mikudagur 21. desember 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—————ú ————
ERE
Tidindabladid [ sostalurin | Nr. 244 — 21. DESEMBER 1994 Sida 13
Frågreiding i sambandi vid målid um
kanning av partabrævabytinum
millum Sjovinnubankan og Føroya Banka
I sambandi vid vidgerdina
av hesum máli, bæði á Før-
oya Løgtingi og í fjølmidl-
unum, hevur orðaskiftið
fyri ein part snúð seg um eitt
fundarreferat frá fundinum
sunnudagin 4. oktober 1992
í Figgjareftirlitinum, har
umboð fyri Fíggjareftirlit-
ið, Sjóvinnubankan og
Landsstýrið vóru til staðar.
Í hesum sambandi hevur
verið ført fram frá ymiskum
síðum, at vit undirritaðu
umboð fyri táverandi lands-
stýri, Atli P. Dam og Jógvan
Sundstein, skuldu havt
fingið at vitað, at neyðugt
var við einari milliard krón-
ur meira at bjarga Sjóvinnu-
bankanum enn tann um leið
hálva milliardin, sum út-
vegað varð til endamálið.
Rætt er, at undirritaðu
vóru á nevnda fundi, sum
samanlagt vardi í ca. 2 tím-
ar. Ein partur av fundinum
gekk fyrst til at Sjóvinnu-
banka umboðini kunnaðu
serliga Atla Dam, sum júst
var komin til København
við flogfarinum, um gongd-
ina higartil (Jógvan Sund-
stein hevði fingið hesa
kunning kveldið fyri). Vit
fingu millum annað út-
flýggjað referat av fundin-
um, sum hevði verið bæði
fyrrapart og seinnapart
fríggjadagin 2. oktober
1992 millum umboð frá
Figgjareftirlitinum og Sjó-
vinnubankanum. Síðani
høvdu Atli Dam og Jógvan
JOLA-
MASKINA
DUST-
TILBOD
INDESIT VASKI- 4, kg - s00
KONTANT einanskr. 4.935 ;
| MIKROBYLGJU- |
OVNUR úr. 2.250,-
Sundstein fund sínámillum
í einar 10 minuttir, áðrenn
umboðini fyri Fíggjareftir-
litið komu á fundin.
Latið okkum allar fyrst
sláa fast, at aftan á at hava
rannsakað minni okkara og
eftir bestu sannføring okk-
ara. hava vit ongantíð sæð
400 snun./min.
SÚGVARAR urkr. 795,-
Keypid har tygum fåa bestu
tænastuna — keypið frå:
P/F SERVICA - HVITVØRUR
Heykavegur 1 - Tórshavn - Tlf. 11404 S.
Í bygninginum hjá Thomas Dam á Hálsi
AEG - ATLAS - HUSQVARNA - ELCOLD - INDESIT umboð
tað nú so nógv umrødda
fundarreferat. So vítt okk-
um kunnugt hevur Fíggjar-
eftirlitið heldur ongantíð
sæð referatið. Eisini eru vit
vitandi um, ataðrir luttakar-
ar á fundinum heldur ikki
hava sæð tað. Referatið er
sostatt ongantíð góðkent av
fundarluttakarunum. Og 2
ár aftan á er torført at fáa tik-
ið nakra støðu til eina slíka
frágreiðing, sum nú kann
leggjast út á ymsan hátt av
ymsum luttakarum.
Eftir ti nú upplýsta er
referatið eitt innanhýsis
skriv í Sjóvinnubankanum,
sum millum annað táver-
andi nevndarformaðurin
hevur havt í síni varð-
veitslu.
Undirritaðu vóru sum
sagt á fundinum 4. oktober
1992. Soleiðis sum vit
minnast fundin, var hann —
burtursæð frá innanhýsis
kunningini av løgmanni um
tað, sum fram var farið — eitt
framhald av tingingunum,
sum verið høvdu á fundin-
um hin 2. oktober 1992.
Figgjareftirlitid fekk út-
flyggjad fundarreferatid frå
ti fundinum, og aftan å at
hava gjøgnumgingid tað og
gjørt ávísar rættingar, varð
tað góðkent.
Síðani snúði fundurin
seg, eftir okkara besta
minni og sannføring, um
støðuna hjá bankanum, og
her serliga um, hvussu
nógvan pening bankanum
tørvadi fyri at verða endur-
reistur, og — ikki minst —
hvussu hesin peningur
skuldi útvegast. Fleiri upp-
skot vóru um hetta, bæði at
føroyskir partaeigarar (ser-
liga Tryggingarsambandið
varð nevnt), eisini varð tal-
að um innskot frá llegging-
argrunninum, og síðani, at
landskassin útvegaði sær
eitt lán uppáeini 200 mill. at
seta í bankan.
Aðrenn vit fóru úr Føroy-
um, roknaðu vit við, eftir
teim upplýsingum, vit
høvdu, at samlaða neyðuga
upphæddin snúði seg um
millum 100 og 200 mió. kr.
Hetta var broytt aftan á
fundin 2. oktober 1992. Nú
var upphæddin komin upp á
millum 400 og 500 mió. kr.
Vit fingu ongantíð á fund-
inum ta fatan, at bankin
skuldi brúka meira enn hesa
upphædd fyri atkunna virka
aftur. Og uppfatan okkara
var eisini, at hann tá kundi
virka fult út á sama hátt sum
áður. Likviditetsvidurskift-
ini vóru eisini nevnd, tí
bankin mátti sjálvandi hava
vanligan — arbeidspening,
men sum vit skiltu, bland-
aði Figgjareftirlitid seg ikki
nakad serligt i hetta. Nevnt
var eisini, og tað framgong-
ur av skrivinum frá Fíggjar-
eftirlitinum til stjórn og
nevnd Sjóvinnubankans frá
5. oktober 1992, at nakrar
fortreytir vóru fyri teim av-
setingum, sum Fíggjareftir-
litið helt veraneyðugar. Um
Eigil Mølgård í hesum sam-
bandi kann hava nevnt tær
tvær ferðir 500 mi6., sum
Sjóvinnubankin hevur í sín-
um referati, er møguligt.
Men i so fall hevur tad ver-
ið, um fortreytirnar brustu.
Tað situr onki í okkara
minni ella hugaheimi um, at
vit bert skuldu útvega
4-500 mió. nú og síðani
tvær ferðir 500 mið. aftaná.
Veruliga nidurstødan á
fundinum var tann, at Atli
Dam og Jógvan Sundstein
skuldu fara á tund við stats-
ministaranum klokkan 10
morgunin eftir tann 5. ok-
tober 1992. Uppgávan var
at bjarga Sjóvinnubankan-
um, og harvið ti føroyska
bankakervinum og samfe-
lagnum. Hetta kundi gerast,
um vit útvegaðu 430 mió.
kr. til nýggjan eginpening í
bankan.
Vit gjørðu hetta. Aftan á
fund við statsministaran og
aðrar ministarar kl. 10, ein
fundur, sum ikki í fyrsta
umfari gav nakað úrslit,
høvdu vit seinnapartin fund
við Tjóðbankan. Hesin
fundur gav einki úrslit. Síð-
ani varð aftur samband tikið
við statsministeriið. Vit bíð-
aðu á føroysku viðskifta-
stovuni, og høvdu tá eisini
samband við ymiskar
persónar. Men ikki fyrrenn
kl. 22 mánakveldið 5. ok-
tober 1992 vórðu vit boð-
sendir aftur úl stats-
ministeriið. Hesin fundurin
endaði umleið kl. 01,30 týs-
náttina 6. oktober 1992 við
Ú avtalu, sum øll kenna.
Alla tíðina arbeiddu vit
eftir teirri sannføring, at
bankin kundi bjargast við
teirri upphædd, sum á fund-
inum hjá Poul Schliiter varð
sett til 500 mió. kr. Ongan-
tíð fingu vit onnur boð ella
aðrar metingar. Og ongin av
ministarunum segði nakað
um, at teir meintu, at brúk
var fyri fleiri pengum
seinni. Endamálið var jú,
umframt at bjarga bankan-
um, eisini at gera nýggj bú-
skaparlig tiltøk, sum skuldu
fremja búskaparliga fram-
gongd sum heild í landin-
um.
Tað var ti eftir bestu sann-
føring, og hana hildu vit
okkum hava frá bæði fíggj-
areftirlitinum og donsku
stjórnini, at vit úttalaðu okk-
um um, at Sjóvinnubankin
nú aftur var tryggur og
sterkur. Hann hevði fingið
500 mió. í nýggjum kapitali.
Um vit høvdu fingið boð
um, at seinni skuldu útveg-
ast meiri peningur, hevði
stødutakanin møguliga ver-
id ein onnur. Men høvdu vit
fingið hesi boð, hevði tað
ikki komið okkum til hugs
at dult tað, hvørki fyri lands-
stýrinum, løgtinginum ella
almenninginum.
Tórshavn,
hin 20. desember 1994
Atli P. Dam
Jógvan Sundstein
at taka tað róliga
ff
TVANGSAUKTION
På Dommerkontoret, C.
Pløyensgøta 1, 100
Tórshavn, afholdes
torsdag
den 12. januar 1995,
kl. 12.00
tvangsauktion, (AS 375/
94) over matr. nr. 136 d,
Trongisvágur beligg-
ende Trongisvágur be-
liggende Trongisvágur.
Auktionen er begæret
af advokat Fríða Paturs-
son, Fr. Petersensgøta
9, Tórshavn, tlf. 1.1145 (j.
nr. 940692) på vegne en
pant og udlægshaver.
Ejendommen er et be-
boelseshus på en 1093
kvm. stor grund. Det be-
byggede arealudgør 134
kvm. i 1 etage med halv
kælder.
Ejendommen kan be-
ses efter aftale med ov-
ennævnte advokat.
Auktionsdokumenter-
ne ligger til gennemsyn
på dommerkontoret.
Færøernes fogedret,
den 16.12.94
Henrik Engell Rhod
dfm.