týsdagur 22. juli 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 136 - 22. juli 2003
Nr. 136 - 22. juli 2003
9
Sunnumorgun kl 9
var ein løgreglubilur
á veg til G! Festivalin
úti fyri ferðsluóhappi.
Eingi fólk komu til
skaða, men løgreglu-
bilurin og ein privat-
bilur fóru sera illa
FERÐSLUÓHAPP
Heini í Skorini
Tað er ikki á hvørjum degi,
at ein løgreglubilur kemur
út fyri tí, eysturoyingar
vóru vitni til sunnumorgun-
in. Í sambandi við eina
yvirháling
var
saman-
stoytur millum ein løg-
reglubil og ein privatbil, og
hóast eingin mansskaði var,
var talan um stóran materi-
ellan skaða. Løgreglubilur-
in er ikki staðfestur vrak,
men ivasamt er, um hann
aftur verður tikin í nýtslu.
Óhappið fór fram við
Statoil støðina á Salt-
angará. Tveir løgreglumenn
í løgreglubilinum vóru á
veg til stóra G! Festivalin í
Gøtu, og tá teir yvirhálaðu
ein privatbil, brustu bilarnir
báðir fyrst saman, áðrenn
løgreglubilurin
varð
slongdur inn í ein anheng-
ara og eina flaggstong á
parkeringsøkinum
hjá
Statoil. Privatbilurin fekk
eisini skaða, tó ikki so
álvarsaman sum talan var
um hjá politibilinum.
- Ferðin ikki ov høg
Av løgreglustøðini í Runa-
vík verður sagt, at talan ikki
var um ov høga ferð.
- Tá politiið verður boð-
sent, hava vit altíð skund,
men talan var ikki um eina
skilaleysa koyring við ov
høgari ferð, men heldur um
eitt keðiligt óhapp. Vit
skuldu
yvirhálað
bilin
frammanfyri, men í eini
misskiljing endaði tað, sum
tað gjørdi, verður sagt av
politistøðini í Runavík.
Líkamikið hvør orsøkin
var, var talan um ein heldur
óvanligan tilburð, við tað at
sjálvur politibilurin hesa-
ferð kom illa fyri, men til
alla lukku sluppu báðir løg-
reglumennirnir og einasti
persónurin í privatbilinum
undan nøkrum stórvegis
skaða í ferðsluóhappinum á
Saltangará.
Bæði í Eysturoynni,
men eisini í Havn,
hevði politiið úr at
gera í vikuskiftinum.
G! Festivalurin í Gøtu
er høvuðsorsøkin til
mongu lógarbrotini,
har bæði álvarsamur
harðskapur, stuldur,
rúsdrekkakoyring o.a.
fóru fram
LØGREGLUTÍÐINDI
Heini í Skorini
Hóast løgreglan í Eystur-
oynni hevði fleiri menn á
vakt í sambandi við stóra
G! Festivalin og trygdartil-
tøkini kring tiltakið skuldu
verið í ordan, gekk alt ikki,
sum tað skuldi um viku-
skiftið.
Nógv og fjølbroytt lógar-
brot voldu politistunum
mikið høvuðbrýggj, og í
flestu førum var talan um
rúsdrekkakoyring.
Ikki
minni enn níggju tilburðir
vóru av hesum slag, og í
flestu førum var talan um
bilar á veg úr Gøtu eftir
tiltakið. Í tveimum av teim-
um níggju tilburðunum var
talan um, at bilarnir vórðu
stolnir, og nakrir av ávirk-
aðu førarunum høvdu ikki
koyrikortið.
Nakað av ófriðið var
eisini á sjálvum sandinum,
m.a. á sjálvum tjaldingar-
plássinum. Í hesum føri
vóru nøkur skuldsett fyri
brot á politiviðtøkuni um
ikki at akta boð frá mynd-
ugleikunum.
Maður stungin á
Kambsdali
Mest álvarsami tilburður
fór tó fram uttanfyri høllina
á Kambsdali undir konsert-
ini hjá All That Rain. Eftir
at tað var komið til ilnar,
var ein knívur á loftið og
maður stungin í búkin.
Talan var um eina hættis-
liga støðu hjá manninum,
og hann fekk fleiri pentur í
búkin. Offrið tykist hava
tað gott eftir umstøðunum,
men politiið stendur meiri
ella minni á berum við-
víkjandi upplýsingum um,
hvør nýtti knív og stakk
mannin.
Á Saltangará var talan
eisini um kostnaðarmiklan
stuldur, tá alt brennivínið
var horvið á matstovu.
Talan var um innbrot men
tykist ikki hava beinleiðis
samband
við
sjálvan
festivalin.
Av Løgreglustøðini í
Runavík verður sagt, at
undir sjálvum tiltøkunum
gekk sum eftir ánni, men at
lógarbrotini í størsta mun
fóru fram eftir festivalin.
Hóast politistarnir vóru væl
mannaðir, var talan um eitt
vikuskiftið við nógvum
lógarbrotum og skuldset-
ingum í Eysturoynni.
Eisini ófriður í Havn
Hóast eysturoyingar høvdu
ábyrgdina av G! Festivalin-
um, var talan eisini um
ymisk lógarbrot í Havn.
Tvey brot vóru á sjólógina,
og í báðum førum var talan
um rúsdrekkasigling. Leyg-
arnáttina var harðskapur
framdur móti einum út-
lendingi í Platform, og tveir
bilar vóru stolnir, ein á
Traðarvegi í Havn og hin
vesturi í Vágunum. Stolni
bilurin í Vágunum endaði
sum vrak í Vágatunnlinum,
tá ávirkaði biltjóvurin rendi
inn í tunnilsveggin. Førarin
var fluttu á sjúkrahúsið í
Havn og slapp sera væl frá
óhappinum.
Í morgun fór ein rús-
drekkaávirkaður maður á
sjógv við keiøkið í Havn,
umframt at 8 gram av hassji
vóru funnin á manni um-
borð á Nørronu í morgun.
Politiið úr at gera um vikuskiftið
Løgreglubilur fekk stóran skaða í ferðsluóhappi
Politibilurin fór illa í ferðsluóhappinum við Statoil støðina við Saltangará sunnumorgunin
Privatbilurin fekk ikki líka
stóran skaða sum
løgreglubilurin. Til alla
lukku var ongin fólkaskaði í
óhappinum
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Sten Balle 70 ár.
Leygardagin 19. juli fylti
Sten Balle í Havn 70 ár.
Sten er føddur í Grønlandi
og flutti sum tvey ára
gamal saman við foreldrum
sínum
til
Danmarkar.
Foreldrini vóru Birgithe og
Nicolaj
Edinger
Balle,
bæði donsk. Sten vaks upp
í Keldby á Møn, har pápin
var
prestur.
Hann
er
útbúgvin
sivilverk-
frøðingur og giftist í 1960
við
Margretu,
vanliga
nevnd
Diddan,
dóttir
Dennu og Kjartan Mohr í
Havn.
Í 1961 komu tey til Før-
oya í samband við bygging-
ina av Landssjúkra-húsi-
num, tá Sten fekk arbeið
sum
verkfrøðingur
hjá
byggifelagnum Lamhauge
& Waagstein. Seinni í 60-
unum bleiv Sten settur sum
stjóri á deildini hjá byggi-
felagnum E. Pihl & Søn í
Føroyum. Hann hevur ar-
beitt hjá hesum felag til
2002, tá hann fór frá fyri
aldur. Diddan og Sten
búgva í Havn og eiga fýra
børn: Kristin, Gitta, Gun-
vør og Nicolei. Í sambandi
við 70 ára føðingardagin
eru eini 30 fólk komin úr
Danmark, bæði familja og
gamlir vinir.
Jonhild og Óla
Jákup Kruse
silvurbrúdleyp
Týsdagin 22. juli hava
hjúnini Jonhild og Óla
Jákup Kruse á Oyrabakka
silvurbrúdleyp. Jonhild er
dóttir Olgu og Jógvan
Poulsen á Oyrabakka, og
Óla Jákup er sonur Turid og
Otto Kruse á Eiði. Óla
Jákup er skiparalærdur og
hevur siglt meginpartin av
lívinum, men nú starvast
hann á rækjuvirkinum á
Oyri. Jonhild hevur starvast
á rækjuvirkinum á Oyri í
mong ár. Jonhild og Óla
Jákup eiga fýra børn: Jógv-
an, Tórodd, Olga og Marni.
Umframt tað eiga tey
ommu- og abbabørnini
Jónas og Karin. Silvur-
brúdleypsdagin halda tey í
heiminum leygardagin 26.
juli, har øll er vælkomin.
Dagurin
22. juli. Maria Magdalena. Verður nevnd sum ein av teimum kvinnunum, sum vóru í fylgi við Jesusi og verður sett í
samband við ymiskar kvinnur, sum vit annars hoyra um í evangelisku frásøgnunum. Var ein av kvinnunum við Jesu
grøv, tá ið hann var upprisin. Magdalena merkir úr bygdini Magdala.
C
M
Y
K
9
8
Pop.fo er ein fesk s
p.fo er ein fesk íða við tónleiki og undirhaldi, sum hevur fleiri túsund vitjandi um mánaðin
Fylg vi
F
ð hvat er heitt & feitt - vitja pop.fo
Øll hava eina góð
óða s
a íðíðu
- pop.fo hevur 100
hevur 100