Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 136 - 22. juli 2003 15 Hjálparfólk á ólavsøku Pylsuvognurin á Vaglinum søkir eftir fólki at ar- beiða á ólavsøku. Áhugað kunnu ringja á tlf. 318061 (millum kl. 12.00 og 14.00), ella tlf. 311874 (eftir kl. 16.00). ALV pylsuvognurin á Vaglinum Summarfrí Stongt verður frá 28. juli til 25. august. Matrikulstovan Gróðurstøðin verður stongd í viku 31 og 32. Skúlavørður til Skúlan við Ósánna Skúlin við Ósánna søkir við hesum eftir skúlavørði at byrja hálvan august, tá nýggja skúlaárið byrjar. Arbeiðsøkið fevnir um bygningarnar og økið,sum hoyrir til Skúlan við Ósánna. Í løtuni er í høvuðsheitum talan um Skúlan við Ósánna, Fimleikarhallirnar, Skúlan í Árnafirði og Gamla Skúla. Arbeiðsuppgávurnar Við tilvísing til leiðslu skúlans fevnir starvið m.a. um dagligt eftirlit, reinhald og viðlíkahald av bygningum, innbúgvi, amboðum, skúlagarði og uttanumøki annars. Skúlavørðurin hevur somuleiðis dagliga umsjón og eftirlit við reingerðingini av skúlanum. Førleikakrøv Umsøkjarin skal hava handverkaraútbúgving ella aðra útbúgving og starvsroyndir á økinum, skal duga at arbeiða sjálvstøðugt og hava góð samstarvsevni. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan við Starvsmannafelagið, lønarflokkur 3. Í sambandi við møguligar bygnaðarbroytingar verður skúlavørðurin at tola broytingar í arbeiðsøki og setanartreytum. Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Símun P. Hjelm skúlastjóra, tlf. 45 60 73 ella 21 83 73. Umsóknir saman við møguligum prógvum og viðmælum skulu verða: Skúlanum við Ósánna Postboks 260 FO-700 Klaksvík í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 1. august 2003. Klaksvíkar Býráð Almenn skeið á Fróðskaparsetri Føroya 2003-2004 1) P r ó v s k e i ð í f ø r o y s k u m Endamálið við skeiðinum er, at menna hegnið at nýta málið sum amboð á ein góðan og fjøltáttaðan hátt og at økja fatanina av føroyskum máli og nýta tað í arbeiði, gerandislívi og til hægri lestur. Skeiðið byrjar á Føroyamálsdeildini 22. september í einum flokki við undirvísing mánadag og mikudag, báðar dagar kl. 16.15-18.30. -Fortreytir: Føroyskt á miðnámsskúlastigi ella samsvarandi. Lærari: Lena Reinert 2) P r ó v s k e i ð í e n s k u m a) Skeið til Cambridge Certificate in Advanced English byrjar á Setursskriv- stovuni 2. oktober í einum flokki við undirvísing hósdag kl. 13.00-16.00. -Fortreytir: Miðnámsstigi A/B ella sam- svarandi kunnleiki, eitt nú Cambridge FCE- royndin, førleiki í at nýta málið, talað og skrivað. Lærari: Sharon Christiansen, MA. b) Skeið til Cambridge Certificate of Proficiency in English byrjar á Føroya Landsbókasavni 1. oktober í einum flokki við undirvísing mikudag kl. 9.00-12.00. - Fortreytir: Staðið "Advanced English", málsligt students-, HF-, HH-prógv ella samsvarandi, góðan førleika at nýta málið. Lærari: Sharon Christiansen, MA. Próvtøkurnar verða í mai/juni 2004. Nágreiniligari upplýsingar og tilmeldingarbløð eru at fáa á setursskrivstovuni. Tilmelding-arfreistin er sett til 29. august 2003. Næmingatalið er avmarkað; næmingar verða upptiknir, sohvørt tilmeldingarnar koma inn, til talið er fult. Tilmeldingargjaldið er 650 kr. Fyri próvtøku í føroyskum gjalda næmingar 500 kr. Fyri próvtøku í Advanced gjalda næmingar 800 kr. og fyri próvtøku í Proficiency 900 kr. Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum. FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan, tlf. 35 25 00 J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 110 Tórshavn www.setur.fo FK Dr. Jakobsensgøta sóknast eftir handilslærlingi at byrja 1. september 2003. Krøv/útbúgving: FHS: 3 ára lærutíð HH: 2 ára lærutíð Student/HF: 2 ár og 18 vikur Vit bjóða einum røskum fólki – drongi ella gentu – við dirvi og áræði, eina útbúgving undir skip- aðum viðurskiftum í einum handli, har lív er í. Arbeiðstíð: 40 tímar um vikuna, frí annan hvønn leygardag. Nakrar ferðir í lærutíðini verður farið á skeið í Danmark. Okkara krøv: Fyrikomandi, kundavinarligur, røkin, góð sam- starvsevnir. Løn: Sbr. S&K sáttmálanum. Umsókn: Skrivlig, saman við próvtøkuskjali. Skal sendast í seinasta lagi 16. aug. 2003, merkt. Lærlingur. Aðrir upplýsingar fáast við at ringja tlf. 311320 ella 217593, Bo Møller. Keypssamtøkan í Dr. Jakobsensgøtu Boks 349 FO-110 Tórshavn Kappríðing á Ólavsøku Tilmelding til kappríðingina í Marknagili ólav- søkudag kl.14.00 er á telefon 314500,421643 ella 219098 til fríggjadagin 25. juli kl. 19.00. Ríðararnir skulu nýta hjálm. Føroya Ríðingarfelag 15 14 Nr. 136 - 22. juli 2003 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 2331, Sp/f Pure Water, 700 Klaksvík Nevnd: Farin úr nevndini: Pauli Poulsen, 350 Vestmanna (formaður) og Jógvan Ziska Djurhuus, Peder Andersensvej 1, DK-9850 Hirtshals Innkomin í nevndina: Óli Marner Christiansen (formaður) og Eyðun Kjølbro, Stangavegur 56, 700 Klaksvík. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Eyðbjørn Poulsen, Kommunubrekka 7, 700 Klaksvík. Innkomin sum stjóri: Hanus Hansen, Undir Brúnni 22, 700 Klaksvík. Grannskoðari: Farin frá sum grannskoðari: P/F Grannskoðaravirkið Inpact, statsaut. revisorar, R.C. Effersøesgøta 26, 100 Tórshavn. Innkomin sum grannskoðari: P/F Rasmussen & Weihe, á Glaðsheyggi, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 17. juli 2003 Kristin Balle _______________________ Gravsteinar, kantsteinar og blómubeð Nú eisini úr Føroyskum gróti Summarfrí Verkstaðið er stongt frá 21.juli til 18.august 2003 Einar Mikkelsen Sp/f El-innleggjaravirkið Tórshavn Ferðatilboð Landsfelagið boðar frá, at Pensjónistafelagið H.Ø.F.T. ger útferð til Noregs tann 25. august. Av frámelding vegna sjúku eru 4 pláss leys. Fólk, ið hava áhuga, biðjast um at ringja til Thorbjørn Lisberg, formann, telefon 371150. Landsfelag Pensjónistanna Tvingsilssøla Fríggjadagin, tann 15. august 2003, kl. 9.45 verður á Dómaraskriv- stovuni, C. Pløyensgøtu 1, 100 Tórshavn hildin tvingsilssøla yvir ognina matr. nr. 1464c, íbúð nr. 23, Tórshavn, liggjandi á bústaðnum Berjabrekka 133,100 Tórshavn (AS nr. 2-7/2003). Sambært tryggingar- skjalinum er talan um eina íbúð í einari hædd og er tað bygda økið 46 kvm. Í íbúðini er 1 køkur og stova í einum, 1 sovi- kamar, 1 gongd og 1 toi- lett v/ brúsu.Uttan fyri er hjallur og urtagarður. Tvingsilssølan er umbið- in av Inga Højgaard,adv., Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, tlf. 311260 (sak nr. 4506201), sum kann geva nærri upplýs- ingar um ognina og sum nærri avtala kann gerast við, um ynski er at síggja ognina. Tvingsilssøluuppgerð kann umbiðjast hjá nevnda advokati ella hyggjast ígjøgnum á Dómaraskrivstovuni. Føroya Fútarættur, tann 17/07-03 TOEFL-roynd 18. oktober 2003 (Test of English as a Foreign Language) Møguleiki er nú at taka sonevndu "paperbased" TOEFL-royndina í Føroyum. TOEFL-royndin er ofta upptøkukrav á hægri lærustovnum í ensktmæltum londum. Royndin verður 18. oktober 2003 á Fróðskapar- setri Føroya, tilmeldingarfreistin er 29. august í USA! Neyðugt er at melda seg til sum skjótast. Tilmeldingarblað og Information Bulletin 2003/ 2004 fyri pappírsroyndina fáast á Altjóða Skrivstovuni Fróðskaparsetri Føroya Setursskrivstovuni tlf. 322065 tlf. 352500 ask@ask.fo setur@setur.fo www.ask.fo www.setur.fo Kostnaðurin er 130 USD. Tilmelding saman við gjaldi er beinleiðis til: TOEFL Registration Office P.O. Box 6152 Princeton NJ 08541-6152 USA www.toelf.org Næsta TOEFL-roynd verður fríggjadagin 12. mars 2004, tilmeldingarfreistin til ta royndina er 26. januar 2004. Avloysari fyri skúlavørðin á Skúlanum á Ziskatrøð Í sambandi við farloyvi søkir Skúlin á Ziskatrøð við hesum eftir avloysara fyri skúlavørðin at byrja 4. august 2003 og til 29. februar 2004. Arbeiðsøkið fevnir um bygningarnar og økið, sum hoyrir til Skúlan á Ziskatrøð. Arbeiðsuppgávurnar. Við tilvísing til leiðslu skúlans fevnir starvið m.a. um dagligt eftirlit, reinhald og viðlíkahald av bygningum, innbúgvi, amboðum, skúlagarði og uttanumøki annars. Skúlavørðurin hevur somuleiðis dagliga umsjón og eftirlit við reingerðingini av skúlanum. Førleikakrøv Umsøkjarin skal hava handverkaraútbúgving ella aðra útbúgving og starvsroyndir á økinum, skal duga at arbeiða sjálvstøðugt og hava góð samstarvsevni. Lønar- og setanartreytir eru sambært sátt- málan við Starvsmannafelagið, lønarflokkur 3. Í sambandi við møguligar bygnaðarbroytingar verður skúlavørðurin at tola broytingar í arbeiðs- øki og setanartreytum. Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Ásbjørn Lómaklett skúlastjóra, tlf. 21 55 57 ella 45 67 49. Umsóknir saman við møguligum prógvum og viðmælum skulu verða: Skúlanum á Ziskatrøð Postboks 53 FO-700 Klaksvík í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25. juli 2003. Klaksvíkar Býráð C M Y K 14