Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 136 - 22. juli 2003 Nr. 136 - 22. juli 2003 17 Í kvøld fara Guðrun S. Jacobsen og kendi danski sangarin Stig Rossen á pall saman á Langelandsfstivalinu m. Talan er um tiltak til frama fyri Raffens Børnefond TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Tað gongur væl hjá Guðr- uni Sólju Jacobsen, sum ferðast millum Føroyar og Danmark í heilum, tí hon hevur úr at gera har niðri. Í kvøld klokkan 19 skal Guðrun á pall á stóra palli á Langelandsfestivalinum. Har er tá tiltak við fleiri kendum nøvnum, ið fara á pall til frama fyri Raffens Børnefond. Umframt Guðruna eru Stig Rossen og Nanna og James Sampson (fyrrver- andi vinnari av Stjerne for en aften) og fleiri onnur. Guðrun skal syngja lagið There you'll Be og saman við einum av størstu nøvn- unum í donsku undirhalds- vinnuni, Stig Rossen, syng- ur hon Lille Frøken Him- melblå. Guðrun og Stig Rossen standa eisini ovast á lepan- um fyri tiltakið. Tiltakið hevur tema úr filmsheiminum og t.d. Nana er kend fyri lagið Buster úr filminum Busters Verden. Hon skal eisini syngja filmslagið hjá Kim Larsen, Tarzan Mama Mia. Tað eru kendu films og sjónvarpsmenninir Peter Mygind og Hans Otto Bis- gaard, ið siga frá og knýta tiltakið saman. At syngja saman við einum av størstu stjørnun- um innan danskt undirhald er ikki øllum unt, so tað gongst Guðruni væl, kann staðfestast. Tann 11. august kemur fløgan hjá Guðruni, so enn eru nakrar vikur at bíða. Guðrun og Stig Rossen syngja saman Í kvøld klokkan 19 fer Guðrun á pall saman við Stig Rossen, ið helst telist milllum donsku sangararnar, sum hava mesta viðráki C M Y K 17 16