týsdagur 22. juli 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 123 - 3. juli 2003
Nr. 123 - 3. juli 2003
11
LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
Steypakappingar plaga at hava sínar
føstu karmar og ritualir. Eitt nú í Ong-
landi eru karmarnir kring og innihald-
ið í FA Cup finaluni so gróðursett sið-
venja, sum hevur fingið so gott
skoðsmál, at tey so nógva aðra staðni
hava roynt at taka hetta til sín og kan-
ska tillaga tað eitt sindur.
Í Føroyum hevur tað verið kappast í
steypakappingini í fótbólti síðani
1955. Til og við 1988 varð kappast
um eitt Ísafjarðarbikar og tríggjar Ísa-
fjarðarsúlur. Navnið komst av, at tað
var á Ísafirði í Íslandi, at bikar og súlur
vórðu givnar føroysku fótbóltsfeløg-
unum at kappast um.
Tað ber ikki til at siga, at karmurin
kring og innihald í kappingunum fram
til og við 1988 vóru støðug og aftur-
vendandi. Fyrsta skeiðið varð kapp-
ingin fleiri ár spæld í einum og sama
vikuskifti, og liðini, sum vóru við í
kappingini, skiftust um at hýsa henni.
Onkra ferðina varð ásett, at tað skuldu
spælast tvær finalur, soleiðis at bæði
finaluliðini fingu ágóða av heimavølli.
Okkurt skeiðið skuldi finalan verða
spæld í høvuðsstaðnum, og aðrar
ferðir varð tað mett týdningarmikið, at
finalan varð løgd í plássum, har tey
ikki vóru so von at síggja fótbóltsdyst-
ir á hægsta støði í Føroyum. Tí vóru
finalur spældar eitt nú í Gøtu, á Sandi,
á Skála og á Eiði.
Tey fyrstu árini stóð kappingin bara
millum feløgini í bestu deildini. Men
kappingin varð ikki so høgt í metum
alla staðni, og tað kom meiri enn so
fyri, at bara trý feløg – B36, HB og TB
– kappaðust um Ísafjarðarbikarið.
Seinni varð farið heilt í hina grøvina
soleiðis at skilja, at tað onkra ferðina í
sjeyti árunum var soleiðis, at øll liðini
í øllum vaksnamanna deildunum
kappaðust. Henda skipanin er fram-
vegis galdandi í steypakappingini í
hondbóltinum, men hon varð skjótt
avtikin í fótbóltinum.
Bara í einum hevur føroyska
steypakappingin mest sum alla tíðina
líkst sær sjálvari. HB hevur vunnið
meiri enn aðru hvørja ferð. HB eigur
25 steypasigrar. Tað vil siga, at eldra
havnarfelagið hevur vunnið fleiri final-
ur, enn øll hini feløgini hava vunnið til-
saman. Tí hevur HB vunnið bikar og
súlur til ognar. Í 1964 vunnu teir Ísa-
fjarðarbikarið til ognar, og síðani hava
teir vunnið tríggjar Ísafjarðarsúlur til
ognar. Tað síðstu vunnu teir í 1988.
Síðani 1989 hevur verið kappast
um Løgmanssteypið, og serliga eftir
at vinnarin í 1991 umframt heiðurin
og steypið eisini vann sær rætt at taka
lut í UEFA Cup kappingini, hevur
áhugin verið væl størri, enn hann
frammanundan yvirhøvur hevði verið.
Fastur karmur
Fótbóltssambandið hevur lagt seg
eftir at gera innihaldið og karmin kring
kappingina fastari og harvið meiri
eyðkent, síðani tað varð farið at kapp-
ast um Løgmanssteypið. Nú stendur
kappingin millum bestu liðini hjá øll-
um feløgunum, sum eru umboðað í 1.
– 4. deild. Seinastu árini hevur verið
kappast í bólkaumfari, og allar finalur-
nar um Løgmanssteypið hava verið í
Gundadali.
Tey fyrstu árini varð nýggj finala
spæld, um tað stóð á jøvnum eftir
vanliga leiktíð og tvær ferðir fimtan
minuttir longda leiktíð. Tríggjar ferðir
hevur verið neyðugt við nýggjari
finalu (B71 og HB í 1989 og í 1993 og
GÍ og HB í 1996). Nú er hetta broytt
soleiðis, at finalan skal avgerast ein
og sama dag.
Fyri trimum árum síðani varð av-
gjørt, at finalan skuldi spælast á
nýggja grasvøllinum í Gundadali, og
fyri tveimum árum síðani varð fyrstu
ferð roynt at spæla finalu Ólavsøku-
dag. Tað vil siga, at finalan hesa ferð
er tann fjórða á grasvøllinum, og hon
er tann triðja, sum verður spæld Ólav-
søkudag.
Í fjør, tá ið NSÍ vann á HB, var veðr-
ið framúr gott, og steypahýrurin kring
vøllin var fínur. Í fyrraárið vann B36 á
KÍ. Tá var veðrið so vánaligt, sum tað
ikki hevur verið á Ólavsøku seinastu
heilt nógvu árini.
Karmurin og innihaldið eru vorðin
fastari og eyðkendari, síðani súlurnar
vórðu skiftar út við steypið hjá løg-
manni. Í fyrstu kappingini var vinnarin
oftast tann sami, sum hann meiri enn
aðru hvørja ferð var í kappingunum
um bikar og súlur, sum komu úr Ís-
landi. Men hesi seinnu árini hevur
hetta ikki verið soleiðis. HB vann fyr-
sta Løgmanssteypið til ognar í 1998
ella tíggjunda árið, sum tað varð
kappast um steypið. Teir áttu fýra lutir
í steypinum. KÍ og GÍ áttu tveir lutir í
part, og B36 og B71 vunnu tað steyp-
ið eina ferð í part.
Síðani 1998 hevur HB ongantíð
vunnið steypakappingina. KÍ, GÍ, B36
og NSÍ eiga eina aktiu í part í nýggja
Løgmanssteypinum, og Ólavsøkudag
fara GÍ og B36 at stríðast um, hvat av
teimum báðum liðunum skal verða
tað fyrsta at eiga tveir lutir í steyp-
inum, sum tað sambært ásetingunum
skal kappast um til og við 2008, um
ikki onkur frammanundan hevur
vunnið tað so mikið ofta, at eingin
annar kann røkka teimum. Í løtuni er
tað lítið, sum bendir á, at tað ikki fer at
verða kappast um steypið í hvussu so
er inntil 2008.
Anfinn Kallsberg fer fyri sættu ferð
at handa Løgmanssteypið á Ólavsøku
í ár. Um tað gongst, sum tað plagar at
gera, so kann roknast við, at hann fer
at handa steypið í hvussu so er á
tveimum Ólavsøkum afturat. Men tað
er ein heilt onnur søga, sum tað er
eins torført at rokna út, sum tað er at
spáa um, hvør fer at vera partur av
finalunum tey komandi árini!
Favoritturin viðhvørt snýttur
Um landskappingin verður nýtt sum
grundarlag fyri vánunum í steypafinal-
uni, so er eingin ivi um, at B36 hesa
ferð er stórfavorittur at vinna ímóti GÍ.
B36 er oddalið í landskappingini, teir
hava nógvar royndar spælarar, sum
hava spælt nógvar landsdystir, hava
ofta roynt seg í Europa Cup og hava
fleiri ferðir vunnið bæði FM og steypa-
kappingina, og teir hava nógv fólk at
taka av.
Gøtumenn eru mitt í ættarliðsskifti.
Tíðliga í vár tóktist tað at ganga rætti-
liga væl, men síðani hava teir verið
nógv plágaðir av skaðum, og úrtøkan
hevur ikki verið nakað serlig í lands-
kappingini. GÍ er á sjeynda plássinum,
og nógvir av spælarunum hjá teimum
hava verri enn so somu royndirnar,
sum mótstøðumenninir í finaluni
hava.
Men ein av sjarmunum við steypa-
finalum er, at alt kann koma fyri ta løt-
una, sum alt skal avgerast í. Síðsta
dømið um hetta í føroysku steypa-
kappingini var í 2000. Ta ferðina
spældu HB og GÍ. HB var oddalið í
landskappingini, og GÍ var nummar
sjey. Men tað var GÍ, sum endaði
omaná í steypafinaluni. Teir komu á
odda í 1. hálvleiki, og HB megnaði
ongantíð at sleppa av við skelkin.
Karmarnir og innihaldið
ganga aftur
B36 er favorittur hesa ferð, men teir í B36, teir í GÍ og øll tey, sum ætla sær at fylgja við í finaluni vita, at í einari finalu kann alt koma fyri. Tí er
tað bæði spennandi og sjarmerandi.
Mynd: Álvur Haraldsen
Eftir at tað tey fyrstu fjøruti árini varð roynt og leitað við innihaldi og karmi í
og kring steypakappingina, líkjast finalurnar alt meiri teimum undanfarnu.
Hesa ferð er B36 favorittur, men GÍ hevur áður víst, at teir kunnu basa
teimum bestu
C
M
Y
K
11
10