Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið { sostalurin ) Nr. 245 — 22. DESEMBER 1994 Síða 11 Ongin veðurmaður at lita á í Leirvík Oliver Hansen úr Leivík er føddur í 1911. Hann greiðir í bókini frá barna- árunum í útróðrarbygdini Leirvík. Hetta hevur verið beint aftaná fyrra heims- bardaga og tá var ongin út- varpsveðurmaður at líta á. Hann lýsir í næsta brot- inum, hvussu menn mettu um líkindini: »Påpi legði knívin frá sær, tók skrádósina upp úr vestalummanum, beit ein stubba av, legði skráina væl til rættis og segði við Jógv- an Vitalis: "Hvat dámar tær veðrið?" Hin svaraði: "Eg eri ikki í iva. Tað lotar meira nú, men tað hongur eisini eitt æl. Kanska tað verður betri, tá ælið er av." Tá sigur gubbi: "Táeg var úti, var friskt lot og slett- ingur, og dunnunum dámdu tað illa. Allar sum lógu á øskudunganum, fóru at gvagga. Eg hómaði ein glotta í luftini, so eg sigi sum Jógvan, at tað verður kanska betri." Nú kom steðgur í egning- ina, og fóru nú allir fýra út at kanna líkindini. Fleiri manningar samlaðust í tún- inum millum húsini í Beiti- num og húsini hjá Hanusi. Har bleiv hugt eftir ský- drátti og -ferð, við hvort snaraði ein sær, loysti splitt- una, pissadi, knappaði aftur og vendi sær aftur móti hinum, og prátið helt fram.< Góðar og ringar sjónir í Fugl Símun P. Poulsen er ætt- aður úr Fuglafirði og hann kenna lesarar frá skriving í bløðunum. Símun er søgu- fróður maður og hann hevur eisini sæð okkurt ónáttúr- ligt, sum hann greiðir frá í bókini. Símun ivast ikki í, at meir er millum himmal og jørð, enn vit mannabórn vitaum at siga. Hann greiðir soleiðis frá: lk Roykurin var ringur á hvalastødini í Lopra, men hann luktaði av pengum »Sjålvur havi eg sæð tríggjar sjónir. Tann fyrsta var í 1939 í august mánaða. Eg og eitt systkinnabarn mítt fóru eitt kvøldi at seta eitt sildagarn sum nót úti fyri sandinum. Vit drógu tað at landi og fingu eina góða fiskakurv av ymiskum fiskasløgum, so tað var iva- leyst ul fleiri døgurdar i part. ; ] Tå eg kom nidan å vegin til okkara hiis frå sandinum við mínum fiskiparti, var eg hyggjandi heim ímóti Gjógvará. Heimanfyri sjálva ánna, beint har sum húsini hjá Georg Jacobsen nú standa, tá vóru ongi hús bygd vestanfyri ánna - har reistist nakað burtur úr jørdini, eins og eitt stórt fullvaksid wæ, men eg sá ikki træið sjálvt, bert um- hvorvið av ti, tí hetta so- kallaða træ lýsti við glamp- andi perum við øllum møguligum litum, so mang- ir sum í ælaboganum. Ég havi ongantíð áður ella aftaná sæð ein so vakra sjón og vænti meg heldir ikki kunna síggja hana aftur.< Tann næsta sjónin Símun sær er, tá hann er duravakt- ari í dansistovuni í Fugla- i firði, beint aftaná seinna | heimsbardaga. Onki elek- triskt ljós var í dansistovuni og eitt kvøldid, hann skuldi tendra í dansistovuni, var hann útfyri nøkrum óhug- naligum. „Eitt kvøldid eg fór innar Í sum vanligt, tók skammulin sum altíð stóð í einum króki, har ein altíð sá hann, og kundi brúka hann, setti hann so nøkulunda undir ti einu lyktini. Fyri at vera vissur í at skammulin stóð ; beint, sum hann átti at standa, bresti eg ein svávul- pinn, tá beint frammanfyri meg og skammilin stóð ein | évanliga stórur svartur hundur. Hann stardi uppá > meg, sum bleiv rædsluslig- | in og bakkaði eftir hælu- num, rann út og smekkaði ; hurðina aftur í lås,« Eftir tann dag hevði ; Símun fingið nógmikið av # atveraduravaktari.Bertvið 4 at hugsa um hesa hending kemur ræðslan aftur á hann. >Triðja sjónin var ein góð f— sjón; tað var undir seinna | heimsbardaga. Eg svav í ; einum lítlum kamari uppi á — Joftinum í mínum barna- heimi, og um morgunin, klokkan var um fimm, tá varð eg vaktur av einum manni, sum stóð við høgru síðu mína. Maðurin segði einki, men togaði einar 3-4 ferðir í armin á mær. Eg lá og var klárvaknaður: ein vakur miðalmaður á at líta í hvítum klæðum, eins og ein prestakjóli sær út. Tá eg var vaknaður, tók maðurin seg eini tvey skritt aftur eftir hæli til kamarshurdina, og tá ið hann var komin at standa mitt frammanfyri hurðini, ið var afturlatin, segði hann: "Trúgv á Jes- us!" So hvarv hann spaku- liga, eins og dampur og toka hvørvur. Onkur spurdi meg seinni , um eg ikki var bangin av hesum, men eg plagi at siga, at eg bleiv gladur yvir hend- an bodskap. Hetta upplivilsi stendur lika klårt fyri mær enn, hóast tað eru yvir 50 år, síðan hetta hendi. Dreymmaður boð- aði frá verjuskipi Hvalbingurin Evald Nordberg, sum er føddur í 1924, hevur eisini givid sitt íkast til bókina. Hann greið- ir millum annað frá einum hovbingi, ið visti um dreymmenn at siga. hann sígur soleiðis frá: > Eg veit frá einum vág- bingi, sum var staddur sum skipari við "Njarlingi" við Vestmannaeyar undir Ís- landi, at hvorja ferð, í ti hann sovnaði, kom ein gamal maður í koti til hann í dreymi við einum korti, har eitt horn var skrætt av, og peikaði niður á har. Teir fingu nógvan fisk, men skiparin vildu rýma, og manningin hjá honum helt hann vera pura svakan: hann rymdi so eystur í Lónsvík, og har var rok av reydspøku. Hann legði seg at sova, og í tí hann sovnaði kom tann gamli maðurin í dreymi fyri hann aftur og segði: "Verju- skipið er beint uttanfyri." Varskógvaður í dreyminum leyp hann uppí stýrhúsið, motorurin gekk, og tá sá hann íslendska verjuskipið. Hann koyrdi eitt sindur á og sigldi út um markið, men innanfyri var rúgvan av danskarum, og íslendingar tóku teir ein fyri og annan eftir.« Ein hugnalig bok Frammanfyri havi eg nevnt nøkur brot burtunir hesi stak åhugaverdu bók hjá Heina Madsen. Hetta er eitt frálíkt hugskot hjá høv- undanum, at lata fólk sjálvi síga sína søgu, tú fær søg- una borðreidda so vanliga og uttan stór orð. Eg kundi sjálvsagt tikið fleiri brot við. Frálíkir skri- bentar sum Sverri Egholm og Jógvan við Keldu skriva um barnaminnir, ávikavist á Leynasandi og í Klaksvík. Høvundurin sjálvur greiðir frá barnaárunum á Lø8- hamri og Johanna Hansen greiðir frá barnaárunum á Strondum, sum faðirloys- ingur, Fleiri onnur hava eisini skrivað. "Børn og ung i Føroyum” er hugnaligur lesnadur og vónandi fáa fleiri rithøv- undar hug at taka táutin upp, at redigerað frásagnir frá føroyingum. Gleðin at siga fråog veraerrin av av ætt og livdum lívi er stór í Føroy- um. Í dag er styttsti dagur Dagurin í dag er styttsti dagur á árinum. Sólin er bert fimm tmar og triggjar minuttiråhimm- alinum. Hon risir klokk- an 09:55 og setir klokk- an 14:58. I dag er sólstøða. Tað vil siga, at nú fer sólin ikki longur sudur å him- inin. Á sunnaru hålvu hava tey longsta dag i dag. Tey halda J6ansøku á oyggjunum í Kyrra- havinum, í Australiu, syðra parti av Afriku og á Suðuramerikanska meginlandinum. Á suð- urpópinum dusa pingvi- nurnar sær í náttarsólini. Har er ljóst alt samdøg- nið. Eitt hálvt ár er gingið síðan longsta dag. Hetta var 21. juni og mánin var næstur jørdini. Hetta var ein týsdag og tá reis sólin klokkan 02:40 og setti ikki fyrr enn 22:17. Tá var sólin á himmalinum 20 tímar og 17 minuttir. Dagurin í dag eitur Japetus, allarhelst eftir einum pínslavátti, men tað hoyrist um í útvarp- inum í morgun. Forrest- in, einki er at ynskja sær, at ein dagur í árinum verður uppkallaður eftir einum sjálvum. Tey íð leggja navn til dagarnar í árinum fara ofta heldur harðliga foldum frá. Mánin kemur upp klokkan 22:27 og Mars sæst 9 stig norðanfyri mánan. jústinus