mikudagur 28. desember 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tá Atlantsflog fór í gongd við flúgvingina í mars 1988, var Cimber Air við í samstarvinum. Men Mærsk Air kravdi endur -
gjald frá Cimber Air
fyri at hava brotið marknaðarféringslógina. Upprunaliga kravið var 35,5 mió. krónur við rentum,
ella tilsamans umleið 58 mió. krónur. So nógv skuldi Cimber Air kortini ikki gjalda, tí gerðarætturin gjørdi av, at samlaða
upphæddin skuldi verða 23 mið. krónur við rentum. Upphæddin endaði sostatt á 36.5 mió. krónum, og hevur hendan bótin
kostað Cimber Air eitt undirskot á roknskapinum upp á 12 mið. krónur í staðin fyri yvirskot upp á 22-23 mið. krónur
Stjórin í Cimber Air avsannar leysasøgur:
Vit stevna ikki
Atlantsflog or-
sakað av bótini
Tað hevur í seinastuni ljóðað, at danska flogfelagið Cimber Air,
sum í síni tíð hjálpti Atlantsflog í gongd, hevur umhugsað at
stevnt Atlantsflog eftir teimum tilsamans 36,5 mió. krónunum, ið
tað stutta samstarvið kostaði Cimber Air. — Hetta kann als ikki
koma upp á tal, sigur Jórn Nielsen, stjóri í Cimber Air
Roknskapurin hjá danska
flogfelagnum Cimber Air,
ið skuldi víst eitt fittligt yv-
irskot upp á einastaðni mill-
um 22 og 23 mið. krónur,
gjørdist ikki so vakur, tå av-
tornaði.
Bótin, Cimber Air noyð-
ist at gjalda Mærsk Air fyri
at hava hjálpt Atlantsflog í
gongd í sínari tíð, gjørdist
so stór, at roknskapurin at
enda vísti eitt undirskot upp
á 12 mió. krónur.
Fyrsti flogtúrurin hjá Atl-
antsflog úr Vágum til Dan-
markar varð flogin 28. mars
1988, men nakað seinni tók
Atlantsflog og keypti Cim-
ber Air út úr felagnum.
Ein gerðarættur kom til ta
niðurstøðu, at Cimber Air
hevði brotið marknadarfør-
ingslógina, tá danska felag-
ið gjøgnum samstarvið við
Atlantsflog fór undir bein-
leiðis kapping við Mærsk
Air.
Cimber Air og Mærsk Air
eru saman við SAS við í
Danair-samstarvinum, men
tað var tó ikki hetta sam-
starv, ið Cimber Air hevði
framt brot móti, men bert
marknaðarføringslógini.
36,5 mió.
krónur í bót
Brotið var kortini nóg
stórt, tí gerðarætturin gjørdi
av, at Cimber Air skuldi
gjalda Mærsk Air 23 mið.
kr. við rentum — tilsamans
36,5 mió. krónur.
— Hetta er ein bót, ið eftir
okkara tykki er fullkomu-
liga við síðuna av og sterkt
yvirdrivin. Og tað fyrikem-
ur okkum, at upphæddin
einki samband hevur við
veruleikan, sigur Jørn Niel-
sen, stjóri i Cimber Air.
— Hinvegin sluppu vit
kanska væl, tå hugsad verd-
ur um, at upprunaliga krav-
id frå Mærsk Air var heilar
35,5 mió. krónur við rentum
— altso tilsamans 58 mió.
krónur. Men framvegis var
bótin, vit fingu, alt ov stór.
Stevna íkki
Atlantsflog
Tað hevur ljóðað, at tit
hava ætlað at stevnt Atl-
antsflog eftir pengunum, ið
tit nú eru dómdir at gjalda
Mærsk Air. Ætla tit tað?
— Nei, hatta havi eg einki
hoyrt um. Og annars er tað
fullkomuliga ómegiligt,
sjálvt um eg vildi ynskt, at
vit kundu fari onkunstaðni
eftir pengunum, sigur Jørn
Nielsen.
— Men hetta var bert ein
sak millum Danair og okk-
um, so tí hevur Atlantsflog
sum so einki við tað at gera.
So hasi tíðindi kann eg bara
avsanna.
At Cimber Air fær brúk
fyri toyggja hverja lykkju
fyri at fáa skútuna á rættkjøl
aftur, ertóeingin ivi um. Og
tær 12 mió. krónurnar, ið
undirskotið kom at ljóða
uppá, kemur at merkja fleiri
roknskapir hjá danska flog-
felagnum framyvir.
— Hetta var ein ordans lús-
ingur, vit fingu, men vit
mugu bara royna at hanga í
og fáa sum frægast burtur-
úr, sigur Jørn Nielsen.
Cimber Air eigur sjey
(Savnsmynd: Kalmar Lindenskov)
flogfør av slagnum ATR 42
— tey seks eru til 46
og tað eina til 50. Eitt av
flogførunum verður í løtuni
leigað svium. Meginpartur-
in av virkseminum fer fram í
Týsklandi, men eisini hevur
felagið eina rutu í Danmark
— hon er millum Sønderborg
og Keypmannahavn.
Drúgvar royndir
í at hjálpa í gongd
Umframt ta sera óhepnu
royndi við at hjálpa Atlants-
flog í gongd, hevur Cimber
Air eisini fleiri aðrar ferðir
hjálpt øðrum flogfeløgum,
og tað vóru ikki minst
royndirnar á hesum økinum,
sum í síni tíð førdi til, at
danska flogfelagið hjålpti
Atlantsflog í startinum.
— Ta ferðina høvdu vit
góðar og dugnaligar sakfør-
arar at hjálpa okkum, men
tíverri yvirsóu teir markn-
aðarfóringslógina, ið vit
ikki droymdu um fór at
leggja fót fyri okkum so-
leiðis, sigur Jørn Nielsen.
— At endin á hesum máli
nú gjørdist so ógvusligur,
kemur at kosta okkum dýrt —
og tað halda vit snøgt sagt
vera Órættvíst.
Hevur stevnt
Atlantsflog fyrr
Cimber Air hevur annars
einaferð fyrr stevnt Atlants-
flog. Tað var í november
1988, tá danska flogfelagið
stevndi Atlantsflog eftir til-
samans 831.000 krónum, ið
felagið helt seg eiga til góð-
ar í sambandi við keypið av
flogfarinum hjá Atlants-
flog, ið kostaði 150 mió.
krónur, tá tað varð keypt í
1988.
Men hesaferð verður altso
eingin stevning, og leysatíð-
indini um eina slíka eru her-
við avsannað.
bj.
Foroyskir
svimjarar
goo0 úrslit
i norður-
lendskari
kapping
Vikuskiftið undan jólum
vóru fýra svimjarar úr
Føroyum við í kapping-
ini um norðurlanda-
meistaraheitid fyri juni-
orar, og komu føroysku
svimjararnir stak væl frå
sinum avrikum f kapp-
"Foro
ysku svimjararnir
vóru Jákup Zachariasen,
Hallur Stakksund, Mar-
tin Joensen og Rannvá
Dahl. Hesi fýra svumu
tvær kappingar í part, og
hendi tað gleðiliga, at tey
øll somul sinar
tidir f øllum.
— Svimjararnir kunnu
vera væl nøgdir vid úr-
slitini, og nú halda vit so
fram við venjingunum til
Oyggjalcikimar í 1995 á
Gibraltar, sigur Høgni T.
Hansen, landsliðsvenj-
ari.
Hverjir svimjarar fara
at manna føroyska liðið
har, er enn ikki greitt, tí
svimjararnir skulu seta
ásettar kravtíðir fyri at
sleppa við. Serliga verð-
ur tað føroyameistara-
kappingin í mei mánaði,
ið fer at vísa, hvussu teir
ymsu svimjararnir eru
yn. 5
Norðurlandameistara-
kappingin var annars væl
fyriskipað, og serliga
bitu føroysku umboðini
merki i, hvussu
klokkutidir vóru åsettar,
so svimjaramir vistu,
nær teir skuldu svimja.
— Væl gekk at halda
tíðimar, og vit eiga at
læra at skipa kappingar
soleiðis, sigur landsliðs-
venjarin.
Danir og sviar vunnu
flestu heiðursmerkini í
kappingini.
hj.
Kyndil brúkt
ologligt fólk
Eftir llum at dóma er
veterankappingin mill-
um havnarfelgini Kynd-
il og Neistan, ið Neistin
hevur skipað fyri, við at
vatna út.
Í hvussu er verður sagt
í nýggjasta tíðindaskriv-
inum frá kappingini, at
»Kyndil hevur í kapp-
ingini brúkt ólógligar
leikarar á báðum liðum
og tí hevur tað onga
meining at rokna út stød-
ur og stig<.
Men hóast hesa sann-
roynd spæla 3. deildar-
liðini hjá Kyndli og
Neistanum dyst í kvold
kl. 22 í Gundadalshøll-
ini.
Fimti dysturin í kapp-
ingini varð spældur fyri
jól, og var hann — sam-
bært tíðindaskrivinum —
millum 6. deildarliðið (!)
hjá Kyndli og 4. deildar-
liðið hjá Neistanum, og
endaði hann annaðhvort
39-25 ella 30-21.Skrivið
sigur, at hann endaði 39-
25, men av tí at fyrri
hálvleikur endaði 14-11
og seinni 16-10, er eisini
ein ávísur møguleiki
fyri, at dysturin endaði
30-21.
Tíverri eydnaðist ikki í
gjár at fáa greiðu á, hvat
rætta úrslitið var ella um
6. deildarliðið er eitt 3.
ella 4. deildarlið...
bj.
Deyvafelag Foroya
Skrivstovan í Deyvahúsinum, Íslandsvegur 10 B,
er opin månadag-friggjadag frå kl. 9-11.
Telefon 17597. Telefax 13609. Skrivitelefon, ring
0123 og bið um 16929 ella 10714.