mikudagur 28. desember 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Tróndur Djurhuus, komandi stjórin í Sjónvarpi Føroya:
Nr. 247 — 28. DESEMBER 1994
Tíðindablaðið #77)"
Fráfarandi = sjónvarps-
stjórin Arni Gregersen
saman við komandi sjón-
varpsstjóranum Tróndi
Djurhuus fyrrapartin í
gjár í upptøkuhøllini,
haðani >Dagur á vika«
vanliga verður send. Á
sama hátt sum Árni hev-
ur varðveitt sambandið
við vanliga sjónvarps-
arbeiði og ikki hevur
verið bangin fyri at fara
við upptókutólinum, um
tað so hevur verið áar-
føri, ætlar Tróndur eis-
ini at varðveita sam-
bandið við skíggjan, tá
tað ber til. Hálvi koll-
firðingurin, ið tekur við
sum sjónvarpsstjóri um
ársskiftið, er við sínum
36 árum yngsti pro-
grammedarbeiðarin á
sjónvarpinum
Mynd: Hilmar Jan Hansen
»Børnini og tey ungu skulu ikki
vera við skerdan lut longur:
— Tad verður ikki fyrst og fremst fyri at bidda krónur og oyru, at Sjónvarp Føroya kemur at venda sær til myndugleikarnar, men fyri
at biðja um vælvild, sigur Tróndur Djurhuus, sum á nýggjárinum skal avloysa Arna Gregersen í stjórastólinum á Sjónvarpi Før-
oya. — Men inntókugrundarlagið hjá sjónvarpinum skal betrast. Hvussu, veit eg ikki enn, men tað fara vit nú at arbeiða við
Millum tær tilsamans fjúrt-
an umsóknirnar, ið komu til
starvið sum nýggjur stjóri í
Sjónvarpi Føroya, var bert
tann eina frá einum sjón-
varpsfólki.
Tað var umsóknin frá 36
áragamla Tróndi Djurhuus,
og hann fekk eisini starvið
framman fyri Johann Mort-
ensen og Finnboga Ísakson,
ið somuleiðis vóru innstill-
aðir til starvið av sjónvarps-
nevndini, ið altid fer eitt til-
mæli, áðrenn starvið verður
sett.
Fyrsti formelli arbeiðs-
dagurin hjá Tróndi Djur-
huus sum avloysari fyri
Árna Gregersen er mána-
dagurin 2. januar 1995.
Tá byrjar Arni Greger-
sen, ið hevur havt eitt ár í
stólinum, sum redaktións-
sjefur á deildini hjá danska
TV2 á Bornholm.
— Sjálvur stjórastólurin,
sum mgbilstykki, er tann
fínasti og besti í húsinum,
men hinvegin hevur hann
ikki verið tann, ið mest hev-
ur verið sitið á, sigur kom-
andi sjónvarpsstjórin.
— Ami hevur dugað sera
væl at hildið tann partin av
arbeiðinum við líka, ið hev-
ur við vanliga sjónvarps-
arbeiði at gera, hetta at fara
út i oysandi åarføri við upp-
tøkut6linum og arbeiða sum
hini á stovninum. Eg vóni
eisini, at eg fari at duga tað
sama í míni tíð sum stjóri, tí
eg haldi tað vera umráðandi
ikki at tveita alt tað frá sær,
ið einum dámar væl og ein
hevur áhuga fyri.
Við gðrum orðum sleppa
vit ikki heilt undan at síggja
Trónd á skíggjanum, eins
og vit nú hava gjørt tað síð-
ani 1989, tá hann eftir lokna
joumalistútbúgving byrjaði
í sjónvarpinum.
Sum tíðindamaður byrj-
aði Tróndur á Dagblaðnum
1. desember 1978, og arb-
eiddi hann har og á Oyggja-
tíðindum fram til mars mán-
að í 1980, tá hann fór niður
til Danmarkar at lesa á RUC
í Roskilde. Har las fór hann
í holt við samfelagsvísinda-
ligu grundútbúgvingina, ið
hann fekst við í tvey ár, til
hann í 1982 fór undir ta tá
spildurnýggju útbúgving-
ina, ið kallaðist >internati-
onale udviklingsstudier«.
— Men so brådur sum eg
eri, helteg ov litid henda vid
hesi útbúgvingini, ið ikki
var komin ordiliga í fastar
karmar tá, so eg gavst eftir
at hava lisið í tvey ár, sigur
komandi sjónvarpsstjórin.
Síðani kom hann á Útvarp
Føroya at arbeiða, og har
var hann frá 1984 til 1985,
tá hann aftur fór niður til
Danmarkar at lesa. Hesa-
ferð var tað journalistiit-
búgvingin, ið var á skránni,
og tók hann prógv sum jour-
nalistur í 1989.
Meðan hann las, var hann
í háltvannað ár aftur á út-
varpinum í starvsvenjing,
men eftir lokna útbúgving
byrjaði hann í 1989 á Sjón-
varpi Føroya, og har hevur
hann verið síðani ... og nú
skal hann — sum yngsti pro-
grammedarbeiðarin — eisini
stjórna stovninum.
— Hetta taki eg sum eina
stóra avbjóðing, men kort-
ini fari eg undir hana við
áræði, tí eg kenni tað, sum
havi eg starsvfelagar mínar
aftan fyri meg í hesum, sig-
ur Tróndur Djurhuus.
— At hava uppbakking frá
teimum, ein skal arbeiða
saman við, hevur eisini
nógv at siga. Vit skulu jú
saman vera við til at menna
sjónvarpið, sum í sínari tíð
byrjaði undir serstakliga
vånaligum umstødum, har
tað ikki altíð var so lætt at
byrja við.
Tróndur Djurhuus heldur
kortini, at væl hevur gingist
at ment stovnin, so Føroyar
í dag kunnu breggja sær av
athavaheimsins nógv bílig-
asta sjónvarp. Ongastaðni í
heiminum verður sjónvarp
framleitt so bíliga sum í
Føroyum.
Føra tað víðari, sum er
—Men min uppgåva verð-
ur eisini at føra víðari tað,
sum bygt er upp hesi árini.
Ogkortini komi eg at leggja
dent á at fáa sjónvarpið enn
meira fjølbroytt, sigur kom-
andi sjónvarpsstjórin.
— Føroysku pressuni vant-
aði nakað, eisini ta tíðina eg
sjálvur arbeiddi á útvarpin-
um, og tað ger hon eisini
fyri ein part enn. Fjølmidl-
arnir hava torað og tora enn
ov lítið, og tí er brúk fyri eini
góðari >Degi & viku«. Men
ætlanin hjå mær er kortini
ikki at menna »Dag & viku«
meira við ressoursum, men
heldur á annan hátt.
Tíðindasendingin hjá
Sjónvarpinum er á skránni
hvønn einasta morgun, og
tað fer hon eisini at verða
framyvir. Men s amstundis
dugir Tróndur væl at síggja,
at onnur ting liggja á láni:
— Serliga eru tað børnini
og tey ungu, ið hava verið
við skerdan lut, so her er
nakað, ið skal takast upp og
gerast okkurt við.
Alla tíðina leggur tann
komandi sjónvarpsstjórin
tó áherðslu á, at hetta ikki er
eittarbeiði, ið hann einsam-
allur skal fara undir, men at
tað verður gjørt saman við
øllum starvsfeløgunum á
sjónvarpinum.
Eitt annað, ið tey skulu
taka støðu til og tosa nógv
um tað komandi hálva árið,
er hvussu sjónarpið kann
fáa nýggjar og aðrar
inntøkumøguleikar, enn tað
hevur frammanundan.
— Tað verður ikki fyrst og
fremst fyri at bidda krónur
og oyru, at Sjónvarp Føroya
kemur at venda sær til
myndugleikamar, men fyri
at biðja um vælvild, sigur
Tróndur Djurhuus.
- Men inntøkugrundar-
lagið hjá sjónvarpinum skal
betrast. Hvussu, veit eg
ikki, men tað fara vit nú at
arbeiða við — uttan at eg tó
skal fara út í smálutirnar.
Tróndur leggur stóran
dent á, at tað hjá honum nú
er ein stórur fyrimunur, at
hann hevur dugnaligt fólk
aftrat sær, tá tey ymisku
tøkini skulu takast innan
sjónvarpið framyvir.
— Eg havi stóra virðing
fyri mínum starvsfeløgum,
og eg ivist ikki í, at vit øll
saman fara atrøkkatey mål-
ini, vit nå skulu seta okkum,
endar komandi sjónvarps-
stjórin prátið.
Stundir eru ikki til meira,
tí tey skulu á redaktións-
fund. Og tann fundin skal
Tróndur leiða — ti ikki sum
stjóri, men ti hann hesa vik-
una hevur ábyrgdina av
»Degi á viku«.
hj.