mikudagur 21. desember 1994síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
Nr. 244 — 21. DESEMBER 1994
Ili andi Clintons forseta, Jesse Helms á
Tíðindablaðið ES)
Krossferð moti Clinton
Clinton forseti er so illa umtóktur innan amerikansku verjuna, at kemur han at vitja hernaðarligu økini i North Carolina, so verður
hann noyddur at lata seg i skottryggan búna, ætlar hann sær avstað aftur á lívi. Hetta sigur komandi formaðurin fyri uttanrikis-
<politisku nevndini í amerikonsku kongressini, Jesse Helms.
Fi
“ Hesi orð hava lopi ødi í alt
SUSA, ti hesin poliiiski
provokatørurin fra North
Carolina, 73 åra gamli Jesse
Helms, valdi at siga hesi orð
nettup 22. november, ið er
ársdagurin fyri morði á
Kennedy forseta.
Jesse Helms er íkki
maður, ið vegar tað hann
sigur á nakrari brævavekt.
Hanntosar bart út av posa-
num. Vanliga bólkar hann
politiskar måtstødumenn í
triggjar bólkar, til dømis:
1. At teir eru kommunistar
2. Kommunistsympatisørar
ella 3. At teir eru homo-
seksuellir.
EIN LEIVD UR FOR -
TIDINI
Ein góður helmingur av
veljarafjøldini í North
Carolina stuðlar henda
mannin. Teim líkar tann
mátan hann talar.
Hin — minna — helvtin
heldur harafturímóti, at tað
hann sigur er skammiligt og
heldur, at hann í áravís
hevur verið til skaða fyri
teirra umdømi aðrastaðni í
USA. Tey skíra hann
"høgravendan ekstremist'. Í
veruleikanum hevur hann
ikki haft nakran serligan
tydning og hevur meira
verið hildin verða eitt
legið fyribrigdi, ein leivd
úr fortíðini.
Men tað eru hesi viður-
skifti, ið nú eru broytt, aftan
á republikanska valsigurin
tann 8. novembur. Fyri-
brigdi Jesse Helms er nu ein
veruligur partur av ame-
rikanskum uttanríkispoli-
tikki.
Hesin 73 åra gamli stendur
fyri at eiga tøm sum
formaður fyri uttanríkis-
politisku nevndini hjá
Senatinum. Og tað eru øll
tekin, ið benda á, at hann fer
at fáa 'jobbið' eisini sjålvtum
leiðslan í republikkanska
flokkinum, í einari oddagrein
í New York Times, fekk
áheitan um at leggja
forðingar fyri hesum.
— Helms hevur ikki tamar-
hald å sær sjålvum, og frå
at hava verið ein 'pinligur'
lokalur = persónur fyri
republikanska flokkin er
hann nú við, at gerast ein
altjóða trupulleiki fyri ta
amerikansku tjóðina, sigur
tað liberala New Yorkara
blaðið.
HOTTANIN MÓTI LÍVI
CLINTONS
Jesse Helms hevur hesar
seinastu dagarnar roynt at
bera í bøtuflaka fyri tað, ið
sagt varð. Tað hann segði um
Clinton sigur hann nú verða
"eitt mistak'. Sagt verður at
hetta er fyrstu ferð í manns
minni at han al-ment hevur
angrað nakað.
Men demokratiskir po-
litikkarar eru firtnir um, at
hann ikki enn hevur biðið um
nakra umbering. Helms
heldur, at 'mistaki' meira er
ein spurningur um, at hann
vid ein journalist hevði borði
fram onkrar vidmerkingar
'ul stuttleikar', heldur enn
tydningurin av innihaldinum
av ti, id sagt vard.
Helms var hin heitastu og
ein av teim síðstu almennu
talsmonnunum fyri ap-
artheid — regiminum í
Suðurafrika, og svartir
amerikanarar halda hann
verað ein opinberan racist
Demokratiskir politikkarar
vilja halda, at talan er um eina
óbeinleiðis hóttan móti lívi |
forsetans og eina háðan móti
'amerikansku verjuni'.… sum |
um tað var hervaldið í
einhvørjari bananrepublikk,
ið húsar potentiellum |
uppreistrarmonnum. Og
Secret Service -lívverja |
forsetans- hevur bidid um |
bandupp- tókur av samtaluni
millum Helms og journal-
isun. Hendingin verður ikki
undirspæld. |
Clinton sjálvur hevur!
kortini bert skýrt hendingina |
fyri at vera Gsømiliga, men |
hevur ikki um sama mundi |
víst aftur at taka stóðu til, at
gera gamla
Í
suðurstatsrepublikanaran,
ikki-egnadan til formanns-
starvi fyri uttanrikispolitisku
nevndini.
— Republikanarnir megu
sjálvur um, hvønn teir velja at þá
hava álit á, sigur forsetin við
illa duldari skadafrødi.
Tad er nevnliga eingin sum
helst ivi um, at Jesse Helms
ørkymlar flestu
amerikanarar, eisini hóp av
hovligum republikanarum,
Clinton og demokratarnir
kunnu á sín hátt eisini hava
ávísan áhuga í at fáa Helms í
formanssessin.
Hansara ekstremisma smit-
tar av á allan Tann
republikanska Flokkin og vil
gera tað ólíka lættari hjá
forsetanum og
demokratinum at markera
seg sum, tað skilagóða og
hovliga altemativi. (jvf.
støduna í Føroyum: Óli
Breckman og fólkaflokkurin
— ums. viðmerking)
HEIMURIN SAMBART
HELMS
Jesse Helms hevur verið
limur av Senatinum í 22 ár,
og tað er hesin ancienite-
turin, ið ger, at tað ikki er
gjørligt hjá republikansku
floksleidsluni at sleppa uttan
um hann i samband vid
formannsvalid. Einasti
møguleikin er at tala mannin
til rættis, soleidis at hann
sjálvur = tekur seg aftur
orsaka av sjúku ella av aldri,
men tað er einki, ið týðir
uppá, at Jesse Helms er
sinnaður til nakað so vorið
hóðast tað at hann bæði
hevur fingið viðgerð fyri
krabba og fleiri skurð-
viðgerðir fyri hjarta.
Bert tímar eftir repu-
blikanska valsigurin og vik-
ur áðrenn hann formliga
kann taka við formanns-
sessinum, førdi hann seg
fram vid einari roynd ul
politiskt at trýsta Clinton
forseta.
Í einum brævi til forsetan
skrivar hann, at um Clinton
vil skjóta út eyðka kon-
gressetuna og atkvødu-
greiðsluna um GATT trak-
tatina, so vildi hann — Helms
— hyggja við mildari eygum
at øllum ødrum uttanríkis-
politiskum initiativum, for-
setin før at taka komandi
tvey årini. Tann ikki sagda
hóttanin var sjálvandi, at
vildi forsetin ikki sam-
arbeiða, so skuldi hann ve-
rða vissur um at fáa tru-
pulleikar komandi setuna.
Men forsetin beit ikki á
húkin, sjålvtum Helms sum
formaður kann hava sera
ivasama ávirkan á bæði
játtanir og vidtøkur.
Jesse Helms er ímóti
GATT avtaluni, tí hann
heldur innfluttningin av vø-
rum úr Asia, verða eina
hóttan móti klædna-og
bummullsidnadinum i
North Carolina.
Hann er eisini isolation-
istur og métstødumadur av
øllum amerikanskum fyri-
taksemi uttan fyri ame-
rikanskt landaøki. Hann
heldur, ST verda eina sug-
gu av korruptién og a-
morali, og hann hevur
bodad frå munandi min-
kingum i amerikanskari
u-landahjálp.
Miðeystur-friðarsamráði
ngarnar heldur hann verða
" snýt og bedrag ', og hann
heldur eisini, at forseti
Syrialands, Hafez Assad,
hevur eittans sikti vid sini
'tilforlátiligheit' og tað er at
kunna stinga súgvirgrið so
langt niður í amerikanska
lanskassan sum yvihøvur
gjørligt.
Jesse Helms verdur ikki
hildin at verda beinleidis
Israelsfiggindaligur, men
kortini hevur hann skotið
upp at gerða eina 'cost
benefit--Kanning av USA
alliancanum við littla jødi-
ska statin. Kanningin skal
avdúka stóðu USA í mið-
eystri og hvussu relatión-
imar til tann muslimska
heimin høvdu sæð út, um
Ísrael ikki var til.
Ísaelski forsetin Yitzhak
-