Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED Nr. 247 — 28. DESEMBER 1994 Síða7 % Frimúraralosjur vilja steðga av- f dúkandi bók Den Danske Frimurerorden roynir nú av øllum alvi at steðga avdúkandi bókini »Frimureri«, id norðmaðurin Sverre Dag Mogstad gav út fyri kortum. Hetta minnir um, tá Sigmar Bláberg í 1989 gjørdi sjónvarpssending um losjur í Før- oyum — og allir losjumenn vóru á gosi Um tað er eitthvert, tú vilt hava út millum fólk sum skjótast, er ofta snildast at siga við fólk, at tey mugu einki siga fyri nøkrum — tå kanst tú sum oftast vera vís- ur í, at tað fer víðari sum steppubrandur. So er kortini ikki alla- staðni. Tá ein losjumaður fær at vita og eisini lovar høgt og heilagt, at hann skal halda alt virksemi í eini losju loyniligt, ger hann tað. Har er vanliga einki at rafla um. Kortini hevur tað eydnast norðmanninum Sverre Dag Mogstad, ið er amanuensis við Det Teologiske Menig- hedsfakultet í Oslo at sneyta væl og virðiliga í øllum teimum mongu loyndar- málunum hjá losjunum. Burtur úr hesum hevur hann fingið eina bók, ið kallast >Frimureri<. Bókin hevur sum undirheiti >Mys- terier, Felleskap, Person- lighetsdannelse«. Hon kom út út í Noregi og Svøriki um miðjan november mánað, Tann uppfatan, ið mong hava havt av frímúrara- losjuni, at har hendir so nógv loyniligt og óhugna- ligt, verður alt annað enn manað í jørðina vid teirri nýggju bókini um frímúr- aralosjumar, ið norðmað- urin Sverre Dag Mogstad hevur skrivað, og sum í november mánaði kom út í Noregi og Svøriki og nú eisini er komin út í Dan- mark — hóast harða mót- stóðu frá donsku frímúr- aralosjuni. Orsøkin til måtstøduna, id er komin frå donsku losjubrødrunum, er fyrst og fremst tann, at avdúk- ingin av ritualunum — enn- tå orðarætt — oyðileggur spenningin hjå teimum losjubrødrunum, ið skulu sleppa uppeftir á stigan- um, tí teir í bókini kunnu lesa um, hvat fer fram. Tí hevur Den Danske og eisini hevur hon enn ver- ið at fingið í Danmark Danska losjan vil forða bókini Niðri í Danmark hevur tað annars ikki gingið sum fótur í hosu við útgávuni. Umboð fyri Den Danske Frimurerorden hava vent sær til Akademisk Forlag, ið gevur bókina út í Dan- mark. Víst verður á, at fútarætt- urin í Gladsaxe í 1975 legði forboð móti, at Danmarks Radio í eini sjónvarpssend- ing endurgav heilar partar úr loyniligum skriftum hjá donsku frímúraralosjuni. Sendingin varð ongantíð send, hóast málið kom fyri í Eystara Landsrætti, har Danmarks Radio fekk vid- hald, ti tá danska frímúrara- losjan kærdi málið víðari fyri Hægstarætt, fekk hon viðhald har í 1982. Avgerð skuldi falla í mál- inum tollaksmessudag. Tí- verri hevur ikki eydnast at Frimurerorden meldað danska Akademis Forlag, ið gevur bókina út í Dan- mark, fyri at fáa steðgað útgávuni. Forlagið er meldað sambært grein 264 í revsilógini, ið snýr seg um »privatlivets fred<. Á hendan hátt vóna mir. ararnir, at teir kunnu fáa fútabann móti bókini. Sum eisini nevnt í aðrari grein á hesi síðuni, hevur ikki eydnast okkum at frætta, um donsku frímúr- ararnir hava fingið við- hald í málinum. Avgerð skuldi verða tíkin í fúta- rættinum tollaksmessu- dag. Men áðrenn nakað for- boð — um eitt slíkt kemur — er sett í gildi, hevur sølan av bókini gingið óvæntað væl. Helst, ti frímúrara- losjan við at melda rætti- liga hevur givið bókini vind í seglini. fáa at vita, hvor nidurstødan var hjá fútarættinum. Avdúkar fleiri loynidómar Bókin hevur — sum nevnt omanfyri — í longri tíð verið á gøtuni í Noregi og Svø- ríki, uttan at frímúraralosj- urnar har hava gjørt so nógv fyri at steðgað henni. Eitt serligt ískoyti til bók- ina »Frimureri« endurgev- ur orðarætt oll tey loyniligu ritualini hjá frímúrarunum, men heldur ikki tað hevur ført vid sær mótmæli í Nor- egi og Svøriki. Fyri fyrstu ferð verða í bókini avdúkaðar allar tær handlingar, ið hava við upp- tóku í frímúraraordanin og hvussu tú so hvort kemur á eitt hægri stíg — alt samalt pínliga orðarætt endurgivið úr enda í annan. Sama skilið i Føroyum Frímúraralosjur eru ann- ars ikki júst kendar fyri at samarbeiða við tey, ið vilja geracitthvørt fyri at lýsa tað virksemi, ið fer fram innan fyri væl afturlatnar hurða í losjunum. Heldur ikki í Føroyum finst nakað undantak. Sjónvarpsmaðurin Sigm- ar Blåberg gjørdi í novem- ber 1989 eina sending um losjur í Føroyum, og tá fekk Losjubókin avdúkar óhugnaliga nógv Fyri jól vóru yvir 10.000 eintøk av bókini, ið eitur »Frimureri — Mysterier, Felleskap, Personlighets- dannelse«, seld í Noregi og Danmark. Hetta er óhoyrd sela av einari fakbók. Brot úr bókini Nógv umrødda bókin avdúkar, sum nevnt, heilt óhugnaliga nógv, og her skulu verða endurgivin tvey brot úr bókini, so les- arin kann gera sær eina mynd av, hvat talan er um. Tá ein losjubróður fer upp í stigið, í ordaninum, gongur eitt nú hetta fyri seg: »Vi flytter os ned til en sal, som kan minde om et mørkt gravkammer. På tæppet er placeret en lig- kiste, som peger øst-vest. På ligkistens låg er der blandt andet placeret et Er t Stjórin á Akademisk Forlag, Henrik Borberg, vid umstriddu bókini »Frimureri — Mysteri- er, Fellesskap, Personlighetsdannelse«, ið Den Danske Frimurerorden ikki vil hava út- givna í Danmark. Bókin , id norðmaðurin Sverre Dag mogstad hevur skrivað, er sera avdúkandi, og enntá verða fleiri ritualir í frímúraraordaninum endurgivin orðarætt í henni. Bara fyri jól vórðu yvir 10.000 eintøk seld í Noregi og Danmark, og er tað óhoyrt Mynd: Bjarne Ørsted/Det Fri Aktuelt fyri eina fakbók kranie, en trekant med det gamle mesterord Jehovah og to korslagde ben«. Og tað, sum hendir víð- ari, er eitt nú hetta: >... det samme tager de bevogtende brødre med- broderen under hver sin arm og lægger ham på ryggen nedi kisten og bre- der lagenet ud over ham. Samtlige brødre danner så en brødrekæde rundt om kisten, idet de slår sværdene mod hinan- den.« Óivað ógvuliga áhuga- verdur lesnaður hjá mong- um. Sosialurin skilir á lagn- um, at bókin enn ikki er komin til Føroya, men hin- vegin hevur ikki sørt av eftrspurningi verið eftir henni, so óivað kemur hon eisini í føroysku bók- handlarnar. bj. hann ikki júst bestu hjálpina frá losjunum. Hann slapp ikki at taka myndir innanveggja, og eingin vildi úttala seg um nakað sum helst — sum skilst, var hetta eftir boðum frá hægsta losjumanninum i Norðurlondum, sum um tað mundið var ein norðmaður. Og herfyri, tå ein handils- skúlaflokkur var inn á gólv- ið hjá tempulriddarunum í Havn, skuldi tey eitast at sleppa at síggja alt, men koruni vóru rættiliga týði- ligar ábendingar um, at myndir og annað var væl og virðiliga ukið niður av vegginum, áðrenn handils- skúlanæmingarnir sluppu at síggja >alt<. hj. TOLL- OG SKATTSTOVAN Streymoyar øki Frå 2. januar 1995 er Tollavgreidslan, Yviri vid Strond flutt oman i Tollbudina å Eystaru bryggju. Av somu orsøk hevur Tollavgreidslan Yviri vid Strond stongt hin 30. desemb- er 1994 vegna flyting. Toll- og Skattstovan Sinnisbati - 19-22. Flørhlð Krag ar mánakved. ; mM . .. .