mikudagur 21. desember 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í
Í
Í
t
|
|
i
Í
|
Í
Tíðindablaðið CI Nr. 244 — 21. DESEMBER 1994 Sida 3
Jógvan Mørkøre , samfelagsfrødingur:
Finnið folk uttan fyri
ríkið at gera kanning
Samfelagsfróðingurin Jógvan Mørkøre heldur tað vera rætt at kanna nógv umrødda
bankamálið. Møguliga er talan um persónar i Føroyum og Danmark, sum hava okkurt
í "klemmu", og tí eigur kanningin at verða gjørd av av fólkum uttan fyri ríkið
Ein av teimum, sum hevur
verið mest frammi í fjøl-
miðlunum í sambandi við
nógv umrøddu bjarging-
inga av bankunum og øllum
ti, sum hevði tilknyti til tað
er Jógvan Mørkøre, sam-
felagsfrødingur.
Nógv av teimum viður-
skiftum, sum í dag verða
umrødd, tók hann fram í
eini drúgvari samrødu við
Sosialin í fjør.
Jógvan Mørkøre, sum í
næstum fer í nýtt starv sum
stjóri á arbeidsloysistrygg-
ingini heldur seg at gjørt tað
hann hevur kunnað og átti,
nevniliga at gera vart við, at
alt ikki ruggaði rætt í hesum
stóra máli.
Nú sær ikki mætari út enn
at hann fær viðhald í sínum
atfinningum, tí løgtingið
helst fer at samtykkja eitt
uppskot um at far undir eina
kanning av bankasaman-
leggingini - og sjálvandi
eisini tí, sum er tengt at
henni.
Jógvan Mørkøre heldur
tað vera skeivt at lata fólk í
-
Minningar-
gudstænasta
fyri Henry
Frederiksberg
I dag kl. 14 verdur minn-
ingargudstænasta í Sjóv-
ar kirkju fyri hinum 53
ára gamla Henry Frede-
riksberg av Strondum, ið
sjólótst mánadagin 5.
desember, tá »Stathav«
so brádliga sakk í sund-
inum millum Byrgis-
tanga í Hoyvík og flesina
uttan fyri Hoyvíkshólm.
Henry Frederiksberg
var maskinmaður um-
borð á »Stathav«, og tað
vóru bert hann og 59 ára
gamli Otto Petersen úr
Saltnesi, ið var skipari,
ið vóru við »Stathav«, tá
hann sakk.
Stórt leitingararbeiði
varð sett í verk, og hóast
tarnað av veðri, eydnað-
ist at finna Outo Petersen
aftur, meðan Henry Fre-
deriksberg ikki varð aft-
urfunnin.
Hann hevði verið við
»Stathav« sum avloysari
í eini fimtan år, til hann
fyri seks árum síðani fór
at sigla fast við oljubát-
inum hjá Statoil.
Otto Petersen fór til
gravar úr Fríðrikskirkj-
uni á Toftum leygardag-
in 10. desember, og kom
tá stór mannfjøld at sýna
honum hendan síðsta
heiðurin og teimum av-
varandi samkenslu.
Menninir, ið mannaðu
»Stathav« bóru orð fyri
at vera av allarbestu sjó-
monnum, og meira enn
nakar annar mundu teir
kenna alt farvatn í Føroy-
um út og inn gjøgnum
sína drúgvu sigling mill-
um oyggjarnar í mong ár.
Eisini vóru teir kendir
fyri at leggja stóran dent
á,attrygdin umborð altíð
var í lagi — gjarna lúkaði
hon meira enn krøvini.
Hver orsøkin var til
hesa syrgiligu vanlukku,
er ikki uppklárað, men
kanningar verða nú settar
í verk fyri at finna fram
til, hvat hendi.
Eftir Henry Frederiks-
berg sita einkja og fýra
børn.
hj.
Føroyum ella Danmark
standa fyri eini slikari
kanning. Her eru helst fleiri
fólk, sum eru í "klemmu",
og tí eigur ein fullkomiliga
óheft kanningarnevnd at
verða sett og tað við fólk-
um, sum búgva uttan fyri
ríkið.
Hetta er hent fyrr, men í tí
førinum vóru umframt ís-
lendingar og norðmenn
eisini danir við í nevndini,
og harvið gjørdist kann-
ingin í so tannleys.
-Vilja vit hava eina góða
kanning, so mugu vit
tryggja okkum, at tað verða
tey réttu fólkini, sum koma
at standa fyri henni.
Jógvan Mørkøre sigur, at
uppskotið frá fólkaflokk-
inum snýr seg fyrst og
fremst um bankasaman-
leggingina.
-Men tað er greitt, at um
tað í hesum liggur, at Fíggj-
areftirlitið longu í oktober
mánað 1992 visti tað, sum
nú verður sagt, so vil tað fáa
avleiðingar fyri Fíggjar-
eftirlitið og fyri so vítt eisini
fyri vidurskiftini millum
Føroyar og Danmark. Har-
aftrat koma so treir polit-
ikarar, sum vóru vid til at
samráðast.
Fíggjarligi parturin
Jógvan Mørkøre heldur
málið kann býtast upp í
tríggjar partar. Tann fyrsti
er tann fíggjarligi parturin.
Kann tað staðfestast, at
Fíggjareftirlitið longu í
1992 hevði kunnleika um,
at tað fóru at verða fleiri
avsetingar, og tað viðganga
teir nú sjálvir, so kunnu teir
ikki siga, at tað var talan um
ein rímuligan handil. Har-
við hevur tú argumentið til
at vinna næsta samráð-
ingarumfar við danir. Tí
handilin fór jú fram við at
Den Danske Bank kontak-
taði forsætismálaráðið,
sum so aftur setti seg í
samband við Fíggingar-
grunnin.
Richard Mikkelsen kem-
ur inn í myndina eftir ok-
tober, so tað er ikki vist, at
hann hevur vitað nakað um
hasi viðurskiftini. Men vit
hava so argumentið fyri, at
danski staturin troðkaði á
fyri at fáa tingini upp á
pláss. Fíggjareftirlitið
segði, at tað var ein góður
handil. Lykketoft tysti á
við tí sama. Tey, sum verða
kontaktað seinast og sum
ikki fáa stundir til at tickka
hetta eftir er landsstýrið.
Jógvan Mørkøre vísir á, at
tað veika punktið er hetta;
atum tú setir hetta fram sum
um tú er snýttur, so skal tú
eisini veruliga hava verið
snýttur.
He leggur Jógvan Mørk-
øre aftrat, at tað kann vera
eitt sindur ringt frá før-
oyskari síðu at siga, at ein er
vorðin snýttur, um so er, at
vit hava fingið umrøddu
fráboðan.
Politiski parturin
og so vit sjálvi
Hin parturin í málinum er
tann politiski millum Før-
oyar og Danmark, sum
stendst av tí, at her er talan
um eitt greitt álitisbrot, har
ein er drigin eftir hárinum
inn í ein handil, sum ikki átti
at verið farin fram og sum er
farin fram upp á skeivar
treytir.
Sum tað triðja kemur so
alt tað interna her hjá okk-
um sjálvum og vísir Jógvan
Mørkøre m.a. til referatid
hjá Sjóvinnubankanum,
sum nú er umrølt á tingi.
-Tað kann undra, at tað á
einum fundi, sum hevur
havt so stóran týdning fyri
alt tað føroyska samfelagið,
ikki fyriliggur eitt ella
annað referat. í Tinganesi.
Slikt má ikki henda. Hetta
er tí sera betonkiligt.
Jógvan Mørkøre heldur
tað vera sera løgid, at før-
oyingar eftir 6. ella 4.
oktober 1992 ikki settu sær
spurningin: var nøkur onnur
leið møgulig.
-Tann ivi, sum er um
hetta, eigur at fáa eina
kanning í gongd. Tá tosa vit
um at fáa fólkaræði og
demokrati at virka.
Hvussu makta við
oljufólkini?
Jógvan Mørkøre heldur, at
tað er sera týdningarmikið
fyri framtíðina at fáa eina
kanning gjørda. Hann spyr í
hesum sambandi, hvussu vit
kunnu klára at takla eina
komandi oljuvinnu, tá vit
ikki megna at fáa bilbukt við
hesum?
-Tað skulu vit vita, at tå
talan verður um at gera
avtalur og samráðasi um
oljumilliardir tå verda
Richard Mikkelsen og adrir
at meta sum småfiskar. Eg
beri tí stóran Ótti fyri, hvat
fer at henda tá, um vit ikki nú
fáa alt upp á pláss í stóra
bankamálinum Hvussu
skulu vit skulu klára at gera
avtalur við stór oljufeløg, tå
vit ikki megna at "hamla"
upp við teir smáu fiskarnar.
Nettup viðeini oljuvinnu í
huganum haldi eg tað er sera
umráðandi at gera umrøddu
kanningar fyri harvið at
kunna vita, hvat skal gerast
ødrvisi í framtíðini, soleiðis
at vit ikki søpla alt olju-
rikidømid burtur uppå sama
måta sum vit hava gjørt vid
alt annað sigur Jógvan
Mørkørc. jan
-
jólagávur =
Vit hava nú hópin av
nýggjum og spennandi
TROYGGJUM
frá TØTING Í Gøtu
Hópurav vøkrum
MYNSTRUM & LITUM
Komið og síggið tær hjá:
We: lógvhandilin
Sverrisgota 19
Tórshavn
Tlf. 15264
Fax. 19623
REINGERDARFOLK
til Sparikassan
at seta í starv pr. 1. jan. 1995
Til deild okkara i Fuglafirdi verdur
sekt eftir álítandi reingerðarfólki.
Arbeiðstíðin er 30 tímar um mán-
aðin, t.v.s. hvønn gerandisdag
eftir afturlatingartíð.
Lon eftir avtalu.
Skrivlig umsókn skal sendast í
seinasta lagi 28. des. 1994 til
Føroya Sparikassa, 530 Fugla-
firdi.
Af FØROYA SPARIKASSI
MAZDA 323
Árg. 86, í góðum standi — til solu.
Tlf. 73112
Hus i Midvågi
— til sølu.
Tlf. 13139
Lýsið i sosialinum