Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 246 — 23. DESEMBER 1994 Jarðarferðin hjá gamla dekninum á Nesi gav doypifunturin í F ríðrikskirkjuni: Kirkjan fylgdi honum - lika til tað síðsta Ynskið hjá Johan Fr. Lamhauge, ið var deknur í Nes kirkju í 34 ár, var at sleppa at enda tænastuna við at lesa inngang nýggju kirkjuni, tå hon varð vigd. Men hóast honum ikki untist at uppliva vígsluna — kann doyði 15. januar í ár — hevur hann kort- ini sett sín dám á Fríðrikskirkjuna. Í st aðin fyri at senda blómur og kransa, vórðu fólk biðin um at lata eina peningagávu, og fyri hesa gávu varð keyptur doypifunturin í nýggju kirkjuni At tað ikki var 6uppiborid, tá gamli deknurin og skúla- stjórin á Toftum, Johan Fr. Lamhauge, fekk medalju í silvuri frá Margrethu drotn- ing fyri trúgva tænastu, eru óivað øll samd um. Lívið hjá Johan var fyri ein sera stóran part kirkjan og skúlin. Hann varð borin í heim á Toftum 15. august 1916, og vóru foreldrini Jacob Lam- hauge, kongsbóndi í Lamba og Nicolina Lamhauge, fødd Petersen, úr Saltnesi. Valdi skúlavegin Hóast faðirættin var gom- ul bóndaætt, valdi Johan at ganga skúlavegin, og vetur- in 1934-35 var hann næm- ingur á Føroya Fólkahá- skúla. Sama ár, sum hann varð liðugur á háskúlanum, fór hann á læraraskúla í Havn, og hann tók læraraprógv har í 1938. Longu sama ár, sum hann hevði tikid prógv, byrjaði hann sum vikarur á Strond- um, í Søldarfirdi, Gøtu, Skálabotni, innan Glyvur og í Lamba. Tá hann var á Strondum, búði hann hjá systir síni Sannu, ið var gifti við Bart- ali í Kass. Har knýttust vin- arbond millum hann, ið var yngsti sonur í sínari familju, og systirsonin Jákup, ið var elsti sonur í sínari familju. Hesi vinarbond vóru so mangan sjónsk, tá Jákup Kass gjørdist prestur á Nesi, har Johan var deknur. Teir vóru eins nógv vinmenn og teir vóru skyldmenn. Í oktober mánaði 1941 gjørdist Johan annarlærari á Toftum, og i mars 1954 gjørdist hann fyrstilærari, fyri sidani i september 1969 at gerast skúlastjóri við Tofta Skúla. Í hesum starvi sat hann, til hann í august mánaði 1986 fór frá fyri aldur — 70 ára gamal. Johan giftist 17. desem- ber 1946 við Petronellu Kristinu, fødd Olsen, ið var ættað av Toftum. Hon var dóttir Sámal J. Olsen, skip- ara og Jóhonnu Olsen. Saman fingu Johan og Petronella fimm børn. Tey eru Hanna Petersen, Jákup Lamhauge, Nicolina Lam- hauge, Louisa Joensen og Sámal Lamhauge. Trý tey fyrstu bígva á Toftum, og hini bæði á vikavist í Havn og niðri í Danmark. Deknur í 34 ár Sunnudagin 18. januar í 1960 var Johan settur sum deknur við Nes kirkju, og hesa tænastu røkti hann í trúfesti líka til hann doyði 15. januar í ár. At Johan gjørdist deknur, kom ikki minst av, at hann var framúr góður upplesari. Á læraraskúlanum hevði hann lært at lisið hjá einum, ið kallaðist Vagn Reling. Fakið kallaðist retorikkur, og tað var ikki óvanligt, at Reling í tímunum á lærara- skúlanum læt Johan lesa Johan Fr. Lamhauge við tænastumedaljuni ' úr silvurið, ið hann fekk frá Margrethu drotning fyri trúgva tænastu í kirkju og skúla Mynd: Judith Johannesen sbønina i Doypifunturin i Fridrikskirkjuni — peningurin, ið varð latin vid jardarferdina hjå Johan Tidindabladid Fr. Lamhauge. id var deknur í Nes kirkju i 34 ár, hevur goldið hann. Doypifunturin er gjørdur úr føroyskum gróti — eini súlu úr Froðba, ið Høgni W. Larsen, ið hevur teknað Fríðrikskirkjuna, hevur skorið til og lagt til rættis við messingskál upp, so hinir næmingarnir har kundu sleppa at hoyra, hvussu tað átti at gerast. Eisini hevði Johan tann fyrimun, at hann var frí- móðigur og tordi væl at stíga fram, har tað kravdist. Hann hevði altíð sínar av- gjørdu meiningar um ting- ini, og tær setti hann ikki undir skeppumålid, men kom fram við teimum til rætta tid og á réttum stað. Slóðaði fyri kirkjufólkinum At vera deknur tá í tíðini, var ikki altíð bara sum at siga tað, ti tú skuldi vera fyrstur í kirkjuni og eitt nú hava sett sálmanumrini upp, áðrenn kirkjufólkið var komið og hevði sett seg í stólarnar. Tí var umráðandi at fara frá húsum í so góðari tíð, at tú fekk lagt uppfyri alt tað, ið kundi gera ferðina av Toftum og út á Nes drúgva. — Vanliga fór pápi frá hús- um klokkan eitt korter til tólv, so hann hevði try kort- er at koma fram í og gera alt klárt. Men var keðiligt veð ur, noyddist hann sjálvandi at fara fyrri frá húsum greiðir sonur Jákup fr - Var kavi komin niður um nåtuina, var mangan tøssut at fara sum tann fyrsti gjøgnum bygdina, ti hvort einasta fet var gjøgnum all- ar fannirnar, ið kundi vera á vegnum. Eingin hevði slóð- að fyri, so tí ber eisini til at siga, at pápi mangan bók- staviliga slóðaði kirkju- fólkinum vegin út í Nes kirkju. Jákup sigur, at hann eina- ferð spurdi pápa sín, um hann ongantíð var bangin fyri at fara einsamallur í kirkjuna í myrkri og kanska eisini vánaligum veðri. — Hví skuldi eg veri tað. Eg fari jú í lógligum grind- um, svaraði Johan honum tå. Altid væl fyrireikadur Eitt annað eyðkenni við Johan í tænastuni sum deknur var, at hann altíð var væl fyrireikaður. Tað kom soleiðis ikki fyri, at hann ikki hevði lisið lesturin í hvussu er einaferð, áðrenn hann fór í kirkjuna at lesa. Og kirkjufólkið á Nesi — yngri sum eldri — minnist uttan iva, hvussu væl Johan dugdi at innliva seg í lestr- arnar. Var talan kanska um ein dapran lestur, merktist tað eisini á upplestrinum, og tað sama, um talan var um ein lestur, ið legði upp Mynd: Hilmar Jan Hansen til gleði og sigrandi tónar. Alt hetta megnaði Johan so væl, at hann var tiltikin um alt landið sum óflgra góður lesari. Eisini í gðrum sambandi varðnýtsla gjørd av hansara gávum í so máta, og hann læs ofta søgur á jólafestum og við onnur høvi. Sang fyri líki Sangari var Johan eisini góður, og hann plagdi at vera tann, ið skuldi syngja fyri, tá sungið var fyri líki. Aftrat sær hevði hann €1s- ini fleiri aðrar góðar sang- arar, so hóast hetta kanska ikki var tað mest upplyft- andi høvid ul sang, gekk sangurin mangan sera væl - eisini á kirkjugarðinum. Tað lá væl fyri hjá Johan at syngja høgt — men tó ikki ov høgt. Og ti eydnaðist tað honum og hinum sangarun- um at fáa fólk at syngja væl við. Onkra hendinga ferð, tá einki orgulspæl var í kirkj- uni, sang Johan eisini fyri har. Skyldmenn og vinmenn Taðerikki yviratdylja, at tað var við einum ávísum stoltleika, at Johan sum |