leygardagur 17. desember 1994síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
íðindablaðið 57",
Lutakast verið hjá U16 og
U18 í EM-undankappingini
Hósdagin var fundur í ung-
dómsnevndini hjá UEFA,
og sjálvur formaðurin í Fót-
bóltssambandinum, Torleif
Sigurdsson, var við á fund-
inum, ið varð hildin í Ge-
neve. Hann er ein av limun-
um í hesi nevnd.
Millum fleiri mál, ið vóru
á skránni hósdagin, var eis-
ini lutakastið til EM-undan-
kappingarnar hjá Ul6- og
U18-landslidunum.
Hesar bådar undankapp-
ingarnar eru åhugaverdar
fyri Føroyar, tí fyri viku síð-
ani samdist nevndin í Fót-
bóltssambandinum á fundi í
Havn um, at Føroyar enn
einaferð skulu vera við í
undankapping — bæði við
U16- og U18-landslidnum.
Lutakastid å eini leid
Samanumtikið må sigast,
at bædi hjå U16 og U18 var
lutakastið á eini leið, og vit
kundu saktans mett sterkari
londum, enn vit nú koma at
gera í undankappingunum.
Lutakastið hjá U16 end-
aði vid, at Føroyar komu í
bólk saman við Spania og
Wales. Dystimir millum
hesi londini verða helst
spældir á tann hátt, at spælt
verður í einum av londun-
um -ein dyst móti hvørjum.
Her kann hugsast, at før-
oyingar og walisarar standa
saman um at spæla í annað-
hvort Føroyum ella Wales,
og at spaniólar so mugu
koma hendanvegin, heldur
enn at føroyingar og walis-
arar fara til Spania. So eru
nakrar krónur spardar har.
Sum skilst á skrivi frá
UEFA, skulu allir dystirnir í
hesi EM-undankappingini
verða spældir áðrenn 10.
mars 1996.
Bólkarnir eru fimtan í tali,
og allir bólkavinnararnir
fara víðari í endaspælið, ið
verður í Eysturríki.
Tá kappingin fyri U16-
landslið var i Føroyum fyri
góðum ári síðani, spældi
føroyska Ul6-liðið móti
Wales, og vóru føroyingar
tå óhepnir at tapa, so ikki er
óhugsandi, at úrslitini verða
frægari, enn tey vóru í NM-
kappingini í Vejle í Dan-
mark í summar, tá tað ikki
gekst so væl. Bert tað eina
úrslitið var gott — tað var eitt
tepurt 3-1 tap móti Svøriki.
Venjarar hjå U16-lands-
liðnum eru Jógvan Martin
Olsen og Harry Benjamin-
sen.
U18-landslidid skal hesa-
ferð royna seg móti Noregi
og Póllandi, og har verður
gjørt á sama hátt, at liðini
spæla ein dyst móti hvørj-
um ødrum í einum av lond-
unum. Her er ikki so langt at
fara hjá føroyingum, so tað
kann kanska gera tav sama,
um spælt verður í Noregi
ella Póllandi — men allar-
best, um tað verður í Føroy-
um.
Innleiðandi umførini í
hesi kappingini skulu spæl-
ast millum 1. januar og 30.
november 1995, og teir
fimtan bólkavinnararnir
skulu so vera við í einum
umfari aftrat, áðrenn komið
verður til endaspælið, sum
verður í Frankaríki. Hetta
miðumfarið skal verða av-
greitt áðrenn 20. maí 1996.
Vóru við í Týsk-
landi í summar
Í summar høvdu Føroyar
U18-landslid við í EM-und-
ankapping í Týsklandi, har
måtstødulondini hjá Føroy-
um vóru Tyskland og Nord-
urirland. Har gekst ikki so
væl, ti tapini vóru åvikavist
8-0 og 5-0, men kortini vóru
glottar. Endaspælið í teirri
kappingini verður í Grikka-
landi komandi summar.
Venjari hjá U18-lands-
liðnum er Johan Nielsen.
Upprunaliga skuldu Før-
oyar als ikki vera við í hesi
kappingini, men norðmað-
urin Per Omdal, ið er for-
maður í ungdémsnevndini
hjá UEFA, skjeyt upp, at
Føroyar komu í bólkin sam-
an við Týsklandi og Norð-
urírlandi, tí har vantaði eitt
lið — allir hinir bólkarnir
vóru mannaðir við trimum
liðum. Hetta varð avgjørt
væl aftaná, at lutakast hevdi
verið.
Nú eru Føroyar so við frå
byrjan í EM-undankapp-
ingini 1995-96.
Ikki bert A-landslið
= eisini yngri landslið
Tað var eisini Per Omdal,
sum upprunaliga legði upp
til, at tað hóskaði betur, at
føroyingar eisini vóru við í
kappingunum fyri yngru
landslidini, og ikki bert fyri
A-landsliðini.
Hann teskaði tá Torleifi
Sigurðsson í oyrað, at Før-
oyar kundu koma í trupul-
leikar, um bert A-landslidid
var vid í kappingum, tí øll
Føroyskir Ul6-spælarar fegnast yvir fóroyska skoring
hini londini satsa jú eisini
upp á yngru landsliðini, og
hetta hevur Fótbóltssam-
bandið so tikid til eftirtekt-
ar.
At hesar EM-undan-
kappingarnar eru á hvørjum
ári fyri U16- og U18-lands-
liðini, undirstrikar eisini
tann týdning, UEFA leggur
í at gera nakað fyri ungdóm-
in.
Tað er eisini ásannandi
hetta, at Fótbóltssambandið
hevur teknað bæði Ul6- og
Ul8-landsliðið til hesar
báðar undankappingarnar.
Eingin ivi er um, at tað fer
at hava stóran týdning fyri
førøyskan fótbólt upp á
longri síkti, at eisini teir
yngru spælararnir soleiðis
sleppa at royna seg í mill-
umlandakappingum, áðr-
enn teir einaferð standa fyri
tørnid á A-landsliðnum.
Eisini kemur tað feløgun-
um til góðar í UEFA Cup-
og Europa Cup-kappingun-
um, at fleiri spælarar hava
slíkar altjóða royndir. Gott
dómi um hetta er Poul Enni-
garð úr GÍ, ið hevur verið
við í tveimum U16-kapp-
ingunum, og royndist mill-
um teir frægastu hjá GÍ, tá
liðið var við í UEFA Cup-
kappingini móti svenska
liðnum Trelleborg FF.
bj.
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Fjórðingsfinalurnar hjá
kvinnunum eru nú klárar
Lutakastið um, hvórji lið hjá kvinnunum skulu móta hvirjumførum; í fjórðings-
finalunum í steypakappingini í hondbólti, hevur nú verið
Longu nú liggur greitt, at í
minsta lagi eitt 2. deildarlið
verður við í hålvfinalunum í
ingini í hond-
bólti hjá kvinnunum, eins
og greitt er, at í hvussu er
tvey av 1. deildarliðunum
ikki koma enn til
fjórðingsfinalurnar.
Tað fyrra er av teirri ein-
føldu orsøk, at ein av fjórð-
ingsfinalunum er millum
tvey 2. deildarlið, og attvær
av áttandapartsfinalunum
eru millum tvey 1. deildar-
lið, og at tí bert tvey av teim-
um fýra koma víðari. Um
hesir dystir lungu eru av-
ir og vinnararnir eru
unhir, vita vit tó ikki.
Men fjórðingsfinalurnar
koma at síggja soleiðis út:
Kyndil l/Skála III-NSÍ II,
Stjórnan I-VB l/Skála I,
Nr. 242 — 17. DESEMBER 1994 Síða 17
Hondbólts-
stóðurnar
1. deild menn:
VÍF 7
Kyndil 7
Neistin 8
Stjórnan 7
StíF 6
KIF 7
1.
d
Neistin 8
Stjórnan 6
VB 8
Skála 7
Kyndil 8
VIF 7
Steypakappingin
hjá monnum:
VIF I-Kyndil II 32-20
(14-9)
Målskjåttar:
VIF: Johnny Joensen 7,
Ólavur Brimnes 6, Áki
Olsen $, Ingi Olsen 5,
Harald Bjørgvin 4,
Sjúrður Holm 2, Jákup
Mikkelsen 1, Bárður
Nielsen 1, John Wil-
helmsen I
Kyndil: Anfinn Brekk-
stein 4, Hartvig Joensen
4, Dia Midjord 3, Kåri
Nielsen 3, Kåri Nielsen
3, Búi Holm 2, Regin
Mikkelsen 2, John Heri
Dam I, Tróndur Joensen
1
Avaringar:
VIF 2, Kyndil 2
Utvisingar:
VIF 1, Kyndil 5
Áskoðarar: 75
H6skvøldid hittust besta
liðið hjá VIF og næst-
besta liðið hjá Kyndli í
Vestmanna í steypa-
kappingini hjá monnum.
Frammanundan var
ikki heilt givið, at tað fór
at verða so lætt hjá VÍF
at koma burtur úr hesum
dystinum, tí bara liðini á
vellinum eita VÍF og
Kyndil, kann næstan
gera tað sama, hvørjari
deild tey spæla í.
Men so varð tó ikki.
VÍF fekk góða byrjan,
og beinanvegin var liðið
Seljan II-GÍ a II og tann
seinasta Neistin WVÍF I-
Kyndil II/GÍ b II.
0- 0
Johnny var
munurin
203-147
179-161
224-209
160-203
139-154
143-174
eild kvinnur
128- 81
102- 72
130-111
132-122
86-134
80-138
komið á odda við fýra
málum, meðan átta min-
uttir og 40 sekund gingu,
áðrenn Kyndil skoraði
sítt fyrsta mál. Av teim-
um fýra fyrstu málunum
hjá VÍF áui Ólavur
Brimnes tey trý, og vísti
hann millum annað fleiri
góð undirhondsskot.
Hinvegin fekk einki
serlig hjá brødrunum Ol-
sen, ið plaga at gera nógv
um seg. Ingi varð mans-
uppdekkadur allan dyst-
in, meðan Aki sløsadi í
so nógv við skotunum.
Hinvegin gekst væl hjá
Johnny Joensen, og ser-
liga í seinna hálvleiki var
tað hann, ið gjørdi munin
á liðunum. Hann skjeyt
eisini seks av sínum sjey
málum í seinna hálvleiki.
Væntaða mótstøðan
frá Kyndli víst seg ong-
antíð nakað serligt, og
tað tóktist, sum Kyndla-
menninir byrjaðu ov hart
og tí ikki orkaðu at halda
út til endan.
Sum ikki einaferð vísti
Kári Nielsen rutinerað
spæl, meðan ein maður
sum Búi Holm læt koma
fyri dagsins ljós, at fram-
tíð er í honum, og vísti
hann í dystinum hós-
kveldið sera góð evni.
Kanska fær hana kjansin
á besta Kyndla-liðnum,
áðrenn al ov langt er
umliðið.
bwh/hj.
Hesar fjórðingsfinalurnar
skulu spælast árðenn 21.
desember. hj.
mr 2