týsdagur 22. juli 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Støkk í
Spania
Fimleikagenturnar
hjá Støkk eru
afturkomnar av
væleydnaðari
fimleikastevnu í
Spania
FIMLEIKUR
Stefan í Skorini
Fimleikastevnan í spanska
býnum
Alicante,
sum
gentuliðið hjá Støkk luttók
í, endaði tann 18. juli. Talan
var um eina fimleikastevnu
og ikki um eina kapping.
Framførslurnar hjá fim-
leikagentunum eydnaðust
sera væl, hóast hitin var um
34 stig. Eisini á altjóða
kvøldinum var framførslan
góð, og fekk føroyska liðið
rós frá øðrum luttakarum
og venjarum.
Mennandi
Fimleikararnir eru á einum
máli um, at slíkar stevnur
eru mennandi fyri føroysk-
an fimleik sum heild, tí her
hava fimleikararnir høvi til
at vísa síni kynstur og fáa
nýggjan íblástur til veturin,
hóast talan ikki er um eina
kapping. Hetta er nakað,
sum føroyskur fimleikur
hevur gott av.
Føroyska ferðalagið taldi
29 fólk, og tey eru sera væl
nøgd við kappingina, og
hvussu hon varð fyriskipað.
Til stuttleikar kann nevnast,
at tann yngsti í føroyska
ferðalagnum
var
fýra
mánaðir, og tann elsti var
75 ár.
Býurin Alicante hevur
300.000 íbúgvar og hevur
strond út til Miðjarhavið.
Nr. 136 • týsdagur • 22. juli 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Fremsta rað fra vinstru: Monika W. Poulsen, Sonja Joensen,
Anna H. Joensen, Karla Maria Gaardbo, Henny Joensen.
Mittasta rað: Jenny á Reynatrøð, Ann Mari Róin Johannesen,
Hervør Heinesen, Rosa Heinesen, Jonva Joensen. Aftasta rað:
Rannva Troest (venjari), Bodil Tausen, Súsanna Thomassen,
Sarita Heinesen, Kristina R. Olsen, Joan Simonsen
21
20
Nr. 136 - 22. juli 2003
UMMÆLI
Rógvi Borðoy
og Johan Jacobsen
Kimmo kauppinen, 23 ár,
sum er kjarnin í K-system,
hevur verið í gongd í
níggju ár, harav hevur hann
brúkt egnan tónleik í sjey
ár. Hann kemur frá býnum
Haameenlina, ein býur
uppá eini 50.000 íbúgvar.
Hann sigur, at tónleikurin
snýr seg um orku, so fólk
hava okkurt at dansa til.
Hesin hevur fingið nógva
viðurkenning í Finnlandi
og tað sær út sum um, at
eitt størri gjøgnumbrot er
nærri - nú aftaná 9 ár. Fyri
stuttum spældi hann fyri
11.000 russum í eini ís-
skoytihøll í Sankta Pæturs-
borg.
Øll manningin, films-
menn, model og umboðs-
maður siga seg vera sera
bergtikin av Føroyum.
– Hetta er eitt eksotiskt
land tit hava her, sigur
Kimmo.
Spurdur um hvussu mót-
tøkan hevur verið svarar
Kimmo, at tað heila hevur
verið professionelt fyri-
skipað.
– Vit hava havt tað sera
gott her. Eingin trupulleiki
og øll hava verið sera blíð.
Ein fløga er komin og
næsta fløgan er á veg frá K-
System, stakfløgan kemur
fyrst í august, tað er nokk í
hesum sambandinum at
sjónbandalagið, sum teir so
dúgliga hava tikið upp her á
klettunum, fer at verða víst.
Og teir vænta, at tað í hvør-
falli kemur á MTV Nordic.
UMMÆLI
Rógvi Borðoy
og Johan Jacobsen
Spældi á sandinum og fangaði tey flestu sum vóru
komin at hoyra hendan bólkin. Teir í manningin eru
millum teir bestu í Føroyum og tað hoyrdist eisini.
Fleiri av løgunum vóru rættiliga frítt samansett, so
nógv rúm var fyri improvisering. Tað ljóðaði sera væl
og ómøguligt er tað, ikki at steðga á eina løtu, tá ein
hoyrir vokalin sum hesin bólkurin eigur.
T.d. eydnaðist tulkingin av sálminum »Krist stod
op« sera væl. Endin á hesi deiligu løtu kom rættiliga
brádliga á, men ein kemur fyri seg.
UMMÆLI
Rógvi Borðoy
og Johan Jacobsen
Vit føroyingar kenna hann væl, og vita hvat vit fáa á
einari konsert hjá Hanusi. Hann var betri fyri enn
nakrantíð á Spæliplássinum í Gøtu, og hann fekk
beinanvegin eina góða kontakt við lurtararnar, sum
sungu við nærum alla tíðina. Hanus G. Johansen hev-
ur vunnið hjørtuni hjá teimum ungu eisini, og tað
sama við útlendingunum, sum hoyrdu hann. Hanus
strálaði av sjálvsáliti og spæligleði. Hann sang teir
best kendu sangirnar sum »Átjan« og »Saknur«, og
hóast hann gloymdi tekstin til eitt kvæði, hann sang,
var tað ikki ein forðing, heldur gjørdi tað huglagið á
konsertini meir heimligt og náttúrligt.
Hanus G. Johansen
UMMÆLI
Rógvi Borðoy
og Johan Jacobsen
Ljóðið á hesari konsertini
var ikki av tí besta. Tað var
heldur runut, tíverri, og tað
gjørdi
upplivingina
av
bólkinum heldur veika.
Sjálvum tónleikinum var tó
einki galið við. Sangirnir
vóru ógvuliga orkufullir og
tíðum dreymakendir. Glory-
box skifti ofta tempo í
sangunum, og tíverri gjørd-
ist flowið tíðum oyðilagt av
tí. Sangarinnan hevur eina
góða og heldur smædna
rødd, og saman við føroy-
ska gittarspælaranum sang
hon duettir, sum virkaðu
sera væl. Eitt tiltak á palli-
num, »wall of sound« ella
ljóðmúrur, riggaði sera
væl. Tað virkaði við at allir
tónleikararnir í bólkinum
stillaðu seg fremst á pallin
at halda gang við teirra
ljóðførum. Glorybox eru
ikki bangin fyri at royna
nýggj mørk innan tónleik-
in.
Glorybox
UMMÆLI
Rógvi Borðoy
og Johan Jacobsen
Hetta var nakað í serflokki,
má sigast. Bomfunk MC’s
kenna seg heima á einum
palli, og teir vita júst, hvat
skal til fyri at fáa fjøldina í
gongd. B.O.W., sum for-
sangarin kallast, fekk lurt-
araskaran til at veittra, rópa
og hoppa í takt, og kontakt-
in var sera góð millum bólk
og fólk. Tá teir komu inn at
spæla eykalagið »Freestyl-
er«, kom B.O.W inn í einari
HB-troyggju, og tað fekk í
hvussu so er lurtararnar til
at koma við teirra meining
um HB, antin tað var gott
ella ringt. Tónleikaliga eru
allir limirnir í Bomfunk
MC’s serstakliga góðir.
Serliga vóru tað trummur
og bassur, sum stuðlaðu
hvørjum øðrum væl. DJ-ar-
in var ikki verri, og ein solo
frá honum fekk rættiliga
ryst fólkini í gongd. Break-
dansararnir vóru sera góðir,
og vístu næstan akrobatisk
evni. Teir vóru í serflokki,
finsku úrmælingarnir.
Bumfunk MC’s
UMMÆLI
Rógvi Borðoy
og Johan Jacobsen
Við einari hárfínari rødd
legði Rúnar sítt sangtilfar
fram fyri áhoyraran. Rødd-
in var sjarmerandi, ein
kundi trúð hon fór at
knekka hvørja løtu, hetta
legði nakað afturat tí in-
tensiva dimensjónina av
framførsluni. Tekstirnir vóru
á enskum og snúðu seg
m.a. um kenslur og kær-
leika, hetta var sungið inni-
liga og varkurt.
Fleiri av løgunum vóru
spennandi, men hetta var tó
ikki nokk til at halda sjón-
ina og hoyrnina støðugt
festa á tað sum kom av lítla
pallinum á spæliplássinum.
Ein fekk eina kenslu av
endurtøkum
og
røddin
byrjaði at líkjast einum am-
erikanskum sentimentalum
rokksangara av grunge-
bylgjuni, sum t.d. Grand
Lee Buffalo, frá fyrst í
90´unum og stílurin var
nokk
merktur
av
Jeff
Buckley. Hetta eru jú góð
nøvn, men tað er ikki gott
nokk bara at líkjast. Nú fari
eg kanska illa við mannin-
um, tí framførslan í Losjuni
hóskvøld eydnaðist nógv
betri. Umstøðurnar vóru
kanska nógv betri, ljóðið
var betri og tá fekk hann
eisini meiri samband við
áhoyraran.
Rúnar
K-System
UMMÆLI
Rógvi Borðoy
og Johan Jacobsen
Vinnararnir av Prix Føroy-
um vóru í essinum leygar-
kvøldið á Sandinum í Gøtu.
Teir vóru sera móðir, tí teir
hava fyrireikað sjálvan
festivalin, men tað hoyrdist
als ikki á framførslu teirra.
Gestir eru sera væl saman-
spældir, og teir yvirhála
hvønn annan tónlistarliga.
Serliga
má
Tórfinnur,
gittarleikarin, takast fyri
fult, og hann dugir sera væl
at skapa eitt sorgblítt hug-
lag. Kontaktin til fjøldina
var ikki líka góð sum hjá
øðrum bólkum, men hin-
vegin spæla Gestir heldur
ikki sama slag av tónleiki
sum aðrir bólkar. Fram-
førslan var einar 10 minutt-
ir ov sein av tekniskum
orsøkum, og ein lítil pausa
var eisini av somu orsøk.
Hetta er ein bólkur, sum vit
fara at hoyra nógv til í
framtíðini.
Um tað, ið hendir
tá ein fær gásarhold
Vøddin »Erector pili«, spennir í hárrótina. Hetta
skal vera fyri at halda hitanum. Hetta kropsfyri-
brigdi koyrir gjøgnum tí sokallaðu, autonomu ella
sjálvstýrandi nervaskipanina, og er uttanfyri tilvit-
aða viljastýring.
Ummæli av nøkrum úrvaldurm bólkum
Gestir
UMMÆLI
Rógvi Borðoy
og Johan Jacobsen
Við fólkakærum songum sum »Saknur«, »Mær leing-
ist« og »Send me the pillow that you dream on«, var
tað ikki ringt at vinna hjørtuni hjá lurtaraskaranum.
Eivør hevði við sær ein kontrabassist, sum var sera
stabilur og gav ein góðan og sterkan botn. Framførsla
teirra var av einari góðsku, at tað mundu vera nógv,
sum fingu gásarhold, tá hon við stórum sjálvsáliti, og
tó eyðmýki og ró fangaði oyruni á lurtarunum. Eivør
Pálsdóttir hevði eina ta bestu framførsluna sum var á
Sandinum, og millum lurtararnar hoyrdist nógv tos
um, hvussu frálík hon var. Hon er bert 19 ár, og tulkar
løg sum hevði hon nógv ár á baki sum tónleikari.
Toppkarakter til Eivør.
Eivør Pálsdóttir
Enekk
C
M
Y
K
20