mikudagur 28. desember 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 247 — 28. DESEMBER 1994 Síða 13
íðindablaðið EX"
Ein seinnapart, tað mundi vera um nýggjársleitið 1969,
eg var inni á Ferðamannastovuni, kom ungur útlend-
ingur at avgreiða mini ørindi. Hann tosaði tyskt og
danskt hvørt um annað, var ógvuliga fryntligur og
prátingarsamur, og tá ið hann skilti, at eg fekst við
kórsang, bar hann upp á mál at koma og syngja við í Út-
varpskórinum, sum kórið tá æt. Hesin tilvildarligi
fundur yvir ein skrivstovudisk gjørdist byrjanin til ára-
langa samvinnu, eitt vinarlag við semju og rembingum
yvir 15 ár.
Volker var eitt ótrúligt menniskja — haldi ikki, eg havi
kent makan. Gávurnar hevði hann ríkar, hevði hartil ein
virkishug, sum onki mark tóktist vera fyri. At fáa vitjan
av honum var sum at vera fyri Gløgi, tað skolaði inn yvir
teg sum ein orðastreymur darrandi fullur av hugskotum,
sum tú ikki slapst undan at taka støðu til. Og ikki vóru
har bert orð, heldur ein ófgrur vilji at fara til verka. Hann
var kátur av lyndi, men sinnið var viðkvæmt sum hjá so
mongum listafólki, og hann kundi í sínum bráðræsni
gerast ágangandi og styggja fólk frá sær. Tó hjá onum
var skjótt ul sátt og semju, hann var gåvumildur og
stårtøkin, men hevði tó eisini altíð eyga fyri teim smáu
lutunum.
Komin higar úr stórbýi fall Volker tó væl til í okkara
lítla samfelag. Hann tók beinan lut í øllum vidurskiftum
bæði í orði og verki og helt seg ikki aftur á nøkrum oki,
sum fekk hansara áhuga. Minnist ein dagin, hann hevið
lagt til at fara og taka havhest. Skilligt var, at hetta var
hvorki sjómaður ella fleygingarmaður, sum sat á toftu-
bekki við stong í hond, men ágrýtni var Oført, og tað gav
eisini fong. Væl dámdi honum at fiska síl, og eftir stutt-
ari tíð hevði hann vunnið sær meira vitan um henda
fiskiskap, enn flestu av okkum hava. Mangar vóru
løturnar, hann í sínum virkna gerandisdegi tók sær løgir
at fara við tráðu út í Sandagerð ella niðan á Boðanes at
vita, um tey mundu taka.
Av útbúgving var Volker ferðamannaavgreiðslu-
maður, og starvaðist hann eisini fyrstu árini í Føroyum í
slíkum virki. Sum stovnari og leiðari av ferðamanna-
stovuni Nordland-Tours mundi hann veita mongum
ferðafólki góð og eisini óvanlig ferðamannaupplivilsi
sum t.d. ta feriðna, vit við opnum báti fullum av fremm-
andafólki sigldu millum oyggjarnar her um leið. Volker
hevði keypt sær byrsu og skeyt dúgliga til undirhald hjá
teim fremmandu, men ivaleyst eisini til egnan stutt-
leika, tí hann var altíð persónliga engageraður í tí, sum
hann fekst vid. Og so hina ferðina hann hevði lænt båtin
at fara turistferð vestur til Mykinesar. Vit høvdu beint tå
kórvitjan uttaneftir, høvdu verið í veitslulag saman, og
hann mundi lítið meira enn hava verið við hús, tá ið
hann var til reiðar at leggja avstað úr Vágsbotni. Um-
framt Volker sjálvan hevði hann fingið mín gamla faðir
at koma við sær sum skipara og motorsakkønan, og
triðja av manningin var 14 ára gomul genta, sum skuldi
ganga til handa. Onkur av ferðafólkunum mundu setast
aftur, tá ið tey sóu ferðamannafarið, men tey, sum
hættaðu sær við, fingu ivaleyst um enn eina kalda so tó
eina minniliga ferð, ti vakurt er har vesturi, og Gførur
var Volker at siga frá gera burturúr, so at ongin skuldi
keða seg.
Heima í Frankfurt hevði Volker hjálpt til í stórari mat-
stovu hjá faðir sínum. Sera gott handalag hevði hann at
gera mat, og mangari samkomu — ofta í musikalskum
samanhangi — hevur hann gagnað við sínum lítið vana-
bundna kynstri á hesum øki. Tá ið hansara ferðamanna-
stova hevði gingið nógleingi, beyðst honum høvi at lata
upp matstovu, har hann sjálvur var bæði fyristødu-
maður og kokkur. Tó tað, sum hann í sínum gerandis-
degi mest kom at takast við, var handilsskapur, og ikki
minst fjølbroytt var hansara virki her. Hann kom at hava
umboð og handla við nærum øllum frá klædnavørum,
byggitilfari, mjólkarvgrum, grónmeti, ja, sjálvt svimji-
hyl kundi tú keypa frá Volkeri. Gekst tað minni væl við
onkrum, so vantaðu ikki hugskotini at leggja á annan
bógv. Handilsskapur hansara hevði dám av nøkrum
sportsligum, og hann tóktist hava eins nógv fragd av at
kunna bjóða okkurt sera bíligt ella okkurt nýtt og for-
vitnisligt sum at gera ein góðan handil í traditionellari
merking.
Hansara listarliga sinni merkti alt, sum hann fekst við.
Sum blaðungur hevði hann i heimbýnum havt vælum-
tókt myndagallarí, og tá ið hann við Hoydalsvegin fekk
leigað sær høli til blómuhandilin Flora, fekk hann sam-
stundis hugskotið at lata upp Gallerí Lovo, ið brátt
gjørdist eitt kærkomið stað, har tú regluliga kundi koma
inn á gólvið at keypa ella bert gleða teg um vakra list av
føroyskum ella útlendskum uppruna. Fyri føroyska
myndalist verður tað ein saknur, um hesin litli listaskáli
í miðbýnum nú má verða latin aftur.
Sjálvur var Volker eisini listamálari, og um enn stílur-
Um Volker Behrens
in mundi tykjast mongum føroyingi eyð so fremm-
andur, so svitaðust ikki listargávurnar. Og so arbeiðs-
evnini, effektiviteturin! Knappliga ein dag hevið hann
sett sær fyri, atnú skuldi framsýning verða. Vørur vórðu
fluttar til viks, staffeli sett upp, og so varð málað og
smurt, til málningar í stórum tali stóðu upp við bróstini,
og tó vóru hetta ikki verk av berum handahógvi.
Minnilig var hansara »vernissage«, sum hann tók til, í
egnu ABC restaurant hansara. Eftir livandi inngang um
list og listasýningar var musikalskt undirhald, har lista-
maðurin sjálvur sang solo, og lítið kór eisini meðvirk-
aði. Borðreitt varð sidan við småkøkum og víni, fólk
hugnaðu sær bæði væl og leingi, og ivaleyst munnu
fleiri minnast hetta kvøld sum eitt av mongum dómum
um tað óvanliga menniskja, Volker var.
Nei, honum var einki ført — hevði hann sett sær nakað
fyri, kundi onki halda honum aftur. Einaferð høvdu Árni
Hansen og hann fyrirekad seg til konsertferð kring
oyggjamar. Teir spældu og sungu víða hvar um landið,
men tá ið teir skuldu til Nólsoyar, fingu teir trupulleikar
av instrumenti. Men har var onki við at gera, konsertin
skuldi haldast. Fingu so sett klaver upp í ein vøruvogn,
og hóast óveður varð hesin lyftur um borð á Rytuna, og
so varð hildið á fjørdin. Neyvan mundu teir komu
turrskøddir í land í Nólsoy, men upp kom bilur við
klaveri til gleði fyri Arna og Volker og ikki minni fyri
teirnólsoyingar, sum hættaðu sær út henda sunnudag og
niðan í skúlan ul hesa forvitnisligu konsertvitjan.
Eisini í Danmark skipaði Volker fyri konsertum, og tá
í sambandi við myndasýningar við egnum málningum
og við myndaverkum hjá ødrum føroyskum listarfólki,
og samanumtikid gjørdi hann ikki so lítið til tess at vekja
ans fyri føroyskan list bæði burturi og heima.
Fyri mær og mongum ødrum var Volker tó sangari
meia enn nakað annað. Hann hevði eitt framúr gott mál
og mundi ivalzyst havt rokkið langt, um hann frá ungum
av hevði lagtseg eftir tí. Í Havnarkórinum koma vit, sum
upplivdu hann, at minnast Volker sum tenorin fram um
allar.
Mong eru minnini um hetta ófriðarliga yvirskots-
menniskja, sum órógvaði og gagnaði, og sum ikki minst
á uttanlandsferðum kórsins við sínum ovfarakæti setti
dám á, har hann var. Á slíkum ferðum vildi hann vera
føroyingur, og meira enn so fegnaðust vit, tá ið útlend-
ingar undraðust á henda stórsangara, komin norðan úr
Atlantshavi.
Havi her hug at leggja aftrat søgu um skemtiligan til-
burð: Eitt árið høvdu vit vitjan av íslendskum hålvpro-
fessionellum sangbólki. Efur borðhald aftan á konsert-
ina hevði tenorurin hug at gera um seg við italskum
arium. Volker, sum hevði havt ábyrgdina av matgerð-
ini, var nå eisini komin í gott lag, og har tók upp sangara-
dystur úti í gongini, sum nógv høvdu stuttleika av. Ti
hvussu hesin íslendski úrmælingurin enn menti seg, so
var tókokkurin hjå okkum vid yvirlutan í hvørjari syftu.
Sum formaður í Konsertfelagnum, sum hann var við
til at stovna, var Volker virkin og álítandi, og tá í hann í
sambandi við hetta fór undir at útgeva tíðarritið Tón-
leikur og Myndlist, gjørdist hetta við sínum snotuliga
og professionella skapi ein útgáva, sum øll listarliga
hugað í Føroyum kundu frøast um. Í hesum tiltaki
realiseraði Volker nógvar av teimum eginleikum, sum
sermerktu hann: hugflog, áræði, framfysni, virkisføri
og innlit. Tað verður ikki lætt her at taka um endan, men
tað skal vera mín vón og áheitan, at umboð fyri fleiri av
okkara listargreinum sum t.d. tónlist, myndalist og leik-
list ganga saman um uppgávuna og leggja nýggjar
lunnar undir tiltakið, so tað kann halda fram til gagns
fyri føroyskt mentanarliv og sum eitt varandi minni um
eitt menniskja, sum í sínari tíð ørkymladi og eggjadi,
skapti ófrið og lív í okkara mentanarumhvørvi, minnið
um Volker Immanuel Bchrens.
Olavur Hátún
Hvussu nógvir
INF-limir
BILLUTIR
| ítvegast til
FÉ FLEST ALLAR
v BILAR
Fa. BILLUTIR
eru í Føroyum?
Í sambandi við møgu-
liga stovnan av felag í
Føroyum, bidast limir
vinarligast gera vart vid
seg vid at skriva til:
Å GILJANESI
Ko m,
Á TAXA %
SOSIALURIN,
110 Tórshavn, FERÐAMANNAHEIM
undir Bill. mrk. 1070 Tif. 32900/Tlf. 87199
Mintust
tit nú til
haldara-
Gloymdu tit haldaragjaldið,
fáa tit skjótast blaðið aftur -
við at siga okkum frá, tá ið
tit hava goldið fyri blaðið
Deyvafelag Foroya
Skrivstovan í Deyvahúsinum, Íslandsvegur 10 B,
er opin mánadag-fríggjadag frá kl. 9-11.
Telefon 17597. Telefax 13609. Skrivitelefon, ring
0123 og bið um 16929 ella 10714.