Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 1994síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðinaablaðið (> Á | Á jólum er | hugaligt at | vera prestur [å Tad sigur Gjaranesprestur, sum heldur tad vera tydningarmikid hjå sær, at prestakallid er ein uppgåva bæði fyri hann og konuna Jógvan Fríðriksson er ein av ungu prestunum. Hann er ættaður av Strondum og føddur í 1957. Hann er av ti ættarliðnum, sum hesi seinnu árini hevur loyst teir av, sum lósu gudfrødi undir krígnum ella beint eftir kríggið. I 1985 var hann liðugur at lesa, í februar 1986 varð hann settur í embætið í Norðoya eystara presta- gjaldi við bústsaði í Ona- gerði á Vidareidi, og 1. mars 1992 fluttu tey út á Gjaranes. Komandi dagarnar hvíla tey flestu, hugna sær saman við familjuni og so víðari. Men prestarnir hava úr at gera. Sambært prædikulist- anum í bløðunum eru tað fleiri, sum hava einar fimm gudstænastur á jólum. Tí spyrja vit Jógvan, um tað ikki er tyngjandi at vera prestur, nú hini kobla úr. — Soleiðis kenni eg tað ikki. Viteru ikki von at hava arbeidsviku, sum onnur hava tað, og hóast tað er nógv at gera á jólum, so er tað við gleði, at eg síggi fram móti høgtidini. Nógv koma í kirkju, boðskapurin er góður og gleðiligur, og nøgdsemi er stórt. Bæði eru um kallið Men hvussu halda tit jól? - Høgtidin er tann sama fyri okkum, sum fyri onnur, men tað praktiska verður lagtødrvisi. Viteru von við, at sunnudag eri eg nógv burtur heimanífrá. Tí hava vit sunnudagsdøgurdan månadag, tå tað er meiri fridarligt, og tað er komið fyri, at vit hava hildið jóla- aftan 2. jóladag, tá gudstæn- asturnar eru farnar afturum. Jógvan Fríðriksson held- ur, at fyri hann hevði tað ikki borið til at veri prestur, um ikki øll familjan stóð saman við honum. Hann er giftur Mariu, sum er ættað av Skála, og tey eiga fýra børn. Konan er heima, tekur móti boðum til prest og av- Øllum Vit ynskja viðskiftafólki kring landið verða ynskt eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Somuleiðis takka vit fyri gott samstarv í farna árinum. BA Bakaríið hjá Gunleivi okkara óllum okkara viðskiftafólki eini Gleðilig jól og eitt Gott nýggjár Wu Togvhandilin IGLOO Sverrisgota 19 Tórshavn Tlf. 15264 Fax. 19623 greiðir tað, sum hon kann avgreiða. — Tad er kanska eitt sindur ymiskt frá presti til prest, men í okkara føri hevði tað ikki borið til, um konan ikki var heima alla tíðina. Hon er grundfesti í familjuni, bæði eg og børnini rokna við, at hon altíð er har, og tað gev- ur mær møgulcika at vera nógv burtur í arbeidsørind- um. Fyri meg hevur tað eis- ini nógv atsiga, attey bakka meg upp og eru við í kirkju. Gott samband við fólkið Tú hevur verið prestur á tínum egna heimstaði- í næstan trý ár. Ofta verður tikid til orðini í skriftini um, at profetur ikki er væl lídd- ur á sínum egna heimstaði. Hvat sígur tú til tað? — Fyrstu seks árini vóru vit á Viðareiði. Tað var ein frálík tíð. Bæði konuni og mær og ikki minst børnun- um dámdi ómetaliga væl. Vit vóru væl móttikin, og eg tori at siga, at vit kendu hjartaligan hita frá øllum í prestagjaldinum, um tey so hoyrdu til kirkjuna ella ikki. So kom møguleikin at søkja kallid her, ti Petur Pe- tersen legdi frå sær. Vitum- hugsaðu tað nógv, og at enda gjørdu vit av at søkja og royna i tvey år. Nú eru meiri enn tvey år farin, og vit hava verið fegin um móttskuna. Tá tað verð- ur nevnt um heimstaðin og at tað skal bera trupulleikar við sær, so verður í mínum ført ivaleyst hugsað um, at eg sum unglingi var virkin í bygdalívinum, var formað- ur í SUF eitt skifti og bland- aði meg upp í nógv annað. Tá er skjótt at koma út fyri, at full semja ikki er um øll viðurskifti, og soleiðis var tað vidhvørt. Men eg havi ikki kent nakra beiska rót nakra staðni. Sjálvsagt veit eg íkki, hvat hver einstakur heldur um prest, sum er ein al- mennur persónur og tí kann rokna vid at verða umrødd- ur, men vit kenna okkum í hvussu so er væl her Skrivar præ- dikuna jólanátt Ta Serun gvar prædikur at hugsa um, nær skrivar tå tær? Burtursæð frå jólaaftan, tá tað stendur presti frítt at Si Nr. 246 — 23. DESEMBER 1994 Stuðulin frá familjuni er av alstórum týdningi heldur presturin á Gjarðanesi prædika um tann tekstin, sum hann hevw best hug til, so er í tckstarødunum av- gjørt, hvor bibliuteksturin til hvønn sunnu- og halgi- dagin skal vera. Men tað er sjálvsagt ymiskt, hvat tú leggur út av tekstinum, og hvørji evni verða knýtt aft- urat. Summir skriva prædikur í góðari tíð, men soleiðis eri eg ikki. Tað er ikki altíð, at eg skrivi prædikuna. Ofta verður tað bara í brotum og smáar viðmerkingar, sum prædikan verður grundað á, men vidhvørt skrivi eg alla prædikuna, og tad verdur gjørt, tá iblåsturin er har. Og hann kemur ofta stutt undan at prædikan skal haldast. Hevur tú skrivað prædik- una til jóladag? — Nei. Nú hava fleiri aðrar kirkjuligar handlingar verið hesa vikuna, men uttan mun til tað, so hevði eg neyvan havt fingið hana frá hondini alíkavæl. Tú grundar alla tíðina um tekstin, og hugs anir mennast í sinninum. Tá påvin er liðugur við mid náttarmessuna jólaaflan, og tey flestu tørna inn, seti eg meg, og so verður íblásturin vónandi har! Gleðilig jól, ynskja vit Mariu, Jógvani, Fróða, sum er fimtan ár, Annu, sum er tólv ár, Elsu, sum er átta år og Kristinu, sum er hálvt annað ára gomul. LUTASEÐLARNIR hjá OYGGJALEIKANEYNDINI Nú er drigið: Hesir seðlar vunnu: 1. Gávukort kr. 10.000 2. Gávukort kr. 10.000 3. Gávukort kr. 4. Gávukort kr. 5. Gávukort kr. 2.765 11.120 3.116 11.908 3.815 2.050 14.727 5.000 5.000 5.000 5.000 5.000 6. Gávukort kr. 7. Gávukort kr. Vinnararnir verða bidnir um at skriva navn, bústað og tlf. nr. á seðilin og senda hann til: Oyggjaleikanevndin, Postbox 223, 110 Tórshavn. Oyggjaleikanevndin takkar hjartaliga fyri stuðulin og ynskir ollum eini gleði- lig jól og gott nýggjár! OYGGJALEIKANEVNDIN