Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 123 - 3. juli 2003 Nr. 123 - 3. juli 2003 13 GOSPEL Eyðun Klakstein Nakrir av teimum kendastu føroysku gospelsangarunum verða við á stóru gospelkonsertini, sum verður hildin í Kommunuskúlagarðinum 28. juli. Ein bólkur við donskum tónleikar- um fer at spæla undir, og á pallinum verða so solistar og eitt kór. Sangararnir á konsertini eru Linda Holmberg, Heini Lützen, Laila Hansen, Regin Guttesen, Sigrid Rasmussen, Jón Svein Heinesen og Heidi Andrea- sen. Hetta eru sangarar, sum áður hava sungið nógv. Heini Lützen hevur verið virkin sum sangari í nógv, Regin Guttesen hevur givið fløgur út sjálvur og saman við øðrum, og Sigrid Rasmussen hevur eisini roynt seg sum sangara í útlondum. Tónleikararnir í bólkinum, sum spælir undir hjá teimum ymsu sangar- unum, eru Michael Holmberg, Niels Engell Hansen, Troels Skovgaard, Jens Haack og Jan Zachariasen, sum er einsamalli føroyski tónleikarin í rúgvuni. Hetta er sama maning, sum stendur fyri tónleikinum á útgávuni »Vit kunn- gera Jesus«, sum kom út herfyri. Betur hesaferð Tað verður kórið United Voices, sum fer at leggja fyri á konsertini, og síðani fara teir ymsu solistarnir at syngja saman við bólkinum. – Vit høvdu eina frálíka konsert fyri tveimum mánaðum síðani, men eg rokni við, at hendan konsertin kann gerast enn betri, tí nú kenna fólk helst sangirnar betur. Tá var fløgan akkurát komin út, sigur Linda Holmberg, sum er eitt av oddafólkunum fyri konsert- ini. – Teir donsku tónleikararnir í bólk- inum vóru bergtiknir av føroyingum, og teir gleða seg nógv til at sleppa aftur til Føroya at spæla. Teir halda, at tað er ein serligur stemningur til slíkar konsertir í Føroyum. Savnaðu fólkini til útgávuna Tónleikararnir, sum spæla í bólkinum, eru ikki ein bólkur dagliga, men teir vóru settir saman til útgávuna »Vit kunngera Jesus«. – Vit royndu at savna góðar tónleik- arar og sangarar til útgávuna, og tað eydnaðist okkum eisini. Hesi fólkini kunnu bjóða nakað av tí besta gospel- tónleikinum, sum finst í Føroyum, sig- ur Linda Holmberg. Hon roknar við, at tað konsertin á ólavsøku kann eydnast sera væl. – Tað eru ikki so nógv tiltøk av hes- um slagnum, so um veðrið verður gott, so rokni eg við, at tað koma nógv fólk til konsertina, og vit kunnu í øllum førum lova, at tað verður góður tón- leikur at hoyra, sigur Linda. Gospelbrak undir opnum himni Nakrir av fremstu føroysku gospelsangarunum fara at hava konsert saman við donskum tónleikarum á ólavsøku. Konsertin verður undir opnum himni í Kommunuskúlagarðinum Heini Lützen er ein av sangarunum, sum fer at syngja á stóru gospelkonsertini á ólavsøku. Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 13 12