týsdagur 22. juli 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 123 - 3. juli 2003
Nr. 123 - 3. juli 2003
7
BÝARSØGA
Magnus Gunnarsson
Birgar Johannessen í Havn er kanska
best kendur fyri sínar áhugaverdu út-
varpssendingar og søguligu mynda-
framsýningar í SMS. Eisini er hann
kendur fyri sín stóra áhuga fyri 60-
unum. Hetta er bert ein partur av
hansara mentunarliga arbeiði. Í løtuni
arbeiðir hann við at savna tilfar til eina
leksikon yvir Havnina. Í hesi leksikon
vera allir upplýsingar um alt, sum
hevur gingið fyri seg í Havnini frá
1900 til umleið 1970. Birgar hevur
lagt alt tilfarið inn á ein databasa, so-
leiðis at man kann finna allar upplýs-
ingarnar í teksti og myndum, upplýs-
ingar um persónar, felagsskapir,
stovnar, handlar, studentar, konfirm-
antar o.l. Tá hetta uppslagsverkið er
liðugt ber til at leita fram t.d. hvør
hevði fyrstu barberstovuna í Havn,
hvar hon var og síðan fylgja søguni
hjá øllum barberstovunum fram til 70-
ini. Somuleiðis verður gjørt við t.d.
handlum, kioskum, bakarum, ítróttar-
feløgum, samkomum og stovnum av
ymiskum slagi. Birgar sigur, at tað
hevur ómetaliga stóran mentunar- og
søguligan týdning fyri býin, at slíkt ar-
beiði verður gjørt.
Stórt myndasavn
Birgar hevur eitt stórt myndasavn við
umleið 4000 myndum. Hetta eru
myndir, sum fólk í Havn hava verið so
beinasom at lænt honum til at av-
mynda. Hann sigur, at tað eru fýra
ting, sum skulu til fyri at kunna gera
eitt slíkt arbeiði, tað er fyri tað fyrsta
at áhugin er til staðar, at man hevur
gott tol, at man er ein staðkendur per-
sónur, og at hjartað er á røttum staði.
Eisini tað at man brennur fyri sakini.
Birgar brúkar tann framgangsmátan,
at hann situr á bókasavninum og
hyggur ígjøgnum øll tey gomlu tíð-
indabløðini og tekur alt relevant tilfar,
sum er finna um Havnina við, so
gongur kabalin at enda upp, og man
hevur allar teir neyðugu upplýsingar-
nar. Hetta er einasti framgangsmátin,
sum førir til eitt munagott úrslit.
Tað verður spennandi, serliga hjá
Havnarborgarum, tá hann verður
liðugur við hetta uppslagsverk. Men
vit mugu ikki gloyma, at slíkt arbeiði
er sera tíðar- og orkukrevjandi. Men
við tí ídni og ágrýtni sum Birgar sýnir
við sínum væl skipaða og greiða ar-
beiðsmáta, er einki at ivast í, at hetta
verður ein fongur hjá Havnini, serliga
av tí at tilfarið grípur inn í alla mentan-
ina hjá býnum. Birgar leggur dent á, at
higartil hevur alt arbeiðið verið gjørt í
frítíðini, og tekur tað alt ov langa tíð.
Hann sigur eisini, at hetta arbeiði má
gerast nú, tí bíða vit nøkur ár, hava vit
mist tað ættarliðið sum liggur inni við
myndum og vitan um tey fyrstu 20-30
árini í 20. øld.
Birgar vónar, at hann fær tann
stuðul, sum er neyðugur fyri at gera
arbeiðið liðugt. Vit kunnu ganga út
frá, at tá hetta arbeiðið er liðugt, verð-
ur Havnin einasti høvuðsstaðurin í øll-
um heiminum, ið hevur eitt slíkt full-
fíggjað uppslagsverk. Umframt mynd-
ir samlar Birgar upp á nógv ymiskt
annað, sum t.d. gamlar útgingar
brúkslutir, modellbilar, serliga ameri-
kanskar. Tá vit hittu Birgar, var hann í
gongd við at seta afturvendandi fram-
sýning sína upp í SMS. Á hesi fram-
sýning verða m.a. modellbilar, umleið
1000 gamlar myndir úr Havn og ein
virðismikil framsýning av gomlum
myntum. Framsýningin er til frama
fyri fótbóltsfelagið B36.
Birgar Johannessen
– arbeiðir við leksikon yvir Havnina
Havnin er væl fyri, tá hugsað verður um, at tað eru fleiri persónar, sum við
ídni og eldhugi arbeiða við at fáa greiði á søguni hjá býnum. Ein teirra er
Birgar Johannessen, sum í løtuni arbeiði við eini leksikon yvir Havnina
Birgar Johannessen arbeiðir við eini fullfíggjaðari leksikon yvir Havnina
Mynd: Jens Kristian Vang
Nú er ólavsøka aftur í hondum, og við
hesum serblaði vil Sosialurin kasta ljós á
okkara tjóðarhátíð. Vit bjóða væl komin
inn í ólavsøkumeldurin, har alt kann
henda og føroyingar kasta saman til
hugna, hátíð og veitslulag.
Ólavsøkuna halda vit til minnis um Ólav
kong hin Heilaga, men tað er helst skjótt
at gloyma í tí umfatandi stevnuhaldinum,
sum lokkar ung og gomul út á strætur og
inn í leikhús, hallir, tjøld og borgir – altso
mentanarborgir. Tjóðarhátíð okkara er
yðjandi full av tiltøkum, traditiónum og
turbulensi. Tað er ferð á, hóast stevnan í
grundini snýr seg um at steðga á – antin
tað er omaneftir ella niðaneftir.
Høvuðsstaðurin – miðdepil Føroyar – er
vertur fyri ólavsøkuni, og Havnin er
sanniliga ein verdugur vertur. Heimsins
minsti stórbýur kann hýsa øllum frá
poppkonsertum og tivoli til andaligar
fundir og skrúðgongur. Tolsemið er stórt,
og øll sleppa at halda stevnuna, soleiðis
sum tey ynskja tað. Matarlepin er næstan
endaleysur, og tað er eitthvørt fyri ein-
hvønn.
Ítrótturin spælir ein sentralan leiklut í eini
hvørjari stevnu, og ólavsøkan er stóri
endabresturin av kappróðrinum. Tað er
nakað, sum kann savna føroyingar, og nú
steypafinalurnar í fótbólti hava fingið sítt
uppiborna pláss á ólavsøku, er eisini
virðiligt tiltak innan hesa ítrótt undir
tjóðarhátíðini.
Fyri mong byrjar ólavsøkan við stóru
poppkonsertini í Kommunuskúlagarðin-
um, og tað er eisini eitt sangtiltak, sum er
hæddarpunktið ólavsøkudag. Hetta
kvøldið savna túsundtals føroyingar í
miðbýnum í Havn til at syngja saman, og
hetta er sannliga ein stór hátíðarløta. Tú
finnir valla nakað líknandi nakra
aðrastaðni, og samleikin hjá okkum
føroyingum, sum nú ikki plagar at bila,
hevur tað gott hesa løtuna.
Í hesum blað hava vit alskyns tilfar, sum
snýr seg um ólavsøkuna og okkum
føroyingar. Blaðfólk okkara, sum koma
kring alt landið, hava skrivað greinar, og
myndamenninir hava eisini verið á ferð.
Sosialurin er eitt livandi blað, sum kemur
í hvønn krók í landinum, og tí er einki
meira sjálvsagt, enn at vit gera eitt serligt
blað til tjóðarhátíðina.
Og nú Sosialurin sendir blað í hvørt hús í
Føroyum, vilja vit nýta høvi til at ynskja
øllum eina góða ólavsøku.
Tjóðarhátíð fyri øll
C
M
Y
K
7
6