týsdagur 20. desember 1994síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Beinraknar forsagnir og trúvirði
Virðið í øllum forsøgnum og metingum kann staðfestast aftaná.
Tað ber væl til hjá fjølmidlum at gera upp trúvirðið hjá politikarum, embætis-
fólkum o.ø. Tað er bara ein spurningur um at hyggja eftir, hvussu ofta hesi hava
havt rætt ella skeivt í sínum forsøgnum og metingum. Hetta hevði verið ein sera
bíligur máti at bott um dygdina.
Vit fáa onga dygd uttan at leggja dent á trúvirði. Ein tjóð, ið íkki leggur dent á
trúvirði, missir sjálv sítt egna trúvirði
Undirritaði hevur í fleiri ár
sum búskaparligur
»kommentator«, hættað
sær at gjørt fleiri itøkiligar
forsagnir um gongdina í
Føroyum, og at almanna-
kunngera hesar forsagnir.
Eisini undan og aftan á
løgtingsvalid 7. juli í år
gjørdi undirritaði nakrar
itøkiligar forsagnir.
Eitt tað mest áhugaverda
við hesum forsagnum hevur
verið, at undirritaði í næstan
øllum forum hevur staðið í
andsteðu til alla >landsins
elitu«.
Hevur undirritadi havt
eina åvisa forsøgn ella met-
ing, so hevur »landsins el-
ita« næstan uttan undantak
havt beint øvugta meting
ella forsøgn.
I skrivandi stund finnist
ikki dømi um skeiva
almannakunngjørda for-
søgn frá undirritaða
Eitt annað áhugavert við
hesum mongu almanna-
kunngjørdu forsøgnum hjá
undirritada hevur verið, at
tær allar HIGARTIL
HAVA VÍST SEG AT
VERA RÆTTAR! Higartil
eru allar gingnar út!
Er tað nakar, sum kann
ávísa, at ein almannakunn-
gjørd og itøkilig forsøgn hjá
undirritada higartil ikki er
gingin út, verður viðkom-
andi biðin um at gera vart
við seg
Samstundis hava for-
sagnirnar hjá landsins leið-
andi politikarum og ráð-
gevum teirra („landsins el-
itu<) næstan uttan undantak
víst seg at vera skeivar!
Onnur hava eisini gjørt
beinraknar forsagnir. T.d.
ráðgevandi nevnd forsætis-
málaráðsins. Men hesar for-
sagnir hava als ikki verið so
itøkiligar forsagnir, sum
forsagnirnar hjá undirritada
hava verið tað.
Eg skal í hesum greina
stubba royna at gera eitt
stutt yvirlit yvir mínar for-
sagnir, ið hava verið settar
fram alment.
Yvirlitið er ikki fullfíg-
gjað. Fyri at stytta um yvir-
litið, eru nógvar sera týð-
andi og beinraknar for-
sagnir lagdar burturúr.
1. Forsagnir gjørdar
frammanundan 1988
Meðan undirritaði hevur
búð í útlondum, hevur ikki
verið møguligt at fingið so
gott innlit í føroysk viður-
skifti. Men longu miðskeið-
is í sjeytiárunum legði und-
irritaði eina forsegn um
ongdina í Føroyum fram
fyri danska lektaran Ole
Høeg.
Henda forsøgnin frå mið-
skeiðis í sjeytiårunum var í
stuttum, at í longdini fór tað
at enda heilt galið í Fer-
oyum, og at gongdin bara
kundi rættast upp, við at
danir ella aðrir tóku før-
oysku stýringina undir
>UmMsiting<
Henda forsøgnin gekk út
Í áttati- og nitiårunum.
2. Forsøgn um banka-
fallit longu í 1988
Aftan á 1988 búði undirrit-
aði í Føroyum, og kundi
hereftir við góðum innliti
fylgja við í gongdini
Undirritaði hevur ongan-
tíð havt støðu sum føroysk-
ur embætismaður. Tí hevur
undirritaði ongantíð havt
nakað at gera við fyrireik-
ing av nøkrum politiskum
máli, ella við ráðgeving í
hesum sambandi.
Hinvegin var undirritaði í
1987 valdur sum í stýrið fyri
landsbankan av Niels Paula
Danielsen, táverandi lands-
stýrismanni. Sum limur í
hesum stýri skuldi undirrit
aði vera ráðgevandi í fíggj
armálum.
Longu í august 1988
kundi undirritaði gera for-
søgn um eitt komandi
bankafallitt. Nøvn vórðu
sett á viðkomandi bankar
Vegna stýri landsbankans
hevði undirritaði fundir við
Fíggjareftirlitið í 1988 (m.a
Michael Holm, skrivstovu-
stjóra).
Henda forsøgn frå august
1988 gekk ordarætt út í
1992 og 1993!
Longu í 1988 heitti und-
irritaði á stjórn og stýri
landsbankans um at skipa
fyri føstum og regluligum
sambandi vid Figgjareftir-
hid. Fíggjareftirlitið vildi
sera fegið taka lut í slíkum
sambandi. Men henda
áheitan fekk onga undu
tøku frá stjórn og stýri
landsbankans.
Undirritaði mátti fleiri
ferðir á fundum í stýri
landsbankans seta fram
áheitanir um at fáa sett í
gildi donsku lógina um
»innskjotaragaranti«. Hetta
eydnaðist umsíðir.
Undirritaði = vísti ta
ábyrgd, ikki at leggja fram
hesa forsøgn um bankafallit
í „óviðkomandi høpi«.
»Ovidkomandi hepi< er
harafturímóti ikki á fundum
við lanfdsins leiðandi poli-
tikarar og embætismenn
(»landins — elitu«) árini
1988-92. Men har var ikki
lurtað
landsins elta vildi
ikk: lurta eftir undurtaða!
Tí vórðu føroyingar full
komiliga ófyrireikaðir hin
6. oktober 1992! At geva
Fíggjareftirlitinum skyldina
er burturvið.
3. Forsøgn í 1988-89
um gjaldssteðg í
Tað finnist eingin samlað
uppgerð av figgjarstøduni
hjá landsins kommunum
áðrenn 1987. Undirritaði
búði í Føroyum frá 1988.
Fyrsta uppgerðin av fíggj-
arstødu kommunanna er
fyri árið 1987.
Longu í 1988-89 kundi
undirritaði gera ta forsøgn,
at gongdin í føroysku kom-
m.nunum fór at enda við
gjaldssteðgum. Henda for-
søgn gekk út í 1993.
í 1989/90 kundi undirritaði
í grein í Dimmalætting vísa
á, at roknskapirnir hjá
Húsalánsgrunni, Menning-
argrunni og Ídnaðargrunni
vóru uppsettir eftir óreglu-
ligum prinsippum. Víst var
á, at hetta og onnur viður-
skifti gjørðu tað ivasamt,
um hesir grunnar í 1989/90
yvirhøvur høvdu nakra eg-
inogn
Hetta skiltu sera fá tá. Nú
skilja øll hetta.
5. Forsagnir um uttan-
landsskuld í bókini
„Búskapur og poli-
tikkur<
Í bókini >Búskapur og poli-
tikkur«, id undirritaði skriv-
aði í 1990 við hjálp frå Pól
Nybo á Kletti, finnast fleiri
grundgivnar og ítekiligar
forsagnir um gongdina í
Føroyum fram um aldar-
skiftið. Higartil fram til
1995 hava forsøgnirnar í
hesi bók víst seg at vera full-
komiliga eftirfarandi.
Í hesi bók gjørdi undirrit-
aði eina forsøgn um, at pri-
vata uttanlandsskuldin fór
at gerast til almenna uttan-
landsskuld í nitiårunum.
Hetta er nú gingið út. Men
hetta skiltu fá tá!
6. Forsagnir um
fíggjarkreppu lands-
kassans í bókini
„Búskapur og
politikkur«
I bókini »Biiskapur og poli-
tikkur« frå 1990, kundi
undirritadi gera ta forsøgn,
at tað fór at vera mestsum
vónleyst at fáa javnvåg á
landskassaroknskapin í ní-
tiårunum. Eisini hetta gekk
út. Men hetta skiltu fá tá -
samanber optimistisku
figgjarlogirnar, bundnu
uppsparingina o.m.a.
7. Grundgeving móti
ílegu í undirsjóvar-
tunnil í 1990 og 1992
Í 1988 og seinni í 1992 var
útrokning gjørd av m.a.
donskum serfrødingum,
hvørs nidurstøda var søgd at
vera, at ein fløga f ein undir-
sjóvartunnil = undir — Vest-
mannasundi hevði verið
sera lønandi.
Undirritaði avvísti slíkari
nidurstødu, bæði í bókini
„Búskapur og politikkur« í
1990 og seinni í blaðgrein í
1992.
Sum figgjarstødan hjá
Føroyum var í åttatiårunum
ella í byrjan av nitiårunum,
kundi ein slík stór ílega í
ikki-útflutningsfremjandi
endamál undir ongum um-
steðum vera lønsom. Minst
25-50 ella kanska 100 ár
skuldu ganga, áðrenn iløg-
an hevði vunnið seg inn aft-
ur. Tá peningur ikki var til
neyðsynjarverur, fór slík
íloga ikki at verða framd.
Hetta sjónarmið hjá und-
irritaða var tá als ikki góð-
tikið av >landsins elitu«
Men undirritaði hevur fing-
ið rætt í síni forsøgn.
8. Ávaring á vári 1992
ímóti, at landsstýrið
lænti pening úr út-
londum til bankar-
nar at læna út aftur
til vinnulívið
Uttan at vilja lurta eftir
åvaringum um vandastødu
bankanna, arbeiddi lands-
styrid og landsbankin å våri
1992 vid eini ætlan um, at
landsstýrið skuldi læna |
mia. kr. í útlondum.
Við lóggávu og við sátt-
mála við landsbankan bant
landsstýrið seg til at seta
henda pening í lands-
bankan. Ætlanin var so, at
landsbankin skuldi plasera
peningin í føroysku bankar-
nar, soleiðis at bankarnir
skuldu økja um síni útlán til
vinnulivid í Føroyum. Hetta
var á vári 1992!
Undirritadi var TANN
EINASTI í stýri lands-
bankans, sum harðliga
ávaraði ímóti hesi ætlan
Hví undirritaði ávaraði,
skuldi verið óneyðugt at
greitt frá. Sjálvandi fekk
undirritaði rætt í síni for-
søgn.
Hendingin 6. oktober
1992 gjørdi hesa ætlan
landsstyrisins og lands-
bankans ómeguliga.
9. Forsøgn um neyð-
ugar upphæddir til
bankarnar gjørd í
oktober 1992
Stutt aftan á 6. oktober
1992 skrivaði undirritaði í
grein í Dimmalætting, at
upphæddin til Sjóvinnu-
bankan bara var |. stigið, og
at RÍSA UPPHÆDDIR fóru
at verða neyðugar afturat
fyri at bjarga bankakervin-
um.
Eisini henda forsøgn var
avvíst av landsins leiðandi
politikarum og eisini av
ráðgevum teirra! Ma
søgdu hesir, at bankarnir
ongantíð høvdu verið trygg-
ari enn júst tá
Tá partabrævaumbýtið
millum Feroya Banka og
Sjóvinnubankan varð framt
í mars 1993, bygdi hetta
partabrævabýtið á eina AV-
VISING av meting minari í
umrøddu grein i Dimma-
lætting i oktober 1992!
Var lurtad eftir undirrit-
aða. hevði landsstýrið
sloppið frå at »keypt kattin í
sekkina"
Henda forsegn mín gekk
til fulnaða út í august-sep-
tember 1993.
10. Forsøgn um MVG%
í 1992
Í 1992 metti landsstýris-
maðurin í fíggjarmálum og
landsumsitingin, at nóg stór
innteka fekst til lands-
kassan við einum MVG-
prosenti upp á 17.
A fundi í stýri lands-
bankans tidliga í 1992
kundi undirritaði uttan ná-
greiniliga útrokning siga
sama landsstýrismanni, at
undir 25% í MVG slapp
hann ikki. Eisini henda for-
segn gekk út!
11. Forsøgn gjørd í fe-
bruar 1993 um yvir-
tøku statsins av
uttanlandsskuld
landsstyrisins
I februar 1993 skrivadi
undirritaði í grein í Dimma-
lætting, at danski staturin
fór at verða noyddur at yvir-
taka uttanlandsskuldina hjá
heimastýrinum. Sama end-
urtók undirritaði í sjón-
varpssendingini >45 ár av
1000«
Føroyskir politikarar og
rådgevar teirra flentu at
undirritada, og avvistu hesi
forsøgn.
Henda forsøgn min byrj-
aði at ganga út longu á fundi
millum landsstýrið og
donsku stjórnina 28. mai
1993. Hin 28. mai 1993
kom hetta heilt óvæntað á
føroyskar politikarar og
embætismenn! Seinasta av-
talan millum landsstyrid og
stjórnina frå 17. november
1994 staðfestir hesa »yvir
tøku« uppaftur tyduligari
12. Forsøgnin um
Fiskavirking undan
løgtingsvalinum 7.
juli 1994
Undan løgtingsvalinum
1994 gjørdi undirritaði
saman við eðrum nakrar
ítekiligar forsagnir. Her
skal ein teirra verða nevnd
M.a. søgdu vit, at Føroya
Fiskavirking verri enn so
kundi forrenta alla sína
skuld, sjálvt aftan á saner-
ingina, og at ein nýggj san-
ering fór at gerast neyðug
innan % ár. Annar megu-
leiki var húsagangur.
Hetta var sagt umleið eitt
hålvt ár aftan á |. sanering
At henda forsøgn longu
kann sigast at verða gingin
út, kann leiðslan í Fiska-
virking nú vátta!
13. Metingin um >upp-
rudding« 0.3.
undan løgtingsval-
inum 7. juli 1994
Í valstríðnum vórðu løgd
>>