týsdagur 22. juli 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 - 3. juli 2003
15
15
14
Nr. 123 - 3. juli 2003
SAMRØÐA
Ingrid Bjarnastein
Vit kenna hann øll. Ella kenna og
kenna. Vit vita, hvør hann er. Hann
eitur Heri Jacobsen og er útvarps-
vertur. Hann hevur í fjørsummar og í
summar verið at hoyra í Útvarpi Før-
oya í summarsendingini, Barometr-
inum.
– Ja, eg eri havnarmaður við stóra
H, men eg haldi við Kvívíkingi, sigur
tann fryntligi og fyrikomandi útvarps-
verturin, Heri Jacobsen.
Hann greiðir frá, at hetta er nakað,
sum er komið av, at mamma hansara
er úr Kvívík, og heilt frá hann var lítil,
so hevur hann hoyrt, hvussu mamm-
an hevur rópt og skrálað eftir Kvívík-
ingi í stovuni, meðan kappróður hevur
verið.
– Hetta er nakað, sum er komið av
móðursrópi, sigur Heri, og flennur.
– Men eg havi roynt at slitið meg frá
tí, og roynt at hildið við havnarbát-
unum, ella um ikki annað hildið, at teir
bátarnir vóru penir. Men tað ber ikki
til. Hasin ljósablái liturin og bátarnir
hjá Kvívíkar Sóknar Róðrarfelag eru
teir eg altíð fari at halda við.
Men annars er Heri so nógv havnar-
maður, sum man kann verða. B36´ari
og spælir í Havnar Hornorkestri.
Býtt og klókt
– Summi halda, at tú ert havnarmað-
ur, tí tú sigur »havnamævir« og tosar
sum fólkini í Havn. Eitt gott dømi er
Niels Finsen. Danir siga, at hann er
fyrsti danin, sum fekk Nobelvirðisløn-
ina, men tað passar ikki. Hann er ikki
dani. Hann er »havnamævir«, heldur
Heri, meðan hann stórflennir, við eyð-
kenda látrinum, sum vit so mangan
hava hoyrt í summar.
Heri hevur fingið eitt »image« sum
tann býtti og tápuligi útvarpsverturin
við teimum býttu spurningunum um
g-streingir og tálgaknetti. Og tað
munnu vera mong, sum halda, at
havnarmaðurin er eitt sindur smá-
svakur.
– Mítt image var ikki við vilja. Tað
var einaferð í fjør í byrjanini av Baro-
metrinum, at eg kom til at siga okkurt
uppá ein býttan máta. Kári kom so at
virka sum tann, sum altíð skal bera í
bøtuflaka fyri tann býtta og tápuliga
Hera. Og hesar leiklutirnar hava vit
spælt fult út líka síðani, greiðir Havn-
armævirin frá.
– Eg vil vera tann býtti. Kári er tann,
sum ger seg smáklókan uppá alt
møguligt. Streym, seyð, útróður og so
víðari, meðan eg flenni býtt.
Alt summar hevur Barometrið verið
í luftini og teir hanga í eina tíð afturat,
so tað krevur nógva orku og góðan
hug til útvarp fyri at megna at fylgja
við.
– Tað er als ikki strævið. Tað kemur
av sær sjálvum. Tú kanst gott hava
sovið illa um náttina, ella sovið lítið og
ganga og hanga, men so skjótt tær
fyrstu trummurútmurnar í eyðkennis-
lagnum hjá Barometrinum fara í
gongd, so er tað sum tú fært eina
adrenalinsproytu í endan, og so er tað
»game on« inntil sendingin endar.
Spurdur um tann mest minniliga
túrin við Barometrinum hevur út-
varpsverturin ilt við at geva eitt greitt
svar.
– Vit hava verið nógvastaðni. Vit
hava flogið út til allar smáoyggjarnar í
Føroyum, og tað er hvønn dag, at vit
gera okkurt gott prát. Nú eru tær
nýggjastu ferðirnar, so fríkastar í
minninum, so tað eru tær vit minnast
best, men tá vit skipa fyri evnisdøgum
og so víðari, tá er tað altíð onkrir ser-
ligir dagar, sum koma fram, greiðir
Heri frá, og leggur afturat, at tá Baro-
metrið í fjør var í grótbrotinum í
Norðragøtu og hevði eina paintball-
kapping millum Dimmalætting, Sosi-
alin, Sjónvarp Føroya og Útvarpi, man
vera ein tann minniligasti evnisdagur-
in.
Lata væl at
Fólk lata sum heild væl at Hera og
sendingini, sum heild.
– Responsurin frá fólki er góður
sum heild. Tá eg eri í býnum ella práti
við fólk onkustaðni, sum er tað altíð
positivt, men tú kanst ongantíð gleða
øll. Tú traðkar altíð onkran yvir tærn-
ar, sigur Heri.
– Men fólk lata væl at, men tað er
altíð onkur sum sigur, at Heri er bara
for svakur.
Ólavsøkan stendur fyri durum, og
hevur útvarpsmaðurin eina greiða
mynd av, hvat skal vera á ólavsøku
fyri tað skal vera ólavsøka.
– Eg spæli við Havnar Hornorkestri,
og tað havi eg gjørt í yvir 20 ár. Um eg
ikki marsjeri á ólavsøku ella spæli
undir tinghúsinum, so er tað ikki ólav-
søka fyri meg, sigur Heri Jacobsen,
útvarpsvertur og svakur havnarmað-
ur.
Heri er svakur
Heri Jacobsen er Havnarmaður við stóra H. Hann heldur við Kvívíkingi
og hevur eitt umdømi sum tann býtti, lívligi útvarpsverturin, sum tosar
um g-streingir og tálgaknettir, og sum av mongum man verða
skýrdur sum eitt sindur svakur
Heri Jacobsen er havnarmaður við
stóra H. Summi vilja verða við, at
hann er ein svakur havnarmaður
Mynd: Jens Kr. Vang
– Eg mær at halda ólavsøkuna, og tað verður eiki
ótraditionelt á skránni. Børnini eru heima, so vit
verða nakað saman við teimum, men vit verða eisini
nógv úti.
Vit plaga at fara til kappróður, framsýningar, fót-
bólt, kabarett, hondbólt og annað. Og so fari eg til
felagssangin ólavsøkudag. Tað er bara at vóna, at
tað verður gott veður, men eg havi nú eisini staðið
har í regni og vindi og sungið. Løtan er altíð góð, og
tað mann vera eindømi, at so stórur partur av eini
tjóð savnast friðarliga til at syngja sangirnar, sum
vit eiga og skulu bera víðari.
Eg plagi at fylgja við tingsetuni, men nú eri eg ikki
sjálv bundin at henni longur. Tað var eg í 12 ár, og
hóast eg onkuntíð sakni tað politiska lívið, tí tað var
sera spennandi, so er tað eisini gott at síggja heim-
in við eygunum hjá einum vanligum føroyingi.
Ólavsøkan skal haldast
Hvussu heldur tú ólavsøku?
Helena Dam á Neystabø
C
M
Y
K
14