Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 123 - 3. juli 2003 Nr. 123 - 3. juli 2003 5 ÓLAVSØKAN 2003 Solby A. Eliasen – Hetta við tombola, tivoli og øðrum er útvatnað, sigur Kristianna Høgne- sen, sum er ein av trimum samskipar- um av Ólavsøkuni. Hon heldur, at fólk eru troytt av, at Ólavsøkan altíð er tann sama. – Ólavsøkan átti at verðið gjørd meira sosial á ein annan hátt, heldur hon. Júst hvat átti at verðið gjørt, veit hon ikki at siga, men hon er sannførd um, at tíðin er komin til broytingar. – Í dag er Ólavsøkan bara pengar, pengar og aftur pengar. Tað snýr seg ikki um annað, og tað er ein keðilig gongd, heldur Kristianna og byrjar at hugleiða eitt sindur um gamlar tíðir á Ólavsøku, tá fólk komu til Havnar fyri at hitta vinir og kenningar, sum tey ikki høvdu sæð í langa tíð. Tó heldur hon, at Ólavsøkurnar hava verið væleydnaðar fyri tað. Men hon saknar sum sagt broytingar í skránni. Nógv av tiltøkunum eru tey somu ár um ár, og tí er onki undur í, at fólk fara at keðast. – Men alt kostar pengar í dag, so tað er uttan iva ikki bíligt at fara at gera nakað annað og øðrvísi. Startskotið Tað stóra startskotið upp á Ólavsøk- una er uttan iva sjálv Ólavsøkukon- sertin, sum plagar at vera 27. juli. FUT skipar fyri henni. Tá savnast ein stór mannamúgva í kommunuskúlagarð- inum til konsert. Og Kristianna letur væl at hesum tiltakinum. – Ein hoyrir allatíðina, at tey ungu eru so og so, men um tú tekur tær tíð til tað, so sært tú beinanvegin, hvussu ómetaliga fitt tey eru. Og fert tú við væl við teimum og ert fittur við tey, so eru tey tað aftur ímóti, sigur hon. Kristianna viðgongur, at tað er eitt stórt arbeiði at skipa fyri Ólavsøkuni. Hon sigur, at tað byrjar so spakuliga í februar mánaði, tá allir vinningarnir og øll loyvini skulu fáast til vega. Síð- ani gongur alt meiri stillisliga fyri seg, inntil fundur hevur verið millum bý- ráðið og samskipararnar. – Tá fundurin hevur verið, og allar umsóknirnar eru gjøgnumgingnar, tá koyrir tað bara út í eitt líka til Ólavsøku og eitt sindur afturat tí, sigur Kristi- anna, sum tó ikki troyttast av at vera upp í resinum. – Tað er mest sum ein vani í dag, og eg hugsi ikki vanliga um, hvussu nógvar Ólavsøkur eg havi verið við til at samskipa. Men nú tú spyrt, so haldi eg, at tað munnu vera einar 20. Men eg havi eisini tveir brandar afturat mær. Birgir og Jóan Pauli Sondum. Teir eru óførir og dríva á hvørt tað ein- asta ár. Teir eru knasandi dugnaligir, sigur Kristianna, sum sjálv saman við hinum báðum er "stand-by" alla Ólav- søkuna. Samstarv við kunningarstovuna Mangt er sum skal skipast fyri, tá eitt so stórt tiltak, sum Ólavsøkan stendur fyri durum. Tað størsta hjá hesum trimum er sjálvandi Ólavsøkuskráin, sum altíð er pakkað við tiltøkum. Hvør matstova, hvørt møti og hvat veit eg, er uppi á skránni, sum er løgd langt áðrenn Ólavsøkuna. Ólavsøkuskráin stendur vanliga í bløðunum, men í ár hava tey fingið eitt samstarv upp á beinini við kunn- ingarstovuna, sum tekur sær av at prenta skránna. Og hon verður somu- leiðis prentað í eini stødd, so at ein kann hava hana við sær. Tað veri seg í lummanum ella í eini tasku. – Alt tað tekur Ingigerð á Trøðni á kunningarstovuni sær av, sigur Kristi- anna, sum fegnast um alla hjálp, sum tey kunnu fáa. Sum nakað nýtt í ár, so koma tað tveir klovnar upp úr Danmark at undir- halda fyri børnunum og at gera ballóndjór. Hetta verður í kommunu- skúlagarðinum. – Vit royna at hava nógv barnatiltøk, og hesi liggja so sjálvandi um dagin, men tað skulu vera fleiri ymisk tiltøk til børnini, heldur Kristianna, sum ikki avsannar, at tað er ræðuliga strævið á hvørjum ári. Kristianna er fødd og uppvaksin í Klaksvík, men hon hevur ongantíð skipað fyri norðoyastevnu. – Eg hugsi ongantíð um, at eg eri klaksvíkingur og eri við til at fyrireika Ólavsøkuna, sigur hon flennandi. Hon hevur búð í Havn í eini 40 ár, hon eig- ur klædnahandilin Vogue og stórtrívist í høvuðsstaðnum. Nú gleðir hon seg saman við øllum hinum føroyingunum til Ólavsøkan byrjar. Og mikudagin í komandi viku, tá veit hon, at tað eru bert einir níggju mánaðir, so skal hon byrja at hugsa um at fyrireika Ólavsøkuna 2004. Tíðin er komin til broytingar – Tíðin er komin til broytingar, hvat viðvíkur Ólavsøkuni, heldur Kristianna Høgnesen, forkvinna í Tórshavnar Ítróttarráð. Hon hevur verið við til at samskipa Ólavsøkuna tey seinastu mongu árini Birgir Sondum, Kristianna Høgnesen og Jóan Pauli Sondum hava samskipað Ólavsøkuna tey seinastu mongu árini Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 5 4