mikudagur 21. desember 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (ET:
Nr. 244 — 21. DESEMBER 1994
Síða 11
Eftir Jústinus Eidesgaard
Myndir: Kalmar Lindenskov
- Vit skulu hyggja eftir og
boda frå, um flogfør, sum
ikki hava loyvi at flúgva i
føroyskum loftrúmi halda
seg burtur. Øll flogfør hava
ein sendara umborð, sum
sendir eina kodu, íð sæst á
radaranum, á tann hátt
síggja vit hvat flogfar talan
er um, sigur T. A. Jørgen-
sen.
Okkara uppgáva er fyrst
og fremst hernaðarlig, tað
vil siga vit hyggja eftir
hernaðarflogfgrum. Men
vit síggja eisini sivil flogfør
á skerminum og teimum
fylgja vit við. Tað kann vera
rættuliga lívligt í himmal-
rúminum yvir Føroyum vid
hvert, sigur T.A. Jørgensen.
Føroyingar vinna
pening ur luftini
Undanfarna landsstyrid
arbeiddi vid eini ætlan,
sum skuldi geva føroyska
landskassanum —inniøkur
frá teimum flogførum, sum
flúgva yvir føroyskum loft-
rúmi. Heldur tú hettaer ein
gongd leið?
— Nú eri eg ikki tann rætti
til at svara hesum, men eg
skal siga so mikið, at eitt
sindur skal til áðrenn føroy-
ingar fáa pening úr luftini. Í
dag er føroyska luftrúmið
ógvuliga lítið. TI veruleik-
anum er tað bert talan um
luftrúmið, tíggjar fjórðing-
ar úr landi. Hetta økid er so
lítið, at lætt er hjá flogførum
at flúgva uttanum, skuldi
verið neyðugt at goldid fyri
at flogið í gjøgnum. Fyrst í
fimtiárunum avgjørd: al-
tjóða luftfartsfelagið at býta
Atlantshavið uppí stór økir
Sunnanfyri 61 stíg hevur
Skotland eftirlit við og tey
flogfør sum flugva í hesum
øki, mugu rinda pening ul
bretar. Norðanfyri 61 stig
og eystur móti Hetlandi
hava íslendingar eftirlit við
økinum. Flúgva flogfør
Andrea Nedergaard Hansen er føroysk
gjøgnum hetta luftrum, so
skulu tey rinda ul islend-
ingar. Tað vil siga, at flog-
feløgini rinda til ein felags-
kassa undir altjóða loftfarts-
felagnum og síðan rindar
hesin til tey lond, sum hava
efurlit við ymisku loftrúm-
unum, sigur T.A. Jørgen-
scn.
Skulu føroyingar fáa
inntøku úr loftrúminum, so
er neyðugt, at teir fáa góð-
kent eitt luftrúm at hava
eftirlit við. Í dag eru tekn-
isku framstigini so stór, at
gongdin er ikki, at skift
verður yvir ul minni økir.
Eitt flogfar, sum flýgur úr
Keypmannahavn ul New
York, hevur ikki brúk fyri
nakrari stød á landi, fyri at
hjálpa sær at navigera. Nú
klára fylgisveinarnir hetta
arbeiði, sigur T.A. Jørgen-
sen.
— Økid sum føroyingar
møguliga kundu fingid at
havt eftirlitið við verður
ikki stórt og rættuliga nógv
flogfør skulu til, áðrenn
slíkt gevur pening. Utreiðs-
"1
lurnar til radarútgerð eru
eisini ovurhonds kostnað-
armiklar. Nú er radarstødin
á Sornfelli rættuliga stór, so
stórari stød er ikki neyðugt
við, bert fyri at fylgja við
sivilu flogførunum. Men eg
kann nevna at rakstrarút-
rcidslurnar til støðina í
Mjørkadali eru 50 milliónir
krónur um árið, sigur T.A.
Jørgensen.
— Hetta var ikki ein roynd
at taka mótið frá føroyingu-
m, men bert at siga, at nógv
skal til, áðrenn eftirlit við
flogferðsluni gevur pening.
Ein fyrimunur fyri føroy-
ingar er, at yvir okkum eru
jetstreymar, sum flogførini
kunnu spara nógv brenni-
evni um tey nýta. Tað lokk
ar kanska flogfør at flúgva
yvir Føroyum, sjálvt um tað
kostar í landskassan. Ein
bd
Operatørarnir greiða T.A. Jørgensen, ovasta i Mjørkadali, frá hvat teir síggja á radarskermunum
vans: er, at gerast økini
smærri, so royna flogførini
at flúgva uttanum, fyri at
spara avgjald, vigar hetta
uppímóti brennievnisnyt-
sluni, sigur hann.
Bunkarin
å Sornfelli
Ovastarnir í Mjørkadali
eru blíðir og tá vit eru lidnir
at práta, bjóða teir okkum
ein túr niðan á Sornfelli at
síggja radarstødina.
Høgætt er og kavin liggur
tjúkkur uttanfyri, Vit setast í
ein jeep. Ein Mercedes og
bilstjórin greiðir frá, at hann
kostar yvir eina hálva milli-
ón, skuldi tú keypt hann
sum sivilan bil. Schmidt
heldur, at tá prísurin er so
góður, so kundi bilurin eitt
nú verið útgjørdur við ljósi í
panelinum og hita í bak-
rútinum. Men har er einki
luksus, bert týsk dygd, sum
næstan ikki forgongur.
Vit koyra niðan eftir
smala vegnum og nú er
knappliga kavarok. Motor-
urin trekkir á øllum fýra
hjólunum og dregur okkum
trygt niðan í hellið í Sorn-
felli. Knappliga standa vit
inni í tunnlinum, sum gong-
ur inn til bunkaran. Vit
ganga inní fjallið. Á veggj-
unum grør mosi, um ongan-
tíð hevur sæð dagsins ljós.
Mosin er sjáldsamur, sigur
T.A. Jørgensen. Visunda-
fólk hava granskað hann..
So standa vit við stóru dyrn-
ar inní bunkaran. Ein ella
onnur koda verður trýst og
hurðin fer upp. Her er fjálgt
og friðaligt og einki hoyrist
ul høgættina uttanfyri. vit
eru staddir einar 200 metrar
inni í fjallinum og góðir 60
metrar er uppá á Sornfelli.
Risastór steð
inni í fjallinum
Fyrst í seksttárunum er
stødin á Sornfelli gjørd og
her er talan um eitt risastórt
arbeiði. Eitt hol er
sprongt inni í fjallinum og í
hesum holinum er innrættað
ein rúgva av rúmum í tveim-
um hæddum. Her eru eftir-
stort
litsrúm til radarskermarnar.
Her eru teldurúm, sum taka
upplýsningar inn frá øðrum
radarum, eitt nú í Skotlandi
og Íslandi. Her eru maskin-
rúm og skrivstovur. Her er
kantina og mangt mangt
annað.
Vit eru staddir inni í
rúminum, har radaramynd-
irnar síggjast Klokkan er
um eitt og í løtuni er Ógvu-
liga fridaligt yvir føroysk-
um luftrúmi. Vit síggja trý
flogfør, tvey vestanfyri Før-
oyar og eitt sunnanfyri.
Niðri móti Hetlandi er
ferðslan tøtt og serliga niðri
í Norðsjónum. Hesi flogfør
sær radarin á Sornfelli ikki,
men hann fær data sendandi
úr Skotlandi, sum sýna
flogførini. Norður í havi
norður móti Loynikróki-
num er eitt flogfar á veg
yvir Norðpólin til Singapor,
greiðir ein opreatørur frá.
Tey flogfør sum flúgva
yvir Føroyum eru serliga
flogfør til Norðuramerika,
tey nýta stórsirkulin og á
eini kúlu er stytsta leið
millum tvey punkt ein bogi.
Tí flugva flogfør í Europa
heilt norður á 62 súg fyri at
t
js
þe- 9
T.A. Jørgensen vísir á talvuna við starvsfólki í Mjørkadali
lenda aftur á 40 stigum í
USA.
Operatgrurin greiðir frá at
radarin røkkur 400 kilo-
metur. Tað vit siga, at hann
sær flogfør sum flugva høgt
yvir eysturlandinum i Is-
landi, Sama um flogfør
flúgva høgt yvir Hetlandi.
Inni i fjallinum er eykaút-
gerð ul alt, til teldur, til
radarar og øll tól. Hetta er
ein sera kostnaðarmikil
goymsla.
Starvsfólkið arbeiðir í
vaktum, men tað kemur
meir enn so fyri um veturin,
at tey sleppa ikki oman-
aftur. Vit heila eisini uppá
onkran føroying, sum starv-
ast á stødini.
Kavarok á Sornfelli
Næstovatin fyri útgerðs-
deildini á Somfelli, H.H.
Elgaard víðir okkum scann-
ararnar á Sornfelli.
Vit koma inní eina pinku-
lítlanlyftu, sum skal fyfta
okkum teir 60 metrarnar
uppá fjallið. Vit kundu ei-
sini gingið upp gjøgnum
trappurnar.
Uppi å Somfelli arbeidir
vanliga einki fólk. Her er
bert fólk, tå okkurt skap
umvælast. Uppi á fjallinum
eru tvær sokallaðar ra-
domir. Tað eru hálvu fót-
bóltarnir, sum radarin og
samskiftisparabolurin
standa í. Í tí minna stendur
parabolurin, í ti stórra
skannarin. Fyrr var scannari
eisini í tí minna, men nýggj
tøknfrødi hevur gjørt, at
neyðugt er bert er neyðugt
við tí eina. Vit hyggja útum,
har er kalt og kavarok.
— Inni í radomunum er
yvirtrýst. Hetta ger at bygn-
ingurin er sera sterkur. her
ernógvur vindur, kemur ho!
á so viknar bygningurin
beinanvegin, sigur H.H.
Elgaard.
Uppi á Sornfelli er einki
verandi stað og ein hálvan
tíma seinni siga vit farvæl í
Mjørkadali á veg aftur til
sivilisatiónina í høvuds-
staðnum.