæran,
kemur hon inn undir dóm
og vreiðróp Harra hennara.
Ólavur í Mittúni
E.S.: Annars fari eg at takka
tær fyri tína reiðiligheit í
hesum máli, at tú torir at
siga tína og javnaðarsosial-
istanna stóðu. Tað eru fleiri
í tínum sosialistaskara, sum
enn vilja afturvísa tykkara
mannaniðurgerandi stóðu í
mun til tað 6fødda barnið.
Far fólkið
at kappast yvir evni
og mong halda nakað
heilt serligt
er við hesi stevnu.
Nú kom so Børre
ikki minni
ikki stórri
Ber boðskapin sama
fær lýst okkum saman
so aftur vit síggja
og heiðinskap flýggja
og latið tykkum ikki
Olavur og Børre
Rex, Olavur setur einaferð um árið
alt landið upp eftir einum enda
samlar kirkju og politikk
hendan Ólavsgamla skikk.
Olavur sjálvur fall í stríðnum
verjandi barnið frá blóðsvínarínum.
Guð gavi at henda lívsins glæmam
at 6fødda barnið må guðgivna lívið tíggja.
Tit prestar og fólkavaldu
so góðir við lívið tit ikki sjålvir valdu.
Hoyrið nú Olav og Børra
latið trúgv og politiskan vilja ei tvørra.
At álvarið kemur til sjóndar
og avdúkar heiðinskaps maktirnar óndar.
Tær maktir, ið Guð vilja drepa
og sláa úrhond Hans tann lepa,
Hann myndaði mannin eftir.
Í mynd Hans nú maður er settur,
í móðurlívi tann heilagi blettur.
Har inni Guðs heilagu eygu alt skoða
ið um Gúðs skaparverk boða.
So vaknið nú tit prestar og fólkavaldu
bert skola á hesi heiðinskapsins alt lív týnandi aldu,
sum barnið í móðurlívi kvaldi.
Til hetta vit tykkum ikki valdu.
Til at verja og varða um lívið
tit mannfólk nú aftur blívið.
Steðgið tí drepandi knívi.
So lívshalgidómurin halgast til barnið í móðurlívi.
Ólavur í Mittúni
Havnar Handverksmeistarafelag:
Politiskur og embætisligur ágangur
móti Tekniska Skúla í Torshavn
Tann seinasti ágangurin er skerjingin upp á 3 milliónir kr. av jåttanini til skúlan
Tað var Havnar Handverks-
meistarafelag, sum stutt fyri
mikkjalsmessu í 1933 fekk
áheitan frá amtinum um at
kanna møguleikan at seta á
stovn ein tekniskan skúla í
Havn.
Í áheitanini verður m.a.
sagt: >... For at en teknisk
Skole kan blive anerkendt
og statstilskudsberettiget,
fordres bl.a., at den ejes og
ledes af en Forening, í hvis
Bestyrelse der sidder et
Flertal af Håndværkere
...< (sitat endað). Hesi á-
heitan varð tíkið væl undir
við, og av álvara varð farið
undir fyrireikingar, og um
mortansmessuleitið 1934
byrjaði skúlin.
Sera týdningar-
mikið lið
Ein og hvør tjóð, sum hugs-
ar eitt sindur um framtíðina
og vil sínum ungdómi væl,
fer væl um menningar-
møguleikar. Ein tekniskur
skúli er eitt sera tydningar-
mikið lið í einum og hvgrj-
um landi, ið vil teljast mill-
um framkomin lond.
Politikarar o.a.
slept øllum
hugsjónum
Tíverri skilst mangan á
brøgdum í dag millum
politikarar og ikki sørt held-
ur millum ráðaríkar em-
bætismenn, at teir velja sær
onkran stovn sum politiska
kastibløku, ella kastibløku í
stríði um vald. Hesir per-
sónar hava slept øllum hug-
sjónum um orðsins sanna
týdning av einum skúla.
Sjálvi eru tey mangan væl
sætað, eisini í krepputíðum.
Tekniski Skúlin í Tórs-
havn er eitt grovt dómi um
hetta.
Avgerðir, fólkinum
at gagni ella
ómagaskapur
Tað var tann tíð, tá ið tað al-
menna gav tær eina kenslu
av tryggleika. Tú hevði
hugskouð, ella tú setti nak-
að á stovn, ella heitt varð á
teg at seta nakað á stovn.
Varð tað ikki vinnuligt,
men kortini mett at vera
samfelagnum — fólkinum —
at gagni, so stuðlaði tað al-
menna eftir førimuni, og tú
kundi leggja tínar ætlanir
eftir hesum.
So er ikki í dag.
Avgerðir verða tiknar
sum best ber til, tað líkist
mest ómagaskapi.
Onnur hava sagt
sína hugsan
Ein og hvor, sum vil, veit
hvgnn ómetaligan týdning
ein tekniskur skúli hevur í
einum og hvørjum samfe-
lag, bæði í samfelagi í
menning og í framkomnum
samfelagi. Hetta hava bæði
Arkitektafelag Føroya og
Føroya Handverksmeist-
arafelag nyliga greitt sagt
sina hugsan um i bladgrein-
um, eins og Tórshavnar bý-
ráð greitt hevur sagt sína
hugsan um Tekniska Skúl-
an í Tórshavn.
Skúli stýrdur av
handverkinum
Sum frammanundan greitt
frá, setti Havnar Hand-
verksmeistarafelag henda
skúla á stovn, og fer felagið
tí av øllum alvi at stridast
fyri at varðveita tekniska
skúlan — ein skúla stýrdan
av handverkinum.
Hanvar Handverks-
meistarafelag
Jørgen Kyster, form.