mikudagur 21. desember 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ETERN
Nr. 244 — 21. DESEMBER 1994 Síða5
Tidindabladid EK
Mong vilja innrætta nýggja Maskinskúlan:
Heili 49 boð
Lægstu boðini geva tilsamans 3,3 millión. Hetta er bíligt í mun til tað, arbeiðið varð
mett at kosta
Tá freistin at lata tilboðini
inn til innrættingina av
nýggja Maskinskúlanum
var úti, vóru heili 49 boð
komin. Maskinskúlin skal
innrættast í húsunum sum
Wenzel Petersen bygdi við
Oyggjarvegin, og sum
landsstýrið hevur keypt.
Størstur var åhugin at
bjóða upp á timburarbeidi.
Ikki færri enn 15 fyritøkur
hildu seg til at bjóða. Lægst
var Byggi-Service å Skåla,
sum bydur sær at gera ar-
beiði fyri 1.117.756 krónur.
Seks tilboð komu í sam-
band við snikkaraarbeidi.
Lægst var Havnar Træ-
smiðja sum beyð 293.550
krónur. Målaraarbeidi buðu
sjey seg til. Lægstur var
Henning Sørensen á Argj-
um við 266.215 krónur.
Sjey tilboð komu í samband
við hita- og sanitetsarbeiði.
Lægstur var Bent Morten-
sen í Vági. Hann beyð
400.039 krónur. Fimm til-
boð í samband við ventil-
latión. Her var Zakarias
Leitisstein úr Rúnavík
lægstur við 750.063. Í sam-
band við el-arbeiði komu
níggju tilboð. Lægst var El-
Service á Skála, sum beyð
sær til at gera arbeiði fyri
499.707 krónur.
Staðið fyri projektinum
og arkitektaarbeiðinum
hevur Arkitektavirkid Árni
Winther. Fyri HVS-arbeið-
inum Sofus M. Jakobsen,
og fyri elarbeiðinum hevur
Viggo A. Hansen staðið
fyri.
Nú verða tilboðini
kannað væl og virðiliga, og
Peningastovnarnir
eisini skrivað skeivt
Telefonirnar kima hjá Toll- og Skattstovuni og hjá peninga-
stovnunum, orsakað av brævinum nógv fólk hava fingið við-
víkjandi ognaruppgerðini
Toll- og Skattstovan hevur
sent út 16.5000 brøv til fólk
og boað teimum frá, at sam-
svar ikki er ímillum tað,
sum tey hava skrivað á
ognaruppgerðina, og tað,
sum peningastovnarnir
hava upplýst, at fólk eiga
ella skylda.
16.500 svarar til, at 80%
av øllum, sum hava sent inn
ognaruppgerð, hava fingið
bræv.
Orsøkirnar til, at tølini
ikki passa, eru ymiskar.
Summi hava als ikki latið
p-talið inn, ella tey hava
gloymt at latið øllum
peningastovnum tað.
Tað eru eisini tey, sum als
ikki hava útfylt ognarupp-
gerðina, ella tey bara hava
skrivað skuldina ella hava
skrivað eitt á leið tal.
Fleiri hava eisini fingið
bræv, ti tey hava ikki
skrivad småbørn sini og
ognir teirra á ognargerðina.
Men tað eru ikki bara
skattgjaldararnir, sum hava
skyldina av, at tølini ikki
samsvara. Fleiri dømi eru
um, at peningastovnarnir av
eini ella adrari orsøk ikki
hava uppgivid rætt yvirfyri
Toll- og Skattstovuni. Hjå
onkrum eru fleiri konti
dotnar burturimillum,
sjålvt um hesi somu lótu inn
p-talid rættstundis.
- Tað kann vera okkurt
brek í telduútskrivingini,
heldur Sofus Johannesen,
deildarleiðari á Toll- og
Skattstovuni.
Ein feilur, sum gongur
aftur hjá fleiri er, at Føroya
Sparikassi hevur gloymt at
uppgeva ábyrgdarfæið.
Bæði hjá Toll- og Skatt-
stovuni, hjá Húsaláns-
grunninum og hjá peninga-
stovnunum hava tey í hes-
um úr at gera, ti so nógv
ringja og gera vart við seg.
Toll- og Skattstovan
vónar at hava frætt frá øll-
um, sum hava fingið bræv
um skeivar upplýsingar,
áðrenn árið er úti.
randi
so fær landsstýrið eina
tilráðing frá teimum sum
hava projektera.
tór.-
Tilboðini at innrætta
Maskinskúlan vóru
upplatin í gamla Føroya
Banka húsunum
mánadagin, og sum vera
man var áhugin hjá
teimum bjóðandi stórur.
Tilboðini vóru nakað
lægri enn mett varð
frammanundan.
Mynd: Kalmar
FOTEL
HAFNIA
Í KVØLD á
HOSKVØLDID
bjóða vit
STÓRT
JÓLABORÐ
fyri
LIVANDI TÓNLEIKUR
v/M. C. Restorff
Tlf. 11270 - Fax 15250
[54
i
Í
fø LEIGA Ci vioco
*
fyri BERT
v/ Guttorm Mortensen, Lýðarsvegur 15
SOLA — UMVÆLINGAR — LEIGA
1 koppur av kaffi ella te
og jólabolli 1 5 8
3
el. eplaskivur
KONDITTARÍIÐ Í MIÐBÝNUM
Spildurnyggjur
FORD MONDEO 1,8 GLX
— bert koyrt 2.200 km, til sølu vid AV-
SLATTRI. Virdi kr. 240.000.
Tlf. 57223
TRULY? kring landið
ÅMINNARIN
HENDINGATILBOÐ
Kr. 395,-
FRAM TIL NÝGGJÁRS, UM GOYMSLAN RØKKUR
Sverrisgeta 9 - FR-110 Tórshavn
tif. (+298) 10603 - fax. 10806 - box 3181