týsdagur 22. juli 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 123 - 3. juli 2003
Nr. 123 - 3. juli 2003
19
– Størsti parturin av ólavsøkuni fyri mítt
viðkomandi fer fram her á skúlanum.
Ólavsøkuaftan klokkan 17 er fólkafundur
her, og tað koma vanliga nógv fólk. Síð-
ani hava vit opið hús, so meginparturin
av tí degnum fer framvið her á skúla-
num. Onkuntíð hevur tað tó eydnast
mær at fáa kappróðurin við.
Ólavsøkudagur fer við at hugna mær
saman við familjuni. Ganga ein túr í bý-
num og hitta fólk, men veðrið hevur
ómetaliga nógv at siga. Tí man lagar seg
eftir veðrinum, tá man skal halda ólav-
søkuna.
Njóti ólavsøkuna
Hvussu heldur tú ólavsøku?
Rói Patursson,
háskúlastjóri
– Hetta er fyrstu ferð í lívinum, eg ikki eri
á ólavsøku. Vit eru uttanlands, tí vit
skulu í brúdleyp bæði áðrenn og aftaná
ólavsøku. Men tá eg eri á ólavsøku plagi
eg at fara til midnáttarsangin, og seinnu
árini eisini til setanina. Annars plagi eg
at ganga aftur og fram og tosa við fólk,
men annars eru ólavsøkusiðirnir ikki
nógvir.
Hetta er, sum sagt, fyrsta ferðin, eg
ikki eri heima á ólavsøku, men tað man
fara at ganga. Eg sleppi so á ólavsøku
næsta ár.
Fyrsta mista ólavsøkan
Laila Hentze,
stjóri í Televarpinum
– Annar dagurin hjá mær í ár fer í øllum
førum við arbeiði. Eg veit ikki enn, hvør
dagur tað verður, so tað er ikki enn heilt
avgjørt, hvat eg fari at gera. Men til mid-
náttarsangin á Vaglinum fari eg altíð, og
tað dámar mær væl.
Kanska fari eg ein túr til kappróðurin
fyri at møta fólki, og eisini til onkra
framsýning. Men eg haldi altso, at norð-
oyastevnan er betri enn ólavsøkan.
Norðoyastevna er betri
Kári Sólstein,
útvarpsmaður
– Ja, eg komi eg sjálvandi á ólavsøku.
Eg skal hyggja eftir steypafinaluni í fót-
bólti millum B36-GÍ, sum verður spæld
ólavsøkudag. Eg var eisini til steypa-
finaluna í fjør, og tá upplivdi eg sjálvandi
eisini ólavsøkuna.
Men fyrstu ferð eg var á ólavsøku var
í 1985, tá ið eg var saman við Lyngby í
Føroyum og spældi ein dyst. Síðani var
eg ikki aftur fyrr enn í fjør.
Tað er ein fantastiskur stemningur á
ólavsøku. Eg var millum annað til kapp-
róður og til felagssangin á Vaglinum í
fjør, og tað var nakað heilt serligt. Eg
rokni við, at eg fari aftur til hetta í ár.
Fantastiskur stemningur
Henrik Larsen,
landsliðsvenjari í fótbólti
Hvussu heldur tú ólavsøku?
Hvussu heldur tú ólavsøku?
Hvussu heldur tú ólavsøku?
C
M
Y
K
19
18