týsdagur 20. desember 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Þ
IKKI hoyrast nógv góð tíðindi í hesum døgum.
Alt er svart oman á svart. Skal tú finna onkran
glotta mást tú so legið tað ljóðar leita tær út
um landoddarnar - í hesum føri á høvuds-
stødinahjå seismikkfelagnum Western í Lond-
on. Har hava teir góð tíðindi at bera teimum
føroyingum, sum fegnir síggja, at oljuvinna
gerst veruleiki her á landi. Ikki tí - teir hava ikki
funnið olju ella gass. Men teir hava kortini
beint fyri eini týðandi forðing í leitanini eftir
olju og gassi í føroysku undirgrundini. Ikki
bara ber til at síggja niður gjøgnum basaltid,
tað teir síggja sær sera áhugavert út. Til ber at
síggja løgini og ymsar strukturar har, nakað,
sum nettup er ein týðandi fortreyt fyri at kunna
fara víðari í oljuleitingini.
HYGGJA vit so eftir gongdini síðani landsstýrið
og serkgn fóru undir at leggja eina tíðarætlan
til rættis fyri oljuleiting her á landi, so kann
sigast, at tað hevur gingið væl. Tað var undan-
farna landsstýrið, sum setti ein arbeiðsbólk at
gera álit í oljumálinum, og tað er hetta álit,
sum liggur sum grundarlag fyri teimum kann-
ingum, sum í hesum døgum verða gjørdar í
London, og sum um stutta tíð eisini verða
gjørdar hjá teimum stóru oljufeløgunum og í
Føroyum. Oljufyrisitingin, sum enn er ung, fer
sum frålidur at fåa størri og størri tydning og
um stutta tid verður hon so útbygd vid eini
arbeidsstød, te. sera framkomnari telduút-
gerð, sum kann tulka seismiskt tilfar.
1995 verður uttan iva eitt merkisár, hvat við-
víkur kanningini av føroysku undirgrundini. Tá
fara vit at fáa fyrstu úrslitini av tulkingini av tí
seismiska tilfarinum. Vit fara tá at frætta, um
eitt ella helst fleiri oljufeløg eru sinnad at fara
undir meira nágreiniligar kanningar eitt nú 3D
og síðani um tey fara at gera av at fara undir at
bora eftir olju og gassi. Tað liggur so aftur
longri frammi, men kortini ikki longri enn so, at
vit kanska skriva 1997, tá fyrsti boripallurin
setir kós móti føroyska gkinum.
UM sama mundið, sum seismikkserfrød-
ingarnir hava loyst eina sera torfgra men av-
gerandi uppgávu, nevniliga at síggja klárt og
greitt niður gjøgnum basaltid og har kunna
fara undir at leita eftir sedimentum og gðrum,
sum kundi bent á olju, so standa vit framvegis
eftir við einum óloystum máli, sum eisini er
tengt at sama spurningi, oljuni. Tað er mark-
natrætan við bretar. Fundur skuldi vera aftur
næsta ár. Vónandi kemur glið á, tí vit síggja
helst eina samrådingarloysn. Føroyingar eiga
ikki at fara til Haag. Hver veit um ikki tað er
nettup tað bretar vilja hava okkum at gera, tí tá
standa vit veikari. Tá standa brear eftir sum
teir, ið vildu hava eina samráðignarloysn. Her
eiga vit tí at hugsa okkum væl um.
Soscalunin
!
d a | FRÆLSI — JAVNAÐUR — BROÐRALAG
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miiller Bísðfóik. Randi Jacobsen - Dagny
Fyritaksstjóri. Krisjan Dahl
Ljésmyndari: Kalmar Lindenskov
Utgevari: P/1 Sosialurin
Joensen - Tårfinn Smith - | Uppseting P/T Sosialurin Argjum
Kilmar Jan Hansen - Prent: P/Æ Pressan 1981 | Telefon: 11820
Justinus Eidesgaard
Bústaður: Argjavegl 26 | Postadr.: Postsmoga 76
67. ÁRGANGUR
110 Tórshavn
Teletax: 14720
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður i figgjarmålum:
Fíggjarnevndin hev-
ur ikki rygg at skriva
tað neyðuga álitið
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er
alt annað enn nøgdur við fíggjarlógar-
álitið, sum varð lagt fyri tingið í gjár
Seinnapartin í gjár varð
fíggjarneyndarálitið borið
niðan í løgtingid. Finnbogi
Arge, formaður í fíggjar-
nevndini, segði í útvarpin-
um á dógurða, at teir høvdu
fingið betri javnvág á upp-
skotið enn tær 215 millión-
imar, sum landsstýrið
spældi út við.
Men Jóannes Ejdesgaard,
landsstýrismaður í fíggjar-
málum, frøddist als ikki um
arbeiðið, sum nevndin hev-
ur gjørt.
- Vit mugu síggja í eyg-
uni, at alt ov nógv av åttati-
árunum framvegis hongur
eftir og setir dám á politiska
arbeiðið. At hækka inntøk-
urnar við 11,5 milliónum á
pappírinum og at lata
størstu sparingina vera at
karva av upphæddini, sum
Jóannes Ejdesgaard, landsstýrismað-
ur í fíggjarmálum, frøist als ikki um
arbeiðið, figgjarnevndin hevur gjørt
Deyvafelag Foroya
Skrivstovan í Deyvahúsinum, Íslandsvegur 10B,
er opin månadag-friggjadag frå kl. 9-11.
Telefon 17597. Telefax 13609. Skrivitelefon, ring
0123 og bid um 16929 ella 10714.
vit høvdu skotid upp skuldi
nytast til at styrkja figgjar-
stýrisskipanina, tað haldi eg
vera åbyrgdarleyst, helt
landsstýrismaðurin, tá hann
var á veg til tingfundin, har
álitið frá nevndini væntandi
skuldi leggjast fram.
Má siga sum er
Hvat fert tú at gera við
tína misnøgd?
-2. viðgerð av fíggjarlóg-
aruppskotinum verður
mikudagin, og tá ætli eg
mær at taka orðið. Eingin
skal vera í iva um, hvat eg
haldi um hatta uppskotið.
Tað er merkt av, at fíggjar-
nevndarlimirnir ikki hava
rygg tl at taka avgerðir,
sum eru við til at rætta skút-
una, soleiðis at hon aftur
kemur á beint, og vit náa
málið, vit hava sett okkum.
Figgjamevndarlimirnir
spæla hvor í sínum lagi jóla-
menn í sínum valdømi. Við
hesum uppskotinum kunnu
teir fara til hús, halda jólafrí
og gleða seg saman við sín-
um úti kring landið. Tað er
uttan iva hugnaligt, men tað
bøtir ikki um støðuna, sum
samfelagið er í, og sum tað
eralneyðugt at stýra burtur-
úr.
Hann vísir á, at útreiðslu-
hækkingarnar binda, með-
an inntøkuhækkingarnar, ið
útreiðslurnar eru grundaðar
á, eru ógvuliga ivasamar og
neyvan fara at halda.
Tað eru tínir samgongu-
felagar, sum tú ert so illa
nøgdur við. Leggur tú upp
til samgongukreppu?
- Nei, tað vóni eg ikki,
men tú mást bara siga sum
er. Tað ber ikki til at lata
sum einki, og billa Føroya
fólki inn, at nú samtykkja
vit eina fíggjarlóg, sum er
Spildurnýggjur
FORD MONDEO 1,8 GLX
— bert koyrt 2.200 km, til solu við AV-
SLATTRI. Virði kr. 240.000.
Tlf. 57223
betri enn okkara uppskot.
Samtyktin má vera grundað
á veruleikan.
Ongar bygnaðar-
broytingar
Landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum hevur títt og
ofta tosað um neyðugar
bygnaðarbroytingar fyri at
tillaga almenna sektorin til
broyttu búskaparligu fyri-
treytirnar í landinum. Hann
heldur ikki, at uppskotið
leggur upp til hetta.
- Landsstýrið hevur í sín-
um uppskoti lagt upp til
bygnaðarbroytingar, men
um uppskotið hjá meirilut-
anum í nevndini verður
samtykt, so mugu vit stað-
festa, at vitkoma ikki av fet-
anum. Og tað er alneyðugt.
Lættari at skerja
meginfyristingina
Hvat ert tú mest skuffaður
av?
- Tað ber illa til at taka
okkurt fram um annað, men
tað skal ikki vera nøkur
loyna, at tað í nínum eygum
tykist púra burturvíð, at teir
í nevndini hava skert upp-
hæddina til fíggjarstýr-
ingina úr 9,4 milliónum og
niður í 7 milliónir.
Eg havi sæð tað sum
ógvuliga týdningarmiklan
lið í arbeiðnum at fáa skil á,
at hasin parturin av umsit-
ingini verður styrktur. At
tað er skorið har ber boð um
hugburðin hjá tingmonn-
um. Tað er nógv lættari at
skerja í umsitingarligum út-
reiðslum, sum eingin varðar
av, heldur enn at skerja í al-
mennum virksemi ut kring
landið. Tað høvdu ting-
menninir kent seg illa av at
fara í jólafrí og skula verja.
i
i
i
p