mikudagur 21. desember 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
BÓKAUMMÆLI
Nú er jólagávutíðin komin
í hæddina, og tey flestu
renna stundandi úr einum
handli í tann næsta — stød-
ugt í vónini um at finna
júst ta réttu jólagávuna til
hansara ella hennara.
Lat so verða sagt bein-
anvegin, at til teirra, ið
elska fótbólt — um tað so
er at spæla hann ella
hyggja at honum — er ikki
neyðugt at leita so leingi,
sum mangan verður gjørt.
Uppskriftin er her: Finn
nærmasta bókhandilin og
spyr eftir »Føroyskur fót-
bóltur 94 — í orðum og
myndum«… og tú hevur
skorað!
Alt tað, ið føroyskir fót-
bóltselskarar hava verið
igjøgnum í farna árinum,
er tikið við í bókina -- ann-
a0hvørt umrøtt í fáum
reglum ella eitt sindur
meira nágreiniligt.
A ein hátt kann tað tykj-
ast eitt sindur óheppið, at
júst undirritaði fer undir at
skriva hetta ummæli, tí tað
er starvsfelagin Jóannes
Hansen alias -nn-, ið hev-
ur skrivað flestu orðini í
bókini, og sjálvsagt er
heldur ikki frítt, at nógv
kennist aftur av tí, Sosial-
urin í farna árinum hevur
skrivað um fótbólt. Kort-
ini tykir undirritaða, at eis-
ini pennurin hjá Finni
Helmsdal hómast í onkr-
um av tilfarinum í bókini.
Hinvegin, so er tað altíð
so við einum blaði, at tað
verður lisið og síðani
koyrt burtur — um tú sum
blaðútgevari ikki ert so
1eppin, at tað í staðin
kann nýtast at pakka fisk
& chips inní.
Tí hava allarhelst tey
flestu, ið bert lósu hend-
inga greinina og kveittu
gjøgnum nakrar, gleði av
at kunna seta seg í tann
djúpa lenistólin og blaða
seg gjøgnum landskapp-
ing, steypakapping, lands-
dystir og annað gott — alt í
einum koyri.
Av tí at hetta er fyrsta
fótbóltsárbókin, Jóannes
skrivar, skal her ikki verða
borið ov nógv saman við
tær undanfarnu, hóast tað
er sama forlag, ið gevur
út. Men fyri fyrst kann
fyri ordans skyld verða
»Føroyskur fótbóltur '94
— í orðum og myndum«.
Eitt sera áhugavert bóka-
verk, ið vekir minni um
farnu fótbóltslandskapp-
ingina og fótbóltin yvir-
høvur í farna árinum
Nr. 244 — 21. DESEMBER 1994
Fótbóltsjólagavan
til allar føroyskar
fotboltselskarar
stadfest, at hendan saktans
tolir samanberingina, um
onkur annars hevur hug…
Sjålvsagt er tad besta
mansdeildin, ið stjelur
mesta plássið, og har verð-
ur eisini fariíð gjøgnum all-
ar dystimar. Summir fáa
fleiri reglur og aðrir færri
— kanska alt eftir týdning-
inum, ið er lættari at
síggja, tá kappingini er
farin afturum og tú kanst
hyggja í bakkspeglið.
Bókin er hesaferð bygd
upp soleiðis, at frágreið-
ingarnar eru fyri seg, og so
må lesarin leita í hagtølini
fyri at minna seg aftur á,
um tað var hesin ella has-
in, ið skoraði útjavnandi
málið, ella hvat tað var.
Hesum viðvíkjandi hev-
ur undirritaði eitt hjarta-
suff: Hesin uppsetingar-
háttur førir við sær, at tann
idni lesarin beinanvegin
noyðist at keypa sær tvær
bøkur, tí bladingin aftur og
fram, meðan lisið verður,
skjótt kann gerast í meira
lagi, so bókin — hóast væl
prentað og innbundin —
ferst í rygginum.
Nógv skilabetri hevði tí
heldur verið at latið hagtøl
og frágreiðingar staðið
saman, so tú alla tíðina
kundi bert skoytt ovast ella
niðast í stubban, tú lesur,
fyri at fáa hagtølini upp á
pláss millum tær gráu í ov-
astu hædd. Tað hevði við
vissu gjørt tað nógvar
ferðir lættari at lisið bók-
ina.
Kvinnufótbólturin er
ikki so væl mannaður sum
mansfótbólturin, so tí eru
ikki eins nógv umfør í
kappingini. Men hvørja
ferð, kvinnurnar hava
dystast, verður greitt frá
hesum.
Tað sama ger seg ikki
galdandi fyri 2. og 3. deild
hjá monnunum, tí dystirnir
hjá 2. deild verða bert um-
raddir tridjahvørt viku-
skiftid og 3. deild triggjar
ferðir tilsamans í bókini.
Hver orsøkin er til hetta,
dugir undirritaði ikki rætti-
liga at síggja nakra rgk-
fróði (logik) í, tí hesar
báðar deildirnar kundu
verið tiknar við í bókina
við tíðarfestari raðfylgju,
eins og 1. deild hjá monn-
unum og kvinnunum, uttan
at tað tó var neyðugt at
skriva so nógv um hvort
umfarid. Tað hevði eisini
gjørt bókina lættari at lis-
ið.
Men nú skal ikki bert
finnast at, tí undirritaði
ætlar sær eisini komandi
ár, um lív og heilsa og alt
annað verður til tað, at
samstarva við >-nn-<, so
onkur rósa skal eisini
sleppa at pynta hetta um-
mæli, tí í roynd og veru er
bókin mest eyðkend av tí
positiva og tí, ið hevur rós
uppiborið.
Fyri tað fyrsta, so er
bókin snotiliga sett upp
við góðari javnvág millum
myndir og tekst, so tú
sleppur undan at skoyta
eyguni av lagi, tí tú bert
sært stóran blokk av teksti
framman fyri tær.
Fyri tað næsta, so er tað
sera prýðiligt fyri bókina,
at hon allan vegin igjøgn-
um er kryddað av smáum
søgum um feløg, spælarar
og smáar hendingar í
kappingarárinum, ið tola at
verða nevndar fyri seg
sjálvan. Hetta er nakað av
ti mest positiva við »Før-
oyskur fótbóltur "94 — í
orðum og myndum“.
Fyri tað triðja verður
bókin eisini áhugaverd hjá
teimum yngru spælarun-
um, ið mangan verða
gloymdir, tí stundir og
pláss ikki altíð er fyri
teimum í fjølmidlunum.
Hesi kunnu nú lesa okkurt
um seg sjálvi á prenti, so tí
skal ikki undra, um meira
enn so onkur av teimum
yngru eisini ynskir sær ein
harðan pakka undir jóla-
trænum, ið telur 132 síður
ella so...
Fyri tað fjórða lyfta tey
mongu hagtølini, ið eru
fleiri og meira umfevnandi
enn nakrantíð, bókina upp
á eitt høgt stødi. Summi
leggja einki í at vita
hvussu hetta ella hatta
málið varð skotið — men
vilja bert vita, hvor skjeyt
tað! Hesi kunnu fáa nógv
upp á pláss við at lesa tey
mongu hagtølini, ið bókin
hesaferð gevur rúmd fyri.
Nú gjørdist hetta um-
mælið næstan í bókalongd,
men her skal so stutt verða
tikid samanum: »Føroysk-
ur fótbóltur "94 — í orðum
Tidindabladid EH
og myndum« er eitt frålikt
bókaverk, ið kanska vendir
sær til ein avmarkadan
men kortini ein so sera
stóran — part av føroying-
um.
Men hesin bólkur fær so
mikið meira afturfyri, ti
meðan fannirnar vónandi
liggja uttan fyri tað frost-
sprongda vindeygað á jól-
um, er júst sovorðin lesn-
aður kærkomin at stytta
sær stundir við — og so at
hvessa sær minnið við eis-
ini.
Hilmar Jan Hansen
E.S. Vónandi fær onkur á
føroyamålsdeildini á Fróð-
skapai setrinum bókina í
jólagávu, so nøkur góð
føroysk orð verða funnin
at ríka ítróttarskrivingina.
Hinvegin skal slík skriving
verða løtt og ikki stirvin,
so treytin fyri, at nýggj orð
kanska kunnu fáa ein
kjans, er at tey ikki skaða
tunguna í vanligum fót-
bóltspráti og annars halda
í seg niðan fyri teir tjúgu
bókstavirnar í longd…
Telefonbókin
- er mest til
stuttleika...
BÓKAUMMÆLI
Herfyri kom so Telefon-
verk Føroya Løgtings
endiliga vid nyggju tele-
fonbókini, id ber heitið
>Telefonbók 95/96«.
Ikki gekk long tid, so
funnu tey, ið hava fragd í
at lesa telefonbøkur, út-
av at brekini ikki vóru so
fá, ið hendan góða bók
hevur givið rúmd fyri
hesaferð.
Fyrst var tað yvirlitið
yvir postboksir í Havn,
iðeinki yvirlit hevði yvir
oll tey, ið byrja við L. So
ikki bar til at finna post-
boksirnar hjá Landsapo-
tekaranum, Landsverk-
fróðinginum, Leikhús
Bio, Løgtingsskrivstov-
uni ella øðrum, ið kundu
hugsast at havt sína post-
boks undir L.
Men síðani hevur tað
víst seg, at eisini fleiri
aðrar villur eru í nýggju
telefonbókini. Eitt nú er
handilin Dalsberg á síðu
35 skrásettur sum hav-
andi »hemmeligt nr.«.
Eisini hevur onkur úti í
Koltri á síðu 109 telefon-
nummar, ið byrjar við 99
— men nummarið finst
ikki nakrastaðni aftur í
yvirlitinum aftanfyri.
Eisini sær nú út til, at
Telefonverkið roynir at
knýta serlig vinarbond
millum Føroyar og An-
dorra. Í hvussu er hevur
Andorra nú fingið sama
altjóða nummarið sum
Føroyar, 009 298. Allar
aðrar telefonbøkur siga
annars, at tú skalt ringja
009 33, um tú ætlar tær at
fáa fatur á onkrum í An-
dorra.
Nýtt konufólkanavn er
eisini komið, síðani tele-
fonbókin kom út. Suffía
Danielsen eitur nú Suffá
Danielsen — ivasamt, um
hetta er góðkent av teirri
nevndini, ið ger av, um
føroyingar eita hetta ella
hatta.
Í gomlu telefonbókini
var tað ein havnarmaður,
ið fann stuttleika í at bera
heitið »cand. loss.<. Tað
ger hann framvegis, men
tað tykist, sum um hetta
hugskot hansara av álv-
ara hevur vunnið frama,
tí í nýggju telefonbókini
erein á síðu 61 sloppin at
titulera seg sum >norð-
maður<.
Nógvar aðrar stórri og
smærri villur eru í bók-
ini, men tann stuttligasta
man vera at síggja undir
Fróðskaparsetrinum, ið
nú eisini hevur adressu í
Náatúni — áður kallaðist
tað Nóatún. Í næstu tele-
fonbókini fer tað kanska
at eita Nóðatún — sjálv-
andi við rætta ð' inum...
Í tí skapi, telefonbókin
hevur í skrivandi løtu, er
hon avgjørdur kapping-
arneyti til »Skemt '94«!
Men tað kann hon so
sanniliga eisini vera, tí á
síðu 3 verður sligið fast,
at>Telefonverkið átekur
sær onga endurgjalds-
ábyrgd fyri fylgjurnar av
møguligum skeivleikum
í telefonbókini.<
Vóru hesar reglur ikki í
bókini, var hon ivaleyst
eisini nógv dýrari...
Hilmar Jan Hansen
———