Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 123 - 3. juli 2003 Nr. 123 - 3. juli 2003 17 C M Y K 17 16 DEBUT Eyðun Klakstein Edvard Nyholm Debess er ein royndur og virkin tónleikari. Hann hevur spælt í øllum hugsandi samanhangum, og hann hevur fingist við alt frá poppi og jazzi til klassiskan tónleik. Men hóast hann hevur spælt ótelj- andi ferðir í mentanarháborgini í Havn og í útlandinum, so hevur hann ongan- tíð staðið á pallinum á ólavsøku- konsertini. – Eg havi í nógv ár verið granni til konsertina og havi hoyrt tónleikin, men eg havi ongantíð verið á pallinum. Tað er helst tilvildarligt, men nú sleppi eg so at royna tað, sigur Edvard Nyholm Debess, sum verður við í bólkinum Headache Blues Treo. – Ein spæling er ein spæling, og tú skalt njóta hana. Vit hava onkuntíð spælt fyri 20 fólkum, og tað hevur ver- ið fantastiskt, men nú er so møguleiki fyri, at vit koma at spæla fyri rættiliga nógvum fólkum. Headache Blues Treo er mannað við Uni Debess, Rógva á Rógvu og Edvard Nyholm Debess. Edvard fyri fyrstu ferð Hóast hann telir millum teir mest virknu tónleikararnar í landinum, hevur hann ongantíð spælt á ólavsøkukonsertini. Nú fær hann møguleikan