mikudagur 21. desember 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Hvor duldi hvat fyri hvørjum?
Nr. 244 — 21. DESEMBER 1994
Er nakað kriminelt
skal tað meldast
Tað heldur Marita Petersen, løgtingsformadur. Annars er lítið at ivast i, at uppskotið
hjá Fólkaflokkinum at kanna partabrævabýtið í bankunum, eins og endaligu
samanleggingina, verður samtykt á tingi
Í nærum fýra tímar við-
gjørdu løgtingsmenn må-
nadagin eitt uppskot frå
Fólkaflokkinum at kanna
partabævabýtið i Føroya
Banka og Sjóvinnubankan-
um 22. mars í fjør, og
endaligu samanleggingina
av bankunum seinri á sumri
sama ár.
Hóast uppskotið mána-
dagin bert var til fyrstu
viðgerð, og eingin atkvødu-
greiðsla fór fram, er einki at
ivast í , at tað verður sam-
tykt. Eftir øllum at dóma fer
øll andstødan á tingi at
atkvødu fyri ti, og tad gera
fólk år samgonguni eisini.
Taðer longu greitt, at Sjálv-
stýrisflokkurin og Verka-
mannafylkingin atkvøda
fyri uppskotinum, og tað
gera nakrir sambandsmenn
og møguliga javnaðarmenn
eisini.
Tíðindablaðið CS)
Duldir upplýsingar
Hvussu mikið fingu lands-
stýrismenn og tingmenn at
vita um veruliga peninga-
tørvin hjá bankunum? Vóru
upplýsingar duldir fyri
politikarunum? Duldi løg-
madur og landsstyrismenn
upplýsingar fyri ungmonn-
um? Villleiddi Den Danske
Bank landsstýrið? Hvussu
var leikluturin hjá fíggjar-
eftirlitinum?… og so fram-
vegis. Hesir vóru nakrir av
teimum stóru spurningun-
um í orðaskiftinum.
Skal nøkur nidurstøda
gerast í stuttum av hvat
tingmenn nú siga um
bankasamanleggingina og
partabrævabýtið kann sig-
ast, at tingmenn vóru ør-
kymladir, kendu seg lump-
aðar,- eitt sindur ivasamt av
hvørjum, og eingin segði
seg hava nakað ímóti, at
hesi viðurskifti verða
kannað til botns. Ikki bert
fyri at fáa eina frágreiðing
aftrat. Teimum hava vit nóg
mikið av, men farast skal so
langt, at er nakað kriminelt
farið fram, sum løguings-
formaðurin Marita Petersen
tók til, so skal viðkomandi
meldast. Nú má fáast slætt
borð, hildu flestu tingmenn.
Tapið tað sama men
ikki fyri tey somu
Ein av spurningunum, sum
tingmenn tóku fram undir
ordaskiftnum var, hvat
politikararnir fingu at vita
um veruliga peningatørvin
hjá Sjóvinnubankanum.
Millum áhoyrararnar í
tinginum mánadagin, tá
tingmenn umrøddu
umstóðurnar í samband
við
bankasamanleggingina,
vóru Jørn Astrup Hansen,
bankastjóri og Poul Mohr,
nevndarlimur í bankanum
Mynd: Kalmar
Alt bendir á, at tingið
fer at samtykkja, at
setast skal ein óheft
og serkøn kanning
sum skal lýsa -
artabrævabýtið í
øroya Banka og
Sjóvinnubankanum
2. mars 1993, og
endalign
samanleggingina
gr á sumri sama
Mynd: Kalmar
Birgir Danielsen, sum nú er
komin á ting aftur upplýsti,
at fundarfrágreiðing vísir,
at bæði táverandi løgmadur
og fíggjarmálaráðharri, tá
bankakreppan kom alment
fram 6. oktober 1992, vistu,
at bankanum — tørvadi
munandi meira pening enn
hålvu milliardina, sum tå
kom fram. Bankanum
tørvadi eina heila milliard
aftart, segði Birgir Dani-
elsen. Sjålvur møtti hann á
hesum fundinum, sum um-
bod fyri bankan. Fundurin
var 4. oktober, tad vil siga
tveir dagar undan banka-
bjargingini. Á hesum fundi
vóru eisini bæði lands-
stýrisumboðini eins og um-
boð fyri Figgjareftirlitid.
-Á hesum fundinum fingu
vit at vita, at Sjóvinnubank-
anum tørvadi 1,5 milliard.
Tað stendur í eini fundar-
frágreiðing hjá bankanum,
segði Birgir Danielsen.
Hann spurdi hvar fundar-
frágreiðingin, sum lands-
stýrið átti at hava gjørt frå
hesum sama fundi, var.
Í hesum sambandi helt
onkur tingmadur, at tað
hevði verið ivasamt, um
Sjóvinnubankin hevði
verið bjargaður um tað var
alment kent, at bankanum
tørvadi so nógvan pening.
Birgir Danielsen helt, at
tað var rætt at bjarga bank-
anum.
-Samlaða tapið hevði
verið eins stórt, men tað
hevði ikki gingið út yvir
skattgjaldaran. Fór bankin,
gekk tað útyvir vinnulívið
og tey, sum áttu pengar í
bankanum, segði Birgir
Danielsen.
Hví tagdi Birgir
Danieslen
Marita Petersen vildi fegin
hava at vita, hví Birgir
Danielsen ikki er komin við
hesum upplýsingum fyrr
enn nú. Vildi hann ikki siga
tað fyri ødrum, kundi hann
sagt tað fyri partamanni
sínum, táverandi fíggjar-
málaráðharra Jógvani
Sundstein, segði Marita
Petersen. Til hetta svaraði
Birgir Danielsen, at hann sá
tað ikki sum sína uppgåva at
skriva fundarfrågreiding
fyri landsstýrið.
Marita Petersen helt tað
kortini vera skeivt, at ein
ungmaður soleiðis duldi
upplýsingar fyri landsstýr-
inum, og hon legði aftrat, at
nú skal farast víðari við
hesum máli. Tað skal kann-
ast ul botns, og um nakað
kriminelt er farið fram, so
skal viðkomandi meldast,
segði løgungsformadurin.
tór.-