týsdagur 20. desember 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Nr. 243 — 20. DESEMBER 1994
urðardyggar
verkætlanir
og førleikafæ
Nøkur orð í kjalarvørrinum av avtaluni frá 17.
november í ár
Tað hevur verið tosað og
skrivað nógv um seinastu
avtaluna millum donsku
Ríkisstjórnina og Føroya
Landsstýri. Í tí fylgjandi
verða gjørdar nakrar við-
merkingar ul partin av
avtaluni, ið snýr seg um
at fáa gongd á føroyska
vinnulívið aftur.
Avtalað er, at nakrar
danskar vinnufremjandi
skipanir verða settar í
gildi í Føroyum, og at ein
grunnur til vinnufremj-
andi endamál verður sett-
ur á stovn. Stovnsfæid
verður 200 mill. kr.
harav 100 mill. kr. frá
dønum og 100 mill. kr.
frå føroyingum.
Høvudsendamålid við
donskum vinnufremjandi
skipanum er at taka taps-
vanda sum vanligir låni-
stovnar ikki eru sinnadir
at taka, soleidis at burd-
ardyggar verkætlanir
hava møgulcika at bera
åvøkstur og geva cilt
langsiktað samfelagsligt
avkast.
I fjølmidlunum hevur
ein fingið ta fatan, at fólk
Arbeidsloysisskipanin
søkir eftir
TRYGGINGAR-
LEIDARA
Talan er um nytt starv å ALS og trygg-
ingarleidarin kemur at hava beinleidis
tilvising til stjóran.
ARBEIÐSOKI
Viðkomandi kemur at hava ábyrgdina
av tryggingarskipanini, herundir dag-
ligu avgreiðsluna av umsóknum, at
gera klárt til útgjald og av måttøkuni.
UTBUGVING OG STARVSROYNDIR
Tann, ið settur verður, skal hava holla
åstødiliga útbúgving og royndir innan
leiðslu. At hava arbeitt sum málsvið-
geri gevur fyrimun, men er tó ongin
treyt.
LON
Verður eftir avtalu.
Starvið skal setast sum skjótast og um-
sóknarfreistin er úti 10. januar 1995.
Nærri fæst at vita um starvið við at
venda sær til Tórgerð Nielsen á Ar-
beiðsloysisskipanini. Allar umsóknir
verða vidgjørdar í trúnaði. Umsóknir
verða at senda til:
ARBEIÐSLOYSISSKIPANINA
att.: Tórgerð Nielsen
Postrum 22
110 Tórshavn
skilja burðardyggar verk-
ætlanir sum verkætlanir
uttan vága. Men hetta er
ikki so. Burðardyggar
verkætlanir eru verkætl-
anir, ið eru væl gjøgnum-
arbeiddar og har ein kann
ávísa sannlíkindi fyri, at
verkætlanin við kendum
tapsvanda kann bera seg.
Grunnurin til vinnu-
fremjandi endamál er 6-
ivað parturin av avtaluni,
ið hevur fingið størstu
umtalu í fjølmidlunum.
Tað er tó ikki komið
greitt fram, hvussu hesin
grunnur er ætlaður at
virka. Menn hava verið
ósamdir á máli um,
hvussu og hvat hesin
peningur skal nýtast til,
soleiðis at samfelagið fær
sum mest burturúr. Onk-
ur hevur tosað um at
keypa frystan fisk, onnur
hava nevnt, at peningurin
skal nýtast til verkætlanir
í sambandi við, at
stongdu flakavirkini
verða latin upp aftur
0.s.fr.
Bankar og Sparikassar
figgja vanliga burdar-
dyggar verkætlanir, har
trygdin stendur i rimiligt
måt vid ein møguligan
tapsvanda. Skal verulig
nytta fåast úr grunninum,
so má hann gerast eitt al-
ternativ til vanliga
peningastovns fígging,
soleiðis at hann tekur
stórri tapsvanda — og
kanska eisini tekur stórri
vinning, um ætlanin
eydnast.
I framkomnum
ídnaðarlondum verður ar-
beitt sera virkið við at
gera livilíkindini og
vakstrarmøguleikarnar so
góðar sum møguligt fyri
smærri virki og nýggjar
verkætlanir. T.d. í Dan-
mark finst ein neil ráð-
harrastova, ið tekur sær
av hesum målsøki. M.a.
verður nógv arbeitt við
spurninginum at at fáa
sum mest burtur úr vága-
fúsum kapitali (risiko-
villig kapital). Tað er ikki
nóg mikið at virkini
kunnu læna pening.
Menn tykjast vera samdir
um, at tað hevur eins
stóran týdning, at tey
smáu, nýggju virkini fáa
tilførda »professionella«
rådgeving saman vid
peninginum. Her verður
serliga hugsað um ráð-
geving í sambandi við
leiðslu, vørumenning,
mårknadartøring. Eisini
er týdningarmikið at fáa
skapt eitt kontaktnet til
onnur smærri virkir. Or-
søkin er, at smærri virkir,
sum standa i vøkstri, ikki
hava orku til at taka sær
av øllum ti, ið krevst av
einum slíkum virki. Í
hesum sambandi verður
hugtakið førleikafæ
(kompetent kapital) van-
liga nýtt um pening, ið
verður læntur til virkir og
verkætlanir, har rådgev-
ing og ávirkan fylgir við.
Hetta verður gjørt á
ymiskan hátt. Tað kann
verða givið beinleiðis lán
við ávirkan, sum egin-
peningur, ella sum stuðul
við ymiskum treytum.
Ein vælkend skipan, har
førleikafæ verður nýtt, er
skipanin við framtaks-
feløgum ella »venture«
feløgum, hvørs endamál
er at seta eginpening í
virkir og fáa beinleiðis á-
virkan á feløg, ið hava
ein vakstrarmøguleika.
Henda hugsjón byggir á,
at framtaksfelagið setur
pening í eina verkætlan
og fær beinleiðis ávirkan
á verkætlanina, svarandi
til ta peninganøgd, sum
framtaksfelagið hevur
innskotið. Hetta er ein av
orsøkunum til, at fram-
taksfeløg kunnu taka
stórri vága enn vanligir
peningastovnar. Fram-
taksfelagið fær sostatt
eisini møguleika at å-
virka avkastid. I Europa
samstarva hesi framtaks-
feløg i netverki, soleidis
at vitan og royndir verða
spjadd runt millum feløg-
ini, ið samstarva. Í Dan-
mark hava framtaksfelgg-
ini virkað í øllum 80'un-
um. Tey mest umtalaðu
eru ivaleyst Dansk Ud-
viklings Finansiering
A/S, vanliga nevnt DUF
og 2M Invest A/S. DUF
hevur higartil gjørt íløgur
í fleiri vinnugreinar,
meðan 2M Invest bert ger
iløgur í informatións
tøkni. Í Føroyum hevur
eisini verið uppá tal at
seta eitt framtaksfelag á
stovn, hetta verður gjølla
vidgjørt í rapportini frå
føroysku endurreisingar-
nevndini.
„Her i Fóroyum kenna
vit almennar grunnar, ið
hava lánt út vágafúsan
pening. Idnadargrunnurin
og Menningargrunnurin
hava lánt hópin av pen-
ingi út, ta tíð hesir hava
virkað. Neyvan kann úr-
slitið av hesum útláns-
virksemi nýtast sum
grundarlag fyri hesum
nýggja grunni. Hesir al-
mennu grunnar hava í
høvudsheitum virkað
sum vanligir fíggingar-
stovnar, við tí einasta
muni, at kapitalurin hev-
ur verið vágfúsur (risiko-
villigur). Teir hava ikki
roynt at fáa beinleiðis á-
virkan á raksturin á verk-
ætlanini. Soleiðis sum
hesir grunnar vóru skip-
aðir, mundi eins lík
ávirkan neyvan heldur
verið gagnlig.
Út frá teirri vitan, vit
hava í dag, er tað neyvan
nakar ivi um, at skal sum
mest fáast burtur úr hes-
Tíðindablaðið C+ 5
um 200 mill. kr. í grunn-
inum til vinnufremjandi
endmál, må hesin verða
útlántur sum førleikafæ.
So kemur sjálvandi
spurningurin, hvussu
hetta kann gerast á skila-
besta hátt. Um hetta
verður skipað sum fram-
taksfelag, ella á einhvønn
annan hátt, kann verða
skift orð um. Tað, ið um-
ræður er, at peningur
verður veittur ul vinnu-
lívið saman við pro-
fessionellari ráðgeving
og ávirkan á verkætlan-
ina. Tað er tó ein vansi
við at lata almennan
pening, sum hesin grunn-
ur jú er, virka sum før-
leikafæ. Tað er ikki
natúrgivið, at tær av-
gerðir, ið verða tiknar,
eru reint rationellar.
Politisk áhugamál kunnu
verða tikin við í myndina.
Tað er ivaleyst soleiðis,
at tørvurin á førleikafæi
er stórri í Føroyum enn í
Danmark, av tí at vitanar
infrastruktururin ikki er
serliga væl útbygdur í
Føroyum. Við vitanar
infrastrukturi meinast í
hesum føri, møguleikan
hjá virkjum og einstak-
lingum at fáa réttu vitan,
til rætta tíð, á rætta stað.
Hesir nýggju møgu-
leikar við avtaluni frá 17.
november 1994, kunnu
verða við til at skapa eitt
meira fjølbroytt vinnulív í
Føroyum enn vit kenna í
dag. Hetta verða vit allar-
helst noydd til, um vit
ætla at fáa ein nøkulunda
støðugan búskap aftur,
sum krevst í einum væl-
ferðarsamfelag, sum vit
hóast alt, enn meta Før-
oyar at vera.
Í seinastuni hevur verið
framført, at tað eigur ikki
at vera nakað til hindurs
fyri, at skapandi (innova-
tiv) vinna kann fáa livi-
líkindi í Føroyum. Skap-
andi virkir kappast við at
vørumenna, og alla tíðina
verða fyrst á marknaðin-
um við nýggjum vørum.
Flestu fortreytimar fyri
skapandi virkjum eru til
staðar í Føroyum. Ein hin
týdningarmesta fortreytin
er, at vit hava eina væl-
útbúna arbeiðsmegi. Ein
týdningarmikil fortreyt er
tó ikki til staðar í Føroy-
um í dag, og sum skal
vera til staðar hjá eini
skapandi vinnu. Fyri at
smærri skapandi virkir
skulvirka og vaksa, skal
tað finnast ein skipan, ið
tilførir vitan til virkið.
Tann vitan, her er talan
um, er vitan um leiðslu,
vørumenning, framleiðslu
og vitan um marknaðir. Í
grannalondum okkara
verða tær sokallaðu
tøknifrødiligu tænastu-
stovumar nýttar til hetta
endamál.
Ein kann so spyrja seg
sjálvan, um tað er møgu-
ligt at hava slíkar tøkni-
frødiligar tænastustovur í
Førøyum, nú tá ið allir
landsins stovnar verða
niðurskornir. Tað er helst
so, at vit ikki hava ráð at
hava sjålvstødugar tøkni-
frødiligar tænastustovur,
sum tíðirnar eru í løtuni.
Tað er tó eftir okkara
tykki, møgulciki fyri at
fáa nakað, ið líknar
hesum tænastustovum.
Við at broyta eitt sindur
uppá uppgávurnar hjá
nøkrum av landsins
stovnum, soleiðis at hesir
kunnu átaka sær uppgáv-
ur, ið hava við ráðgeving
úl vinnulívið at gera. Í
dag hava vit skúlar og
stovnar, ið hava holla
vitan um framleiðslu,
tøkni og handil. Her
verður serliga hugsað um
teknisku skúlarnar og
Maskinskúlan. Handils-
skúlin hevur fólk í starvi,
ið hava kunnleika til
handil, búskap og mark-
nað. Við at broyta starvs-
økid hjá hesum fólki, so-
leiðis at tey kunnu nýta
part av arbeiðstíð teirra
til arbeiði fyri vinnufyri-
tøkur, varð møguligt at
fingið eina skipan, ið
líknar henni vit kenna frá
grannalondum okkara.
Hesin spurningur er
gjølla vidgjørdur í ar-
beiðinum Føroya Export
Match. Her verður skotið
upp, at hetta arbeiðið
verður skipað undir eini
vinnustovu, hvørs enda-
mál er at samskipa henda
aktivitet.
Burðardyggar verkætl-
anir koma ikki av sær
sjálvum. Slíkar verk-
ætlanir verða skaptar, har
kapitalur, vitan og vinnu-
lív virka væl saman.
Grunnurin til vinnufremj-
andi endamål kann fåa
ein tydningarmiklan leik-
lut í hesum arbeiði.
Wilhelm Petersen,
Signar Heinesen,
Marner Jacobsen
á , ,
BLADYPI
gistirtú væl & bíliga.
Eisinihavavítserligar
vetrar-8 víkuskíftis-
prísir.
BLADYPI
Dr. Jakobsensgøta 14-16
Tlf. 11951 — Fax. 19451
sum vinnuligt
KOYRISKULIN
Á ARGJUM