Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Lættir um seinni | Fyrstu næmingarnir fáa nú próvbræv um maritimt fyrireiking- Nr. 245 — 22. DESEMBER 1994 arskeið í ávísum lærugreinum Fleiri teirra, sum fara á maskinskúlaella á sjómans- skúla, hava ilt við at fylgja við í teimum meira vanligu lærugreinunum, tí teir hava ov lítlan skúla framman- undan. Ella eisini er tað 30 langt síðan, teir hava gingið í skúlanum. Tí var tað, at Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli avgjørdi at fara undir at hava fyrireikingarskeið í nøkrum lærugreinum, ser- ligaætlad teimum, sum ætla sær á maskinskúla og sjó- mansskúla. Undirvíst hevur verið í føroyskum, donskum, enskum, tyskum, stødd- frødi, evnafrødi og livfrødi. Summir hava ukid allar lærugreinirnar, summir bara onkrar. Skeiðið byrjaði 22. august, og í dag verða prógvini handað. Allir ikki til provtøku Napoleon Nólsoy, leiðari á Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla, sigur, at langt burturfrå allir, sum hava gingið á skeiðinum ætlaðu sær prógv. Teir komu bara fyri at fríska uppaftur. 14-15 fólk fáa í dag próvbræv í mariumum fyrirreikingarskeiði, sum tað eitur. Teir, sum fara á maskin- skúla, skulu hava staðið víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans, t.v.s. hava 10. flokk, og teir skulu hava karakterin 6 í teimum nevndu lærugreinunum. Krøvini til týskt eru tó linari. Teir, sum ikki lika tær tryetirnar, kunnu sleppa inn, taka teir lærugreinirnar á hesum skeiðinum. Fyri at sleppa inn á sjó- mansskúlan er ikki neyðugt at hava meira enn 7. flokk, men tað gongur ikki so væl, hava teir ikki meira skúla- gongd. Hjá teimum kemur hetta nýggja skeiðið ti væl við. Verður krav seinni Ætlanin er at krevja av teimum, sum fara á sjó- mansskúla, at hava teir ikki meira enn 7. flokk, skulu teir hava hetta fyrireiking- arskeiðið, men tað kravið verður ikki sett í gildi fyrr enn í summar. Tað ber framvegis ul at taka hesar lærugreinirnar á kvøldskulanum, men tað tekur ein heilan vetur. Hetta skeiðið er dagskeið og tekur bara fýra vikur. Verður lættari Napoleon Nólsoy, leiðari á Tørshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla, heldur, at tað fer at verða væl lættari hjá teimum, sum hava tikið hetta skeiðið, at klára skúl- an, og teir missa ikki so lætt mótið. Skeiðið varð fingið í lag, tí tað kom neyðarróp frá skúlunum, at tørvur var á slíkum. Tað vísti seg eisini, atonkur, sum var byrjaður á skúlanum, valdi at útseta skúlan fyri at taka hetta skeiðið fyrst. Nýtt maritimt fyrirreik- ingarskeið byrjar aftur 9. januar. randi Teir, sum ætla sær á sjómansskúla ella maskinskúla kunnu nú eftir fýra mánaðum styrkja seg í teimum almennu lærugreinunum (Savnsmynd) Tíðindablaðið (> Føroyar sum Alt bendir á nýggju flutningsrutu av hashi, sum fer um Føroyar til Íslands Kriminalpolitiið í Føroyum er nú einaferð aftur farið at kanna, hvussu hash verður innflutt ul Føroya í stórri nøgdum. Bæði politiið og tollarar ivast i, at tað kann koma um flogvøllin. Meira sannlikt er, at tað kemur við frakt- skipum ella gðrum skipum. Hetta er blivið so aktuelt nú, tí týsdagin tóku tollar- arnir á flogvgllinum ein íslending, sum skuldi við Icelandair við næstan tveimum kilo av hashi í við- førinum. Fyri trimum vikum sidan varð ein annar íslendingur steðgaður á flogvøllinum. Hann var eisini á veg til Íslands. Tað var meira av tilvild, at hann varð steðg- aður, og hann hevði 100 gramm uppi á sær. Maðurin var komin úr Íslandi sama dag. Uppá sama máta Týsdagin kom ein annar íslendingur, ein 26 ára gamal reykjavíkingur til Føroya, og eins og hin fyri trimum vikum síðan, skuldi hann aftur til Íslands sama dag. Hetta gjørdi, at tollararnir fingu áhuga fyri manninum, og saman við politinum eygleiddu teir hann. Maðurin hevði eina tasku, fór yvir móti hotellinum og helt síðan leiðina niðan í hagan, har hann steðgaði á eina løtu og kom so oman aftur. Tá hann hevði kekkað vidføri sítt inn, varð hann steðgaður. Flogfarið varð hildið aftur, og vidføri hjá manninum tikið inn aftur. Í taskuni funnu tollararnir næstan tvey kilo av hashi. Maðurin varð síðan hand- tikin, og í Føroya rætti í gjár varð hann varðhaldsfongsl- aður í tvær vikur, avbyrgd- ur. Upplýsti einki Í rættinum greiddi íslend- ingurin frá, at ein íslend- ingur, sum hann ikki kendi, hevði sent hann til Føroya. Hann hevði bara tosað við henda mannin í telefon og visti tí ikki, hvussu hann sá út. Maðurin hevði givið hon- um eina tekning, sum vísti, hvar hann skuldi finna hashið. Kriminalpolitiið hevur nú fyribils tvær vikur til at kanna, hvussu hashið kem- ur til Føroya, og hverjir millumhandlararnir eru i Føroyum. Georg Otthamar, leidari å kriminaldeildini, heldur alt benda å, at hetta er ein smugliruta. Hashið kemur til Føroya, men bara fyri at verða sent víðari til Íslands. Herða eftirlitið Regin Jespersen, sýslu- maður í Vágum, sigur, at nå má tolleftirliud á flogvøll- inum herðast við ferðslu út av landinum. Higartil hava øll hildið, at tað ráddi um at ansa eftir ferðsluni til Før- oya fyri at steðga hash- smugling, men nú vísir tað seg, at tað onkurvegna hev- ur gingið væl at fingið hash inn ul Føroya, og so må anasteftir, at tað ikki verður útflutt aftur um flogvøllin. Politiið hevur ta fatan, at íslendingar hava valt hesa smuglirutuna, tí tað gongur verrt at fáa hash til Íslands við skipum og á ødrum flogleiðum. Nøgdin, sum islending- urin ætladi at hava vid sær til Islands tysdagin, er tann størsta, sum nakrantíð er funnin í Føroyum. randi Tá fólk koma til landið, loftvegis ella sjóvegis, standa tollararnir fyri teimum, og tað hendir, at teir finna hash í vid,ørinum. Higartil hevur lítið eftirlit verið við teimum, sum farin eru av landinum, men nú verður tað eftirlitið hert. Føroyska og íslendska politiið arbeiða nú tætt saman um at loysa hesa gátuna um smugling um Føroyar til Íslands Eyðkvæmislinjan svarar alt samdøgrid á tif. 18820. Mikudagar kl. 19.00-21.00 fæst persántig ráð- geving og serligir spurningar verða svaraðir. BERGMENN dansitónleikur id du