týsdagur 22. juli 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 136 - 22. juli 2003
Nr. 136 - 22. juli 2003
7
Tann 8. og 9. august
er aftur regatta í
Sundalagnum og
endað verður á
Ovastevnu í
Nólsoy
REGATTA
Dagfinn Olsen
Eins og undanfarin ár verð-
ur aftur regattasigling í
Sundalagnum í ár. Av Eiði
til
Hósvíkar 8. august og úr
Hósvík tll Ovastevnu í
Nólsoy 9. august. Tað er
væl umtókt at taka lut í hesi
regattasiglingini og luttak-
ararnir eru afturvendandi,
men tað legst eisini afturat.
Luttakarar koma úr øll-
um landinum, eitt árið kom
ein heilt úr USA í seglbáti
og kanska kemur ein sama
teinin í ár. Mong snið av
bátum, førum, hava tikið
lut, alt frá kappróðrarbát-
um, motorbátum til kajakk-
ir og vatnskutarar.
Lagt verður frá landi á
Eiði klokkan 19 og stillis-
liga verður siglt ígjøgnum
Sundalagið, steðgað verður
á Norðskála ar rinda møð-
ina og sløkkja tostan og
hildið verður fram til Hós-
víkar. Har er møguleiki at
fáa tjaldpláss og heitur
matur er at fáa í bygdar-
húsinum.
Samarittar hava eftirlit
við gestunum og serstak-
liga bátahylinum.
Leygardagin eftir døg-
urða verður farið víðari til
Nólsoyar á Ovastevnu.
Luttøkugjaldið er 100
krónur pr. persón við heit-
um mati og morgunmati.
Eisini fáa luttakarar eina
serliga regatta T-shirt, sum
Bátatænastan,
Skret-
tingFøroyar, Fluggur hjá
Fróða og Føroya Sparikassi
lata.
Tilmelding fer fram á
telefon 210186, 221418 og
220385 og á heimasíðuni
hjá Klaksvíkar Róðrar-
felag:
www.krf.fo
ella
telduposti á
regatta@kallnet.fo,
siga
fyrireikararnir í Hósvíkar
Róðrarfelag í tíðindaskrivi.
Regatta í Sundalagnum
Foreldur í Vágum eru
sera vónbrotin eftir
Nósa Barnagrand-
prixið á Vestanstevnu.
Tríggir luttakarir
vórðu úr Havn, hóast
onkur úr Vágum ikki
slapp við, siga tey.
James Olsen heldur
ikki nakað skeivt er
farið fram
BARNAGRANDPRIX
Marjun Dalsgaard
Nósa Barnagrandprix hev-
ur verið væl móttikið, síðan
tað byrjaði fyri slakum
tveimum árum síðani. Eis-
ini foreldur í Vágum hava
verið sera glað fyri tiltakið,
men í ár var stemningurin
ikki góður eftir kappingina
á Vestanstevnu. Ein av or-
søkunum er, at heili tríggir
luttakarir vóru úr Havn, og
hetta hóast at okkurt barn
úr Vágum ikki slapp við.
- Tað er eingin ivi um, at
tær sum vórðu nummar eitt
og tvey vóru tær, sum
sungu best, sigur Gitte
Samuelsen, sum hevði ein
son við í kappingini.
- Men tað kann tykjast
eitt sindur órættvíst, at til-
takið verður fyriskipað sum
ein lokal kapping, og fleiri
luttakarir eru úr Havn,
leggur hon aftrat. Umframt
sonin hevði dótturin eisini
meldað seg til, men hon
fekk ikki boð um at koma
við. Tí kendist tað sera
løgið, tá tað frá pallinum
varð boðað frá, at luttakarir
úr Havnini vóru við, av tí at
undirtøkan ikki var nóg stór
lokalt.
Ein av fyrireikarunum,
James Olsen sigur, at hann
ikki hevur kannað málið,
men at tað er sera løgið, um
nakar ikki er sloppin við.
- Tað er vanligt, at børn
aðrastaðni frá luttaka, um
undirtøkan ikki er nóg góð,
og eg kenni einki til, at
nakar ikki er sloppin við -
hinvegin hava vit við nógv
børn at gera, og tað kann
henda eitt mistak. Um hatt-
ar passar, eri eg sera keddur
um tað, men so vítt sum eg
veit, passar tað ikki, sigur
James Olsen. Hin fyrireik-
arin Mark Joensen sigur, at
tað má vera tí, at tey hava
meldað seg ov seint, hann
dugir ikki at síggja nakra
aðra orsøk til, at nakað
barn, sum hevur meldað
seg til ikki er sloppið við.
- Vit fingu at vita, at vit
høvdu manipulerað við
lutakastinum, tí børnini,
sum komu úr Havn eru so
dugnaligir sangarir, men
hettar er heilt burturvið,
sigur Mark Joensen, og
Verður flutt
Eitt annað sum foreldrini
har vesturi eru vónbrotin
av, er, at Grandprixið verð-
ur hildið á Vestanstenvnu,
tá tey hava nógv um oyrini
og ikki hava tíð til at vera
hjá børnunum. Ein av
teimum er Hansina á Plógv,
sum hevur verið sera glað
fyri tiltakið annars, men
heldur, at tað var eitt vón-
brot í ár.
- Tað hevur verið sera
mennandi fyri børnini og
tey fá gott sjálvsálit av tí,
men í ár lá tað sera illa fyri,
tí tað lá á Vestanstevnu,
sigur hon.
Úrslitið varð, at einsans
150 fólk vóru og lurtaðu.
Seinast vóru umleið 350
fólk.
James Olsen heldur, at
foreldrini eiga at geva teim-
um ein kjans, tí tiltakið er
nýtt, og tey royna enn at
finna rætta stevið. Annars
hevur hann ikki hug til at
viðmerkja kvøldið á Vest-
anstevnu, tí hann var ikki til
staðar, sigur hann.
Tað var Mark Joensen, og
hann sigur tað vera avgjørt,
at kappingin ikki verður á
nakrari stevnu næsta ár, og
helst heldur ikki um summ-
arið.
- Nú skulu vit hava bæði
bein á jørðini, og ikki oyði-
leggja alt fyri børnini, vit
broyta tað bara, og so verða
øll glað. Vit fingu at vita frá
foreldrunum, at hetta var
bert ein pengamaskina.
Sjálvsagt vilja vit vinna
pengin, annars kann tiltakið
ikki yvirliva, men tað
handlar fyrst og fremst um
børnini – at geva teimum
møgileika fyri at menna
seg, sigur Mark Joensen.
Foreldur vónbrotin eftir barnaprix
Barnagrandprix er eitt
afturvendandi tiltak, sum er
sera vælumtókt, men nógv
foreldur hava verið sera
vónbrotin av mannagongdini
í ár
Høgni Danielsen
hevur kært Tórs-
havnar Kommunu
fyri Oljumálaráðið.
Eigarin av skeytinum,
har Kvøldlot í sínari
tíð helt til, kærir
Tórshavnar Komm-
unu fyri at sýta hon-
um at byggja hósk-
andi ventilatiónshús,
og at kommunan
hevur latið byggi-
valdið til grannarnar
BYGGIMÁL
Páll Holm Johannesen
Nú eru eftir hondini nógv
ár liðin, síðan tíðindi gingu
um, at Høgni Danielsen
skuldi verða klárur við
einum nýggjum bygningi á
staðnum,har dansistaðið,
Kvøldlot, helt til. Ætlanin
við nýggja bygninginum
hjá Høgna Danielsen er
bæði at reka bæði dansi- og
matstovustað.
Tá vit koma á gátt at
fregnast um, hvussu tað
líður við byggingini, møta
vit einum frustreraðum
Høgna Danielsen. Í løtuni
er støðan hon, at hann
hevur fingið forboð frá
Tórshavnar Býráð at byggja
víðari, tí ein tvístøða hevur
tikið seg upp viðvíkjandi
ventilatiónshúsinum
á
tekjuni á húsinum.
Síðan farið varð undir
nýggja bygningin hava
fleiri uppgerðir verið, sum
hava havt við sær, at tað
hevur gingið striltið við at
fáa ferð á byggingina.
Høgni hevur verið hóslag
við grannar, Tórshavnar
Býráð, og nú er málið end-
að hjá Oljumálaráðnum.
Ventilatiónshúsið í
buktini
Kæran hjá Høgna Daniel-
sen til Oljumálaráðið snýr
seg um, at Tórshavnar
Kommuna sýtir fyri at
loyva Høgna Danielsen at
byggja hóskandi ventilati-
onshús á tekjuni, og at
Tórshavnar
Kommuna
hevur latið byggivaldið yvir
skeytinum hja Høgna Dani-
elsen til grannarnar.
Tann seinna kæran snýr
seg um, at Tórshavnar
Kommuna hevur bundið
seg til, at grannarnir hjá
nýggja bygninginum hjá
Høgna Danielsen skulu
samtykkja allar umbygg-
ingar við bygninginum.
Hetta er sambært eigaran-
um av skeytinum gjørt í
loyndum, og hann hevur als
ikki undirskrivað sáttmála,
at grannarnir skulu hava
slíkt vald yvir hansara
bygningi.
– Hetta er ein óhoyrd
mannagongd, at Tórshavnar
Kommuna bindir seg til
grannarnar, um hvussu eg
skal fyrihalda meg til mína
bygging, men í løtuni er tað
so støðan, sigur ein argur
eigari.
Høgni Danielsen bygdi
upprunaliga ventilatións-
húsið ov stórt, og varð tað
kravt honum at umbyggja
tað, so hann helt seg byggi-
samtyktina. Hann hevur
síðan í samráð við fleiri
verkfrøðingar komin við
nýggjum uppskotum um
eina umbygging av ventila-
tionshúsinum, men býráðið
hevur víst øllum uppskot-
um aftur. Høgni hevur tí
vent sær til Oljumálaráðið.
Í kæruni til Oljumálaráðið
kemur fram, at grannarnir
eisini sýta fyri øllum upp-
skotum til eitt nýtt ventila-
tiónshúsið, og tí er ein
rættilig naggatódn íkomin
Heldur fram
Spurdur,
um
hann
framvegis hevur gott treyst
við nýggja bygninginum,
svarar Høgni Danielsen, at
hann hevur ongar ætlanir
um at gevast við ætlanini at
lata upp dansi- og mat-
stovustað í høvuðsstaðnum.
– Nú bíði eg bara eftir
svari frá Oljumálaráðnum
um kæruna, og eg vóni tað
kemur skjótt, so eg kann
taka arbeiðið upp aftur og
fáa byggingina frá hondini,
sigur Høgni Danielsen.
Í skrivandi løtu hevur ar-
beiðið ligið stilt síðan okto-
ber mánað í fjør, og Høgni
leggur ikki lok á, at núver-
andi støða er sera kostnað-
armikið, og at tað frustrer-
andi við allari mótstøðuni,
hann møtir við nýggi bygg-
ingin.
Ert tú ikki sjálvur høv-
uðskelda til trupulleikarnir,
tá ventilationshúsið upp-
runaliga varð bygt ov stórt?
Jú tað kanst tú væl siga, men
eg eri komin við fleiri
nýggjum uppskotum, men
tey vera øll víst aftur, hóast
tey áttu at verði góðtikin. Tá
eg ikki komi víðari við bý-
ráðnum, havi eg valt at royna
meg í Oljumálaráðnum,
greiðir Høgni Danielsen frá.
Úr
Oljumálaráðnum
verður sagt, at málið fram-
vegis verður viðgjørt, og
enn ber ikki til at siga nær
kæran hjá Høgna Danielsen
verður svara aftur, so líkt er
til , at naggatódnin millum
Høgna
og
Tórshavnar
Býrað heldur fram í eina tíð
afturat.
Nýggja dansistaðið endað í Oljumálaráðnum
Byggingin av nýggja dansi-
og matstovustaðnum, Maxim
og Royal Club, hevur ligið
still síðan oktober mánáð í
fjør. Orsøkin er støddin á
ventilatiónshúsinum, sum
Tórshavnar Býrað ikki
góðkennir. Eigarin, Høgni
Danielsen hevur sent fleiri
nýggj uppskot um
ventilatiónshús, men øll eru
víst aftur, og nú er málið
endað í Oljumálaráðnum.
Mynd: Jens Kristian Vang
Hóast mótstøðan kann til
tíðir tykjast stór, so hevur
Høgni Danielsen ongar
ætlanir um at sleppa ætlanin
um at lata upp nýtt dansi-
og matstovustað í
høvuðsstaðnum
Mynd: Jens Kristian Vang
Fakta: Gamla Kvøldlot
Fyrrverandi dansistaðið, Kvøldlot, var uppruna-
liga smiðja. Smiðjan hjá Símun Askham varð
bygd um aldarskiftið, og smiðjuvirksemið var í
bygninginum fram til fyrst í áttatiárunum.
Abbasynir hjá Símuni Askham fóru tá undir at
reka dansistaðið Kvøldlot.
Kvøldlot var sera vælumtókt dansistað í høvuðs-
staðnum, og serliga varð dansistaðið væl vitjað
hós- og sunnukvøld. Í 1996 fór Kvøldlot av knór-
anum, og Høgni Danielsen keypti bygningin.
Hann rak dansistaðið í nakrar mánaðaðir, og lat
síðani aftur.
Gamli Kvøldlot-bygningurin er síðan tikin niður,
og nýggjur bygdur. Ætlanin er at hava bæði dansi-
og matstovu í nýggja bygninginum. Dansistaðið
skal eita Royal Club, meðan matstovan verður
kallað Maxim.
Fakta
C
M
Y
K
7
6