týsdagur 22. juli 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 136 - 22. juli 2003
Nr. 136 - 22. juli 2003
11
Í síðstu viku staðfesti fyrrverandi verjumálaráðharrin,
Hans Engell, í samrøðu við Sosialin, at Føroyar og
Danmark høvdu havt so stóran týdning fyri NATO, at
tað hevði spart Danmark fyri verjuútreiðslur.
Hans Engell legði kortini afturat, at hetta var tann fjaldi
"dagsordanin", og at partarnir ikki settu krónur og oyru
á.
Harafturat legði fyrrverandi verjumálaráðharrin dent á,
at Danmark var ikki fyri serligum atfinningum, tá Dan-
mark ikki kundi ganga samtyktum í NATO í 80-árun-
um á møti. Orsøkin var, at NATO-landið kundi spjaða
til við nøkrum virðismiklum í Norðuratlantshavi. Fyrst
og fremst hugsaði hann um Grønland, har NATO hevur
eina støð í Thule, og verjuavtaluna millum USA og
Danmark frá 1951 um Grønland.
Samrøðan við Hans Egell stendur í andsøgn til upp-
lýsingarnar, sum forsætisráðharrin, Anders Fogh
Rasmussen, gav Føroya-nevndini hjá Fólkatinginum í
juni, tá hann segði, at Danmark var ongantíð sloppið
undan útreiðslum, tí Føroyar voru ein partur í frá-
boðanarskipanini hjá NATO.
So er spurningurin, hvør sigur satt, sum Hergeir
Nielsen, formaður í Uttanlandsnevndini, ba upp á mál
í síðstu viku.
Tað er nú fleiri ferðir staðfest, at fyrrverandi hjálondini
hjá Danmark í Norðurhøvum hava havt stóran týdning
fyri NATO og tá limagjaldið hjá Danmark skuldi
rindast. Vit síggja eisini í biografiini um Jens Otto
Krag, sum var uttanríkisráðharri í 50-árunum, at
Danmark skákar sær undan, tá kjarnorkuvápn skulu
leggjast í Evropa. Danmark sleppur undan at goyma
slíka vápn, tí USA hevur fingið loyvi at brúka støðina
í Norðurgrønlandi.
Grundleggjandi spurningurin er ikki, hvør sigur satt
ella ikki, ella hvussu nógv Danmark møguliga hevur
spart. Málið má vera, at Føroyar og Danmark fáa virði-
ligari samskifti og møguliga avtalu um trygdarpolitikk
og uttanríkispolitikk. Sum er, eru Føroyar og Danmark
ikki tveir javnsettir partar á hesum øki, og tað er hvørki
í samljóð við sjálvstýristilgongdina ella uppskotið hjá
Javnaðarflokkinum um sjálvsstýrislóg.
Men landsstýrið er tigandi um hetta mál, tí ósemja
valdar millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin. Ein
frágreiðing skuldi skrivast fyri meira enn hálvum ári
síðani. Eftir ársskiftið verða aðalorðaskifti um trygdar-
viðurskifti Føroya, sum skuldi enda við nýggjum sam-
tyktum. Men higartil er einki frætt aftur, tí Tjóðveld-
isflokkurin vil varðveita andan í hernaðarsamtyktun-
um, samstundis sum Fólkaflokkurin vil hava tær strik-
aðar.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Aftur eitt prógv
í NATO-málinum
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Regin Hammer
Góði Henrik Old,
Takk fyri svar til við-
merking mína til viðgerð-
ina av málinum um saman-
knýting av tveimum sam-
ferðsluverkætlanum í Suð-
uroy. Eg skal ikki gera stór-
vegis viðmerkingar til rætt-
ingina hjá tær av tí at tú
ikki gert viðmerkingar til
kjarnan í viðmerking míni
men heldur tosar um ym-
iskt annað. Tí má eg ganga
út frá at tú hevur misskilt
meg, so skal eg royna at
greiða frá sjónarmiði mín-
um einaferð enn.
Takk eisini fyri at tú vísir
mær til skriv frá Lands-
verkfrøðinginum, men eg
eri kunnigur við hetta skriv
eins og øll hini nevndar-
skjølini hjá Vinnunevnd
løgtingsins ið viðgjørd
vóru í hesum máli. Eg má
tó loyva mær at rætta uppá
teg og vísa á, at tað er ikki
landsverkfrøðingurin sum
upprunaliga ávísur 15 mió.
kr. sparingina, men at
landsverkfrøðingurin bert
setur fyri soleiðis: "Um
sparingin við ókeypis gróti
fyri 200 metur pier verður
15 mió. kr...". Metingin um
tær 15 mió. kr. stavar har-
afturímóti frá NCC í skrivi
til Hergeir Nielsen dagf.
06.02.2003.
Í álitinum til tingmál
49/2002 frá vinnunevnd
løgtingsins stendur: "So-
statt kunnu á leið 45 mió kr.
sparast við at knýta hesar
báðar verkætlanir saman.".
Víst verður til tvær spar-
ingar sum tilsamans geva
umleið 45 mió. kr. Sparing
a) er orsakað av at NCC
eftir nýggjum uppskoti
kann
gera
Øravík-Hov
tunnilin 33 mió. kr bíligari
enn Landsverkfrøðingurin.
b) Seinna sparingin ið
verður ávíst er, at ókeypis
grót til havnargerð kann
fáast úr tunlinum og at
soleiðis kunnu 15 mió. kr.
sparast. Latið okkum tí
einaferð enn royna at
hyggja nærri at hesum báð-
um sparingum. Ofta hjálpir
at seta tølini upp fyri at
skilja betur samanhangir
millum tey, so eg fari at
gera eina roynd at vísa at
sparingarnar sum ávístar í
áliti
vinnunevndarinnar
ikki hoyra heima í hesum
áliti.
Sparing a)
Sí talvu I
Sum sæst av tabellini, og
sum nevnt í fyrru við-
merking míni, so kann
hendan sparing fremjast
sjálvt um so ongin sam-
ferðsluhavn varð gjørd. Og
hendan sparing kann eisini
fremjast um tunnilin verður
byrjaður næsta ár ella um
10 ár. Orsøkin at NCC
sigur seg klára at gera tunn-
ilin 33 mió. kr. bíligari er
ikki tí at ein samferðslu-
havn tilfeldigvís verður
bygd nærhendis, men tí at
teir m.a. meta seg hava
betri tøkni og kunnleika.
Legg til merkis, at eg sigi
ikki at sjálv sparingin á
tunlinum ikki kann fremj-
ast (sum tú tykist halda),
men bert at tann sparingin
als ikki verður framd sum
úrslit av at verkætlanirnar
verða knýttar saman. Spar-
ingin hevur tí onki við mál-
ið um samferðsluhavn í
Trongisvágsfirði at gera, á
sama hátt sum ein møgulig
sparing uppá t.d. Norð-
oyatunnilin heldur onki
hevur við samferðsluhavn-
ina at gera.
Sparing b)
Grundgeving vinnunevnd-
arinnar aftanfyri hesa spar-
ing er skilabetri, men her
verður tó ikki hædd tikin
fyri offurkostnaðinum ella
alternativ-kostnaðum. Tí er
roknistykkið ikki fullfíggj-
að sum er.
Í sambandi við spurning-
in um at nýta grót úr
Øravík-Hov tunlinum til
samferðsluhavnina
skal
líka eisini nevnast sum ein
parantes, at sera ivasamt er
um grótið úr Øravík-Hov
tunlinum, sum NCC skjýtur
upp yvirhøvur kann nýtast
til brimgarð vegna vánaliga
grót-góðsku. Hóast serkøn
fólk í landi okkara eru væl
før at meta um hetta, liggur
onki til skjals fyri at vinnu-
nevndin hevur fingið frá-
greiðing frá serkønum um
hendan spurning. Men um
nú allíkavæl verður gingið
út frá at áðurnevnda tal
uppá 15 mió. kr kunnu
tølini setast upp í niðanfyri
nevndu talvu.
Síð talvu II
Av talvu II omanfyri sæst
at talan kann verða um eina
sparing uppá 0-2 mió. kr av
at nýta grót úr Øravík-Hov
tunlinum til samferðslu-
havnina. Hendan sparing er
ikki heilar 15 mió. kr av tí
einføldu orsøk, at tað eru
onnur alternativ til grót-
nýtsluna. Her kundi t.d.
verið hugsað um aðrar
havnar- ella vegagerðir í
oynni sum eru farnar ella
fara í gongd. Men talan
kann eisini vera um havnar-
gerðir ella aðrar verkætlan-
ir innan næstu framtíð. Um
so er, skal grótið koyrast
eina ferð eyka, men tað
skuldi nú heldur ikki kost-
að nógvar milliónir.
Sum tú rætt sigur, so visti
eg ikki av at Lopranshagi er
fullur í gróti. Men hetta at
grót ‘hongur á trøunum’ í
Suðuroy, og at grót tískil
møguliga onki søluvirði
hevur í Suðuroy, broytir tó
bert roknistykkið soleiðis
at øll tølini í talvu II minka
(eisini nevnda sparingin
uppá 15 mió. kr.) - ikki lut-
fallið teirra millum.
Hetta var einaferð enn
grundgevingin fyri at, at
tað
sum
vinnunevndin
segði í áliti sínum "Sostatt
kunnu á leið 45 mió kr.
sparast við at knýta hesar
báðar verkætlanir saman."
er beinleiðis skeiv nýtsla av
tølum, sum í besta føri er
villeiðandi. Og so er líka
mikið um so málið er við-
gjørt á 17 ella 100 fundum.
P.S. Um tú ætlar at svara
hesari aðru viðmerking aft-
ur, so vil eg heita á teg sam-
stundis um at greiða frá
bakgrundini fyri og útrokn-
ingini av teimum15 mió. kr
sparingunum sum NCC
hevur
postulerað
fyri
vinnunevndini.
Svar til Henrik Old viðv. sparingunum sum
forsvunnu: Øravík-Hov tunnilin/Samferðsluhavn
Talva I
Ikki samanknýttar
verkætlanir
Samanknýttar verkætlanir
Sparing av at knýta
verkætlanir saman
Øravík-Hov tunnil samb. LV
125 mió. kr
125 mió. kr
0 mió. kr
Øravík-Hov tunnil samb. NCC
92 mió. kr
92 mió. kr
0 mió. kr
Sparing við at taka av tilboði frá NCC
33 mió. kr
33 mió. kr
0 mió. kr
Talva II
Ikki samanknýttar
verkætlanir
Samanknýttar
verkætlanir
Sparing av at
knýta verkætlanir
saman
Landið fær ókeypis grót úr tunli (sparing)
-
15 mió. kr
15 mió. kr
DØMI 1. Landið selur grót úr tunlinum til aðra verkætlan (inntøka)
DØMI 2. Landið selur grót úr tunlinum um t.d. 5 ár (inntøka)
15 mió. kr
13 mió. kr*
-
13-15 mió. kr
Samlað sparing
13-15 mió. kr
15 mió. kr
0-2 mió. kr
* Hetta tal er roknað sum tíðarvirðið av 15 mió. kr um 5 ár við einum mettum almennum diskonteringssatsi uppá 3% reelt. Her er
ikki íroknaður kostnaður at koyra grótið eina ferð eyka.
VIÐMERKINGAR
1. august fer ein sjónleik-
arabólkur frá Dramaverk-
staðnum í Havn til Karleby
í Finlandi á norðurlendska-
og baltiska barnasjónleik-
arastevnu. Hendan barna-
sjónleikarastevnan,
sum
kallast „Barn spälar för
barn" er annað hvørt ár, og
er hetta onnur av sínum
slag. Dramaverkstaðið lut-
tók eisini fyrstu ferð hend-
an stevnan var í 2001, tá
var hon í Svøríki.
Tað eru 11 børn úr 11 til
13 ár, sum manna bólkin.
Tey hava síðan oktober
2002 fingið frálæru í drama
og teatur eina ferð um
vikuna á Dramaverk-stað-
num. Frá umleið december
byrjaðu tey so at venja
sjónleikin "Ikki eitt orð um
morð", sum var frum-
sýndur í mai 2003 og aftur
á Barnasjónleikarastevnuni
17. mai í Havn.
Umleið helvtin av børn-
unum eru sokallaðir gamlir
næmingar, t.v.s. tey hava
gingið á Dramaverkstað-
num í 1 ella fleiri ár, onnur
byrjaðu síðsta heyst.
Umframt at spæla sjón-
leik skulu børnini uppliva
nógv annað, tey skulu til
setanina sum verður á býar-
torginum 2. august, á work-
shoppir, útferðir, veitslur
og í sjónleikarskrúðgongu.
Til Skrúðgonguna hava
børnini eisini fyrireika seg,
við sangum, violinspæli og
at ganga á stúltum. Ja, tey
hava havt úr at gera og eru
sera spent at fara avstað.
Tað er av stórum týdn-
ingi at børn og ung sleppa
at royna seg millum børn
og ung úr øðrum londum,
tey mennast av hesum og
finna eisini út av hvørjum
støði tey sjálvi eru á, tey
fáa íblástur og ikki minst
nýggjar vinir. Børnini eru
eisini greið yvir, at hetta er
ein møguleiki fyri at Før-
oyar vera kendar uttan-
landa, og vit á Dramaverk-
staðnum hava eftir hondini
góðar royndir í so máta, tí
einki er meira sannheit enn
at: "Tað liggur altíð ein sól-
glæma
yvir
børnum"
(kvæði)
Vit á Dramaverkstaðnum
takka øllum sum hava
stuðla okkum við hesi ferð-
ini.
Dramaverkstaðið á uttanlandaferð við sjónleiki
Heri Mohr
"(…) Hetta gjørdist heldur
drúgt bræv, men áðrenn eg
endi, fari eg at skriva
tær brot úr einari kladdu,
sum Pætur gav mær til láns
seinasta leygarkvøld.
Hann var í tí rætta essi-
num. Saman við einum vin-
manni, sum eg ikki kendi,
skemtaði og sang hann til
langt út á náttina. Teir
høvdu verið í brúðleyps-
húsi, so tú kanst ætla, at
lagið var gott. Hann segði,
at hann fantaseraði við eini
skemtiligari
stuttsøgu.
Kladduna vil hann hava
aftur sum skjótast, men
hann bað meg skriva tær
brot úr henni, tí, sum hann
segði:- eg vil fegin hava
Jógvansa ummæli.
Tað, sum Pætur bað meg
skriva tær úr kladduni, er í
stórum soljóðandi (sumt er
illa lesandi og tí ikki tikið
við):
"(…)Av bók um politikk
tú teg
kanst læra mangt
at kanna,
men leiða land á rætta
veg,
til tað krevst meir og
annað(…)"
Hendan niðurstøðan hjá
Holberg í sjónleikinum Hin
Politiski Kannustoypari
rennur mær í hug, tá ið eg
lesi greinir hjá H. Tær eru
so orðaríkar og áhaldandi
og merktar av betrivitan og
læring,
at
tað
danska
hugtakið en seminarist med
delingsfører uddannelse,
sum
ein
háskúlamaður
skemtiliga plagdi at taka til,
dettur mær á tunguna.
Ein bókaormur í bygdini
K, ið lesur hvørja bók og
hvørt blað, sum hann fær
hendur á, tók nakað so-
leiðis til: -Nei, góðin, eg
kenni H, hann er so avbera
klókur, hevur eitt forsligið
høvd. Men um hendan
sama
bókormin
verður
sagt, at hann er so klókur, at
honum nýtist einki høvd.
Satt er tað, H veit nógv,
og hann líkist so statt ikki
Sokrates, sum segði seg
einki vita. Forvitna sjón-
varpið plagar at tráspyrja H
um líkt og ólíkt. Uttan mun
til um tað so er løgfrøði,
fiskifrøði, havfrøði, sam-
felagsfrøði,
mentafrøði,
fløkt politisk umsiting,
snyrlaspurningar í oljumál-
um og so sjálvandi, hvussu
trupul politisk mál upp á
skilabesta hátt kunnu fáast
frá hondum. Alt hevur
hann greitt og sjálvsagt
svar uppá. Ein multifrøð-
ingur av teimum sjáldsomu.
Ja, ein sonn megavitvera.
Og at skriva er hjá
honum eingin kunstur. Tað
liggur væl fyri. Til dømis
hevur hann sannførandi
greitt frá, at búskapar-
vøksturin her í Føroyum er
so øðisligur, nú vit í mong
ár hava havt loysingar-
samgongu, at nakað líkn-
andi ongantíð er komið fyri
í Føroya søgu. Men hann
átti eisini at greitt okkum
frá, hví ávøksturin gjørdist
so søguleysa góður.
Mundi tað ikki vera tað
óvanliga nógva, sum fisk-
urin eina tíð gav og tað, at
ongantíð í Føroya søgu
hevur landskassin fingið so
nógv úr ríkiskassanum,
sum meðan loysingarmenn
hava rátt fyri borgum,
áðrenn teir í ovfarakáti fóru
at tveita almennan pening
fyri borð?
Og hví man hann siga, at
vit mugu finna føroyskar
loysnir til eina røð av
málum. Hugsar hann sær,
at løgtingsmenn og annað
klókt fólk við lupp í hendi
skulu venda bøkk og stein
millum fjalls og fjøru og
har koma fram á lampuna
hjá Aladdin? Rætt er tað, at
hann, sum leitar, hann
finnur, men tað er neyðugt
at vita, hvat leitast skal
eftir, um ikki alt skal enda í
einum hurlivasa.
Jú, skrivandi maður er
hesin H og tað við lít. Ser-
stakliga í bløðunum er hann
at síggja, men tíðum er
hann torskildur hjá vanlig-
um fólki at lesa.
Í okkara húsi verða øll
bløðini lisin, men Gamla
Snimma og Ungi Fregi eru
so óhandaliga stór, at tey
fríggjadagarnar, tá bæði
koma út, verða lisin víð-
opin á køksgólvinum. Sein-
asta fríggjadagin varð eldur
í koluni. Tú kanst ímynda
tær alt í einum ruðuleika:
Hin gamla strevaðist við
døguðragerð, tvey væl
buðlaði lógu á gólvinum og
lósu bløðini hálvhart hvør í
sínum lagi, úr skúlanum
vóru trý komin gorðhung-
raði, og sjálvur sat eg og
grenjaði ótolin á bríkini, og
undir henni hoyrdist murr
og mjarr frá hundinum og
kettuni. Óli lá og las eina
grein hjá H, og á somu síðu
var mynd, sum við kettu-
eygum kanska líktist ein-
ari rottu, tí alt í einum leyp
kettan eftir "rottuni", og hin
gamla gjørdist so kløkk, at
hon misti fatið við øllum
døgurðanum á gólvið, og
sumt av tí endaði í kjaft-
inum á hundinum. Alt fór
upp at rópa og gartera. Óli
bannaði upp á, at H-sa
nógva skriving og myndin
hevði alla skyldina. Hann
hevði roknað út, at við
hasum skrivingarlagnum
brúkti H í minsta lagi 25
fermetrar av pappíri um
árið, og aftrat hesum skuldu
leggjast aðrar fimmogtjúgu
til
brævakassan
GÓÐARÁÐ. Um skrivarin
er líka kringur við einum
haka
sum
við
kúlu
penninum, so hevði tað ikki
tikið honum langa tíð at
velt upp úr nýggjum og
harvið lagt haldgott støði til
sjálvberandi
búskap
í
okkara landbúnaði. Í øðini
tveitti Óli kettuna út og
rýmdi sjálvur á dyr.
Og so er H eldhugaður at
selja, privatisera, allar al-
mennar ognir., sum hava
nakað virði: Jørð, banka,
flogfelag, fiskavirkir og
kanska eisini heilsuverk og
almannaverk, til tess at
fíggja ta endaligu pro
klamatiónina av tjóðveld-
inum. Kanska verður hann
onkuntíð
kanóniseraður
sum ein annar Gøtu Trónd-
ur ella Nólsoyar Páll, og
sum slóðbrótandi undan-
gongumaður verður hann tá
kanskaeisini heiðraður í
øðrum londum?
Vit kunnu ímynda okk-
um, at eitt bílæt av honum
fer at hanga á einum veggi í
House of Lords millum
krígshetjuna Kitchener og
skrøggaran Poul Juul, sum
við vilja rendi á ein fígg-
inda kavbát, so at hann
sakk. Hatta var so tað, ið
Pætur bað meg skriva tær
úr kladduni.
Eg lesi í bløðunum, at
landsstýrismaðurin
við
fíggjarmálum er av teirri
áskoðan, at peningurin,
sum ríkiskassin letur til
sjúk, avlamin og gomul, er
táta, sum eigur at verða
beind burtur sum skjótast.
Hetta er so eitt uppískoyti
til tað, sum aðrir á sama
báti hava navngivið ol-
mussu. Og hetta er so eisini
tann virðingin føroyskar
familjur og støk fáa frá
teimum,sum í løtuni ráða
fyri borgum í Føroyum.
Nú vita vit tað, góði
Jógvan, at tann hjálpin,
sum vit higartil hava fingið
á Ríkishospitalinum og
tíverri ikki kunnu vera fyri
uttan, er olmussuhjálp og
táta. Men tað verður kanska
borið soleiðis í bandi, at
hendan
olmussutilveran
med alla verður steðgað, tí
føroyingar í teirra eygum
als onga serlæknahjálp
hava fyri neyðuni - úr
Danmark.
Eg havi annars hoyrt, at
"Høgnagarpar", kórið sum
sang hitt minniliga kvøldið
á Regensuni í Keypmanna-
havn, hevur fingið navna-
broyting: Frelstu Frælsu
Føroyar (FFF), og at teir
umhugsa at fara til Keyp-
mannahavnar at hava morg-
unandakt uttanfyri Ríkis-
hospitalinum (kl. 7). Sung-
ið verður "Morgenstund har
guld i mund", og andaktin
endar
við
eyðkennis-
sanginum:
Vinstra og høgra, vinstra
og høgra
tað er rætta parið.
Nú er tað væl,
øll eru sæl,
til heljar klandrið farið.
(Bassarnir við seigligari
megi):
Frelstu Frælsu Føroyar.
Góða nátt og sov nú so gott,
góði Jógvan."
Kærar heilsur frá
okkum 5.
Kona tín
BROT ÚR BRÆVI (IIX)
C
M
Y
K
11
10