Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 246 — 23. DESEMBER 1994 Vilhelm Johannesen, figgjarnevndarlimur Hallið verður helst væl minni — og eg kenni meg als ikki sum 'jólamann um vit hava broytt tólini á fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum nakað, sigur Vilhelm, sum sigur seg ikki ivast í, at figgjarløgin fer at halda væl og virðiliga Um vit so skulu kalla teir jólamenn í figgjarnevndini ella ikki, so fingu teir sín vilja mótvegis landsstýrin- um í hvussu er. Tingið sam- tykti allar broytingarnar, sum figgjarnevndin hevði skotið upp í samband við næstu fíggjarlóg. Tá figgjamevndin var liðug við álitið til fíggjarlóg fyri komandi ár, var lands- stýrismaðurin í fíggjarmál- um, Jóannes Eidesgaard, heldur enn ikki rísin. Hann helt, at figgjarnevndarlimir høvdu verið í so nógv lokal- ir jólamenn við sínum út- gjaringum í teimum ymisku valdømunum. Ikki jolamadur Men Vilhelm Johannesen, partamaður figgjarmåla- ráðharrans og limur i fíggj- arnevndini, heldur ikki, at hann hevur verið jólamað- ur. Hann vísir á, at fíggjar- nevndin hevur stórt sæð ikki gjørt annað enn hækka inntøkurnar við umleið sjey milliónum og hækka og eins nógv lækka útreiðslu- síðuna við 10 milliónum. Fíggjarlógaruppskotið fer, við broytingunum hjá fíggjarnevndini, at hanga saman. Tað ivast Vilhelm Johannesen ikki í. Vend kemur í Vilhelm Johannesen vísir á, at tå samgongan gjørdi sitt fyrsta uppskot til fíggjarlóg var roknað við 308 milli- ónum í halli. Efur samráð- ingarnar við danir kom hallið niður á 220 milliónir. Landsstýrið gjórdi sítt fíggjarlógaruppskot = við 215 milliónur í halli, og nú, tað er komin aftur frá fíggj- arnevndini, er hallið 208 milliónir. Fíggjarnevndin hevur roknað við somu MVG- inntøkum sum landsstýrið, men við nevndin metir skattainntgkuna at blíva sjey milliónir hægri en landsstýrið heldur. Tað fer at halda, roknar Vilhelm Johannesen við og vísir á, at skattainntøkan í ár verður helst 727 milliónir, og næsta ár verður roknað við umleið 690 milliónum. -Skulu vit fara enn longur niður í metingnum í skatt- inum trúgva vii ikki upp á, at vend kemur í hjá okkum. Tað geri eg í hvussu er. Ikki minst eftir at hava sæð seinastu tølini viðvíkjandi lønaritgjaldingum, sigur Vilhelm Johannesen. Sjúkrahúsið fekk milliónirnar aftur Landsstýrið hevði ætlað at skarva 3,4 milliónir av játtanini til Klaksvíkar Sjúkrahús, men fíggjar- nevndin hevur fingið meginpartin upp á aftur. Tað er Vilhelm Johannesen ikki minst fegin um. Hann sigur, at alt avgerandi er, at samstarvið millum tey trý sjúkrahúsini verður so gott sum gjørligt og tað er tað eisini,- serliga millum Klaksvík og Havnina. Ikki minstinna ortopediina hava yvirlæknarnir við sjúkra- húsini bæði sera gott sam- starv. Vilhelm Johannesen vísir á, at best útgjørda skurðstovan til hetta enda- mål er í Klaksvík. Í fjør vórðu átta mjadnar skiftar út í Klaksvík og í ár 30. Tí er ikki rætt at siga, at virk- semið í Klaksvík er minkað, sigur løgtingsmadurin. Nú samstarvið er av tí besta, og vit hava ta bestu útgerðina er heilt burturvið at skerja Klaksvíkar = Skjúkrahús, heldur Vilhelm Johanne- sen, sum leggur aftrat, at ætlaða sparingin hjá lands- stýrinum hevði merkt, at millum 20 og 30 starvsfólk skuldu sigast upp, = - Ørt at senda fólk av landinum Vilhelm Johannesen sigur, at hann hevur einki ímóti at niðurleggja HF-skúlan í Klaksvík og heldur sam- skipða undirvísingina við Tekniska Skúla har. Hetta kann lættliga lata seg gera við ávísum ullagingum, men hann sigur seg vera ímóti at flyta teir næmingar, sum nú ganga á HF í Klaksvík, á Kambsdal í skúla. Figgjarnevndarlimirnir eru lagdir undir bert at hugsa lokalt. Men hesum visir Vilhelm Johannesen aftur. -Tå eg fekk at vita, at næmingarnir í teimum lærugreinum, sum ætlandi skuldu niðurleggjast á Tekniska Skúla í Havn, ístaðin skuldi sendast til Danmarkar, gekk eg heilt og fult inn fyri at lata skúlanum í Havn stórri játtan. -Øll gremja seg um tey, sum flyta av landinum. Skulu nú landsins myndug- leikar ganga á odda at senda fólk avstað, spyr Vilhelm Johannesen og hevur longu sjálvur svarað spurningin- um. Nøgdur við uppskotið Norðoyatingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum sigur seg vera so væl nøgdan við fíggjarlógaruppskotið, sum umstødurnar gera tað møguliga. -I landsstýrinum eru heilir fýra flokkar, og ti er torført at gera semjur, men tað eydnaðist so. Sjálvur kundi eg hugsa mær at lati landsverkfrødinginum eina eitt sindur stórri játtan. Eg haldi eisini, at vit kundu loyvt okkum at sett inn- tókurnar hægri, ti fíggjar- lógin hevði hildið kortini, tað ivist eg ikki í, sigur Vilhelm Johannensen. tór.- Finnbogi Arge, Vilhelm Johannesen og Finnbogi Ísakson sita her og arbeiða við fíggjarlógini. Mynd: Kalmar Tidindabladid EH INDESIT VASKI- 4, kg - 800 MASKINA KONTANT einanskr. 4.935,- MIKROBYLGJU- - OVNUR DUST- SUGVARAR urkr. 799, Keypið har tygum fáa bestu tænastuna — keypið frá: P/F SERVICA - HVITVØRUR Heykavegur 1 - Tórshavn - Tlf. 11404 Í bygninginum hjá Thomas Dam á Hálsi 400 snun./min. úr kr. - AEG - ATLAS - HUSQVARNA - ELCOLD - INDESIT umboð Fri mor» COUNTS ov 8 Fåast i handlum kring landid WORLSS 15665 Fo Minor HENDINGATILBOD Kr. 395,- FRAM TIL NYGGJÅRS, UM GOYMSLAN RØKKUR ”Pappirslonin' Sverrisgøta 9 - FR-110 Tórshavn tf. (+298) 10603 - fax. 10806 - box 3181