Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið { sostalurin | Nr. 245 — 22. DESEMBER 1994 Sida9 Á +R Á % Ág Hristo Stoitjkov úr Bulgaria. Ein greiður mei riluti øllum Europa valdi hann sum Arsins Fótbóltsspælara í Europa 1994, og månakvøldid kundi hann taka ímóti Gylta Bóltinum. Tað er franska blaðið toitjkov Ársins Fótbólts- per; France Football, sum skipar fyri kappingini, ið hevur verið síðani 1956 vítróttarskrivarum úr Síðani 1956 hevur á hvørj- um ári verið kosin besti fót- bóltsspælarin í Europa. Fyrsta árið varð tað enski landsliðsspælarin Stanley Matthews, ið tá spældi við Blackpool, ið fekk heiðurin, og síðani hava skiftandi fót- bóltsspælarar fingið høvid at staðið við GyltaBóluin- um, ið er sjónliga prógvið um valið, í hondini. Tað er franska fótbólts- blaðið France Football, ið skipa fyri hest kapping, og hevur blaðið nýtt tann fram- ferðarhátt, at heitt hevur verið á ein ítróttarskrivara úr hverjum av limalondun- um í europeisku fótbólts- samgonguni UEFA, um at greiða atkvødu fyri fimm ymiskum spælarum, ið eru raðfestir við åvikavist 5, 4, 3, 2 og Í súgi. Tann, ið hevur flest stig, tá talt verður upp, gerst síð- ani Arsins Fótbóltsspælari í Europa tað árið. Valið fer vanliga fram í desember, og so varð eisini hesaferð. Øl limalondini uttan Ísrael Hesaferð vórðu tilsamans 49 ítróttarskrivarar við til at velja Arsins Fótbóltsspæl- ara. UEFA hevur 50 lima- lond, men í sambandi við hesa kjósingina verður Ísra- el ikki tíkið við, tí landið verður roknað sum hoyr- andi til heimspartin Asia og ikki Europa. lwróttarskrivararnir vórðu um miðjan noveraber bidnir um at senda France Football sína atkvødugreidslu áðr- enn hósdagin 8. desember, og månakvøldid varð so al- mannakunngjørt, hvør var kosin Arsins Fótbóltsspæl- ari í Europa 1994. Eingin ivi um valið Hesaferð var eingin ivi um, hvønn ítróttarskrivar- arnir hildu vera tann besta, tí tann bulgarski landsliðs- og F.C. Barcelona-spælarin Hristo Stoitjkov fekk nógv flest stig. Hann varð greitt valdur vid 210 stigum. Aftan fyri hann kom síð- ani vinnarin í fjør, Roberto Baggio við 136 stigum og so annar italumadur, Paolo Maldini, við 109 stigum. At Hristo Stoitjkov varð kjósaður hesaferð, er eisini ein staðfesting av, at hann hevur staðið seg sera væl, sjálvt um hann í Europa Cup kappingini saman við hinum í F. C. Barcelona var við til at tapa finaluna móti A. C. Milan 0-4 og saman við sínum bulgarsku lands- lidsfeløgum var við til at tapa finaluna um bronsu- krónurnar móti svium. Saman við russanum spælari í Europa 1994 Oleg Salenko varð Hristo Stoitjkov toppskjútti í HM- endaspælinum í USA í summar við seks málum, so kortini ber ikki ul at siga annað, enn at hetta hevur verið hansara ár. Tá All Star-liðið varð sett aftan á HM-endaspælið í summar, vórðu hann og lið- felagin úr F. C. Barcelona, Romario, valdir at manna álopið á liðnum, ið varð sett saman av gllum teimum bestu spælarunum í enda- spælinum. Vunnið nógvan heiður Nevnast kann eisini um Hristo Stoitjkov, at hann við F.C. Barcelona hevur vunn- ið fýra meistaraheitið á rad, og at hann frammanundan var við ul at vinna fimm meistaraheitið á rað í Bul- garia við CSKA Sofia, ið var lið hansara í heimland- inum, áðrenn hann kom til spanskan fótbólt. Vinnur F. C. Barcelona aftur í ár, hevur hann vunnið tíggju meistaraheitið á rað í tíggju ár. Tað er helst eisini eitt slag av einum meti. Aftur at hesum kann eisini nevnast, at Arsins Fótbólts- spælari í Europa 1994 fyri fimtu ferð í seks ár herfyri varð kosin bestu bulgarski fótbóltsspælarin. -»-nn- Føroyar eisini umbodadar, tå Arsins Fotboltsspælari i Europa 1994 varð valdur Fyri fyrstu ferð høvdu Føroyar eisini eitt umboð millum ítróttarskrivararnar, ið velja Arsins Fótbóltsspælara í Europa Føroyar hava í nøkur ár ver- ið limur í europeisku fót- bóltssamgonguni UEFA, men tó hevur tað tikid eitt sindur av tíð á fleiri økjum, áðrenn Føroyar hava fingið fulla viðurkenning. Men at viðurkenningin økist við árunum, gerast alt fleiri og fleiri prógv um. Tá49 europeiskir ítróttar- skrivarar fyri 8. desember skuldu kjósa Arsins Fót- bóltsspælara í Europa 1994, vórðu fyri fyrstu ferð boð eftir einum føroyskum um- boði. Tað er franska blaðið France Football, ið skipar fyri hesi kapping, ið hevur verið hvert ár síðani 1956. Føroyska umboðið mill- um hesar ítróttarskri vararn- ar varð Hilmar Jan Hansen, ið hevur starvast á Sosialin- um í hálvtfimta år og meg- inpartin av tíðini hevur havt við Ítróttar-Sosialin at gera. Hann greiðir soleiðis frá, hvussu tað bar á, at hann fekk høvid at umboða Før- oyar f hesum sambandi: — Í summar heitti Peter Clausen å danska Tips- bladnum å meg um at senda blaðnum føroysk fótbólts- úrslit. Tá hann so herfyri varð spurdur av Frangois de Montvalon frá France Foot- ball um at vísa á eit. før- oyskt umboð, ið kundi vera við ul at kjósa Arsins Fót- bóltsspælara í Europa 1994, hevði hann víst á meg, og soleiðis kom eg upp í hetta. Hilmar Jan fekk síðani eitt bræv frá France Foot- ball, har greitt varð frá regl- ununum, ið ítróttarskrivar- arnir skuldu ganga eftir. At- kvødurnar skuldi France Football hava í seinasta lagi hósdagin 8. desember. — Tað er kanska eitt sindur torført at skula velja fimm spælarar burturúr, tá tú at kalla bert fært høvi at síggja teir í sjónvarinum. Ítróttar- skrivararnir í útlondunum koma víða um, og teir síggja nógvar dystir runt um í Øll- um Europa, sigur Hilmar Jan Hansen. — Men eftir ti, eg havi sæð av fótbólti í farna árinum, gav eg svenska landsliðs- málverjanum Thomas Ra- velli fimm stig, Michael Laudrup fýra, Hristo Stoitj- kov trý, Júrgen Klinsmann tvey og Jari Litmanen eitt stig. Hilmar Jan Hansen, ítrótt- arskrivari á Sosialinum, við til at velja Ársins Fót- bóltsspælar í Europa 1994 Stigini til 16 teir bestu: 0ØGNDODORSDOUNH BE: BEBB Hristo Stoitjkov, Bulgaria Roberto Baggio, Italia Paolo Maldini, Italia Tomas Brolin, Svøriki . Gheorge Hagi, Rumenia Júrgen Klinsmann, Tyskland Thomas Ravelli, Svøriki Jari Litmanen, Finland Marcel Desailly, Frankariki Dejan Savicevic, Jugoslavia Franco Baresi, Italia Michel Preud'Homme, Belgia Michael Laudrup, Danmark Eric Cantona, Frankariki Jordan Letjkov, Bulgaria Krassimir Balakov, Bulgaria 210 stig 136 stig 109 stig 68 stig 68 stig 43 stig 21 stig 12 stig 8 stig 8 stig 7 stig 7 stig 4 stig 4 stig 4 stig 4 stig (Omanfyri eru nevndir 16 teir bestu i kappingini um at gerast Ársins Fótbóltsspælari í Europa 1994, soleiðis sum teir vórðu valdir av 49 ítróttar- skrivarum úr øllum Europa, ið kundu geva fimm spælarum 5, 4, 3, 2 og 1 stig, alt eftir hvønn teir hildu vera hava verið tann besta í hesum árinum)