Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið EH: Eilif Samuelsen, landsstýrismaður: Alt arbeiði Enn einaferð hava vit fingið prógv fyri, at landspolitikkurin verður stýrdur av lokalum áhugamálum, sigur landsstýrismað- urin Eilif Samuelsen, landsstýr- ismadur í skúlamálum er ikki fegin um legtings- samtykuna um, at eingir skúlar mugu flytast í ár. Hann er heldur ikki fegin um hinar broytingarnar, sum fíggjarnevndin hevur gjørt. -Vit hava roynt at spart á øllum økjum. Tað hava vit lagt stóra orku í, so vit fáa javnvág á fíggjarlógini í 1998. Hetta hava vit eisini gjørt donsku stjórnini greitt, og hetta vita allir aðrir lánsveitarar eisini av, men nú er alt hetta gjørt til einkis. Tað verður torført hjá okkum at fara til donsku stjórnina eins og aðrar láns- veitarar aftur og verja hesa stóðu okkara. Hetta sigur Eilif Samuel- sen, landsstýrismaður í skúlamálum, nú løgtingid hevur samtykt allar broyt- ingarnar hjá fíggjarnevnd- im mótvegis landsstýris- uppskotinum. Fiktivar inntøkur Mener Eilif Samuelsen ikki fegin um, at hallid á fíggj- arlógini nú verður enn minni enn landsstýrið legði upp til? -Å pappirinum,- jú, men hetta er órealistiskt. Inntøk- urnar á fíggjarlógarupp- skotinum eru fiktivar, sigur landsstýrismaðurin og leggur aftrat, at hetta er landsstýrið kortini noytt at liva við, hóast tað er hug- stoytt at tingid letur seg taka av fótum orsaka av lokalum áhugamálum. -Allir flokkar eru í so máta líka ringir,- kanska glógvar í onkrum einstøk- um tingmanni, heldur landsstýrismaðurin. Vita einki um skúlar Tað var serliga Eilif Samu- elsen. sum fekk ein framm- Tingið gongur í móti landsstýrismanninum: Eingin skúli verður fluttur næsta ár Ein ábending frá landsstýrisflokkunum og eitt beinleiðis uppskot frá andstøðu gjørdi, at Eilif Samuelsen fær ikki sín vilja at flyta skúlar aná í samband við samtykt- ina í únginum mikukvøldid, tá eitt uppskot frá Anfinni Kallsberg, um ikki at flyta nakran skúla næsta ár, varð samtykt. -Eg fekk sum landsstyris- madur ålagt at koma vid uppskoti um sparingar. Arbeiðið havi eg gjørt saman við fólki, sum fáast við skúlamál hvønn dag, og hava veruliga skil fyri hvat hendir á gkinum, men nú er alt- hetta arbeiði sópa av Nr. 246 — 23. DESEMBER 1994 borðnum av fólki, sum als einki innlit hava í skúla- viðurskifti, sigur landsstýr- ismadurin i skúlamálum. Fær ongar fylgjur Eilif Samuelsen sigur, at hetta fær tó ongar fylgjur fyri samgonguna. -Tað er ungið sum skal skal samtykkja tað, sum samtykjast skal. Soleiðis er fólkaræði, sum nú hevur talað. Tað mugu vit bert taka til eftirtektar. Tad gongst ikki altíð sum prestur prædikar. Heldur ikki altid, sum landsstyris- madur ætlar. So var hjá Eilif Samuel- sen, landsstýrismanni i skúlamálum í samband við komandi fíggjarlóg. Lands- stýrismaðurin hevði lagt upptil at flyta nakrar skúlar. Millum annað skuldi fiski- vinnuskúlin flytast úr Vest- manna og til Klaksvíkar. HF skuldi úr Klaksvík og á Kambsdal, og ávísar broyt- ingar skuldi eisini henda á skúlagkinum í Suðuroy. Men so skuldi ikki ganga. Mikukveldið var figgjar- lógaruppskotið til viðgerð- ar, og tá samtykti tingið, at taka undir við øllum broyt- ingunum hjá figgjamevnd- ini. Meirilutin í fíggjar- nevndini hevði eina við- merking sum segði, at slíkar bygnaðarbroytingar í skúlaverkinum eiga ikki at verða vidgjørdar í samband við eina fíggjarlóg. Hesa viðmerking tilevn- aði Anfinn Kallsberg til eitt uppskot til samtyktar, sum varð samtykt. Uppskotið, sum tingið samtykti, var einfalt. Føroya Løgting staðfestir, at eingin“ skúli verður fluttur, grundað á viðmerkingar í tingmál- inum um figgjarløgtings- lóg. Stríð um skúlar Í síni viðmerking til flyting av skúlum sigur Anfinn Kallsberg millum annað, at hann heldur tað vera átalu- vert, at landsstýrið í figgjar- lógaruppskotinum leggur upp til eitt politiskt stríð um plasering av skúlum, uttan at hetta er í eini heildar- ætlan. Ein tílík ætlan hevur onga politiska viðgerð fingið, og enn minni nakra politiska undirtøku. Skal nakar skúli flytast, eigur tað at verða gundað á eina pol- ltiska avgerð, sigur Anfinn Kallsberg. tór.- Fiskivinnuskúlin verður verandi í Vestmanna Mynd: Kalmar Síða 5 Eilif Samuelsen dylur ikki fyri síni misnøgd vid arbeiði í figgjarnevndini Mynd: Kalmar -Hinvegin taki eg hetta sum ein boðskap frá løg- unginum til landsstýrið, at vit skulu ikki longur arbeiða seriøst. Tad taka vit 16 ikki til eftintektar, sigur Eilif Samuelsen. tór.- 2 DEYVAFELAG Føroya I dråttinum 23. des. vunnu hesi gåvukort: 1. gåvukort å 2.500 kr. nr. 3429 2. gávukort á 2.000 kr. nr. 0051 3. gávukort á 1.500 kr. nr. 0295 4. gávukort á 500 kr. nr. 3610 5. gávukort á 500 kr. nr. 3060 6. gávukort á 500 kr. nr. 3035 7. gávukort á 400 kr. nr. 4637 8. gávukort á 400 kr. nr. 2939 9. gávukort á 400 kr. nr. 1282 10. gávukort á 400 kr nr. 2781 11. gávukort á 400 kr. nr. 1428 12. gávukort á 400 kr nr. 3431 a