týsdagur 22. juli 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 136 - 22. juli 2003
Nr. 136 - 22. juli 2003
19
Víðari sigur hann, at hesi
árini hava verið sera góð
fyri tónleik í Skandinavia.
Serliga hevur tað gingist
væl hjá svenskum og finsk-
um bólkum, men hann
roknar við, at tað bert er ein
spurningur um tíð, áðrenn
ein danskur bólkur gerst
heimskendur.
Tónleikamentan
B.O.W. sigur, at í Finlandi
kenna allir tónlikarar hvønn
annan. Finland er eitt lítið
land, og tí mugu tón-
leikararnir taka við læru av
hvørjum øðrum. Meðan vit
tosa, kemur K-System, ein
annar finskur bólkur, inn,
og allir byrja beinanvegin at
práta á finskum. Teir kenna
væl hvønn annan, sæst
týðuliga, og hetta er heldur
ikki fyrstu ferð, teir spæla
konsertir saman.
– Hip-hop mentanin er
eitt nýtt mentunarligt íkast
til samfelagið. Tað er eitt
nýtt slag av bókmentum,
sum verður nýtt til at geva
nakrar staðfestingar, sum
ung fólk hava. Fyrr sungu
finsku
rappararnir
um
amerikanskar støður, so
sum at sleppa úr ghettoini.
Nú hava vit ongar ghettoir í
Finlandi, so tað er nokkso
býtt at syngja um, siga teir
báðir í einum munni.
– Men í dag eru tekstirnir
blivnir meir staðkendir og
finskir.
Sandurin bíðar
Um ein tíma fara Mr. Villy
og B.O.W. á pallin á Sand-
inum í Gøtu, og teir eru
spentir uppá, hvussu tað fer
at ganga. Teir siga, at hetta
væl kann gerðast teirra
besta framførsla, tí umstøð-
urnar eru so frálíkar við
náttúruni beint við pallin.
Framførslan gjørdist í
síðsta enda frálík.
G! FESTIVAL
Rógvi Borðoy
og Johan Jacobsen
– Vit hava fingið ov nógv
av øllum, sigur forsangarin
B.O.W. ella Raymond Eu-
banks, sum hann veruliga
eitur. Hann hevur júst etið
seg um rygg av fiskarætt-
um, sum tónleikararnir
hava fingið í boði, og hann
er sera væl nøgdur við mót-
tøkuna, hann hevur fingið í
Føroyum.
– Vit vóna bara, at veðrið
verður gott, tí annars kann
tað gerðast ein keðilig kon-
sert hjá okkum, sigur hann.
Raymond Eubanks er
føddur á Jamaika. Pápi
hansara er haðani, og
mamman er úr Finnlandi.
Har er hann eisini uppvaks-
in. Tó hoyrist ein farri av
jamaikanskari ávirkan í
hansara enska.
Hann sigur seg vera
bilsnan av, at tað er so
nógvur tónleikur til í Før-
oyum.
– Tað er ótrúligt at tað
skula vera so nógv orkestur
í einum so lítlum landi. Og
sum eg havi skilt á lagnum,
so eru tey eisini góð, sigur
hann.
Mr. Villy
Bassspælarin eitur í veru-
leikanum Ville Makinen,
men brúkar vanliga eyk-
nevnið Mr. Villy. Hann sig-
ur, at teir valdu at koma
hendan vegin orsakað av
reinu náttúruni.
Tað er so reint her, at eg
næstan sakni eitt sindur av
dálking, sigur hann og
flennir hart. Hann er ein
sera fryntligur maður, og
hann flennir nógv gjøgnum
samrøðuna.
– Vit hava ikki sæð nakað
av landinum enn, tí tað er
mjørki allastaðni. Men vit
vóna, at tað verður gott í
morgin, tí vit skulu á út-
ferðir at síggja landið hjá
tykkum. Higartil sær tað
annars út sum Ný Sæland,
burtursæð frá, at tit ikki
hava serliga nógv trø.
5.000.000 eintøk seld
Bomfunk MC’s fingu sítt
stóra gjøgnumbrot í 2000,
tá teir góvu út stakfløguna
»Freestyler«, sum enn er
teirra kendasta lag. Teir
hava
higartil
selt
2,2
milliónir eintøk av tí fløg-
uni, og teir selja enn. Um
gjøgnumbrotið sigur B.O.W.:
– Tað broytti okkara lív, í
hvussu so er eitt sindur.
Síðani tað hava vit ferðast
um allan jarðarknøttin, og
tað eru ikki øll, sum kunna
tað. Tað eri eg errin av.
Hóast teir hava selt sera
nógvar fløgur, kenna teir
seg eitt sindur snýttar. Or-
søkin er MP3-marknaðurin,
sum teir siga hevur oyðilagt
nógv fyri teir.
– Her á skrivstovuni gekk
ein maður runt og reypaði
av, at hann hevði 30.000
MP3 sangir liggjandi á
teldu síni. Eg dugi ikki at
síggja, at tað skal vera nak-
að at reypa av, tí tað ger tað
nærum ógjøligt at byrja ein
nýggjan bólk. Allir sangir-
nir, sum ein ger, verða lagd-
ir út á alnótina, og tónleik-
ararnir fáa einki burturúr,
sigur hann umhugsið.
B.O.W. heldur fram at
tosa um, at tað serliga er í
Russlandi, at MP3-markn-
aðurin ger seg galdandi.
Tað skal selja
Teir báðir finsku tónleikar-
arnir eru sera áhugaðir í
øllum sløgum av tónleiki.
Teir nevna, at serstakliga
tulkingar av gomlum tón-
leiki er umráðandi at fáa
við, tí tað gevur teimum
ungu hug til at læra meir
um søguna hjá einstøku
tjóðini.
– Í Finlandi eru fólk farin
at brúka søguligu og aldar-
gomlu Kallevalla kvæðini
til nýskapandi tónleik. Til
dømis bólkurin Amorphis
ger nógv við tað, og tað er
sera gott at finski tónleika-
heimurin er áhugaður í at
finna sínar egnu røtur. Tað
fær søguna nærri at ung-
dómunum, sigur Mr. Villy.
Mr. Villy hevur hoyrt um
ein føroyskan tungmálms-
bólk, sum brúkar føroysku
kvæðini, og talan er uttan
iva um Týr.
– Trupulleikin er, at plátu-
feløgini vilja hava fløgur-
nar til at selja, og ikki allur
tónleikur er førur fyri at
selja nógv. Plátufeløgini
satsa bert upp á tryggar
íløgur, tað vil siga »hits« og
tónleik ið kann fara í MTV.
Nýtt ljóð
Bomfunk MC’s hava verið í
studio og tikið upp eina
nýggja fløgu. Hon kemur í
handlarnar í heyst einaferð,
og hon verður nakað øðr-
vísi enn tað vit higartil
kenna frá bólkinum.
– Hendan fløgan hevur
eitt nýtt ljóð. Hon er ikki so
hip-hop fikserað, men hev-
ur meira »breakbeats« enn
vit higartil hava havt. Og so
er ikki bara rapp, men eis-
ini vanligur sangur. Og her
brúka vit ikki líka nógv
sampling, sum vit annars
hava gjørt. Her hava vit
meir vanlig ljóðføri. Og so-
leiðis má tað vera: ein
nýggj útgáva er eitt nýtt
ljóð, sigur Mr. Villy.
»Tað skal selja«
Rúnar er múrari og arbeiðir við tónleiki
í frítíðini. Men hjarta er har sum tónleik-
urin er, sigur hann. Ein sera róligur og
spakur ungur maður. Hann var 18 ár, tá
hann keypti sín fyrsta gittara.
Hann
hevur
spælt
við
einum
íslendskum bólki, Náttfari, sum spældi
instrumentalan tónleik. Nú arbeiðir hann
sjálvur og hann dámar tað nógv betri.
– Hetta er meiri hóskandi fyri meg, eg
haldi meg hava meiri at arbeiða við –
fleiri møguleikar.
At gera tónleik, er tað tað heila snýr
seg um, sigur hann. Tónleikur fyri mær
er at úttrykkja veruleikan og konfrontera
fólk við ymiskum úr gerandisdegnum.
Sum íblástur nevnir hann ger-
andisdagin og serliga fólk, sum eru tey
sjálvi. Eitt tónleikanavn hann nevnir er
Jeff Buckley.
– Ótrúligt at ein kann gera eitt rúm fult
av fólki so pinnastilt, sum Jeff Buckley
kundi gera tað. Her meinar Rúnar við ta
einu ferðina, tá nøkur av hansara vin-
fólkum vóru og lurtaðu eftir hesum stóra
tónleikaranum.
– Tað størsta stríðið hjá einum
tónleikari, haldi eg, er at vera erligur.
Honum dámar væl stemningin á G!
Festivalinum og hann hevur havt tað
gott.
– Her er gott at vera, eg eri blivin væl
móttikin og ongir trupulleikar hava ver-
ið.
Hetta er fyrstu ferð hann er uttanfyri
Ísland.
Spæliplássið
Vit hava tíverri ikki fingið tøl frá øllum bólkunum.
Glorybox
Pale Blue Lights
3.500
Vacuum Album
7.000
K-System
Come To Me
-
You Gotta Love
-
Set U Free
-
Supadupasound
-
Rok The Discoteque
-
Clubmaster
-
Supadupasounds
-
Eivør Pálsdóttir
Solofløgan
3.500
Yggdrasil
2.000
Clickhaze
3.500
Tilsamans
9.000
Hanus Johansen
Bouquet (við Aldubáruni)
1.500
Enekk
Ver sterk mín sál
700
Andlit hins tigandi
800
Fýra nætur fyri Jól
1.500
Tilsamans
3.000
Úlpa
Mea Culpa
-
Nýtt album 01.08.03
-
Spælimenninir
8 útgávur
10.000
Xploding Plastix
Treat me mean, I need the reputation
1.000 (útselt)
Doubletalk
1.000 (útselt)
Behint The Eightball
2.500 (útselt)
Amateur girlfriends go proskirt agents
15.000
The Benevolent Volume Lurkings
1.900
Sunset Spirals (útkomin 14.07.03)
800
Duncamatic singalongs (kemur 01.09.03)
Tilsamans
22.200
+ umleið 50 uppsavningsfløgur
Bomfunk MC’s:
Something going on
Live your life
Burnin’ Sneakers
Super Electric
In Stereo
Freestyler
Uprocking Beats
B-Boys & Flygirls
Teir siga seg hava selt:
5.000.000
Fakta um nakrar av bólkunum
Sosialurin fekk eina samrøðu við bassistin og
sangaran úr bólkinum Bomfunk MC’s, har
tosað var um leyst og fast
C
M
Y
K
19
18