Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-17, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. desember 1994síða 23

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið CD Nr. 242 — 17. DESEMBER 1994 Sida 23 Ólavur í Beiti, rithøvundur i søgusavninum »Frøkun Snarljøs - og hennar dýrabæra ogn< Djarvar eygleiðingar og so bersøgnar åstarlysingar, at ein næstan rodnar Ongantid fyrr eru skrivadar so bersøgnar og naknar ástarlýsingar, sum í seinastu bókini hjá Olavi í Beiti Ólavur í Beiti »Frøkun Snarljós og hennara dyrabæra ogn« E. O. Prent Forlag 1994 Kostnadur: 148 krénur Tidliga í heyst kom eitt stuttsøgusavn á marknaðin. Tað er bókin »Frøkun Snarljós - og hennara dýrabæra ogn« eftir sørvingin Olav i Beiti. At skriva stuttsøgur er ivaleyst torførasti stílurin ið finnst í óbundnum máli. Grundkrøvini til eina stuttsøgu eru júst tey somu sum til eina skaldsøgu. Talan er um eina søgugongd frá byrjan til enda. Men í stuttsøguni eru krøvini bara nógv stórri, tí plássið á rókini er munandi minni enn tá tú breiður teg út við einum 200 síðum fyri framman. At finna eitt fullfiggjad stutt- søgusavn er torført, skal tað verða skrivað á føroyskum máli. Tí var tað við spenningi, at eg setti meg at lesa bókina hjá Olavi í Beiti. Ólavur í Beiti ikki nakar ársungi innan skriving og hann hevur ment seg nógv síðan hann gav fyrsta verkið út. Hann er búnaður, sjålvstødugur, og hann skrivar ikki fyri nakran, jú, hann skrivar fyri seg sjálvan. Lesarin fær varhugan av at hann nýtir skri- vingina, sum ein annar nýtir ein skriftfaðir. Ongin ivi um at Olavur gevur nakað av sær sjálvum í skrivingini, og tað er uttan mun til um tú kennir hann ella ikki. Tittulsøgan »Frøkun Snarljós< er ein kvik søga um eina løgna kvinnu, sum mest sum av sær sjålvari kemur at búgva í einum bygdasamfelag. Hon hevur tær ytru egin- leikarnar, ein kvinna skal hava í í einum mannfólkasamfelag. Hon sær gott út og hon er ring at náa. Hon livir í dreymaheimi hjá gomlum dreingjum í bygdini. Hon hevur eitt skrín, sum inniheldur ta dýra- bærasta hon eigur. Vit fáa ongantíð at vita hvat er í skríninum, vit fáa lid at vita um fortíðina hjá hesi kvinnu, men søgan er ein lýsing av einum, sum vil goyma seg inni í sær sjálvum. Søgan endar eins bradliga og hon byrjaði og eins egna fantasi má gera hana lidna. Næsta søgan >Kærleikans droymandi friður< er eitt plettsok av eini stuttsøgu. Hon er beinrakið orðað og handlar um vidurskiftini millum mann og kvinnu. Kær- leika, ið trivist undir tælkandi vidur- skiftum, har konan er við yvirvág ta eina løtuna og maðurin næstu, eitt nú tá hann festir sær í inni í sínum egna kongaríki heima, á vesinum. Ta løtuna er hann einaráðandi. Ólavur viðgerð lívið í stuttsøgusavn- inum. Lívið so forbankað sjarmerandi og- beikst tað enn kann upplivast. Tú hevur varhugan av, at Ólavur skrivar skjótt. Eitt hugskot og so er søgan skrivað, men aftan- fyri eitt hugskot er neyðugt við lívsroyn- dum og innliti. Kennskapur til mannalívið og evnini at innliva seg i vidurskifti hjå fólki eru neyðug, skal tú endurgeva lívi í stultsøgu, Sd ella yrkingun. Hendan kennskap eigur Olavur Tridja søgan i bókini er ein syrgilig søga um gardinpimparan Sofus, sum at enda må boyggja seg fyri Kong Alkohol. Hetta er ein vælskrivað søga, har rithøvundurin er eygleidarin, íð á ein ikki fordømandi hátt skrivar um eitt tabuevni, alkoholismu. Eitt tema sum gongur aftur í fleiri søgum hjá Ólavi. Frokun Snarlj« )S Olavurer djarvur í nýggju bókini. Í søguni >Dagar hjá Djóna Sond< fer Ólavur nógv longur enn nakar annar føroyingur, eg havi lisið, hevur vágað sær, tá tað snýr seg um ástarlysingar. Eg hvakk við tá eg kom á síðu 66 og lesið um ástarfund millum Djóna og Hildur. Ástarlýsingin er so bersøgd, at eg øtist, hugsi fyrst, hetta er porno av grovasta slag, hálvavegna rodni meðan eg lesið. Ikki vanur at lesa um slíkt dýnulyftarí á móður- málinum. Men so summi eg meg: >Harra- gud, hetta er ikki ørvisi enn í donsku skald- søgunum tú kann keypa í bókhandlunum, ella kann fáa gjøgnum bókaklubbarnar<, hugsi eg. Tað var júst tað at ástarbrotið stóð spillivandi á føroyskum, sum mundi fingið meg av fótum. Í hesum stutta ummæli ber ikki ulat nevne allar sogumar, men lat meg nevna eina søgu afturat. Tap er søgan >Tað var bara so« Hetta er eisini ein søga um mann og kvinnu, ótrúskap og sjalusi, svartsjúku, tá hon er óviðgjørd og pínir harðast. Hesuferð er tað kvinnan. ið er ótrúgv og høvundurin lýsir tað órógv og vreiði sum stendst av ótrú- skapi. Ein viðkomandi søga sum lesarin, um hann er nóg ærligur kennir aftur, í hvussu er onkra staðni á lívsleiðini. Tær fjúrtan stuttsøgurnar frá Olavi í Beiti eru verdar at lesa, hóast tær eru ymiskar í dygd. Sum áður nevnt, Olavur dugir at skriva, honum dåmar at skriva og hann skrivar um tað sum hendir her og nú. Søgurnar eru nitidarsøgur og snúgva seg um nútíðar føroyingin, spillivandi, um hansara gerandisdag og trupulleikar. Um hansara ósigrar og hansara sigrar. Søgurnar eru jarðbundnar, tað snúgva seg um okkum. Hóast nógvir ósvaraðir spurningar eru í fleiri av søgunum, Ólavur vil íkki borðreiða alt á einum fati, so er bókin ein stak góð roynd innan stuttsøguhåttin. Ólavur eigur at halda á fram við skrivingini. Okkum tørvar nútíðarrithóvundar á føroyskum, ið ikki eru bangnir fyri hvat fjøldin sigur, men skriva tað hjarta sigur teimum. Olavur dugir at velja evnini. Driv á har »vestri«. Jústinus Eidesgaard Vættrar á loftinum í Skopun: Born og ung á pall í kvold sen hevur týtt ul føroyskt. loftinum. Vættrarnir spæla sjónleik. Eftir nýggj- leikurin datt burtur, sigur Í kvøld verður sjónleikur á urin >Ongin jólafrítið, skránni í Skopun. Seinastu = men...< verður frumfram- tíðina hava børn og ung førdur. vant sjónleik og úrslitið av hesi venjing er, at sjónleik- Leikin hevur Leif Mai- bom skrivað og Hans Niel- Leikurin snýr seg um ein skúla, ein illsintan lærara, sum ikki kann torga jólini, skålabørn og nakrar vættrar Myndin er tikin undir venjing. Tey flestu av bórnunum eru á myndini. Í kvøld sæst hvussu leikurin fer at roynast. Heiðrun Hansen er leikstjóri hjóna børnunum, soleiðis at tey fáa eini góð jól, um lærarin vil tað ella ikki. Leikstjóri er íslendska skopunnarkonan Heiðrun Hansen. Henni dámar væl at:takast við sjónleik og hon hevur vant børnini. Børnini sum leika, 19 í tali eru mill- um sjey og 17 ár. — Børnini í Skopun eru hugagóð, tey tíma væl at ár fara vit at seta ein nýggj- an sjónleik upp, sigur Heið- run Hansen. — Vit hava eisini fingið góðar umstødur at spæla undir. Nýggja húsið hjá ungmannafelagnum >Sam- ljóð< er vælegnað. Skopun- ingar spældu nógvan sjón- leik fyrr. Men at enda var húsið hjá ungmannafelag- num so vánaligt, at sjón- Heiðrun Hansen. Leikurin verður sýndur fyrstu ferð í kvøld klokkan 16.00. Sunnudagin verður hann sýndur klokkan 16.00 og klokkan 19.00 og sýn- ingarnar verða sjálvsagt á pallinum í nýggja ung- mannafelagshúsinum. jústinus haldaragjaldið ; Skalt tú Soslalin x halda, so mást t tú elsinl gjalda