hósdagur 22. desember 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ED Nr. 245 — 22. DESEMBER 1994 Síða7
Pf. Vestmanna Fiskavirki fingid sær høli
Keypt grundina
undir Holmsbakka
Fiskavirking hevur til mai månad komandi sagt leigumålid vid
Pf. Vestmanna Fiskavirki upp. Ti hevur felagid frå Vestmanna
bygdarráð keypt grundina undir Holmsbakka, ið upprunaliga
a
5
rå
GS i
Sangløta verður í kvold i nýggju Fríðrikskirkjuni á Toftum, har Tofta Sangkór fer at syngja
og skúlanæmingar ganga Lucia-gongd og spæla blokkfloytu
Mynd: Kalmar Lindenskov
Sangløta í Friðriks-
kirkjuni í kvold
Tofta Sangkór fer at syngja, og næmingar úr Tofta skúla fara at
spæla blokkfloytu. Eisini verður Luciagongd og bíbliuupplestur
Nýggja Fríðrikskirkjan á
Heygunum á Toftum verður
í kvold kl. 20 karmur um
eina sang- og ténleikaløtu
við upplestri.
Byrjað verður við, at
næmingar úr 6. og 7. flokki í
Tofta skúla fara at ganga
Lucia-gongd. Seinni í sang-
løtuni fara eisini næmingar
úr 5. og 6. flokki í Tofta
skúla at spæla nøkur jólaløg
å blokkfloytu.
Millum tey ymsu innsløg-
ini verða níggju ymiskir
tekstir úr Bíbliuni upplisnir,
og eisini verða nakrir fel-
agssálmar sungnir.
Tað er Tofta Sangkór, ið
hevur tikid stig til sangløt-
una, og kórið fer eisini at
syngja dúgliga hetta kvøld-
ið.
Úr sangskránni hjá kórin-
um kunnu nevnast »O little
town of Betlehem«, >Nú
birtast túsund jólaljós“,
»Fra Gabriel<, >Ég syngi
jólalag< og >Aðrenn skapan
jarðarríkis<, ið eisini varð
sungin, tá Fríðrikskirkjan
varð vígd fyrsta sunnudag í
advent.
Umframt kórsangin, fara
eisini tveir av sangarunum
úr kórinum, Laila Højgaard
og Petur Hans Hansen, at
syngja >Panis Angelicus<.
Sangløtan endar við fel-
agssálminum „Gleðilig
jól<, ið Fríðrikur Petersen
yrkti. Tað er eisini hann, ið
hevur lagt navn til nýggju
kirkjuna á Toftum.
hj.
Tíðin undan jólum, ið al-
oftast verður rópt gleði há-
tíðin yvir ollum, er eisini
sera ofta ófrættatíð, og so
hevur eisini verið undan
hesum jólunum, ið nú
stunda til. Fyrst hendi
vanlukkan við oljubátin-
um »Stathav«, har tveir
mans lótu lív og síðani
hvarv trolarin »Ingun« í
Grønlandi — har vóru tveir
føroyingar við.
Og fyrrapartin í fyrra
dagin kravdi ein ferðslu
vanlukka enn eitt manna
lív.
Var farin niður at
í ferðsluvanlukku
Hin 67 ára gamli Karl Emil Petersen úr Havn var á súkklu, tá
hann fyrrapartin í fyrradagin varð yvirkoyrdur í Ródovre.
Hann var farin niður at halda jól saman við bórnunum
Tað var hin 67 ára gamli
Karl Emil Petersen úr
Havn, ið á súkklu varð yv-
irkoyrdur av einum bili, tå
hann var staddur í vega-
krossinum Tárnvej-Fort-
vej í Rødovre. Hann var
longu deyður, tá hann kom
á sjúkrahúsi í Herlev
Karl Emil Petersen, ið
var cinkjumadur, var farin
ul Danmarkar at halda jól
saman við báðum børnum
sínum, ið eru búsitandi
niðri. Men soleiðis vildi
lagnan ikki, tað ikki tað
skuldi verða
Umframt tey avvarandi
bera tey á skrivstovuni hjá
Skipacftirlitinum eisini
sorg og sakn yvir ein farn-
an starvsfelaga. I samfull
31 ár — síðani 1. november
1963 — hevði Karl Emil
Petersen verið í starvi sum
skipaeftirlitsmaður.
Karl Emil Petersen, ið
upprunaliga var útbúgvin
sum skipsverkfrødingur í
Helsingør, var ættaður av
Sclatrad, men var búsit-
andi í Havn
hj.
var ætlað sum fyrsta byggistig til sjómansheim og skrivstovur
Hóast tað er Fiskavirking,
ið nú eigur og rekur Vest-
manna Fiskavirki, ið eitur
Fiskavirking í Vestmanna,
er Pf. Vestmanna Fiskavirki
framvegis eitt virkið parta-
felag.
- Felagið hevur í høvuds-
heitum tvær uppgávur — at
kryvja laks og at landa tey
| skipini, ið leggja fisk upp í
| Vestmanna, sigur Julian Ol-
sen, ið er nevndarlimur í Pf.
Vestmanna Fiskavirki.
Síðani Fiskavirking yv-
irtók sjálvt virkið, hava vit
leigað holi frá Fiskavirking
til kryvjingina og virksemið
annars. Men til mai mánað
komandi er leigumálið sagt
upp, so tí hava vit verið
noyddir at leita okkum eftir
ødrum hólum.
Hesi høli hevur tað nú eis-
ini eydnast Pf. Vestmanna
Fiskavirki at finna.
Felagið hevur nú keypt
grundina undir Holms-
bakka, ið upprunliga varð
bygd sum fyrsta byggistig
til ein stórri bygning, ið eitt
nú skuldi hýsa sjómans-
heimi og skrivstovunum hjá
Føroya Banka, Sjóvinnu-
bankanum og kommununi.
Farið varð undir at seta
hesa ætlan í verk í teimum
góðu árunum í 80'unum,
men síðani hendi ikki st6.t
meira í málinum, og eftir
hevur so bert staðið grund-
in, ið enntá ikki er liðug.
Tettast, turkast
og innrættast
Nú sær tó út til, at liv skal
koma í hendan hálvlidna
bygning.
- Av tiat bygningurin er á
havnarøkinum, hildu vittað
vera skilagou at fáa fatur á
honum, ti har kann kryvj-
ingin so halda til, sigur Juli-
an Olsen.
Pf. Vestmanna Fiskavirki
kryvur fisk fyri tvey ali-
brúk, og gevur hetta arbeiði
til einar 17 mans. Hetta eru
somu menn, sum eisini arb-
eiða fyri felagið, tá skip
verða landað í Vestmanna.
Aðrenn byrjast kann við
arbeiðinum í grundini undir
Holmsbakka, er neyðugt at
gera ymist við hana. Fyrst
verður farið undir at tetta
hana, og síðani at fáa hana
turra og gera neyðugu inn-
rættingina.
Og so skal sjálvsagt eisini
fáast tann vanliga góðkenn-
ingin frá Heilsufrødiligu
Starvsstovuni, áðrenn farið
kann verða í holt vid kryvji-
arbeiðið har.
Hvor keypsprísurin er,
hevur tó ikki eydnast Sosi-
alinum at fáa uppspurt.
Eisini eyguni eftir
ødrum bygningi
Sum skilst, arbeiðir Pf.
Vestmanna Fiskavirki nú
eisini við at fáa hendur á
bygninginum, har Føroya
Armering helt til.
Hetta er ein størri høll, ið
stendur á ídnaðargkinum
inni á Fjørd.
Ikki hevur heldur eydnast
at fáa uppspurt, hvor keyps-
prísur er upp á tal har, ella
hvat Pf. Vestmanna Fiska-
virki ætlar við ti bygning-
inum.
hj.
Pf. Vestmanna Fiskavirki hevur keypt grundina undir Holmsbakka til kry, jing av alifiski
fyri tvey alibrúk. Frammanundan hevur felagið, leigað hóli frå Fiskavirking. men le igu-
målid er sagt upp til mai månad komandi. Sum skilst hevur felagid eisini ætlanir um at
keypa bygningin inni á Fjørd, har Føroya Armering helt til (Savnsmynd)