Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 136 - 22. juli 2003 Nr. 136 - 22. juli 2003 13 Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri Tjóðveldisflokkin Johan Dahl, sambandsting- limur, hevði í bløðunum leygardagin enn eina fram- førslu har høvuðsenda- málið er, at fáa føroyingar at trúgva at teir ikki duga ella kunnu klára seg sjálv- ar. Fáa føroyingar at trúgva at fullveldi og sjálv- stýri ongantíð kann verða tað rætta. At føroyingar ikki mugu taka fulla ábyrgd og leiðslu í hesum landi. Tað snýr seg fyri Sam- bandsflokkin um at fjala veruleikan og halda lív í leikinum - einum leiki har danir skriva leikritið og føroyingar spæla sín til- lutaða leiklut - "the show must go on !" Undir yvirskriftini "Heima- stýrislógin og yvirtøku- leisturin hjá samgonguni" staðfestir Johan Dahl, at tað "rætt og slætt eru ongir trupulleikar við núverandi heimastýrislóg". Somu- leiðis leggur hann dent á, at nýggja yvirtøkulógin onki hevur at siga, og at teir trupulleikar sum hava verið við at yvirtaka málsøki og politiskir trupulleikar ann- ars, bert eru skaptir av før- oyingum. Hetta er sjálvsagt ikki rætt og skal eg hervið gera nakrar viðmerkingar til JD. Yvirtøkulógin ger yvirtøkuheimildina greiðari Nýggja yvirtøkulógin, ið vónandi fer at verða sam- tykt í heyst, fer ikki at broyta statsrættarligu støðu Føroya. Hon fer heldur ikki í sjálvum sær at geva okk- um meira sjálvstýri enn heimastýrislógin. Men yvirtøkulógin fer at gera tað greitt hvørja løg- frøðiliga heimild, ið Lands- stýrið hevur til at yvirtaka málsøki. Í nýggju lógini verður greitt staðfest at føroyskir myndugleikar kunnu yvirtaka alt undan- tikið tey málsøki, ið knýta seg beinleiðis at fullveld- istøkuni - m.a. uttanríkis- og verjumál og statsborg- araskapur. Hetta ger ar- beiðið við at koma nærri fullveldinum væl lættari. Danska stjórnin noktaði yvirtøku av løgreglu og rættarmálum Lættari - tí so seint sum í undanfarna valskeiði var tulkingin av heimastýris- lógini ein heilt onnur enn tann sum núverandi danska stjórnin hevur. Poul Nyrup Rasmussen vísti tá á, at føroyingar m.a. ikki fingu loyvi at yvirtaka m.a. løg- reglu og rættarmál. Hetta metti hann ikki at føroy- ingar høvdu heimild til. Nú nýggj stjórn er komin tykjast hesar yvirtøkur ikki at verða nakar trupulleiki. Heimastýrislógin átti at gjørt tað møguligt hjá før- oyingum at komið heilt at fullveldistøkuni, men søg- an hevur tíverri víst okkum, at tað hava verið lagdar politiskar forðingar í vegin fyri hesum. Tá ið tað nú ikki er po- litiskur meiriluti fyri øðrum enn eini fullveldisætlan umvegis heimastýrislógina, so er yvirtøkulógin eitt gott ískoyti, ið tryggjar at tað í framtíðini ikki skulu verða nøkur ivamál viðvíkjandi lógarheimild føroyinga at yvirtaka. Heimastýrislógin: fólkatingslóg ella avtala ? Ein annar trupulleiki við núverandi heimastýrislóg er sjálvt grundarlagið undir henni. Tí tað valdar ein grundleggjandi ósemja millum danskar og føroysk- ar myndugleikar, hvørt heimastýrislógin er ein fólkatingslóg, ið "útdele- gerar" vald til føroyskar myndugleikar, ella talan er um eina avtalu millum tvær tjóðir, har føroyskir mynd- ugleikar "útdelegera" vald til danskar myndugleikar. Í heilt stuttum merkir danska tulkingin, at danska fólkatingið kann taka aftur tað vald, ið verður "latið" føroyingum umvegis heimastýrislógina. Før- oyska tulkingin er hinvegin grundað á fólkarættin, ið tryggjar, at tað eru føroy- ingar, ið eiga sjálvsavgerð- arrættin í egnum landi. Tal- an er um eina avtalu mill- um tvær javnbjóðis tjóðir, og føroyingar kunnu tí til eina og hvørja tíð taka tað vald vit ynskja, tá vit ynskja tað. Henda ósemjan um grundarlagið undir heimastýrislógini er ein tví- støða, ið tíverri ikki verður loyst við nakrari yvirtøkuð- lóg. Leggjast skal afturat, at rættindi føroyinga tó eru tryggjaði í fólkarættinum uttan mun til støðuna hjá donsku stjórnini. Hvar er nýskipanin í Nýskipanar- uppskotinum? JD vísir á, at heimastýris- lógin treingir til ábøtur og at nýskipanaruppskot Sam- bandsfloksins er tað rætta boðið, meðan yvirtøku- lógin hinvegin er at seta rættindi føroyinga í vanda. JD grundgevur tó ongantíð fyri hesum páhaldi - helst tí ongin grundgeving er. Viðvíkjandi tjóðarrætt- indum Føroya fólks, so verða hesi ikki sett í váða av orðingini í yvirtøku- lógini. Hesi rættindi eru og verða somuleiðis grundað á altjóða fólkarætt, ið gevur okkum rætt til at velja ta ríkisrættarligu framtíð vit ynskja. Tá umræður tí sokallaða Nýskipanaruppskoti Sam- bandsfloksins so ber snøgt sagt ikki til at finna nakra nýskipan í hesum uppskoti. Uppskotið er enntá meira víðgongt enn heima-stýris- lógin. Tí uppskotið stað- festir at ein røð av málum, ið IKKI skulu kunna yvir- takast - eitt nú rættarmál, ið føroyingar nú fyrireika seg til at yvirtaka. Nýskipanaruppskot Sambandsfloksins: - Kongshúsið, Grundlógin, Uttanríkismál, Verjumál, Gjaldoyra og Rættarskip- anin skulu verða felagsmál. Nýskipanaruppskotið staðfestir enntá, at hesi mál ikki skulu kunna yvirtakast av føroyingum. - Danski ríkisborgaraskap- urin skal varðveitast. - Danska fólkatingsumboð- anin skal varðveitast. - Onnur málsøki skal heima- stýrið hava møguleika til at yvirtaka. Gjaldskylda fylgir við yvirtøkuni. Hetta uppskotið er - sambært Sambandsflokkinum - ein stór nýskipan og sum sagt verður í uppskotinum: "motorvegurin" inn í fram- tíðina. Hetta sigur ikki so lítið um Sambandsflokkin... Leikurin skjótt at enda komin Seinnu árini er komið al- samt oftari til sjóndar, at føroyingar í veruleikanum eru partur av einum leiki. Einum leiki har danska stjórnin skrivar leikritið, sambandsfólk eru klapp- andi áskoðarar og føroy- ingar annars luttaka í teim- um leiklutum, ið verða teimum lutaðir. Ikki tí - føroyingar hava hvønn einasta dag møgu- leika fyri at fara út úr leikhúsinum og seta føtur undir egið borð. Byrja eina sjálvstøðuga og virðiliga framtíð. Men higartil hava politisku leiðararnir ikki givið føroyingum møgu- leika umvegis fólkaatkvøðu at velja eina frælsa framtíð - og tí heldur leikurin fram. Greitt er tó, at leikurin er skjótt at enda komin. Sam- bandsfólk halda tó á við sínum framførslum. Tey eru tey einastu, ið ikki hava lagt til merkis, at hini eru farin at taka leiktjøldini niður, og fyrireika seg til ein sjálvstøðuga framtíð. The End. Til minnis um Turid Kruse f. 15.09.1924 d. 07.04.2003 Sjálvt um tað longu er gingið eitt sindur av tíð, síðan tú fórt, so er tað ikki heilt gingið upp fyri okkum øllum enn. Tað følist so óveruligt at tú ikki er til staðar. Nú vit koma til Eiðis, følist tað sum um tað manglar okkurt. Tann eina fasta rutan á vitjunartúrinum á Eiði er farin. Eiði dregur ikki eins nógv nú sum tað hevur gjørt. Lívið hjá tær hevur ikki verið ein dansur á rós- um. Tað byrjaði hart, tá pápi tí fórst á sjónum longu tá tú vart tvey ára gomul. Eftir sótu mamman og seks børn, tað yngsta hálvt ár. Mamman bleiv sjúk, og frá hjartagóðum fólki fingu tit hjálp so tit kláraðu tykkum. Henda tíðin hevur eisini sett síni spor í lívi tínum. Tú hevur heldur ikki ligið á lætu síðuni, men hevur hjálpt til allastaðni har tú kundi. Tá familian hevur mist, og stóð í neyð, tókst tú tær av børnunum, og hevur uppfostra tey sum tíni egnu í stytri ella longri tíð. At tú hevur havt tað bæði ringt og samstundis gott sást væl á tínum atburði. Tað var líka mikið hvussu illa stóð til, so dugdi tú at seta teg inn í støðuna og dugdi altíð at síggja tað positiva í øllum. Og tað var júst tað sum eyðkendi teg, lívsgleðin. Sjálv hevur tú verið sjúk stórsta partin av lívinum, og hevur yvirvunnið mangt, harímillum kreftina. Tað stendur okkum púra klárt, at tað er júst lívsgleðin sum helt lívið í tær. Men hesaferð var lívsgleðin ikki nokk. Vit frættu at tú vart farin suður á sjúkrahúsið, og at tað ikki stóð væl til, men fjáltur var ikki á okkum, tí tað hevur tú verið so ofta fyrr, og er komin aftur hvørja ferð. Hví skuldi tað farið at verið øðrvísi hesaferð? Men hesaferð vann deyðin, ikki á lívsgleðini, men á likaminum. Nú tú ert farin, stendur tú eftir sum ein stórur minnisvarði í huga okkara. Tú er tann fulkomna fyrimyndin. Tey vælkend oðrini ið siga, tað ræður um at doyggja ung men so seint sum møguligt, passar sera væl til tín og tít lindi. Tú hevur útlivað allar lívsins rollur fult út. Sum barn vart tú við til at vinna til lívsins uppihald, sum kona hevur tú vart um mann og heim og hevur sett fimm vælskapt børn í heimin. Sum mamma hevur tú uppalt børnin til tað tey eru í dag. Sum omma hevur tú altíð tikið væl í móti okkum. Vit hava altíð følt okkum sum heima og tú hevur givið okkum alt tað ið er at geva. Tú gjørdi ikki mun á okkum og teimum vit fylgdust við, men var ein omma fyri okkum øll. Sum langomma fekst tú ikki møguleikan at folda teg ordiliga út. Tíðin var ov stutt og avstandurin ov langur til tíðir. Nú tú ert farin, ert tú komin heim til Harran sum tú trúði fult og fast á, og tú legði alt í hansara hendur. Nú er tú komin heim til tín og tíni. Eftir sita vit, maður, børn, verbørn, ommubørn og langommubørn við einum tómrúmi í daglig- degnum, men við einum góðum minni um teg og tíðina tú hevði saman við okkum. Takk fyri alt. Ommubørn The show must go on ! TÍÐINDASKRIV Ein bólkur við fimm ný- útbúnum sjónleikarum frá Odense teater fer í komandi viku at ferðast kring landið við einari William Heine- sen sýning. Leikbólkurin er sam- ansettur av av fimm dønum og einum føroyingi, Ann- finni Heinesen. Sýningar- nar í Føroyum eru sprotnar úr einum forteljaraskeiðið, ið tey hava havt á sjón- leikaraskúlanum. Á skeið- inum var William Heinesen tema. Hetta temaið høvdu næmingarnir sjálvir valt, tí ætlanin frá byrjan var at fara til Føroya. Tað tóktist upplagt at velja William Heinesen at framføra fyri føroyingum, tí hann er ein av best umtóktu rithøv- undum føroyinga, og hann skrivaði á donskum. Sýningin er ein sonevnd collaga, sum er samansett av einari stuttsøgu og ym- iskum yrkingum og øðrum brotum frá rúgvusmikla skaldskapi Williams. Sýningar verða í Havn, Klaksvík, Mykinesi og í Oyndarfirði. Sjálv frásøgnin er kjarnin í sýningunum. Leikararnir sita allir á hvør sínum stóli á pallinum og siga frá yrk- ingum og søgu. Alt verður framført á donskum, og fólk kunnu vænta sær eitt spennandi kvøld. Atongumerkjakostnaður- in er eitt sindur ymiskur frá stað til stað, men leikarar- nir vilja fegnir síggja so nógv fólk sum gjørligt, og tískil verður kostnaðurin ógvuliga lítil fyri at hoyra og síggja forteljingarnar. Sýningarnar eru ætlaðar øllum við áhuga fyri Willi- ami Heinesen og góðum frásagnum Sýningarnar verða hesar: 22.juli í Atlantis í Klaks- vík kl. 19.30 23.juli í Gamla Meia- rínum í Havn kl. 19.30 24.juli í skúlanum í Mykinesi kl. 19.30 25.juli undir handlinum í Oyndarfirði kl 21.00. William Heinesen kvøld MARKNAÐARRÁK Størsta hendingin í farnu viku var týsdagin tann 15. tá Alan Greenspan, ið er stjóri í amerikanska tjóðbankanum (FED), helt røðu fyri ameri- kanska umboðsmannatingin- um. Millum annað segði Greenspan, at tað fer at eydn- ast FED at skapa búskapar- liga framgongd, og at treytir- nar fyri einari framgongd eru til staðar. Tá Greenspan sam- stundis segði, at vandin fyri vantandi prísvøkstri er fjarur, hækkaðu renturnar á ameri- kanskum lánsbrøvum við langari gildistíð munandi. Samanumtikið var Greenspan heldur bjartskygdari enn væntað, og útlitini fyri fleiri stimbrandi tiltøkum í USA eru smá. Umframt stórhendingina í USA, hava limir í evropiska miðbankanum (ECB) sagt, at tað ikki er neyðugt við fleiri rentulækkingum, tí eisini treytirnar fyri einari fram- gongd í Evropa eru til staðar. Tískil liggja langar láns- brævarentur nú á hægsta stigi síðani byrjanina av mei. Í farnu viku vóru hópin av týdningarmiklum ársfjórð- ingsroknskapum kunngjørdir. Meira enn helmingurin av roknskapunum, millum annað frá Intel, Apple, Ford, Microsoft og Erisson, hava verið góðir og betri enn vænt- að, men ávís virkir hava eisini vónbrotið, millum annað Nokia. Serliga metingarnar hjá Nokia um 3. ársfjórðing vóru daprar. Tíðindir frá partabræva- heiminum høvdu lítla ávirkan á lánsbrævarenturnar í farnu viku, eitt nú orsakað av Greenspan. Eisini vóru fleiri sera áhugaverd búskaparlig lyklatøl kunngjørd, tøl ið sum heild vóru góð. Røðin av roknskaparkunn- gerðum frá týdningarmiklum virkjum heldur fram hesa vikuna, tá virkir sum Texas Instruments, AT&T, AOL Time Warner og Siemens kunngera roknskap. Tá sam- stundis lutfalsliga fá týðandi búskaparlig lyklatøl vera kunngjørd, kann roknast við, at roknskapirnir fáa størri týdning fyri renturnar enn í farnu viku. Stórt trýst hevur verið á lánsbrævarentur seinastu vikuna, og roknast kann við, at hetta trýst heldur á fram, so leingi tjóðbankarnir vísa á positivu gongdina. Kortini kunnu roknskapirnir føra við sær skift í rentunum. Vit meta kortini at renturnar næstu dagarnar verða áleið á sama stigi sum í dag. Samstundis meta vit, at serliga ameri- kanskir roknskapir vera hampuligir, og at hetta kann føra við sær hækkandi parta- brævamarknaðir. Rentur Partabr vav sit¿l Renta K ursur +/- % Diskonto 2,00% 0,00% KFX, Danmark 216,6 0,9% 2 ra lnsbr v 2,64% 0,21% OM X, Sv¿rki 558,2 0,8% 5 ra lnsbr v 3,42% 0,26% DJ Stoxx 50, Evropa 2.420,1 -1,8% 10 ra l nsbr v 4,26% 0,22% S&P 500, USA 993,3 -1,0% Œl¿gufel¿g G jaldoyra K ursur +/- % K ursur +/- % L nsbr¿v DKK 106,87 -0,5% USD 659,56 0,1% Evru L nsbr¿v 165,53 -0,9% EUR 743,42 0,0% Norr¿n Partabr¿v 64,42 -2,1% GBP 1.047,52 -1,4% Altj ¶a Partabr¿v 71,03 -1,2% NOK 88,88 -0,3% Renta og kursir kl 10 gj r. Broytingar eru trokna¶ar m un til fyri viku s ¶an. +/- %-stig Búskaparligt bjartskygni heldur fram Vika 30 www.kaupthing.fo C M Y K 13 12 Landssjúkrahúsið FO 100 Tórshavn Ljósmóðir Á Ljósmøðraskipanini á Landssjúkrahúsinum er eitt fulltíðar avloysarastarv sum jarðamóðir leyst til setan 1. september 2003 til 15. februar 2004. Løn- og setanarviðurskifti smb. sáttmálan mill- um Fíggjarmálaráðið og Ljósmøðrafelag Føroya. Vit vóna, at tú hevur ein positivan hugburð til arbeiði, og ert góð/ur til at samstarva. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jytte Joensen,virkandi leiðandi ljósmóðir,telefon 313540, lokal 169. Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, autorisatión og CV verður at senda til: Landssjúkrahúsið Starvsfólkadeildin 100 Tórshavn Umsóknarfreistin er 25. august 2003 Ferielukning Kontoret er lukket p.g.a.ferie fra 16.juli til og med 30. juli. Vi kan dog kontaktes på tlf. +45 4036 4465. Her kan også sendes en SMS-besked. Grannskoðaravirkið Højmose, FRR v/ Børge Christiansen, Cand.merc.aud. Reg. Revisor Í Heiðum 370 Miðvágur Tlf. 333498, telefax 333490 E-mail: hoejmose@post.olivant.fo Http.//www.rev-hoejmose.dk Kontrollar! Við ólavsøkukappróðurin í fjør og sum hava áhuga at hjálpa okkum aftur í ár, verða bidnir um at ringja á telefon 213005 beinanvegin. Havnar Róðrarfelag Summarfrí Skrivstovan er afturlatin vegna summarfrí. Opið verður aftur mánadagin 18. august 2003. Poul Hansen & Jónfinn Thomsen Advokatar Áarvegur 1 100 Tórshavn Summarfrí Vegna summarfrí verður verkstaðið stongt frá 21. juli. Lýst verður, tá verkstaðið verður opið aftur. Dekksøla og Bilverkstaður v/ Jógvan Dahl 450 Oyri Tlf. 422220 www.sosialurin.fo