Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Friðalig jól í Klaksvík Nr. 247 — 28. DESEMBER 1994 Eitt lítið omanlop var tað ógvuslig- asta sum kom í politirapportina Klaksvík: Politiið í Klaksvík hevði íkki nógv um at vera um jól- ini. Ogvusligasta hend- ingin, sum stendur í politirapportini er eitt omanlop á Viðareiðis- vegnum. Klokkan 00:45 jólamorgun kom ein bilur fram á grót á veg- num tl Vidareidis. Nak- að av grótið var komið omanå vegin, men ann- ars var skaðin lítil. Fólk frá landsverkfrødingin- um komu á staðið og ruddaðu grótið burtur. Bratt er omanfyri Viða- reiðisvegin og tíðum ríð- ur oman, eisini í åarføri. Fyrsta jóladag ringdi telefonin næstan ikki, tó einaferð var politiið boð- sent tó fólk vóru farin at Nogv uti 2. kvøld keglast heldur harðliga í einum húsum. Tað eyd- naðist politinum at sissa partarnar og ikki var neyðugt at taka nakran á støðina. Annan jóladag var ein maður tíkin á støðina fyri fyllskap. Hann kl: áraði seg ikki einsamallur úti og ti var neyðugt at taka hann upp. Hann svav á stødini í nakrar tímar og fór so aftur í býin. Dansur var KI høllini og í Lognbrá annað jóla- kveld. Einaferð varð poliuid boðsent, tí menn vóru farnir at berjast. Men tå poliuið kom á staðið var bardagin av. jústinus folk jola- Men fjøldin skikkadi sær væl Nógv fólk var at síggja í gøtunum í høvudsstad- num annað j6lakvøld. Longu tidliga um kvøld- ið fóru fólk í býin og tå dansurin veruliga fór at ganga, um eitt tíðina, var sum á Olavsøku í mið- býnum. Dansur var í Gunda- dalshøllini og dansur var eisini i ølklubbunum. Nógv fólk vóru i Mimi og í Kagganum var so nógv fólk, at tey illa fingu vent sær. Annað jólakveld er er høvuds- veislukvøldid á verri í Havn og kring landið Politiið i Havn letur væl at øðrum jólakveldi og trida jóladagsmorgni. — Vit høvdu nógv fólk úti og koyrdu, men fjøldin skikkadi sær væl. Onkur var tikin å stød- ina, tí ov nógv var innan- borða. Onkur smærri Dagliga avgreiðslan bardagi var og vit sissaðu eisini onkran heima. Samanumukid ein friða- lig nátt. Jólaaftan og jóla- dag var heldur einki hjá politinum at gera, sigur vakthavandi á poli- tistøðini í Havn. Sandingar bara dansaðu Annað jolakvøld var føroyskur dansur i Skála- vík og enskur dansur á Sandi. Politiiðkoyrdi um náttina og í einum føri var neyðugt at koyra ein ov drukknan heim. Annars gekk alt fridaliga fyri seg. Eitt tílíkt kveld í Sandoynni = er ein poliustur = og tveir eyjapolitistar til ar- beiðis. jústinus á Sýsluskrivstovuni í Vági verður frá 2. januar 1995 flutt á Sýslu- skrivstovuna á Tvøroyri, tlf. 71448. Syslumadurin Tíðindablaðið (Hi Jólahógtíðin á Landsjúkrahúsinum: Ongin át seg um rygg Á landsjúkrahúsinum hava tey ikki tikið í móti nøkrum sjúklingi, sum hevur etið seg um rygg á jólum. Held- ur ongin er komin á sjúkra- húsið ul útpumpingar. Vakthavandi yvirlækni á skurðdeildini triðja jóla- morgun var Rodmundur í Liða. Hann sigur: — Vit hava næstan ikki merkt, at jólini hava verið her á deildini, skilt á tann hátt, at ongin er innlagdur orsakað av vællevnaði um jólini. Vit hava ikki vidgjørt nakran skaðatilburð, heldur ongan sum eitt nú kundi merkt ein kendan gallstein orsakað av eini feitari gás. A. 3 hevur verið stongd og skurdsjuklingamir = hava ligið á B. 5, sigur hann. Ovanliga friðaligt Vakthavandi yvirlækni á medisinsku deild, Hans Petur Nielsen sigur at jólini hava verið óvanliga friðalig — Vit hava als ikki við- gjørt nakran sum er inn- lagdur av ørsøkum sum hava vid høgtidina at gera. Her hevur eitt nå ongin verið ul útpumpingar, tí hann hevur drukkið ov nógv, sigur hann. Ber tað til at eta seg um rygg? — Tað ber til, men tað er sjáldsamt. Tú fær neyvan varandi mein at eta nógv yvir eitt styttri tíðarskeið, men heldur tú jól hvønn dag, so kann vandi vera á ferð, sigur Hans Petur Nielsen, yvirlækni. jústinus Nógvir svartkjafta- bátar undir Føroyum — Fiskiskapurin liggur um eini 70 tons um dagin, sigur vakthavandi á vaktartænastuni Meðan føroyski fiskiflotin í heimasjógvi liggur heima og heldur jól, hava fimtan útlendsk skip roynt undir Føroyum um høgtidina. Bróðurparturin av hesum eru russiskir svartkjafta- trolarar. — Anna jóladag fingur russisku trolararnir ul- samans 747 tons. Tað vóru ikki allir bátarnir sum royndu hendan dagin. Tann besti fekk 118 tons, tann næsti 106 tons og í meðal fekk hver báturin sum royndi 68 tons, sigur vakt- havandi á Vaktar og Bjarg- ingartænastuni. — Ein franskur trolari roynir eisini eftir svart- kjafti, hann hevur ligið um 100 tons uppá dagin. Eisini hevur ein bretskur trolarið roynt í føroyskum sjógvi um høgtidina. Tað er tann 500 tons stóri >Glen Rose Il« sum togar eftir botn- fiski. Hann hevur onkuntíð lagt veiðuna upp á Havnini, sigur vakthavandi. — Ein danskur makrelbát- ur boðaði frá annan jóladag, at hann var komin í føroy- skan sjógv at royna. Norð- menninir eru heima og halda jól og teir koma neyv- an aftur fyrr enn vit hava fingið nýggjan fiskisålt- mála við norðmenn, sigur vakthavandi. Tjaldrið sleipaði farmaskip Fyrsta jólakvold, um sjeytíðina, boðaði føroyska farmaskipið >Nordic< frá, at tað hevði fingið motor- skaða. Tað var statt einar 140 fjórðingar eystanfyri Føroyar å 62.45 stigum nordur og 2,13 stigur vest- ur. Tjaldrið lá, saman vid Ólav Halga, á Kollafirði og helt jól. Teir loystu og sleipaðu >Nordic< á Fugla- fjørð. jústinus Breyt nakrar tenn Miðvágur: Fyrsta j61- adag hendi eitt ferðslu- óhapp á keigkinum í Sørvågi. Tveir bílar stoyttu saman í hálk- uni. Ein maður í tí eina bilinum breyt nakrar tekk í samanstoytinum. Hann varð fyrst við- gjørdur av læknanum í Vágum og síðan kom tannlæknin uppí leikin. Annan jóladag hendi eitt ferðsluóhapp í hálkuni í Miðvági. her hendi bert materiellur skaði. Dansur var í Miðvági og í Sørvågi annað jolakvøld. Jólaaftan og fyrsta jóladag var flogvøllur- in stongdur. Annan jóladag varð flúgving- in tíkin uppaftur. Við Maersk-flogfarinum hendan dangin vóru 30 hvønn vegin. 40 fólk vóru við flogfarinum hjá Atlantic, tá tað fór til Keypmannahavnar. Triðja jóladag var nógv flogferðsla í Vágum. je