mikudagur 28. desember 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
-
Sida 12
Nr. 247 — 28. DESEMBER 1994
Tidindabladid 68
T
Teir átta tónleikararnir, sum hava fingið stuðul úr grunni Volker Behrens avmyndaðir uttan fyri Listaskålan í kavaroki í gjár. Mynd jan
Spennandi konsertir
i Listaskålanum
Í dag og í morgin klokkan 19.30 verða tvær spennandi konsertir í Listaskálanum við átta
tónleikarum, sum hava fingið stuðul úr grunni Volker I. Behrens til áminnis. Í hesum sambandi
hava vit fingið loyvi frá Ólavi Hátún at endurprenta minningarorð um Volker Behrens, ið hann
skrivaði við deyða hansara í 1984
Skráin er løgd til rættis
soleidis at hvør fær høvi
bædi at spæla solo og sam-
an.
Tad er tann yngsti pris-
takarin, Búi Petersen, ið
leggur fyri vid tveimum
fronskum verkum ur okk-
ara øld eftir Honegger og
Enesco. Sidani spælir Ernst
S. Dalsgarð eina sonatinu
eftir Berkeley, sum eisini er
20-aldar verk. Áðrenn
steðgin verður tað so
spanskur guitartónleikar
eftir Albeniz og Rodrigo,
sum Ólavur Jakobsen spæl-
ir. Eftir steðgin leggur Elsa
Súsanna Dalsgaard fyri við
fýra Brahms-sangum og
konsertin endar við svitu úr
»Søguni um soldátin< eftir
Igor Stravinsky. Her hoyra
vit Onnu Klett, Sámal Pet-
ersen og Jóhannes Andrea-
sen.
Á tí seinnu konsertini
leggur Jóhannes Andreasen
fyri við tveimum rimmar
verkum eftir Chopin, síðani
tekur Sámal Petersen við,
við eini solo eftir Eugene
Ysaye. Aðrenn steðgin
syngur fyrst Berghild Poul-
sen tríggjar sangir ávikavist
eftir Purcell og Mozart og
síðani enda Begga og Elsa
Súsanna við últíknu
»Kettuduettini« eftir Ross-
mi.
Anna Klett leggur fyri
eftir steðgin við einum solo-
verki fyri klarinett eftir ru-
menska tónaskaldið Tiber-
iu Olah og Ernst og Ólavur
enda við søtum tónleiki
sunnaneftir eftir Piazzolla.
Sunleif Rasmussen er eis-
ini í hesum fornemma hópi,
og hansara bidrag til tiitakið
er at leggja til rættis fyri
hópin ein Mendelssohn-
sang. Og við hesum endar
konsertin.
Grunnur Volker Imman-
uel Behrens til áminnis varð
stovnaður av nevnd Kon-
sertfelagsins eftir brádliga
deyða Volkers í januar
1984. Vidtøkurnar fyri
grunnin eru undirskrivaðar
12. februar 1984 av einkj-
uni Lone Behrens, for-
manninum Kristian Meitil,
Arna Hansen, Inger Christ-
iansen og Elly Ellings-
gaard.
Stovnsfæið 19. jan. 1994
er kr. 6.000,-, hetta var pen-
ingur, ið fólk fingu høvi at
seta á konto, ístaðin fyri
blómur og kransar. Tey
fylgjandi árini legði Kon-
sertfelagid stóran dent á at
menna grunnin við Ld. at
lata peningin í grunnin, ið
innkom við konsertir, sum
felagið skipaði fyri.
Longu í 1986 kundi
grunnurin lata ta fyrsta
fæið, sum Jóhannes
Andreasen fekk. Í 1988
fingu Sámal Petersen og
Ernst Dalsgarð stuðuls-
fæið, í 1989 Anna E. Klett, í
1991 Ólavur Jakobsen, í
1992 Sunleif Rasmussen, í
1993 Elsa Súsanna Dals-
garðog í 1994 Búi Petersen.
Í sambandi við 10 ára haldið
veitti grunnurin eisini eitt
eyka fæ til ein amatør sang-
solist. Henda stuðul fekk
Berghild Poulsen.
I dag er stovnsfæið
130.000, sum tíverri við
lækkandi rentu gevur ov
lítið til at økja um stuðuls-
fæið. Stevnt verður nú eftir
at tvífalda stovnsfæið, so
fleiri og stórri fæ kunnu lat-
ast.
Hugnakvøld verður í
Losjuni í Gøtu í kvold,
28. des., kl. 20.00. Kórið
Glymur og Felagskórið
Gøta/Leirvik syngja
jólasangir og aðrar før-
oyskar og útlendskar
sangir.
Borðreitt verður við
Hugnakvøld
við tonleiki
Konsertirnar verða sum
sagt dag um dag 28. og 29.
desember kl. 19.30 í Lista-
skálanum. Atgongumerki
fáast við dyrnar.
kaffi og køkum, og vit
syngja nakrar felags-
sangir.
Bjarni Restorff stjórn-
ar Glymi, meðan 5
kórið verður stjórnað av
Bjarna Restorff og Ernst
Dalsgarð.
Kostnaður 40 kr.