Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. desember 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 244 — 21. DESEMBER 1994 Plátufelagið TUTL 50 útgávur i 18 ár Plátufelagið TUTL, sum varð stovnað í januar 1979, hevur í hesum døgum givið út tónleikaút- gávu sína nummar hálvthundrað. TUTL hevur verið og er fram vegis eitt hitt mest týðandi fe- lagið i føroyskum tónleikalívi, í hvussu er, tá ið talan er um plátuútgávur. F elagið hevur givið út fjølbroyttan tónleik, og við teium hálvthundrað úlgávunum hevur felagið knýtt bond við tón- leikarar og onnur, sum hava áhuga fyri tónleiki, ikki bara í Føroyum, men víða um í heimin- um. Í sambandi við, at TUTL nú hevur givið út hálvthundrað tónleikaútgávur, fer felagið í vetur at skipa fyri fleiri jubileumskonsertum Tey, ið stovnaðu TUTL, vóru fyrst og fremst l'mir í Havnar Jazzfelag og Spæli- menninir í Hoydølum. Í jan- uar 1977 gav Havnar Jazz- felag út eina single-plátu við Holger Laumann og før- oyskum tónleikarum. Bólk- urin rópti seg Kræklingar, og teir høvdu fingið hug- skotið til plátuútgávuna frá Spælimonnunum í Hoydgl- um, sum san a ár góvu út plátu við heitinum Spæli- menninir i Hoydølum. Hetta var byrjanin. Eftir hetta gav Havnar Jazzfelag út fleiri plåtur. 11977 kom ein barnapláta og tann fyrsta Jazz í Før- oyum-plåtan. Arið eftir kom rættilig gongd á, og fe- lagið gav út ta næstu Jazz í Føroyum-plåtuna, Kåri Petersen gav út hina væl- kendu Vælferdarvisur, og Spælimenninir góvu út plåt- una Umaftur. Men so megnadi Havnar Jazzfelag ikki longur at bera fíggjarligu byrðuna, og í jan. 1979 stovnaðu tónleik- arar og onnur til tilknyti til TVANGSAUKTION Pá Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes torsdag den 12. januar 1995, kl.11.10 tvangsauktion, (AS 353/ 94) over matr. nr. 256 i, Klaksvik beliggende Klaksvik. Auktionen er begæret af advokat Jógvan Ellef- sen, Bryggjubakki 22, Tórshavn, tlf. 1.1260 (j. nr. 38980) på vegne en pant og udlægshaver. Ejendommen er et be- boelseshus på en 694 kvm. stor grund. Det be- byggede arealudgør 128 km. i kælder og stue- etage. Ejendommen kan be- ses efter aftale med ov- ennævnte advokat. Auktionsdokumenter- ne ligger til gennemsyn på dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 16.12.94 Henrik Engell Rhod dfm. ta tá sera virkna tónleika- lívið í Havn plátufelagið TUTL. Við hesum varð gjørt eitt arbeidsbyti, so- leiðis at Havnar Jazzfelag skipaði fyri hugnakvøldum og konsertum, meðan TUTL skuldi taka sær av plátuútgávum. Tærpláturnar, sum Havn- arJazzfelag gav út í 1977 og 1978, rokna vit tó uppí, tá ið vit siga, at Plátufelagið TUTL við seinastu útgáv- uni í hesum døgum hevur givið út hálvthundrað tón- leikaútgávur. Rockfløgan Where it all begins við Maria Guttesen Band gjørd- ist útgáva nummar 50 hjá Plátufelagnum TUTL. Ein spegilsmynd Plátuútgávurnar hjá TUTL eru ein rættiliga góð speg- ilsmynd av tí, sum er farið fram á føroyska tónleika- pallinum hesi seinastu 18 árini. Tey fyrstu árini gav TUTL mest út plátur við føroyskum jazztónleiki og spælimanstónleiki, men inn ímillum komu eins frálíkar folk- og rock-útgávur. Tey fyrstu árini komu ialt tríggj- ar Jazz i Føroyum-plåtur, og tær eru ikki bara åhuga- verdar sum tíðarmynd, men eru framvegis verdar at lurta eftir. I 1979 gav bólk- urin Kræklingar út LP-plåt- una Abit við fleiri góðum føroyskum jazzløgum, og sama árið gevur Kristian Blak saman við gørum tón- leikarum út hina frálíku Snjóuglan. Jóhannes á Rógvu Joensen og bólkurin Brongl hava givið út tvær plátur á Plátufelagnum TUTL, Ein roynd, sum kom í 1980, og eina ta bestu før- oysku jazzplátuna, Víðari, sum kom í 1981. Kristian Blak, sum gll ár- ini hevur verið virkin í plátufelagnum, er tó tann, sum hevur givið flest plátur út á TUTL. Hesar útgávur prógva, at Kristian Blak er góður komponistur, og út- gávurnar eru eisini ein góð lýsing av, hvussu tónlistar- liga fjølbroyttur Kristian Blak er. Saman vid bólkin- um Yggdrasil hevur Krist- ian Blak givið út jazzplåt- urnar Ravnating (1982), Concerto Grotto (1984), Kingoløg (1984) og Brøyt- ingar (1988). Aðrar jazzút- gávur við Kristian Blak eru Heygar og dreygar (1983), Antifonale (1988) saman við limum úr bólkinum hjá Pierre Dørge, New Jungle Orchestra, og Firra (1990), ið er ein musikalsk lýsing av Føroyum, soleiðis sum tær eru avmyndaðar í Den Færøske Lods. Við øllum hesum útgáv- unum hevur Kristian Blak lagt seg eftir at skapa sín egna sermerkta stíl. Talan er um jazztónleik, sum ofta er blandaður við ljóðupp- tókum úr náttúruni, og ong- ini ivi er um, at tónleikurin, hóast hann er jazztónleikur, hevur ein týðuligan før- oyskan dám. Tað eigur at nevnast, at Kristian Blak annars hevur spælt vid å einum hópi av TUTL-iit- gåvum. Hann var vid å Jazz i Føroyum-plåtunum, og hann spælir vid i Spæli- monnunum i Hoydølum. Aðrar åhugaverdar plátu- útgávur á Plátufelagnum TÚTL tey fyrstu árini eru eitt nú Vedurløg (1981) við Karsten Vogel og føroysk- um tónleikarum. Karsten Vogelerein av mongum út- lendingum, sum hava verið her og lagt føroyskum tón- leikarum lag á og givið teimum íblástur. Í 1983 gav TUTL út hina væl dámdu barnaplátuna Nósi, og árið eftir kom hin yndisliga Gluggamynd við føroysk- um yrkingum, sum Pauli og Jakobina Hansen høvdu sett løg til, og sum tey sjålvi sungu. Hetta sama årid kom eisini Fram við ánni, ein út- gávu við nútímans jazztón- leiki eftir Sunnleif Rasmus- sen og Jóhannes á Rógvu Joensen. Adur nevndi Holg- er Laumann og bólkurin Plúmm góvu í 1991 út ta frá- líku jazz-rockfløguna Allar ættir. I 1987 fór Plátufelagið TUTL annars undir nýggjan tått, at geva út føroyskan klassiskan tónleik. Fyrsta útgáva í hesi rød var Blátt við føroyskum kórtónleiki. Arið eftir kom Harra Pætur og Elinborg, ballettónleikur eftir Kristian Blak. Aðrar merkisverdar klassiskar út- gávureru Træið (1989) id er tónleikur eftir ymiskar komponistar, = Ávaringar (1991), Images (1992), Boreas (1993) og Landið (1994). Allar hesar útgávur hava tað til felags, at tær geva okkum møguleika at hoyra nútímans føroyskan klassiskan tónleik, og í fleiri fórum eru innspælingarnar við yngri evnaríkum før- oyskum tónleikarum og so- listum. Millum útgávurnar hjá Plátufelagnum TUTL tey seinastu árini eiga eisini at nevnast visuplåturnar Hinumegin ringvegin (1992) vid Kåra Petersen, og Blátt í stóðum (1993) við Martin Joensen, rungandi rockplátan Plastnoist (1994) við bólkinum Plast- noist, og ikki at gloyma hin unga tónleikabólkin Enekk, sum við útgávunum Andlit hins tigandi (1993) og Ver sterk mín sál (1994), hevur víst sermerktar tónleika- gávur. Ver sterk mín sál eru yrkingar eftir J. H. O. Djur- huus, sum bólkurin hevur sett tónleik til. Og nú í de- sember kom so útgáva nummar 50, Where it all begins við Maria Guttesen Band. Góð ummæli Plátuútgávurnar hjá TUTL hoyra ikki til tað slagið av tónleiki, sum fólk flest hava liggjandi fast á plátuspælar- anum ella í fløguspælaran- um, men tær eru tó seldar víða um, og nógvar hava fingið góð ummæli. Kristi- an Blak, sum hevur dagligu umsitingina av Plátufelag- num TUTL um hendi, upp- lýsir, at fleiri plátur hava selt væl í útlondum. Fleiri jazzplåtur hava eisini fingiðgóð ummæli í Dan- mark, Kanada, USA, Frak- landi, Polen og Íslandi. Út- gávurnar við Spælimonn- unum í Hoydølum eru nógv seldar í Føroyum, men eis- ini í Skotlandi, Hetlandi, Orknoyum og í USA, har bólkurin javnan hevur spælt. Barnaplátan Nósi er rættiliga væl dámd, og hon er útkomin tvær ferðir. Kári Petersen er at kalla fólka- ogn, og hansara útgávur teljast eisini millum tær, sum selja væl. Plátufelagið TUTL fær annars javnan uppgerðir, sum vísa, at tær flestu útgávurnar hjá felag- num verða spældar víða um í útlendskum útvarpum, sigur Kristian Blak. Hann hevur tó varhugan av, at ikki minst útlendsk ferða- fólk, sum koma higar at vitja, hava stóran áhuga fyri útgávunum við føroyskum klassiskum tónleiki. Tey leggja sum oftast dent á at ogna sær okkurt, sum er av føroyskum uppruna, men sum kortini ikki hevur ein alt ov lokalan dám. Og tá tykjast úlgávurnar við klassiskum tónleiki at vera tær réttu. Vert er at nevna, sum onkur ummælireisini hevur havt á orði, at Plátufelagið TUTL hevur lagt stóran dent á at gera plátuhúsarnar listarliga sermerktar. Fleiri listafólk hava latið mynda- tilfar til plåtuhåsamar, og millum teirra, sum hava staðið fyri lay-out, eru Ole Wich og E. O. Prent. Tutl skipar fyri fleiri konsertum í vetur Plátufelagið TUTL ætlar ikki at látast sum onki, nú tónleikaútgáva = nummar hálvthundrað er komin. Fe- lagið fer í vetur at skipa fyri konsertum, sum fara at lýsa tað fjølbroytta virksemið hjá TUTL. Longu 7. jan. verður barnakonsert í Norð- urlandahúsinum, og seinnapartin sama dag verð- ur stór jazzrock-konsert í Norðurlandahúsinum. Fleiri enn tjúgu føroysk or- kestur og solistar fara at lut- taka, og solistar verða eitt nú Holger Laumann, Brandur Øssursson og Sunnleif Rasmussen. 15. jan. verður blandað konsert í Norðurlandahús- inum við Anniku Johanne- sen og útlendskum tónleik- arum. Millum tónleikarar vera Anders Hagberg, Lennart Kullgren, Anders Jormin og Karin Korpe- lainen. Ur Noregi kemur navnframi jazztónleikarin Tore Brunborg, og úr Grøn- landi kemur Anda Kuitse. Á skránni er tónaverkið Den Yderste Ø, tekstir eftir William Heinesen og tón- leikur eftir Kristian Blak, og eisini verður høvi at hoyraetniskan jazz, Addeq, við trummudansi og sjón- leiki. Teir gomlu Spælimenn- inir fara aftur á pallin og hava konsert 20. januar. Fyrst í februar verður jazzkonsert vid John Tchi- cai, Eero Koivistoinen, Henrik Sørensen Kvartett og Edward Nyholm Debes. A skránni er m.a. tónleikur av plátuni Firra. Seinni í februar kemur Karsten Vogel at vitja, og hann og Fagrir Fuglar fara at hava fleiri konsertir. Í mars er klassiskur tón- leikur á skránni. Tá kemur tjekkiski dirigenturin Petr Vronský, sum stjórnaði upptøkunum av fløguni >Landið<, at vitja. Hann stjórnar Føroya Symfoni- orkestri, sum fer at spæla føroysk og onnur klassisk verk. Og um somu tid fer Moyzes Kvartett, sum hev- ur vitjað her áður á Summ- artónum, at framføra fimm føroyskar strúkikvartettir. TUTL ætlar tó ikki at hes- ar konsertir skulu vera endabresturin hjá felag- num. Felagið hevur fleiri tónleikaútgávur í gerð, og alt bendir á, at hugurin at geva út góðan tónleik er stórur. So um TUTL kunnu vit í hvussu er siga, at hetta plátufelagið er »still going strong<. Kristian Blak hevur sum nevnt dagligu umsitingina av TUTL um hendi. Nevnd- arlimimir i TUTL eru Er- hard Jacobsen, Ole Wich og Karl Anton Klein. TVANGSAUKTION På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes torsdag den 12. januar 1995, kl. 10.40 tvangsauktion, (AS 565/ 93) over 2/3 av matr. nr. 1360 r, Tórshavn beligg- ende Mækjugøta 17. Auktionen er begæret af advokat Frida Paturs- son, Fr. Petersensgøta 9, Tórshavn, tlf. 1.1145 (j. nr. 930739) på vegne en pant og udlægshaver. Ejendommen er et dobbelthus på en 310 kvm. stor grund. Det be- byggede areal udgør 68 kvm. i kælder, stueetage og loft med to kviste. 1/3 af ejendommen har and- en ejer, som har bopæls- ret til kælderen. Ejendommen kan be- ses efter aftale med ov- ennævnte advokat. Auktionsdokumenter- ne ligger til gennemsyn på dommerkontoret. ————————…———————— — ———%——m— um Færøernes fogedret, den 16.12.94 Henrik Engell Rhod dím. SØ