hósdagur 22. desember 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Nr. 245 — 22. DESEMBER 1994
Teir taka havhestaungar norðuri í Djúpunum. Báturin li ggur undir Rituskarði. Aftanfyri Funningsmili og Gjógv
Frásagnir um barna og ungdómsminnir:
Løgnar sjónir, dreym-
menn og illa staddar
suðuroyargentur
Bókin »Børn og ung í Føroyum« er spekkað við friskligum fråsagnum
um hvussu tað var at vera barn og ungur í fyrru helvt av hesi øldini. Har
verður greitt frá dreymmonnum, løgnum sjónum og tá tvær suðuroyar-
gentur á heysti í 1924 stóðu einsamallar eina heila nátt niðri í fjøruni
undir Stóru Dímum, meðan brimið mundi tikið tær út á streymasjógv.
Bókin sýnir fråsagnargledi føroyinga
Fyrst í desember gav Heine
Madsen út bókina »Børn og
ung i Føroyum«. Hendan
bókin er minnislýsingar hjá
13 føroyingum, sum hava
greitt frá teirra barna og
ungdómstíð í Føroyum i
hesi øldini. Vit hava umrøtt
hesa bók fyrr í blaðnum,
men hon er somikið áhuga-
verd, at vit taka afturíaftur i
blaðnum í dag við nøkrum
brotum.
Oliver Hansen
Er tú ein vónleysur rom-
antikari, so kann farna tíð-
ina tykjast fjálg og innilig.
Vit vita frá teimum, sum
gingu undan okkum, at lívið
hjá meðal føroyinginum
fyrr, var eitt harðbalið lív.
Eitt ómetaligt likamligt
strev mátti ul fyri at náa
mettuna. Men alt var íkki
bara stríð, fólk høvdu eisini
ríkar løtur og hugni var inn-
an veggirnar, hetta verður
Jákup Ber g
væl lýst í bókini. Hesi fólk,
sum Heine Madsen skrivar
um, eru í mongum førum
samtíðarfólk hjá okkum í
dag, tað elsta er føtt í 1903,
tað yngsta 1944.
Tíðirnar eru ringar í dag
búskaparliga, men enn
ganga fólk neyvan svong.
Men tíðirnar hava verið
ógvuliga ringar i Føroyum.
Fyri at lýsa hetta kann eg
nevna, at eg fyri nøkrum
Jéhanna Hansen
månadum sidan sat við eitt
vælbúgvið bord í einum
fødingardegi. Har var hópin
av leskiligum viðskera, ser-
liga føroyskur. Vit tosaðu
um gott kjøt, hagagott og
hvussu besta úrslitið fekkst
burtur úr tí skinsaða. Tá
sigurein maður sum er mið-
skeiðis í sekstiárunum: > Tá
eg var smádrongur, varð
íkki tosuð um hvussu
smakkaði. hvussu hagagott
Jóannes Debess
Tíðindablaðið EDH
kjøtið var, tå var tosað um
rúgvuna, tað var hon sum
taldi." Maðurin var upp-
vaksin í einum húsi við
nógvum systkjum og einari
inntøku.
Heine Madsen er upp-
vaksin í Vági, men flutti úr
heimbygdini í 1955. Tað er
sum útiseti, har hann er
farin undir at skriva bøkur
og tað er eisini sum útiseti,
at hann sær fødilandid. I
formælinum til bókina hev-
ur hann nakrar hugleiðingar
um hvussu heimbygdin
broytist, livir tú ikki dagliga
í henni. Hendan lýsing er
góð og mangir føroyingar
munnu kenna hana aftur,
sjálvt um heimbygdin ikki
eitur Vágur. Heini skrivar:
> Táein livir í einum sam-
felag, leggur ein ikki til
merkis, tær smáu broyting-
arnar, sum fara fram í heil-
um, men um tú fer av land-
inum og er burtur í nøkur ár
og tá kemur aftur, sært tú
nøgdina av øllum broyt-
ingunum og tå varnast tú,
hvussu nógv er hent, og at
eitt tíðarskeið er horvið.
Eg fór úr Føroyum í 1955
og kom ikki aftur fyrstu ferð
fyrr enn í 1962. Táhvakk eg
við, tí heimbygd mín, Vág-
ur, sá nú nógv minni út, enn
tá eg fór úr bygdini sum
stórur drongur. Næstu ferð
vóru 12 ár farin, áðrenn eg
kom aftur. Eg kendi sjálv-
andi tey gomlu stødini enn,
tey sum enn vóru, men har
var komið so nógv nýtt,
nýggir asfalteraði vegir,
nýggj hús, alt tað unga fólk-
ið í bygdini kendi eg ikki,
fleiri av teimum gomlu vóru
ikki meira, og flestu gomlu
vinmenn mínir búðu ikki
meira í bygdini. Eg var bliv-
in ein fremmandum maður í
heimbygd mini.«
Heini greiðir í formæli-
num frá, at hann hevur heitt
á fólk um at greiða sær frá
barna og ungdóms minnum
teirra. Fleiri hava skrivað
greinar til hansara, , onnur
hava tosað inná band og
nøkur hevur hann sjálvur
samrøtt vid.
Bondi burturav
Fremst i bókini greiðir
Jóannes á Oyrareingjum
frá. Hann er í dag 91 ára
gamal og hevur verið bóndi
alt lívið. Ur teimum níggju
síðunum, sum Jóannes fyll-
ir í bókini, sæst, at í hesum
manni hevði verið tilfar til
eina heila bók.
Hann greiðir millum ann-
-að frá tíðini, rossini vóru
álitið á garðinum, bæði sum
arbeiðsdjór á bønum og til
flutnings. Bóndahúsini á
Oyrareingjum vóru ein san-
nur miðdepul fyri ferðandi,
ein farstød í gomlum døg-
um. Hann greiðir soleiðis
frá:
> Nógv fólk komu fyrr inn
her í bóndahúsið, ti gøtan úr
Havn og norðurfeftir, Hór-
isgøta, gongur her gjøgnum
hagan, og Oyggjargøta í
erva gekk til Kvívíkar og
tann vegin, men mangur
gekk niðan í dalin og henda
vegin. Komu fólk eystanífrá
og skuldu vesturum, komu
tey við báti og løgdu til her,
komu inn á gólvið og fóru til
gongu gjøgnum dalin. Nú er
tað bert bilar og teir kvika
sær í gjøgnum.
Tá Jóannes var ungur var
ikki sambygt millum býl-
ingarnar við Kollafjørð og
langt var at ganga, tó spældu
børnini á Signabø og við
Oyrareingir saman. 3 1/2
kilometur var í kirkju, og tí
var kirkjugongd tengd at
veðrinum. Viðraði ikki, so
varð lestur lisin heima.
Fråsøgnin hjá Jóannes
Debess endar lívsjáttandi.
Hann sigur soleiðis: > At
enda vil eg takka Guði fyri
lívið.
Suðuroyargentur
illa fyri í Dímun
Næsti maður í greiðir frá
er hovbingurin Jákup Berg.
Hann er meira kendur sum
skrivandi maður og raðið
liggur fyri at greiða frá.
Millum annað, so greiðir
hann frá eini óhugnaligari
hending í 1924, tá tvær
suðuroyargentur komu illa
fyri í fjøruni í Dímum.
> Tað bar so á, at Karolina
Hammer, ið var úr Hovi,
ætlaði sær til Dimunar at
vitja. Saman við henni var
Anna Elisabeth úr Hólum í
Porkeri. Tær fingu hov-
bingar at seta seg út í Dímun
við motorbátinum >Jupi-
ter«. Men tá teir skuldu
leggja at, var so nógv at í
sjónum, at teir máttu taka
sær løgir, so tær báðar gent-
urnar loftaðu sær á land.
Men tá tær nú koma til Rak-
hellu, sleppa tær ikki yvir-
um fyri brimi, og er sostatt
vónleyst at sleppa uppá
oynna. Myrkrið kom á, og
noyddust hesar neyðar
gentur at sláa seg til tols og
finna seg í síni lagnu. Dím-
uningar vóru í Skúvoy, og
kom tf ongin hjálp haðani.
Neyðar gentur raggaðu
sær framat berginum, har
sum eitt lítið loft var, og
settu seg har fyri náttina.
Tær ballaðu seg væl inn og
krupu tætt saman fyri at
halda varmanum og rusp-
aðu av og á í hvørja aðra, so
tær ikki skuldu sovna:
ímeðan kvað brimið um
hesa søguriku hellu og
strond, sum vildi tað rura
hesar so illa á hold komnu
gentur í blund.
Hetta var ein long og 6-
hugnalig nátt, men umsíðir
var hon av, og tað lýsti fyri
degi við stjórnuglógvan.
Brimgangurin var hildin
uppat og kyrrari var vorðið.
So var at sleppa sær til
gongu og leita upp hús. Nú
var kyrt við Rakhellu, og
skjótt vóru báðar tær stakk-
als gentur við hús, har mót-
tøkan var góð og hjartalig.
Nú kom ein hvíld teimum
væl við. Anna Elisabeth
hevði ætlað at fara suður við
bátinum um dagin, men
kom at liggja vedurføst í
Dímun meginpartin av
vetrinum. Tann óhugnaliga
nåttin var 24. oktober.
Eftir Jústinus Eidesgaard