týsdagur 22. juli 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 136 - 22. juli 2003
Nr. 136 - 22. juli 2003
5
Danski blaðið B.T.
gevur føroysku tjald-
ingarstøðunum av
grovfíluni, men nátt-
úran og føroyski mat-
urin verða róst upp
um skýggja
TJALDING
Heri á Rógvi
Herfyri var danska blaðið
B.T. á vitjan í Føroyum.
Talan var um ein "camp-
ingtúr",t.e. tjalding hjá
Anne-Vibeke Isaksen, sum
skrivar tjaldingarfrásagnir
fyri kenda morgunblaðið.
Greinin verður rópt fyri
"Den umulige campingtur".
Anne-Vibeke Larsen og
myndamaður eru farin til
Føroya við teirri tesu, at
sagt verður, at tað ómøgu-
ligt at tjalda í Føroyum – í
øllum førum við camping-
vogni.
Og við tí fyri eyga, at
prógva ella mótprógv hes-
ari tesu, verður farið til
Føroya við opnum sinni.
Alt byrjar eisini við.
Donsk
blaðfólk
–
og
kanska danir sum heild –
leggja oftani bragdliga fyri,
tá tað snýr seg um náttúru-
lýsingar í Føroyum. Í so
máta er Anne-Vibeke Isak-
sen heldur einki undantak.
"Solen skinner fra en
dybblå himmel, og vandet
er havblik. Bedre velkomst
kan man vel næppe for-
vente, og vi nyder hvert et
sekund, vel vidende at det
kan ændre sig til tæt tåge på
meget kort tid", skrivar
Anne-Vibeke Isaksen.
Myndin er ikki heilt
ljósareyð, men tað verður
hon meira, tá prátið fer at
snúgva seg um føroysku
náttúruna.
B.T. fer ein túr við Palla
undir Vestmannabjørgini,
og hetta fær eisini – væl
skilligt – nøkur jalig lýsing-
arorð frá donsku blað-
kvinnuni.
Men sjálvt uppihaldið á
tjaldingarstaðnum í Havn
er ikki nøkur stór uppliving
samanborið við onnur støð
uttanlands, heldur Anne-
Vibeke. Tað er kortini frá-
líkt umhvørvið tætt at
náttúruni, men umstøður-
nar eru vánaligar. Staðið
minnir mest um eitt parker-
ingspláss, skrivar Anne-
Vibeke Isaksen.
Men
náttúruupplivilsi
tykist at doyva alt annað.
»På Færøerne er alt tæt
på naturen, så det bliver
automatisk en naturlig,
men også prisværdig del af
ferien.«
Aðrastaðni í greinini
frætta vit, at hóast tann før-
oyski maturin kanska ikki
ljóðar at vera so góður, so
smakkar hann frálíkt, og
danska blaðkvinnan mælir
øllum til at royna.
Somuleiðis verður tað
hildið vera heilt framúr at
síggja seyðir ganga/klatra í
brøttum lendi. Sig so ikki
tað.
Einki og alt
B.T. gevur vanliga stjørnur
til ymiskt, og camping er
einki undantak. Givið verð-
ur stjørnur í fimm ymsum
bólkum. Tað mesta eru seks
stjørnur, og tað minsta er
eingin. Í heili tveimum før-
um fær Torshavn Camping
botnkarakter
–
onga
stjørnu. Tað er í sambandi
innkeypsmøguleikar
og
mat á tjaldingarplássinum,
at tann fyrsti botnkarakter-
urin verður latin. Har er
einki at fáa á staðnum, men
einar tíggju minuttir burtur
eru handlar og caféir, verð-
ur sagt.
Í sambandi við aðrar um-
støður, eitt nú svimjimøgu-
leikar og tílíkt, verður
somuleiðis eingin stjørna
givin til Torshavn Camp-
ing.
«Der er absolut intet på
pladsen»,
ljóða
hørðu
orðini.
Viðvíkjandi toiletviður-
skiftum og øðrum verður
ein av seks stjørnum latin;
náttúran gevur tríggjar útav
seks stjørnum í sambandi
við umhvørvi. Men í tí í
síðsta bólkinum verða seks
av seks stjørnum latnar fyri
náttúruupplivingar, og hon
vildi fegin givið eina aftur-
at, verður sagt.
Og niðurstøðan er so:
»Camping på Færøerne
kan være svært – men det
er hele besværet værd. Ikke
mindst er naturoplevelserne
i særklasse«.
Eitt gott ummæli fyri
nakrar serstakliga vánaligar
karakterir. Og fyri tað heilt
eitt sindur lættari, verður
ein mynd av tjaldingar-
staðnum á Eiði prentað við
greinini í B.T.
Einsamalli maðurin
við Bjarnafossi
sovnaði umborð, og
eftirlýsingin varð
send út, men
maðurin kom aftur í
øllum góðum
SJÓFERÐSLA
Eirikur Lindenskov/
Heri á Rógvi
Um hálvgum elluvutíðina
leygarmorgunin
fekk
Sjóbjargingarstøðin boð
um, at báturin »Bjarna-
fossur« KG 140, ið var
farin av Havnini kl 05
leygarmorgunin á veg til
Svínoyar, ikki var komin
vegin fram. Fólk vóru tí
blivin bangin um bátin og
mannin, ið var einsamall-
ur í bátinum. Sera tjúkt í
toku var á leiðini.
Tórshavn radio sendi
eina lýsing út yvir VHF-
in, har heitt bleiv á skip og
bátar at hyggja eftir
"Bjarnafossi".
Løgreglan í Runavík fór
at leita fram við landi á
Eysturoynni, og løgreglan
í Klaksvík fór at leita
fram við landi á Borð-
oynni.
Brimil, ið var á leiðini,
fór eisini at leita,eisini fór
bátur úr Svínoy at leita.
Ein eftirlýsing eftir bát-
inum bleiv send í út-
varpinum kl. 1220. Og
stutt eftir hetta komu boð
úr Árnafirði, at ein bátur,
ið líktist "Bjarnafossi",
var sæddur á fjørðinum
um middagsleitið.
Kl. 13:57 leygardagin
fann Brimil bátin millum
Lisshøvda og Heltnina á
Svínoynni.
Báturin lá og sigldi í
ring. Tað vísti seg, at
maðurin var sovnaður.
Brimil tók bátin og
mannin umborð og sigldi
á Havnina.
Sovnaði
umborð
Ómøgulig tjalding
Danska blaðið B.T. hevði fyrr
í mánaðinum eina frásøgn
um tjalding í Føroyum
Mynd:
Tjaldingarplássið í Havn er
ikki nakað gott tjaldingar-
stað, heldur danski blaðið
B.T. Men náttúran er so
vøkur, at tað loysir seg
allíkavæl at koma til Føroya
at tjalda
Mynd: Jens Kristian Vang
Varð-
halds-
fongsling
longd í
fýra
vikur
Danin, sum varð
tikin í at smugla 20
kilo av hassji til
Føroya, skal sita
fýra vikur afturat í
varðhaldi, áðrenn
málið er klárt at
koyra fyri rættin.
Tað hevur Føroya
rættur gjørt av
RÚSEVNI
Ingi Ramussen
– Vit gera framvegis
kanningar her í Føroy-
um og uttanlands, er
einasta viðmerkingin,
sum Georg Otthamar,
kanningarleiðari á krim-
inaldeildini, í løtuni
hevur til tað stóra hassj-
málið.
Mánadagin varð varð-
haldsfongslingin longd í
fýra vikur hjá mannin-
um, sum fyri góðum
mánaði síðan varð tikin
á veg í land av Norrönu
við 20 kilo av hassji í
viðførinum.
28
ára
gamli danin sat av-
byrgdur fyrstu tvær vik-
urnar og síðan tvær vik-
ur í varðhaldi, men tað
hevur ikki verið nóg
mikið hjá løgregluni, og
tí gav Føroya rættur fyri
afturlæstum
hurðum
fýra vikur afturat til
kanningararbeiðið.
Talan er um størstu
nøgdina av hassji, sum
nakrantíð er funnin á
veg í land í Føroyum.
Einki er at ivast í, at
fleiri standa aftanfyri.
Løgreglan vil einki siga
um, hvussu langt kann-
ingarnar eru komnar,
men tað skilst á lagnum,
at arbeitt verður bæði
við at finna føroyska og
útlendska sambandið.
Maðurin var eyðkend-
ur, tá hann kom í land av
Norrönu mánamorgunin
23. juni. Ein, ið eygað
verður hildið við. Tá
hann so gjørdist sjónliga
fjáltraður av at síggja
hundin hjá tollvaldin-
um, tóku teir hann til
síðis, og í taskuni, sum
hann hevði um herðar-
nar, lá hassjið. Sølu-
virði:
2,5
milliónir
krónur.
Í september fer ein
bussur at koyra til
ávísar skúlar í land-
inum og kunna um
sálarsjúkur. Næming-
arnir fáa innlit í, hvat
tað vil siga at vera
sálarliga sjúkur og
kunnleika til, hvat tað
merkir fyri eitt barn
at hava sálarliga sjúk
foreldur.
KUNNING
Ingi Rasmussen
Nógv børn og vaksin hava
ilt við at tosa um sálar-
sjúkur. Vitanin er avmarkað
og fordómarnir nógvir. Tað
fer ein heldur øðrvísi buss-
leið at bøta um í døgunum
frá 1. til 17. september.
Kunningarbussurin er ein
20 metrar langur treylari,
sum »PsykiatriFonden« í
Danmark eigur. Bussurin
hevur við góðari unditøku
vitjað ymsastaðni í Dan-
mark og er ein týdningar-
mikil liður í arbeiðnum hjá
»PsykiatriFondens Børne-
projekt«. Endamálið við
verkætlanini er stutt og
greitt at økja um vitanina
um sálarligar trupulleikar
og sjúkur og at bróta niður
ótta og ótryggleika, sum
framvegis eru knýtt at
evninum.
Hesum hugskoti hevur
felagið Føroyskir psykiatr-
iskir sjúkrarøktarfrøðingar,
FPS, tikið til sín og hevur
tikið stig til, at bussurin
rullar kring Føroyar í
næstum.
– Í fyrstu syftu fer buss-
urin til miðnámsskúlarnar í
landinum, og úrvaldar skúl-
ar við framhaldsdeild, tí
tíðin er so avmarkað. Valt
er út á tann hátt, at bussurin
kemur kring alt landið, men
eydnast tiltakið væl, so er
hugsandi, at tað verður
endurtikið seinni. Vit vóna
eisini, at vit læra nakað av
tiltakinum, so vit kunnu
taka ymisk hugskot til okk-
ara at brúka, sigur Odd-
bjørg Johansen, forkvinna í
FPS.
Talan er um rullandi
undirvísingarhøli, bóksavn
og eina framsýning, sum er
vend ímóti bæði lærarum
og næmingum í fólkaskúl-
um og miðnámsskúlum.
Pláss er fyri 30 næmingum
í senn og møguleiki er fyri,
at næmingarnir vitja bussin
í flokkum. Við bussinum
eru trý starvsfólk, sum
bæði hava royndir við
psykiatri og undirvísing.
Tey standa fyri at vegleiða
og undirvísa. Video og
teldur eru grundarlagið
undir undirvísingini saman
við faldarum, bókum og
øðrum tilfari.
Næmingarnir fáa innlit í,
hvat tað vil siga at vera
sálarliga sjúkur og kunn-
leika til, hvat tað merkir
fyri eitt barn at hava sál-
arliga sjúk foreldur.
Undirvísingin er skipað á
tann hátt, at fakligt tilfar
verður sent flokkunum
frammanundan, og tað ver-
ður gingið ígjøgnum saman
við læraranum. Næsta stig-
ið er sjálv undirvísingin,
sum fer fram í bussinum og
triðja stig er, at flokkarnir
saman við lærarunum taka
samanum.
Bussurin er eisini eitt
opið tilboð til tann einkulta
næmingin, læraran ella
foreldrið um eina samrøðu í
sambandi við persónligar
ella prinsipiellar sálarligar
trupulleikar.
Endamálið er at nið-
urbróta tabu, at fáa
fólk at koma fram við
síni sjúku og at stuðla
børnum, sum er hart
rakt, tá foreldur ger-
ast sálarsjúk, sigur
Oddbjørg Johansen,
sjúkrarøktarfrøðingu
rin, ið fyriskipar ein-
ari kunningarherferð
um sálarsjúkur
SÁLARSJÚKA
Ingi Rasmussen
– Vit, sum arbeiða á
psykiatriska
økinum,
síggja, at tað í almenning-
inum er alt ov lítil vitan um
psykiatri. Tað er sera
harmiligt, tí hagtøl vísa, at
fjórði hvør av okkum fyrr
ella seinni hevur tørv á
psykiatriskari hjálp.
Soleiðis sigur Oddbjørg
Johansen, forkvinna í FPS,
ið er felagið fyri føroyskar
psykiatriskar sjúkrarøktar-
frøðingar. Felagið skipar
fyri kunningarherferðini,
sum seinni í ár fer at rulla
kring landið.
Tabu er størsti trupulleik-
in hjá sálarsjúkum. Við
tabu fylgja fordómar, og
við
fordómum
fylgir
skommin. Hetta ger um-
støðurnar hjá sálarsjúkum
nógv verri, enn tær annars
kundu verið. Tað er ein
sannroynd, at nógv sálar-
sjúk detta burturímillum, tí
vit hava so ilt við at tosa um
sjúkuna.
– Vegna vantandi vitan
og fórdómar um psykiatri
eru nógv fólk, sum fjala
sínar sálarligu trupulleikar,
tí nógv skomm er knýtt at
hesum sjúkum. Eg kann
nevna, at millum 20 og 30
prosent av teimum, sum fáa
depressjónir,
ongantíð
koma í viðgerð. Við skjót-
ari viðgerð kundi tíðar-
skeiðið, depressjónin varar,
verið stytt munandi, sigur
Oddbjørg Johansen.
Endamálið við kunning-
arherferðini er at knúsa
tabu. Kunningarbussurin
fer til støð, har ungfólk
halda til. Koyrt verður til
miðnámsskúlarnar í Føroy-
um og ávísar útvaldar fram-
haldsskúlar, og endamálið
er at raka tey ungu. At fáa
tey opnari og at lata upp.
Tað er serliga í teimum
ungu árunum, at sálarsjúk-
an vísir seg, og nógv børn
og ung hava eisini stórar
trupulleikar av, at foreldur
teirra eru sjúk.
– Børnini eru altíð tapar-
ar. Foreldur, sum gerast
sjúk, fáa viðgerð, men
børnini standa eftir við
stórum trupulleikum, sum
ongin tekur sær av. Hesi
børnini plágast av skomm,
skuldarkenslu og ikki minst
einsemi, tí tað verður tagt
burtur, sigur Oddbjørg Jo-
hansen, sum kundi hugsað
sær eitt fast tilboð til børn.
Tað vísir seg eisini, at
skúlarnir ikki hava nakran
hátt at takkla, at ein næm-
ingur gerst sjúkur. Tá næm-
ingurin kemur aftur í skúla
er oftast bert tøgn. Vistu
næmingarnir betur, hevði
tað verið lættari at komið
aftur til gerandislívið hjá tí,
sum er vorðin sjúkur.
– Eitt stig á leiðini er
upplýsing um sálarsjúkur,
og vit trúgva, at upplýsing-
arherferðin kann vera við
til at bróta fordómar, so
hesi børn og ungu, vit
venda okkum til, fáa eina
størri fatan av sálarsjúkum
og eisini tora at koma fram
við sínum trupulleikum,
um tey sjálv vera rakt, sigur
Oddbjørg Johansen.
Tey niðurbróta tabu og fordómar
Nógv fólk fjala sínar sálarligu trupulleikar, tí nógv skomm er knýtt at hesum sjúkum, sigur Oddbjørg Johansen, sjúkrarøktarfrøðingur, ið skipar fyri einari
kunningarherferð um sálarsjúkur
Mynd: Jens K. Vang
Sálarsjúka rullar um landið
C
M
Y
K
5
4