Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tidindabladid EH) Nr. 247 — 28. DESEMBER 1994 Síða 11 Hans Jørgensen, formaður í sjónvarpsneyndini: Landsstýrið átti at fylgt innstillingini - Landsstýrisins val av sjónvarpsstjóra kann hava við sær, at sjónvarpsneyndin fram- yvir fer at hugsa ødrvisi, tá hon innstillar, heldur Hans Jørgensen, formaður í sjón- varpsnevndini - Eg må siga, at eg vard nokkso kløkkur, tá eg hoyrdi, at landsstýrið hevði sett Trónd Djurhuus í starv- ið sumsjónvarpsstjóra. Eg hevði væntað, at landsstýrið fór at fylgja innstillingini hjá sjónvarpsneyndini, ser- liga ti innstillingin var so greið. Hetta sigur Hans Jørgen- sen, formaður í sjónvarps- nevndini. Sjónvarpsneyndin inn- stillaði Johann Mortensen sum nummar eitt, og Trónd Djurhuus sum nummar tvey. Fyra sjønvarpsnevnd- arlimir atkvøddu fyri at innstilla Johann Mortensen sum nummar eitt, ein nevndarlimur atkvøddi fyri at innstilla Trénd Djurhuus sum nummar eitt til stjóra- starvið. Hans Jørgensen heldur tað vera óheppið, at landsstýrið ikki lurtar eftir eini so greiðari innstilling. Tað ljóðar, at landsstýrið gekk uttanum Jóhann Mort- ensen, m.a. tí hann hevur verið partapolitiskt virkin. - Nevndin hugsaði ikki partapolitiskt í síni innstill- ing, men tað hevur lands- stýrið óivað gjørt, tá hon fór uttan um Jóhann Morten- sen, sum var innstillaður sum nummar eitt. Vit inn- sulladu e/tir bestu sannfør- ing. Eg eri bangin fyri, at sjónvarpsneyndin framyvir fer at innstilla ødrvisi, tá tað skal vera upp á henda mátan Um landsstýrið heldur tað vera í lagi, um tað bara velur ein av trimum innstillaðum, so kann nevndin bara inn- stilla tveir óskikkaðar aftat ti umsøkjaranum, hon held- ur vera tann best egnada. Hans Jørgensen heldur, at hetta var óheppið, ti tað hevur so nógv at siga, at sjónvarpsneynd og stovnur- in sjónvarpið hava gott sam- starv. Hinvegin skal nýggj sjónvarpsneynd veljast nú. Sjånvarpsnevndin, sum enn situr, varð vald av und- anfarnu samgongu. Henda samgongan hevur ikki valt nýggja nevnd enn. Tað eydnaðist tíverri ikki í gjár at fáa eina viðmerking frá Sámal Peturi í Grund, landsstýrismanni, um, hví landsstýrið tók Trónd fram um Jóhann. randi Man fara at laga seg - Um sanerað virki ikki skulu kunna fáa pening frá Framtaksstovninum, verður lítið eftir at stuðla, heldur Joannes Eidesgaard, landsstýrismaður í figgjarmålum Beint fyri jól skundaði løg- tingið igjøgnum málið um Framtaksstovnin. Tað er grunnurin, sum landsstýrið og statskassin skulu seta 100 mió. krónur hver i, og sum skal stuðla nýggjum vinnum. Allir tingmenn vóru tó ikki líka fegnir um vidtøk- urnar fyri henda stovn, sum 200 milliónir verða settar í „ og sum eina neyðloysn varð tí skoytt uppí, at løgtingsins figgjarnevnd umframt landsstýrið skal góðkenna tann stuðul, sum grunnurin fer at veita. Ein stórur partur av and- støduni og nakrir í sam- gonguni ræðast orðingina um, at grunnurin eisini skal hava heimild til at stuðla virkjum, sum hava verið igjøgnum sanering. Teir vænta harvið, at virki hjá Fiskavirking eisini fara at fáa úr grunninum, og tað má ikki henda, halda also fleiri tingmenn. - Eg haldi, at hesir menn síggja troll á alljósum degi. Skal ikki bera til at stuðla virkjum, sum hava verið igjøgnum skuldarsanering, so verður lítið eftir at stuðla, sigur Jóannes Eidesgaard. - Sum eg eisini segði í tingunum, eri eg ikki so forelskaður í Fiskavirking, men eg fái bara ikki eyga á nakað alternativ. Haraftrat skerst ikki burtur, at jú betur gongur hjá Fiskavirking, betur gongur hjá landinum. Seinnapatin í gjár skuldi figgjarnevndin hava fund við umboð fyri landsstýrið um alt hetta. Upprunaligu orðingina gjørdi Erhvervs- og Sel- skabsstyrelsen í Danmark. Nú hevur løgtingid so sam- tykt viðtókurnar en við ti broyting, at veitingar úr grunninum skulu góð- kennast av fíggjarneyndini ersini.— Finnbogi Arge, formadur í figgjamevndini, er ikki visur i, at tad verdur so lætt at fáa danir at góðtaka hesa broyting, tí tað er ein broy- ting í sjålvari endamáls- orðingini. Men Jóannes Eidesgaard væntar ikki, at danir fara at siga nei til broytingina, tí hon er so lítil. Tað man fara at laga seg, heldur hann. randi snø 7 Jóhann Mortensen: Sjálvandi harmist eg - Tað kendist nokkso løgid at verða vrakaður, tá sjønvarpsnevndin helt meg vera best egnaðan av umsøkjar- unum til sjónvarpsstjórastarvið, sig- ur Johann Mortensen Tað fór eitt stórt arbeiði í gongd, tá sjónvarps- nevndin leygardagin fyri jól hevði talað og innstillað til sjónvarps- stjórastarvið. M.a. tók ein partur av starvsfólkunum í sjón- varpinum seg saman og sendi eitt skriv til Sámal Petur í Grund og baðum, at Tróndur Djurhuus varð settur í starvið. Sum skilst varð eisini gjørt stórt lobby-arbeidi í teimum døgunum til frama fyri Tróndi Djur- huus. - Tað havi eg onga við- merking ul, tí tað var eftir mini áskoðan á so lágum stødi at gera slíkt, sigur Jóhann Morten- sen. Hann dylur ikki, at hann er harmur um at verða vrakaður, tá nú sjónvarpsneyndin inn- stillaði hann sum numm- ar eitt til starvið og har- við helt hann fakliga verða best innstilladan. - Vit mugu bara á- sanna, at vit ikki eru komin burtur úr svans- inum, sum var eitt eyð- kenni fyri 80-árini, tá starvssetanir vóru polit- iskar kabalur, ið skuldu ganga upp. Tað stóð ikki sért á teir dagarnir, frá tí at sjón- varpsneyndin = innstill- aði, til landsstýrið 22. de- sember um kveldið - samstundis sum løg- tingsfundur var - av- gjørdi at seta Trónd Djurhuus til nýggjan sjónvarpsstjóra. Bæði tað, at øll spurdu, og so, at fekk hann starvið hevði tað verið so stórt umskifti í lívinum. - Eg tordi tó ongantíð at vænta mær starvið. Einki slíkt er nakrantíð heilt vist. - Annars vil eg ynskja Tróndi Djurhuus hjarta liga tillukku og góðan byr framyvir, sigur Jó- hann Mortensen. randi Jóhann Mortensen hevur nú í 10 ár arveitt i útvarpi- num. Umframt at vera útbúgvin journalistur, hevur hann fingið sær merkonom-útbúgving, m.a. í leiðslu og samstarvi VIT GREIDA ALLA VØRUKOYRING KAPPINGARFØRIR PRISIR - en HP-TRADING } På z Hjá FIU LÆKNA EXAM. KOSMETOLOGUR Tif. 19118 | | Í